Skip to main content

Altjóða arbeiðaradagur


ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi.

Nú altjóða arbeiðaradagur er, eitt nýtt innvinningarár byrjar, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 202 týsdagin, fann eg gomlu arbeiðaramyndina aftur á blogginum. Myndina, sum eg tók í Russlandi fyri seytjan árum síðan, vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar hvørki væl ella gott.

Uppslagið á myndini er fleiri húsahæddir í stødd. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Tá eg spyrji um tekstin, yppir dagsins russiski arbeiðari øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir.

Altjóða arbeiðaradagin havi eg til stuttleika brúkt russiska knappaborðið og sett fremmandu stavirnar inn í Google umsetaran, sum er á netinum hjá øllum at brúka. Føroyskt eigur ikki innivist enn, so tann umsetingin er heimagjørd. Eftir bókstavaraðnum komu hesar arbeiðaratýðingar burturúr:

Heiður og æra til arbeiðið
Ære og Herlighed TIL ARBEJDE
Heiður og vegsemd atvinnuréttindi
Ære og ære ARBEID
Ära och ära till ARBETE
Kunnia ja Kunnia TYÖ
Eer en glorie aan WORK
HONOUR AND GLORY TO WORK
Honneur et gloire à TRAVAIL
Ruhm und Ehre TO WORK
כבוד ותפארת עבודה
Becsület és dicsőség DOLGOZNI
Honra e glória aos TRABALLO
Thiobraid AGUS Glóir OBAIR
Honra e glória aos TRABALHO
HONOR Y GLORIA AL TRABAJO
Waheshimu NA UTUKUFU KWA KAZI
เกียรตินิยมและ GLORY TO WORK
ONUR VE GLORY İŞ İÇİN
Danh dự và vinh quang cho
Anrhydedd A gogoniant i GWAITH
האָנאָור און כבוד צו ארבעטן

- og minnist til at hebráiskt og yiddisch verður lisið frá høgru til vinstru.

Góðan arbeiðaradag, nær og fjar!