Skip to main content

Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd


Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar.

Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur.

Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli.

Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg hugsaði um, á Føroya fremsta palli at rætta fyrra starvsfelagan fyri almanna eygum - á Facebook.

Ikki bara rættar hann sarvsfelagan, sum hevur dirvið at siga løgmanni mitt ímóti, men hesin senni, sum ikki slapp til orðana í Degi og Viku, nevnir eisini upp í saman navnið á sjónvarpsjournalistinum, sum ger sítt góða, kritiska og vælfunderaða gerandisarbeiði á einum fakliga góðum og kommunikativum støði.

Mundi tað vera tí, at sami journalistur einaferð varð uppstillaður fyri ein annan flokk og tí skal eyðmerkjast sum óvederheftigur, tí hann ikki intervjúvar tey røttu fólkini, men fer eftir teimum, sum starvssetti fakredaktørurin í almannamiðilinum sigur?

Sum ein eykaágóði, nú val er útskrivað, fáa vit í somu rætting eisini boð um manipulatión og feyknjús.

So kemur eitt heilt skarvslop av deilingum á fólksins fremsta miðili, sum also ikki er Kringvarpið, men Facebook.

Í hesum blómandi besserwisser melduri frá Føroya best skipaða reyðrósuflokki upp undir valið má eg siga, at tað er gott, sera gott, at vit hava eina journalistiska yvirfriðingarnevnd, sum beint fram sigur, hvør hon sjálv er og hvat satt er.

Tað er trygt at vita, tá krossurin skal setast seinasta dagin í hesum.