Skip to main content

Nú strika vit danskt

Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldið

Enn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar, fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið.

Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið og klædnastílin. Men stílurin er onga løtu borin av føroyskum máli, heldur ikki tá hann vitjar tann kunngjørda partin av Danmark (sic!), sum er Fugloy har úti í donsku havsbrúnni. Við sínum danska máli møtir hann fugloyingum í túninum, sum eisini svara aftur á hansara máli - donskum.

Sum dansktlærari má eg siga, at alla mína tíð havi eg hugsað um danskt í føroyskum skúla sum eitt vagl og ein sjónarválur fyri heimsbókmentum og tekstanalýsu, sum føroysktlærarin ikki hevði stundir til. Alt samalt partar av móðurmálsundirvísing í øllum londum, sum hava eitt ment og virkandi mál í heimi, skúla og í øllum tí, vit vanliga kalla almenna rúminum.

Um dagarnar var frammi, at vit skulu tvangsinnleggjast til týskt, tí tað hava danskarar altíð gjørt. Tað er teirra stóri traumagranni fyri sunnan. Men okkara traumaskýggi er hin danski við øllum tí, sum tey føra inn á okkum, danskararnir og teirra myndugleikar, miðlar og bókaforløg.

Tað kostar okkum hópin av arbeiðs- og lærutímum til lærugreinina danskt gjøgnum allar skúlaskipanir. Tað førir eisini við sær, at vit uppdyrka eitt parralellsamfelag við donskum og ódonskum tilfari á flest øllum stigum. Tað elvir aftur til, at føroysk forløg aldri fara at megna at kappast við hundrað ferðir størri forløg, sum í Danmark gera móðurmálstilfar til teirra børn, teirra ungu, teirra eldru og teirra tilflytarar, og sum føroyingar altíð hava adopterað so vist sum amen í kirkjuni.

Og í hesum meldri av fakum, har hvørt fakið hevur sítt navn frá fyrsta skúladegi, er skjótt at síggja tað høpisleysa at skipa og skifta tímatalvuna í smærri og smærri bitar, nú eisini við kravdum týskum frámerki í tvey ár í fólkaskúlanum fyri at sleppa víðari. Tann tankin er ikki serliga føroyskur, tað eg veit.

Heldur er tankin um eitt heildarsýni nærri at fleiri føroyskum skúlahugsanum.

Sleppa vit donskum í skúlanum, og bindingini um henda viðfáning í øllum heimastýrislógum, so geva vit nýtt rúm at menna eitt móðurmál, okkara egna, og ikki eitt gnadd av einum fremmandamáli, sum í einum øðrum landi er móðurmál, men ikki her hjá okkum.

Tað er nú at vit eiga at strika danskt á tímatalvuni og fáa rúm fyri teim visiónsbundnu heildunum, sum nútíðar skúlin krevur.