Skip to main content

Posts

Una vil gera mun

Onkuntíð tekur Dagur og Vika meg á bóli. Tað gjørdi redaktiónin í kvøld, nú tey høvdu funnið eina unga aktiva føroyska kvinnu, sum er farin til USA at arbeiða, ella í minsta lagi at reka, fyri Kamelu Harris.  Orsøkin er, at týsdagin er týdningarmesta val í einum landi, ið hevur sett seg á okkara tankar og hugmyndir, fyrst og fremst um persónligt frælsi, men eisini skapt polariserandi ræðumyndir um ta makt, pengar altíð hava. Eisini hjá okkum.  Tí er neyðugt at skapa líkindi fyri identifikatión.  Myndir, innsløg og tíðindabrot, har vit kunnu spegla okkum sjálvi, og harvið uppliva eitt vitborið innihald, sum gevur meining og brýtur einvegis hugsaðu polariseringina.  Úr okkara støddarmáti uppliva vit í fjarstøðu heimin gjøgnum amerikanskar brillur, tí gjøgnum søgu, bókmentir, film og tónleik er Amerika sloppið at seta seg á okkara heila og fatan. Ein svullur, sum kann verða góður, men eisini malign, óndur.  Neyvan hava tvey so ymisk valevni verið at velja ímillum. Tey eru sum tikin úr ein

Spælistøð og vakstrarøki í jóladøgum

Dania O. Tausen við sanglistanum eftir lokna konsert við hennara superbólki í OY í kvøld Tá árið rennur út, fara vit til jólaborðhald. Heima ella úti, til arbeiðs ella millum vinir. Í mínum ungdómi var ikki vanligt við jólaborðhaldi av tí slagnum, sum danskar fólkakomediur hava lært okkum. Fyrstu ferð eg minnist eitt jólaborðhald var á Býarbókasavninum í 1978. Bókavørðar høvdu útbúgving og starvsroyndir úr Danmark, so haðani kendu tey siðvenjuna og bóru hana heim við sær til Føroya. Soleiðis hevur helst verið kring landið.  Við tíðini er jólaborðhald blivi eitt fevnandi átak, har vinir og starvsfelagar møtast og hugna sær, ofta eftir einum føstum leisti, sum fyrst og fremst tekur støði í mati og borðreiðing, men eisini í talum og bíløgdum skemti. Altíð á ein siðiligan hátt og uttan at nakar skal stillast út ella føla seg happaðan, sum The Real Housewifes elska at gera kring borðið uttan handrit, ella sum tá ein stjóri fann uppá at seta ein starvsfelaga mitt á gólvið at verða sminkaðan,

Hjartabørn í Kenja

Hetta er heitið á einum heimildarfilmi, sum Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson úr Klaksvík hava tikið upp á ferð í Kenja í februar mánað í ár. Nú er filmurin liðugur og sæst við skúlauppgávum til hádeild á undirvísingarportalinum Snar .  - Um kameraútgerðina kunnu vit fyrst siga, at tá vit komu til Kenja, var tað uttan nakra ætlan at gera ein film. Men í kuffertinum høvdu vit eitt SonyA7iv kamera við Tamron 28-75 G2 linsu, tvær tráðleysar DJI mikrofonir og ein DJI Ronin gimbal, sigur Niels Jóhan, sum við góðum eygað hevur filmað. Rakul Ró, sum hevur klipt, sigur frá og lesur tekstin frá ferðini. Filmurin, ið varir knappar 40 minuttir, byggir á frásagnir frá fólkum, tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt. Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava tey vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam, sum Hilda Viderø, ið eisini er úr Klaksvík, stendur fyri. Í hugvekjandi og nemandi filminum ho

Spoiler: Hann fær bæði sex og pengar frá henni

Úr brellbitanum á Netflix fyri Deceitful Love: - Hvat um tú vart 60 ára gamli maðurin, og eg var 30 ára gamla kvinnan?  Ferðing vindur uppá seg, siga tølini. Vinnan er í vøkstri. Samstundis sum tað elvir til nýggj filmisk upplivangarátøk, hoyra vit mótmæli frá Barcelona og av Kanarisku oyggjunum um, at tað er blivið so dýrt at búgva og liva á attraktivu ferðastøðunum. Nú vanliga fólkið ikki skal ferðast, tí tað gevur so nógv útlát, er ein uppløgd loysn at sita heima og lata sjónvarp flyta teg til fremmand lond á filmi at uppliva støð og hendingar. Ikki minst, tá filmurin verður skorin sundur í átuligar partar til eksotiskan heimahugna. Filmur er nærvera á ein hátt, sum eingin annar miðil kann bjóða. Det lystfyldte nærvær, sum Otto Leisner, ið altíð vildi síggja glað fólk á skíggjanum, kallaði tað.  Nýggj á Netflix er ein italsk røð frá Amalfistrondini við Salernoflógvan, Inganno , sum merkir svik, við altjóða heitinum Deceitful Love , á donskum Bedragerisk kærlighed . Heitið og summar

Er tíðin farin frá speglrefleks?

Eg veit, man skal ongantíð skriva eitt spurnartekin í yvirskriftina, ella nakað annað tekin yvirhøvur. Men nú er tað so, at hesin tekstur varð føddur í einum spurningi. Spurninginum, um tunga gamla plásskrevjandi speglrefleksútgerðin, eg keypti frá Goeker, skal leggjast á hillina. Ikki bara eina løtu, men forever. Eri komin til sættis við, at besta myndatólið er tað, tú altíð hevur hjá tær. Einki meir. Eingin tungtvigandi kropsforleingjari, ið krevur tasku, filtur, battarí og minniskort. Fyri ikki um at tala stativ og ljósskjól, um tú vilt nakað heilt serligt, sum órógvar alt og øll. Point and shoot við tínari fartelefon, og goym alt hjá Google í skýnum. Og legg tað so út á Facebook sum eina myndasøgu, at vita um myndin riggar og tolur dagin og ein afturat. Sum tíðin gongur, verður Google ein nyttugari og stuttligari myndagoymsla. Tí hon umboðar alt tað, tú avmyndað í eini handavending meðan eingin sá. Og tú sleppur altíð til full size myndirnar. Sama varð henda dagin eg gekk á sandinu

- Vit fara at síggja føroyskan film!

Meir enn 2500 atgongumerki vórðu seld í forsølu til stop-motion-animatiónsfilmin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham, og nú gongur í Havnar Bio Soleiðis søgdu tey í hópatali. Vit fara at síggja føroyskan film! Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Wauw. Tankarnir ganga aftur til bilettsøluna og biografdagarnar við høvdingasoninum, Winnetou, og týska maskinmeistaranum, Old Shatterhand. Hóast ymiskir, skuldu teir bjarga søguni og skipa lógloysið, so allir nýbyggjarar kunnu liva í sátt og semju. Teir á preriuni og nú dýrini í Vallbakkaskóginum. So er vøllurin settur, teknaður og máldur upp. Tankin kann ikki hugsast liðugur, uttan at taka støðu til, hvussu uppbyggiligt Kringvarpið hevur verið í júst hesum føri, meðan eins almenna arbeiðsplássið, sum við parlamentariskari valskipan í rygginum er beint hinumegin vegin, Mentanarnevnd Føroya Løgtings, á jólum í fjør fekk konfirmerað, at biografur skuldi skrivast út úr føroyskum

Nei, vit skulu einki tjóðleikhús hava

Hóast Dario Fo segði, at í einum landi við ongum tjóðleikhúsið, har stendur deyðin í durinum, so er nú greitt, at vit skulu einki tjóðleikhús hava.  Eitt sindur jánkasligt, fyri at siga tað milt, var hetta enn einaferð staðfest og sementerað í morgunsendingini hjá Útvarpinum, Vikan.  Eitt sjónarmið var, at tjóðleikhúsið skuldi partú ikki vera í Havn, og eitt annað sjónarmið, sum er tað sterkasta í Havn, er, at har skulu vit hava parkeringspláss, í hvussu er á teim støðum, vit higartil hava hoyrt, at borgarstjórin í Havn hevur peikað á.  Har skulu bilar standa meðan vit arbeiða og eru til handils, og innan vit fara heim at upptaka enn eitt, ella kanska tvey, parkeringspláss í tí túninum. Bilar fram um alt. Hetta er sjónarmiðið í Havn. Bilar skulu eiga útsiktina av Skálatrøð, sum eg enn haldi vera heimsins bestu. Og bilar fáa almennan stuðul, so vit keypa fleiri av teimum. Til ber eisini at ganga og at hugsa býarplanlegging út frá øðrum enn kinesiskum elbilum og teirra forbannaða løðarum