Skip to main content

Posts

Showing posts matching the search for matthew oregon

Mötast í Götu

Annar dagurin á G! Festivalinum var ein sannur møtidagur. Møti, sum í vekingarrørslum, har tey dríva út illar andar í guvandi mýrilendi, har devlar og annað fólk berjast um likam og sál og á einum sinni fingu tónleikaran at pantseta sálina. Men tað var í Georgia og vit eru í Götu. Ikki tí, í tí ytra tykist munurin onkra løtu mest sum eingin og báðir staðir byrja við G! Men sum dagurin líður vinnur guddómliga styrkin undir opnum himni - guddómligt, sum í G! Dagurin byrjaði við Morgunbreyði frá Hallgrími Miðberg saman við Jógvani, sum var komin av tjaldingarøkinum, har alt var rennvátt í regninum. Tá var gott at koma í eina heita íbúð. Veðrið batnaði, mest sum stilli og bara hendinga æl. Fólk vóru blíð í Gøtu. Rannvá Justinussen bjóðaði inn til ein góða bita og tos um slekt og gamlar dagar. Fyrstu hús, abbi hennara smíðaði sum 18 ára gamal í 1928, vóru tey hjá ommu og abba við Gøtugjógv. Omma var jarðamóðir her í 44 ár, so okkurt var at tosa um. Út á kvøldið bjóðaði Høgni Rasmussen

Renegotiating the Social Contract

Ein genta í Portland, Oregon, sum á hesum stað plagar at dansa um træið á jólum, lyftir nevan úr bilinum, sum er á Pioneer Courthuse Square í miðbýnum, har mannamúgvan mótmælir ta viðferð, sum svørt eru fyri um alt landið, tá tey møta løgregluni. 46 ára gamli George Floyd, sum doyði 25. mai í løgregluhondum á gøtuni í Minneapolis, Minnesota, er nýggjasta orsøkin til tær mótmælisgongur, ið nú fara um alt landið (Foto: Matthew Workman) Matthew Workman skrivar, fotograferar og hevur gjørt ljóðupptøku til Birkblog úr miðbýnum í Portland, Oregon, har hann býr og var við í stóru mótmælisgongunum mánadagin og týsdagin: We were halfway across the Burnside Bridge when the fists went up. This was the signal for the chanting to stop. Silently thousands of us laid face down on the pavement for 9 minutes. It was unusually quiet for an urban setting. All you could hear was the sound from a nearby freeway, a helicopter, and a drone overhead. There was one other sound, but it was so quiet you

At finna Nebbafisk

Fríggjakvøldið fyri ólavsøku bjóðaðu Kate Sanderson og Carl Johan Jensen til eina væl kryddaða grýtu við nebbafiski, fin whale á enskum. Í september flyta tey til Bruxelles, har Kate verður føroysk sendikvinna. Vit sótu til borðs við Matthew Workman, journalisti úr Oregon, og Mike Day, filmsleikstjóri úr Skotlandi. Báðir hava verið her fýra ferðir og savnað tilfar, sum lýsir Føroyar og føroyingar á ein spennandi hátt. Amerikanski Matthew við podcast sendingum á netinum, virðislønta the Faroese podcast , og skotski Mike er her at savna tilfar til ein heimildarfilm við spælifilmslongd um grindadráp. Sama leist hevur hann brúkt í filmi um súluveiðu á Hebridunum, The Guga Hunters . Nýliga hevur hann sýnt henda film í New York og komandi filmurin um grindadráp verður helst frumsýndur í Evropa í Amsterdam næsta ár, og í Amerika á Sundance Film Festival árið eftir. Spennandi grýta og spennandi fólk.

Er framtíðin BAD?

So er løgtingsvalið av og úrslitið greitt. Nakrir formenn eru rímiligvís bjartir og lættir í huga, meðan aðrir sleikja sár og royna sum frægast at burturforklára støðuna, akkurát sum liðskiparin, tá dysturin er taptur: “Bæði dómarin og veðrið var ímóti okkum!” Matthew Workman úr Oregon fylgdi við alt valkvøldið, og spurdi so hvørt hann ikki skilti mun á Vágum og Vági og hvussu stórir flokkarnir eru og hvussu nógvar atkvøður ein skal hava fyri at sleppa inn. Og henda leygardag seinrapart í Oregon vildi ein lurtari hava at vita, um tað var í niðurgangstíðum at Sambandið er serliga sterkt. Nei, ikki er tað lætt at forklára føroyskt fólkaræði fyri einum amerikanara. Nú bíða øll eftir hvør samgongan verður og í hvønn mun hon endurspeglar valið. Eitt sannlíkt boð er at føroyska framtíðin verður borgarlig og BAD, so sum Michael Jackson sang um í 1987. Reyða veggjaáskriftin omanfyri er lánt av hansara plátuhúsa. Men ilt er at gita og spáa, serliga um framtíðina. Og tá hava vit slettis ik

Hummaraheimferð

Í kvøld kom Matthew Workman á gátt við 50 hummarum, sum hann hevði fingið frá vinfólki. Í morgin, hósdag, flýgur hann heim aftur til Oregon, umvegis Keypmannahavn og Chicago. Kløurnar eru tiknar av og bollin við hummarahalunum verður sett beint á borðið við lime og sitrón. Fesku hummararnir, sum eru úr Tangafirði, dygst við Flesjarnar, eru kókaðir spilllivandi í Himalaiasalti í ein minutt og seytjan sekund. So verða teir skornir og kryddaðir við pesto og hvítleykssmøri, og settir í ovnin, sum er 170 stig, í sjey og ein hálvan minutt. Tá umræður føroyskan hummara eru avtakaralondini fyrst og fremst Russland, Las Vegas í USA og Monako. Ein delikatessa afturvið góðum breyði og vatni. Manga takk, Matthew og vinfólk, og góða heimferð í morgin!