Skip to main content

Ein ljósblettur í Havn!


Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý, har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan. 

Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki. 

Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar. 

Bravo! 

Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning. Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni.

Fleiri blettir av hesum slag, serliga aftanfyri Frelsunarherin og omaneftir, treingja til somu arkitektonisku yvirhaling, uttan at alt skal vindast upp í hæddirnar og skapa skýmaskot hjá teim, ið longu búgva har.

Bústaðir, býarrum og rúm millum býlingar og gjøgnum teir, tað er ekspertisan hjá arkitektum. Teir hava verið merkiliga fráverandi, allastaðni har eg havi hugt, serliga í Okurshavnini. Men nú er hann komin á banan í Havn, føroyski arkitekturin hjá Henning Larsen. 

Sum um tað var kjattrobotturin GPT, setti eg nøkur leitorð inn í arkitektoniska miðbýarkatalogið, og fann hesi úrslit, ið vísa, hvussu ofta selektiva leitorðið kemur fyri: kondittarí (12), biograf (0), Ebenezer (10), parkering (43), bil (31), portur (inn og út úr Havnini) (3), mentan (19), ítrótt (1), frírúm (1), mediatek (3), uppliva (3), opna (11), skuggi (7), Stórigarður (0) og býarsavn (3).  

Tað er sum amen í kirkjuni, at búsetingarmynstur og býarætlanir er tað, sum mest verður lisið. Fleiri enn 3500 bloggar í meir enn fimtan ár hava staðfest hetta. Soleiðis er tað.

Í fyrndini vórðu bygdirnar lagdar á veðurgóð støð við góðum lendingum, hús og neyst vórðu bygd, fleiri og størri við tíðini, vit lærdu at velta og fiska, og so komu skipini og virkini.

Besta dømið um góða ætlan í býarrúminum er Tvøroyri, sum fekk eina góða loysn til Strandferðsluna á Krambatanga, uttanfyri býin. Tað er eitt so gott dømi, at tað gott kann rósast meira. Tað kom mær til hugs í november tá eg síðsta var á staðnum. Og ikki var tað sørt at eg hugsaði um gamla skotska sambandið, sum varð kvett, hóast tað kundi verið fantastiskt at haft, júst av hesum stað og onga aðrastaðni.

Men Krambatangi er samstundis tað mótsætta av tí, sum Varðin bygdi og hóast eldsbruna, ið mundi forkomið øllum økinum, enn byggir í miðbýnum hinumegin, og nú aftur ætlar at byggja út, púra uttan fyrilit, til tjúgu arbeiðsfólk fyri ein útbyggingarprís, sum er 300 milliónir.

Annað dømi, sum í byrjanini varð eins væleydnað og Krambatangi, var tá Klaksvík gjørdi eina skilagóða loysn við Norðhavnini í Ánunum. Alt gott um tað. Men hvat hendir so? Nú verða røðir av modernaðum sethúsum bygd beint omanfyri havnalagið. Í mínum eygum standa tey í dag sum eitt skúladømi um, hvussu ikki skal gerast, ert tú ikki egningarmaður á einum av bátunum, ið dagliga leggja at í Norðhavnini í Ánunum. Havi verið á staðnum og ikki eydnast at fingið eyga á eitt umhvørvi, ið skapar ein sjónligan tulkingarfelagsskap, sum eyðkennir funktiónir í etableraðum býlingum.

Fyri suðureftirgangandi aftur hefti eg meg við, at hin mektiga Runavíkar Havn heldur fram at byggja út, og tað við fullari ferð, framman fyri stovu- og kamarsvindeygunum hjá borgarunum í landsins longsta bútætta øki, við hópin av nøvnum úr Søldafirði og heilt út til Heiðalæknan. Allarhelst er hann Føroya Havn, Skálafjørðurin.

Sama er við dýrkeyptu góðshavnini í høvuðsstaðnum, beint frammanfyri miðbýnum, hvar tú so ert í høvuðsstaðnum, sjónligast av Argjum, men eisini hvat farmaferðslu til og frá viðvíkur, so alt ristur heilt inn á køksborðið, hvar tú so ert í gomlu Havnini. 

Men nú er tað so, at vit eru í teirri hepnu støðu, at Varðin á Tvøroyri og Føroyar í síni heild eru um at bresta av byggipengum, og tí ikki á nakran hátt burdu kent seg trýstan til skjótar neyðloysnir at skapa tjúgu fólkum arbeiði. Kortini elvir akkumuleraða penganøgdin til eitt undarligt treiskni og skilalítlar loysnir, ið ikki tykjast vilja geva borgaranum minsta rúm. Hann skal bara víkja, borgarin. Eisini næsti granni.

Vit eiga ikki einsamøll Føroyar og tað tilfeingi, sum her er lagað og lagt fyri dagin, men hava tær í varðveitslu, og umsita virðini fyri komandi íbúgvar, her norðanfyri Írland og Skotland, mitt millum Baretshavið og Flemish Kap. 

Haldi, at tað brýtur í bæði borð hjá fólkaræðinum í hesum døgum. Og at tey pengasterkastu eru orsøkin. Tey, ið fyrst flyta ómælandi fólkið. Nú tendri eg fyri morgunlestrinum hjá Marjuni. Vælvaldu orðini mugu takast inn, har tey í morgunmyrkrinum daga upp móti tiltakandi ljósinum. Tað finst. Eisini í Havn.