Skip to main content

Bíligasti burgari í býnum

Ert tú í miðbýnum og skalt hava ein handbita í ein fart, meðan tú bíðar eftir at filmurin skal byrja í biografinum, so eru fleiri møguleikar, hóast pylsuvognurin á kaiini er stongdur. Meðan Haps er í sama bygningi við bestu burgarum, sum eru á definitivum feinsmeckarastøði við teir hjá Reyðleyki og Hilton, sum kosta um hálvtannaðundrað krónur, er hin bíligasti møguleikin helst at fara inn í City Burger ovast í mentanargøtuni, har Frelsunarherurin er næsti granni, og har fáa ein burgara fyri 54 krónur ella eina heila matskrá fyri 94 krónur.

Her serverar Súsanna Lindberg Hansen ein elefantiskan Jumbo Burgara við sitróndressing, kipsi og pepsi max, so tallerkurin er rokaður við fyllu og tilhoyri. Á vegginum aftanfyri síggjast Nixonburgarin og hinir variantarnir av heimagjørdu burgarunum. Tað eru Áki og Brian, sum eftir Kaj Poulsen reka City Burger í miðbýnum.

Fert tú longur niðan, so er Burger King, sum í prísi liggur stavn um stavn við City Burger, í SMS, og í túninum heilt uppi hjá PE Kolonial stendur burgaravognurin hjá Matsmiðjuni, sum fyri snøggar hundrað krónur selur ein ræstkjøtaburgara, ið er nakað heilt serstakt í føroyskari burgarahevd. Heilt serstakt.

Og so er fleiri onnur støð, sum niðri í miðbýnum, ið eisini gera burgarar fyri stórar magar og smáar pengar. Havnin er aftur opin og svongdin kann altíð stillast, meðan bíðað verður eftir einum góðum filmi.