Skip to main content

Vit, sum ikki fara á fólkatingsval

Eg fari ikki á fólkatingsval.

Grundgevingarnar fyri at velja fólkatingið frá eru, at tey umboð, sum verða vald úr Føroyum, taka fokus frá føroyska samfelagnum og hvussu tað verður rikið. Fólkatingslimirnir skapa órógv við at yvirbjóða hvør annan og onnur við, tá umræður at fáa stuðul til átøk í Føroyum, sum langt síðan eru yvirtikin, og eru í tryggum føroyskum hondum. 

Teir báðir føroysku fólkatingssessirnir ávirka tann føroyska gerandisdegin á greitt neiligan hátt. Vit hava frítt rennandi tíðindi í Kringvarpinum beint úr danska Fólkatinginum, meðan vit ongan journalist hava í Løgtinginum. Tað er tann øvuta verð, sum her verður uppbygd eftir eini strammari skipan um public service.

Taka vit av teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, nærkast vit eini tjóðarbyggjandi semju um egið parlament og egið kjak um egin viðurskifti í egnum landi - uttan at verða yvirrulað av uttanífrákomandi boðum, uppskotum og møguleikum. 

Hetta, ikki fyri at avbyrgja seg, men at byggja nakað egið upp, sum hevur varandi virði og ikki er fjarstýrt av tankum og fremmandum ætlanum, vit ikki eru partar av, til dømis í málinum um Arktis og tí ovurhonds vilja, sum danir sýna at upplýsa danir um føroyingar og føroyingar um danir. 

Hví brúka fólkatingið til hetta? 

Hví ikki brúka tær siðbundnu kanalir sum bókaforløg og miðlar at formidla hesa nýggju donsku trongd um upplýsing? 

Sjálv vita vit nógv um Danmark, tí vit hava altíð lært danskt. Verri er við danska skúlanum, sum í avmarkaðan mun setur tað, sum føroyskt er á skránna, fyri ikki um at tala skúlabókaforløg og miðlar, har í landinum, ið mest sum ikki nevna Føroyar í upplýsandi og millumtjóða høpi.

Hinvegin kundu vit eisini gjørt upp við okkum sjálvi, og síðan boðað umheiminum frá, at vit í veruleikanum eru og altíð hava verið ein minniluti í donsku tjóðini, eins og det tyske mindretal i syd. 

Evropeiska Samveldið hevur eina stóra og virkna eftirlitsnevnd, sum javnan kannar, at limalondini í ES upplýsa minnilutar í limalondum um teirra rættindi. Havi sjálvur verið á fundi, har henda eftirlitsnevnd kundi konstatera, at danska fólkatingið aldri hevur livað upp til hetta krav. 

Hinvegin vilja vit føroyingar ikki hoyra talan um, at vit eru ein minniluti í einum fremmandum landi. 

Hetta leggur stórar byrðar á sjálvstýrissinnað fólk, flokkar og skipanir í Føroyum.

Samanumtikið eri eg av teirri áskoðan, at skulu vit kortini stilla upp til fólkatingingið, so skulu vit samstundis viðurkenna okkum sum minniluta í tí landinum, sum tað parlamentið hoyrir til í.

You catch my drift, eh?