Dagin eftir, hósdagin 28. november, er høvið at síggja og hoyra hin ikki minni klassiska og tó altíð søkjandi og nýskapandi Bruce Sprigsteen, The Boss, sum júst er vorðin 70. Í nýggja heimildarfilminum Western Stars verða vit boðin inn um hjá Bruce Springsteen at hoyra allar 13 sangirnar á nýggju plátuni - eisini við fullum orkestri í hugtakandi umhvørvi, sum er 100 ára gamla fjósið hjá Springsteen sjálvum.
Western Stars, sum er fyrsta útgávan hjá The Boss í fimm ár, er ímyndin av eini nýggjari ferð, men samstundis eisini ein leitan aftur til gamlar røtur. Tey evni, hann tekur upp í nýggju sangunum, eru um tíðarleysa kærleikan og longsulin, sum er í at missa, um einsemi, um húskið og um náðileysu samtíðina, ið krevur sítt. Hesi evni verða tvunnin saman við privatum filmsupptøkum, har Springsteen greiðir frá týdninginum, sum hann leggur í nýggju sangirnar.
Wester Stars verður sýndur hóskvøldið 28. november í Filmsfelagnum.