Skip to main content

Føroysk kanning avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur

Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15.

- Altjóða gransking bendir greitt á, at tunglyndi og angist eru millum tær kendastu sálarligu avbjóðingarnar, tá kvinnur eru við barn og fyrsta árið eftir føðing, sigur Sanne Storm og leggur afturat, at hóast hetta, so eru hesi viðurskifti, ið natúrliga áttu at fingið fremstu raðfesting, lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini.

- Gransking prógvar eisini, at verður ikki gáað um barnsburðartunglyndi, sum tískil heldur ikki verður viðgjørt, so fær støðan álvarsligar avleiðingar fyri mammuna og barnið, og sálarligu heilsuna hjá allari familjuni og húskinum. Og tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm í samrøðu við Birkblog um hennara drúgva kanningararbeiðið av barnsburðartunglyndi í Føroyum. 

Við støði í landsfevnandi kanning av 424 føroyskum kvinnum, hevur granskarin Sanne Storm skipað tvørfakligt samstarv millum jarðamøðratænastuna, Gigni, og Psykiatriska Depilin, at finna fram til trivnað og sálarligu heilsustøðuna, meðan kannaðu kvinnurnar eru við barn, og eina hagfrøðiliga samanberandi gransking, har málið hevur verið at finna fram til, hvørt samsvar er millum tær kvinnur, ið ikki kendu seg væl meðan tær vóru uppá vegin, og kvinnurnar, ið ikki kendu seg væl eftir barnsburðin.

- Kvinnurnar, sum hava verið við í kanningini, meðan tær vóru uppá vegin, hava verið við í eini optimeraðari og revideraðari protokoll, sum er eitt fyribyrgjandi átak, ið so tíðliga sum gjørligt kundi byrgja fyri barnsburðartunglyndi. Hetta fevndi millum annað um eyka tilboð frá jarðamóðirni, sum júst legði dentin á trivnað, sigur Sanne, sum eisini nevnir íbúðarviðurskifti.

- Tey kunnu eisini verða ein heilt serlig avbjóðing her í landinum, sigur Sanne Storm við kanningini í hondini.

- Annan vegin avdúkar kanningin nøkur almenn viðurskifti, ið vísa, hvussu trivnaðurin kann verður settur í vanda, og skapa størri sannlíki fyri mistrivnaði, soleiðis at barnsburðartunglyndi kann taka seg upp undir viðgongu og eftir barnsburð. Men hinvegin avdúkar kanningin eisini viðurskifti, ið eru tengd at staðbundnari mentan og tískil sprottin úr serligum føroyskum viðurskiftum. 

- Kanningin avdúkar til dømis tann púra óvæntaða vandan, ella signifikanta risikofatorin, ið ger seg galdandi, tá mamman, ið er uppá vegin ella nýligani hevur átt, býr í sama húsi sum foreldrini ella verforeldrini, sigur Sanne.

- Ein frágreiðing kann vera, at ungu foreldrini, sum eru í hesi íbúðarstøðu, kenna tað ov trupult á egnum beinum at laga karmin um nýggja leiklutin sum mamma, pápi og húski í einum longu etableraðum familjuhúski.

At hjúkla og fjálga um seg sjálva, og kenna til nyttug amboð í hesum sambandi, hevur eisini týdning í strembanini eftir at byrgja fyri barnsburðartunglyndi, sigur Sanne, og nevnir sang og tónleik.

- At varðveita eina góða sálarliga heilsu, er ofta bundið at stuðulsamboðum, sum eru lætt atkomulig, bæði at finna og skapa ró hjá tær sjálvari, og so at geva tær sjálvari væl skipaðar kensluligar avbjóðingar. Vit hava longu evidens fyri, hvussu tónleikur og sangur greitt stuðlar upp undir sálarliga heilsu, men hvussu er sambandið millum tað at syngja og so sálarligu heilsustøðuna hjá mammuni í barnsburðartíðini, spyr Sanne.

Verkætlanarleiðari á hesi landsfevnandi kanning, ið nú verður løgd fram, er Sanne Storm, sum er PhD og kandidatur í tónleikaterapi og hevur eftirútbúgving í Familiedannelse & Perinatalt Mentalt Helbred

Hon hevur veri leiðari á Sertoymið barnsburðartunglyndi, sum er eitt fleirfakligt toymi, ið hevur verið knýtt at Psykiatriska Deplinum. 

Toymið stóð fyri greining og viðger av teimum, ið høvdu ella vóru í vandi fyri at fáa barnsburðartunglyndi.

Kanningin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum, har pengarnir upprunaliga komu frá vanligu sjúkrakassalimunum í landinum. Tí verður framløgan hjá Sanne Storm miðlað til leikfólkið, so savnaðu úrslitini koma aftur til føroyska brúkaran. 

Øll eru vælkomin til framløguna mikudagin.