Í stutta treylaranum, sum er ein brellbiti at fáa fólk at
varnast og hyggja at heimildarfilminum um Bakkafrost, spyr Óluva Zachariasen,
sum er vælupplagdur vertur í trípartarøðini Bakka, hví tað er so gott at verða
børsskrásettur.
Tá er tað, at stjórin, Regin Jacobsen, dregur eitt sindur uppá tað, ivast, ger seg kláran og sigur opin: “Skal eg svara uppa tað?”
Og so
byrjar filmurin, fyri meg í Løkshøll, har fult er av fólki, og filmurin kann
falda seg út í sínum rætta elementi við góðum ljósi, ljóði, fotografering - og endaligari
klipping, sum nú verður løgd fyri dagin burturúr 70 tímum av filmi í tvey ár.
Fyrst er inngangur, sum starvsfólkaleiðarin, Heini Kristiansen tekur sær av í samrøðu við fíggjarstjóran Høgna Dahl Jakobsen. Seinni fær Heini eisini forstjóran, Regin, at greiða frá og taka móti spurningum.
Serliga gott er ljóðið í filminum, tá pakkarnir frá Bakkafrost verða
stakkaðir, klárir at senda út í verð. Júst tað ljóðið, sum í roynd og verðu
bara er eitt "tjums" av pakkum, sum verða lagdir omaná hvønn annan í eini fjarari
pakkihøll, sum tú onga relatión hevur til, fevnir áskoðararnar og ballar
biografhølið inn í eina felagsuppliving, sum myrka rúmið er perfekt til. Nú er rúmið definerað.
Filmurin, sum í trimum episodum varir 117 minuttir, fær fólk
at undrast og flenna, og tá hetta markið er nátt, at fáa savnaðu fólkamongdina
at flenna, er tað júst tað samtykkið, ið skapar trúfesti og definerar eitt
brand, sum hevur eydnast.
Filmurin livir og eydnast væl í biografi, men hevur eisini
dokumentaristiskar eginleikar at verða vístur í sjónvarpi, og har kanska eisini
fara at liva sítt egna lív við spin off effektum og søgum um persónarnar, sum
mynda og byggja fyritøkuna, størsta samtak á privata føroyska marknaðinum.
Ikki fyrr enn eg eri komin heim varnist eg, hvør forteljandi
ressursa og styrki liggur í hesi opnu tilgongd at lýsa nútíðina og fólk, fleiri
enn túsund, sum í nøkrum fyrimyndarligum dømum, vit fáa lýst, broyta livsleið,
og so varnast vit, at starvsfólk ikki bara eru menn, men eisini kvinnur, sum
framleiðslutoymið episodiskt hevur sett sær fyri at lýsa í optikkinum og
nærveruni hjá intelligent observerandi vertinum Óluvu, nakað sum tá danski Anders
Agger fer inn á ein lukkaðan anstalt, væl fyrireikaður, men í roynd og veru
bara er sín egin. Og so eitt bland av Her er títt lív sendingum. Uppleggið
hugtekur meg, tí tað fer um fleiri dokumentaristisk markamót.
- Mín uppgáva er mest at vera fluga á vegginum og seta spurningar, meðan Bjarni Arge og Raclip hava sett saman og gjørt søgulinjurnar, sigur Óluva, tá eg spyrji nærri um hennara leiklut. Hon hevur ikki verið so nógv við í tí praktiska rundan um dokumentarin, sum hon sigur.
- Kontaktin kom í lag við at Bjarni Arge ringdi ein dagin fyri eini tveimum árum síðan. Hann arbeiddi sum samskiftisfólk hjá Bakkafrost tá. Tey arbeiddu við at gera ein dokumentarfilm, sum skuldi vera í pørtum, og tey vildu gjarna hava onkran, sum onkusvegna kundi formidla hetta til hyggjaran. Onkran sum kundi seta spurningar og vera fluga á vegginum samstundis. Endamálið var og er at lýsa ein part av arbeiðinum hjá Bakkafrost. Tankin var at nógvir føroyingar kanska ikki vita so nógv um tað ymiska virksemið í fyritøkuni, og tað vildu tey fegin lýsa. Og tað skuldi gerast gjøgnum fólkini, sum arbeiða har, yvir túsund fólk, so tað sigur seg sjálvt, at har kemur mann ikki runt til øll. Men nakrar funktiónir eru valdar út, ein alari, ein fóðurgranskari, HR-fólk, djóralækni og stjórar. Og so hava vit eisini fylgt starvsfólkunum á deildini í USA.
- Mín uppgáva hevur verið púra frítt at gera
samrøður við fólkini og annars vera við, har sum arbeiðið verður gjørt, úti á
alibrúkinum, í fóðurframleiðsluni og fylgja við stjórunum á Oslo Børsi. Eg havi
ikki scriptað og klipt partarnar, og tað hevur verið heilt í lagi frá mínari
síðu. Eg veit jú, hvat fyri risa arbeiði liggur eftir, tá mann hevur verið úti
og tikið upp, sigur Óluva.
Tá eg spyrji um lidna filmin og um hon hevði gjørt nakað annarleiðis, um hon sjálv átti lidna úrslitið, sigur hon:
- Eg veit ikki, um eg vildi gjørt nakað annarleiðis. Eg haldi, at tað hevur eydnast væl at lýsa arbeiðsdagarnar og uppgávurnar hjá teimum ymsu fólkunum, vit hava fylgt hesa tíðina. Onkur vildi sagt, at vit ikki eru komin runt í fyritøkuni, tí fleiri funktiónir eru ikki lýstar, men tað er jú vónleyst at lýsa alt. Og um eg sjálv hevði klipt, so hevði eg nokk verið meira fluga á vegginum enn linsulús. Eg eri nokk so nógv framman fyri kamera, men tað er soleiðis, sum produktiónstoymið hevur valt at klippa tað. Eg var púra frítt stillað at spyrja hvat sum helst. Ongar bindingar. Men sum eg eisini sigi í dokumentarinum, eg eri fullgreið yvir, at Bakkafrost eigur “the final cut”, síðsta klippið.
Sterkastu filmisku framsetingarnar í hesari hevdvunnu Wall Street sjangru eru við teimum trimum omanfyri, Regin Jacobsen, forstjóra, Rúna M. Hansen, nevndarformanni og Høgna Dahl Jacobsen, fíggjarstjóra, á baksetrinum í einum bili í blinkstrandi stórbýnum, har vit síggja, at Bakkafrost selur ikki bara laks, í hvussu er ikki her, men virðisbrøv, í eini harðari altjóða kapping, har hvør dagur er sum at vera til eksamiu, sum teir siga.
Visualiseringar, sum tiknar úr einum nútíðar Scorsese og kanska Tarantino filmi, har menn og makt savnast.
Men eftir loknan fund sigur Regin, at nú ganga vit hendan vegin og ikki hin, tí her er hyggeligari at ganga.
Fyrsta starvsfólk at verða lýst, er alarin Ray-Keth Tóriksdóttir. Kvinna í Sundalagnum, sum eftir at børnini eru komin undan, púra uppá egin hond fer í læru sum alari.
- Og so eri eg eitt fríluftsmenniskja, sigur hon við Óluvu, og tær finna saman í einum góðum práti um útilív.
Ray-Keth fær allan salin at bresta út í látur, tá hon sigur nakað ektað frá hjartanum, um at arbeiða saman við monnum heldur enn kvinnum, hóast hon er ein, og nú er í einum mansdomineraðum alihøpi.
Framúr dynamikkur í filming, locations og práti, har náttúran sum støði, karmur og virksfelt verður grundfest.
Hetta er tað.
Nú kann søgan um alingina, langt frá abstrakta Oslo Børs, har teir selja partabrøv, byrja á handaligum heimabeiti.
Eitt gott filmiskt frásøgusnildi at leggja út við.
Inn í millum kemur søgan um arbeiðsmannin Godwin Sunder í Saltangara.
Hann er úr India, fór á bíbliuskúla og møtti har konuni, Lindu.
Hann hevur eina lívlanga sjúku, arbeiðir tí ikki fulla tíð nú, og er farin á Setrið at lesa partstíð.
Einki er konkretari og meira nemandi enn at síggja og hoyra ein persón siga frá um broytingar á lívsleiðini, broytingar, sum skapa nýggjar møguleikar og nýggj innlit.
So er aftur klipp til Ray-Keth, sum saman við øðrum er farin at kvøða í høllini á Giljanesi.
Ein góð vigan á vektini millum tað verðsliga og tað andliga í áðni.
Her hevur ein fermur redaktiónssaksur verið í spæl og tað riggar væl, tí tú fært tvey so ymisk innlit í tveir heimar og tilverur í sama virki, beint nú og í okkara landi.
Júst hetta er hugtakandi, at Bakkafrost vil seta seg í senu á ein so gjøgnumført sannførandi hátt á høgum filmiskum góðskustøði, hóast eg ikki fái fíggjarstóran at siga, hvat tað kostaði.
- Men tað var nógv, sigur hann.
Hyggur tú eftir filmi er alt um at gera, hvussu tú velur at fata givna filmin í givnu støðuni. Her eru jú sekvensir sum grípa í hvønn annan og falda seg út sum søgur omaná søgur, sum eisini eru bundnar saman av familju, lokaliteti, politiskt stýrdum veruleika, sum elvir til hópuppsagnir og íkomið felli við ILA sjúku.
Hevði leiðslan sloppið at bestemmað alt, so hevði søgan um Bakka helst verið ein brúnasíð familjusaga, sum byrjar fyri fyrra kríggj og tráfylgir hvørjum einstøkum eftir ættarbandinum og -trænum, nakað tað sama sum at gera eina lærubók, har partú alt skal vera við, tí vitan er eksakt, og skal í júst tí skapi, tí eksakta, leggjast niður í alvan, sum skal til próvtøku og har reprodusera sína statisku vitan, og bókin nettupp tí verður óinteressant hjá fjøldini, ja kanska óbrúkilig, tí hon verður avsála, uttan tann íblástur, sum genererar og skapar útlit fyri kveiktari læring hjá næminginum.
Og meðan eg hugsi hesar lærdómstankar, síggi eg at Símun Nónklett gongur framvið. Mín fyrsta uppgáva í Útvarpinum á Bryggjubakka var at skriva kartotekskort, tá Janus Mohr í 1978 hevði verið inni hjá honum, og gjørt kristallklárar sangupptøkur við klaverfylgispæli.
Onkuntíð verður tú bilsin av veruleikanum. Hvar fór hann?
Og so eru vit aftur í nútíðar Løkshøll, tí eg havi fingið eygað á eina bleiktrandi hetju á løriftinum í søguni um Bakkafrost.
Tað er Annika Frederiksberg, sum við framúr góðari og klárari rødd, ein studia í framburði, greiðir frá um uppgávur, hon røkir burturi og heima, og so síggja vit hana við kontórskíggjan, miðvísa í arbeiðinum at avskipa kjarnuproduktið, laksapakkarnar, meðan vit verða førd inn í risahugtakið logistikk, beint her í okkara egna landi, sum vit sita og eygleiða í Løkshøll, fáar kilometrar frá, har alt fer fram.
Hands on innbjóðandi og einki fjas og bílagt skreyt.
Ein sannførandi søga, sum eksemplariskt hvílir í sær sjálvum.
Og tað er Óluva, sum aftur skapar karmin.
Vit vitja Förka og Havsbrún og hoyra kjarnupersónarnar avdúka hesa fremmandu verð, ikki minst Hans Jákup Jacobsen, ið hevur eina so nørduta tilgongd til smakk og læring, at eg veri púra burtur í hansara søgum, sum hann meistarliga setur saman, so tað verður ketan á eini súklu, tú nú hevur sett teg á, og tað bara koyrir.
Aftur er tað Óluva, sum fær hesa góðu søgu fram, so góða at eftir sýningina má eg taka eina lítið tekkiliga brúna perlu, sum smakkar av væl saltaðum turrum fiski.
Aftur ein uppliving, sum fær løriftið at bresta á tunguni, og ger filmin sansaligan á ein nýggjan hátt.
Seinasta, eg vil premiera og hálova, eru tær stabilt staðfestandi fotoupptøkurnar, sum siga mær, at hetta eru føroyingar, ið filma heimliga náttúru, sum hana í Gásadali, á sløttum undir einum fjalli meðan gravimaskinan koyrir, kornið veksur í akrinum og Óluva tekur stráið í hondina.
Ein næstan sensuell nærvera, ið leiðir til ølina Múlafoss.
Fotografar eru Egin Tollaksson Kass, Pætur Høj og Klæmint Klakk. Pætur hevur eisini klipt og staðið fyri allari liðugtgerð. Ljóðið hevur Høgni Fagraberg gjørt endaligt.
Men hon er ikki á borðinum, Múlafoss, tá starvsfólkadagur er fyri
øllum í Bakkafrosti. At njóta lívið er so ymiskt. Tað nýtist ikki altíð at vera
sum í Ædedolkenes Klub hjá danska Gustav Wied fyri øldum síðan.
Tær báðar Mona Langgard, lønarleiðari, sum hvønn mánað sendir 42 lønarmilliónir hjá starvsfólkum út í umfar, og Jonni Dahl Hansen, HR ráðgevi, stíla í filminum fyri Virkisdegnum, ið tær kalla ólavsøku, meðan aðrir dagar og tiltøk kunnu vera norðoyastevnur, og skulu fáa alt at ganga upp, ikki minst gávurnar til tey túsundtals starvsfólkini, sum eru jakkar og buksur at brúka í náttúruni.
- Eitt sunt lív er ein av grundsúlunum hjá okkum, sigur Jonni.
Tær báðar geva mær ein leskiligan laksabita eftir filmsýningina í Løkshøll.
Eitt heilrunnið menniskjasýnið at dyrka tað góða arbeiði við lívsinnihaldi - ásannandi at tú ikki hevur ræði á politiskum og heilsufrøðiligum umstøðum - er varisliga og informativt undirhaldandi kritað upp á løriftið, eftir at hava sæð filmin Bakka, sum er í trimum pørtum og feydar út við uppsumerandi teksti, sum í dokumentaristisku krimisjangruni, innan næsti partur tekur við.
Gjøgnum filmin er føroyskur undirtekstur.
Sum útflutningsvøra av upplýsandi marknaðarføringsslagnum er upplagt at teksta filmin til enskt at raka amerikanska marknaðin, sum vónandi fer at finna eina stabila legu, hóast Trump er blivin ein avbjóðing.
Takk fyri innbjóðingina og innlitið, Regin, Høgni, Heini - og ikki minst Óluva, at siga okkum, hvussu fólkið trívist og myndar størsta samtak á privata marknaðinum í Føroyum.
Eitt undangongudømi í human resource, fólkfeingisstýring, har fólkið er tilfeingið og kundin er tín løn.
Filmurin Bakka er eitt framúr
dømi um hetta.