Skip to main content

Posts

Nýtt álit skal hjálpa politikarunum

Tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000: - Virki mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er kortini ikki ein útreiðsla, men heldur ein innløga í samfelagið, segði Gunnar Hoydal millum annað, tá mentanarálit varð handað býráðsformanninum í Havn í gjár. »Havnin - livandi, kveikjandi skapandi«. Hetta er heitið á nýggjum áliti um mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi formaðurin í bólkinum, Birgir Kruse, handa býráðsformanninum álitið. Mentanarálitið telur 63 síður og viðgerð 10 høvuðsevni innan mentanina í høvuðsstaðnum. Hesi høvuðsevni eru býráðið og mentanarmál, skúlarnir, ítrótturin, børn og ung, tónleikur, myndlist, sjónleikur, bókmentir og skaldskapur, søvn og stovnar og síðani onnur mentanarmál, sum til dømis bygging, livandi myndir og telda og tøkni. Áðrenn sjálva viðgerðina av ymsu evnunum, verður greitt frá megi

Spælistøð í Havn

Úr mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu "Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi" (apríl 2000): Spælistøð Góð konserthøli eru í býnum, men hesi høli er ikki altíð tøk og verða nýtt til mong onnur endamál. Saknur er á hølum, sum burturav kunnu brúkast til venjingar og samanspæl, og saknur er á veruligum spælistøðum. Eitt spælistað er hús ella høli við dagligari leiðslu og skiftandi skrá, har fólk kunnu koma meira óbindandi enn til almennar konsertir og hoyra góðan tónleik. Eitt spælistað krevur hugnaligt umhvørvi fyri áhoyraran og skal liggja væl fyri miðskeiðis í býnum. Tað er arbeiðspláss hjá tónleikarum ella bólkum, sum eina tíð kanska kundu spælt hvør sítt kvøld í viku. Spælistaðið kundi skipað fyri samstarvi við matstovur og kaffistovur í býnum, hópur av góðum tónlistafólkum eru tøk og bíða bara eftir at verða boðsend at spæla. Spælistaðið er eitt vakstrarhús fyri tónleik og aðrastaðni ein partur av vanliga býarlívinum. Ynski og ætlanir Teir longu bíðilistarnir geva eina

Kære dansker!

Kronik, Information 22. april 2000: Af: Birgir Kruse Vi færinger er i øjeblikket for meget "både og" og "hverken eller". Vi ønsker en afklaring af vores fremtid, men ikke at bryde de kulturelle bånd til danskerne Selvstændighed Der er megen baggage, vi har med os, når vi begiver os over hinandens grænser - geografiske, såvel som historiske og rent mentale. Men foruden eget gods fra egne skattekister, har vi også et fælles gods, der rækker langt tilbage og har antegnet vidt forgrenede former i dagens samfund. Det europæiske, nordiske - og derunder danske, såvel som det færøske. Tag nu f.eks. min egen familie. Mine æt-fædre på min fars side med navnet Kruse. Mens den kongelige monopolhandel på Færøerne - vort øje ud i den store verden - endnu var i fuld sving i midten af 1800-tallet, da var de fleste sømænd og skippere på kongens forsyningsskibene, der sejlede til Færøerne, bornholmere. Fra egnen omkring Snogebæk, Balka og Nexø. En af disse brave mænd var Jens Jørgen

Eina steikta við øllum!

Telduposturin, Sosialurin 17. mars 2000: ”En ristet med det hele” sigur hann og skutrar sær í hvassa mótljósinum. Teir tosa um fótboltsdystin herfyri og geva sangbrøðrunum Olsen besta viðmæli. Útvarpslurtið stendur frá og spælir Sound of Silence . Vit eru í fólksins templi, undir opnum hválvi á miðjum ráðhústorgi. To the neon God they bowed and prayed , syngja teir báðir Símun og Gorfuglurin, meðan pylsuroykurin stendur um næsarnar. “Den har eddermanemig et godt knæk,” sigur vælnøgdi pylsukundin. Innan eg verið avgreiddur, sigur útvarpslurtið frá um djóralæknar, sum í síðstu viku høvdu skeið í Keypmannahavn, har evnið var matur og trygd. Undir heitinum ”Fødevaresikkerhed - fra jord til bord” varð kjakast um mateitran. Ongantíð áður hevur ræðslan fyri mateitran verið so stór sum nú. Alt, tú etur, tykist vandamikið. Pylsur, ostur, egg og sanniliga eisini neytakjøt. Miðlarnir hava lopið slíkan hvøkk á fólk, at tey gloyma bæði ferðslu, morð og krabba. Nú er tað bert neytaøði. Hin minst

Faraway, so close

Brot úr: "Faraway, so close - identitet, køn og læring i børns chat" Birgir Kruse, PD afhandling medie- og kommunikationskundskab, mediesocialisation, Danmarks Pædagogiske Universitet, januar 2000: 1. Indledning Det er søndag aften i færøsk TV. Andakten er forbi og familien Færøerne sætter sig vel til rette i de små stuer for at nyde aftenens obligatoriske prime time hjemstavnsskildring. Men inden det smukt hjemmestrikkede program, der ubetinget har de højeste seertal, bringes på banen, er der reklamer. Fra bønhusets nøgne kalkvægge kastes vi ud i en commercial. Fra sekteristiske billedstormere til dagens digitale hurtigliv. Med chat som lystfyldt, intimflimrende tema, omkring en cola i ungdommens intimsfære. Vi er i pigeværelset, hun hedder Q for quinde, og er halvnøgen krybet under dynen med laptop modellen on the lap. Hun er koblet på nettet og chatter med drengen M, der sidder på sit værelse. Hun gør ham bekendt med, at sengekanten nærmer sig. ”Har du noget at jolle dig m

Summardagur í Havn 1999

FILMUR Brot úr samrøðu við seks 16 ára gamlar dreingir á miðlabreyt í stórum føroyskum skúla, summarið 1999. Umframt at rógva og spæla kurvabólt, møtast teir javnan at hyggja at splatterfilmi, ið er blóðdryppandi og ógvusligur ræðufilmur við einum farra av skemti. Dømi um tílíkan film er ”Braindead”, eisini kallaður ”Dead Alive” (Peter Jackson 1992). -Tá vit eru lidnir at rógva fara vit í videohandilin og leiga ein, ella tveir videofilmar, sum vit blíva samdir um. Helst splatterfilm. So fara vit heim til ein okkara og hava okkurt snask og cola við eisini. Hví splatterfilm? -Tí tá verða vit skjótast samdir. Hvønn film hava tit valt? -”Army of Darkness”, sum er ein splatter science fiction filmur. Hvat er tað? -Tað vil siga at tað er ikki ein gysari, men ein stuttligur filmur, sum vit kunnu skemta okkum við, grína eftir effektunum, ræðast og blíva kløkkir og grína í felag. Tað er alt. Eru tit bara dreingir? -Ja, altíð bara dreingir! Onkuntíð linka vit teldurnar, ístaðin fyri at hyggja e

Gott við einum steðgi frá tí vanliga

Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998: Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint og at tað hevur týdning at duga at lesa millum reglurnar, sigur Leivur Persson, næmingur á miðlabreytini á Eysturskúlanum. Á Eysturskúlanum í Havn hava tey eina sera áhugaverda miðlabreyt. Sum orðið sigur er miðlabreytin frálæra í fjølmiðlum, tað vil siga frálæra í samskifti. Í hesum sambandi vóru báðir 10. flokkarnir á Eysturskúlanum við lærara teirra Birgiri Kruse á vitjan á Sosialinum, har tey fingu kunning frá blaðstjóranum um blaðarbeiðið, hvussu tað verður skipað og hvørji viðurskifti dentur verður lagdur á. Spurningarnir frá næmingunum vóru væl fyrireikaðir, nógvir og umfatandi, og blaðstjórin gav sær góða tíð at svara. Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Fr

Føroyskt sjónvarp — fyri ein og hvønn prís?

Lesarabræv, Dimmalætting 5. november 1998: Í áhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Útvarpi Føroya varð fríggjakvøldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í interneti og margmiðlum. Mikið áhugavert Sendingin varð endursend týsdagin, og mikudagin hevur Sosialurin í ungdómsískoytinum Yngd eina eins áhugaverda grein, sum er sprottin úr sama evni. Tað hevur mangan undrað meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðindum og harafturat dáma at hyggja at Baywatch og X-Files. Skal sjónvarp rekast eftir hesum parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit

Vit duga best at "spæla fólk í húsi"

Turið Kjølbro, Sosialurin 9. oktober 1998: - Føroyingurin verður á so nógvum økjum ruraður í blund og tað virkar við til, at vit bara "spæla fólk í húsi". Vit eru møguliga óviljað bundin at spæla tann leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og eru klár yvir tað. Tí tað er so deiliga lætt og makligt. Eingin veit, hvat alternativið er, men tað kunnu vit ímynda okkum. Henda konservatisman er rættiliga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur, vita hvat vit hava og tað er best at halda fast við tað, sigur Birgir Kruse í viðtali um útvarpssendingar sínar, um dýrgripin í kjallaranum í ÚF, føroysku fjølmiðlarnar sum heild, og fremmandagerðina av okkum sjálvum sum fólk, tí vit bara lata standa til. Hann er føddur sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda, og útvarpið hevur verið og er tann miðilin, hann fram um aðrar hevur arbeitt við. Hann hevur sent piratútvarp á Eiði og í dag situr hann í almennu loftmiðlanevndini. Og í vár fekk Birgir Kruse sum tann fyrsti føroyski journalisturin nakr

Grundgevingin hjá nevndini í Nordbok

Sveinur Tróndarson, Sosialurin 27 mai 1998: Tá ein virðisløn sum henda verður latin, liggur eitt kanningararbeiði aftanfyri sum prógvar at móttakarin hevur uppiborið at fáa virðislønina. Hetta kanningararbeiði verður samansjóða til eina motivering ella grundgeving. Grundgevingin hjá Nordbok er soljóðandi: "Birgir Kruse hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« gjørt eina sera áhugaverda og upplýsandi mentunarsending síðan vetrarhálvuna 1996/97.Við einum tíma hvørja viku hevur hann megnað at geva lurtarunum innlit í m.a. tann fagurbókmentaliga heimin, kring okkum. Afturat tí føroyska innfalsvinklinum hevur hann alla tíðina hugsað um, at tað finst ein verð uttanfyri. Við góðari hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava verið við í sendingini, hevur hann greitt lurtarunum frá tí týdningarmesta sum fer fram innan norðurlendska prosa og poesi í løtuni. Nøvn sum Dorrit Willumsen, Anne Linnet, Michael Strange, Benny Andersen og Bo Green Jensen. Einar Már Guðmundsson

Hesaferð skreiddi Birgir av breytini

Jákup Fróði Djurhuus, lesarabræv, Dimmalætting 20. mars 1998 Tann til tíðir so frálíka útvarpssendingin hjá Birgiri Kruse, Vetrarbreytin, hevði ein serstakliga undarligan og patenttjóðskaparligan vinkul nú mánakvøldið. Til høvið hevði Birgir funnið sær tveir burðardyggar meiningsleverandørar, nevniliga Jonhard Mikkelsen, studentaskúlalærara og bókaútgevara, og Jóanes Nielsen, rithøvund og viðmerkjara. Veruligi spurningurin, settur bleiv, var, um tað funnust nakrir »sambandsrithøvundar« (hvat tað so er), nú 50 ára haldið fyri heimastýrislógini liggur fyri framman. Jonhard Mikkelsen segði seg hava sett seg at telja, um tað funnust nakrir sambandsrithøvundar, og hann var komin til ta niðurstøðu, at tað fanst eingin. Jóanes Nielsen segði trupulleikan vera, at tað fanst einki andaligt yvirskot á tí bógnum til at fáast við list. Eitt sindur seinni ivaðist Jóanes, sum rættari er, um tað einasta og týdningarmesta grundarlagið at byggja á er tjóðskapurin og málið, og vísti á tey viðurskifti, su

Kunningartøkni í fólkaskúlanum

Úr: Kunningartøkni í Fólkaskúlanum, álit mars 1998: 1 Inngangur 1.1 Kunningarsamfelagið Ásannast má, at við kunningartøkni – stytt KT – eru vit á veg inn í eitt broytt, annarleiðis samfelag enn tað, vit higartil hava havt, tað sokallaða kunningarsamfelagið. Tilbúgva vit okkum ikki til at liva í kunningarsamfelagnum, verða vit eftirbátar í mun til onnur samfeløg, sum vit skulu samskifta og samstarva við. Við nýggju tøknini verða skaptir aðrir møguleikar bæði samskiftisliga og framleiðsluliga; størri fleksibilitetur innan vinnulív og tænastu. Og sjálvandi eiga vit sum samfelag at taka hesar møguleikar til okkara, samstundis sum vit eisini eggja fólki til at taka hesar tøkniligu møguleikar við í teirra arbeiði, t.v.s. at vit í okkara egna samfelagi eisini duga at gera nýtslu av KT bæði innan útbúgving, framleiðslu og samskifti. Tað er torført at siga, hvørji fakligu førleikakrøvini verða í samfelagnum um 10 ár, nú vitanarnøgdin økist nógv skjótari enn frammanundan. Men tað slepst ikki utt

Myndlistin og skúlin

Úr: Handaverk og list. Samskipað lesiætlan 1998: Í kapitlinum Samstarvandi stovnar skrivar Bárður Jákupsson um: LISTASAVN FØROYA At listagreinirnar eiga sítt pláss í uppalingini av ungdóminum, er sjálvsagt, um vit vilja vera eitt mentað fólk. Listagreinirnar eru fleiri, summar eru rótfestar í føroyskum jørðildi, aðrar ikki. Vit dansa ikki ballett, og skulu kanska ikki nýta ov nógva skúlaorku til tað, men so hava vit hinvegin skyldu til at taka okkara egna dans inn í skúlan. Vit eiga sum vera man at leggja dent á tær listir, ið nátúrliga eru við til at skapa okkara mentan – sum føroyingar og heimsborgarar. Frá gamlari tíð hevur tað verið ein sjálvfylgja, at ungdómur okkara skuldi læra at virðismeta skaldskapin. Hann var í øldir tann grundleggjandi listin, og hann hevur tí í eitt mannaminni verið at kalla einasta listagrein, ið dentur varð lagdur á í skúlanum. Nakað tíðliga í skúlasøgu okkara slapp tónleikurin eisini upp í part, men helst hava umstøðurnar ikki verið so góðar allastaðni.

3. real flokkur 1975

Floksmynd av 3. real á Oyrabakka 1975: Vit vóru annar flokkurin, ið fekk prógv á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Undan okkum var bara ein flokkur, ið hevði fingið prógv í hesum nýggja umhvørvi. Tvey ár undan var brúgvin um Streymin liðug og í 1976 varð tunnilin inn í Eysturoynna alment tikin í brúk. Skúlin á Oyrarbakka bleiv skjótt ov lítil og nýggjur varð bygdur, beint omanfyri hin gamla. Vit vóru fyrsti flokkur at fáa prógv í hesum nýggja skúlanum. Seinasta skúladag leigaðu vit minna bussin hjá Sigtór Joensen á Eiði, ein Toyota Coaster, og koyrdu til Havnar. Hóast ikki dagsaktuellar vóru Band on the Run hjá Paul MacCartney og Walls and Bridges hjá John Lennon á toppinum. Standandi aftast frá vinstru eru Jógvan Páll Joensen, Hvalvík, Jákup S. Joensen, Kollafjørður, Jóhan K. Joensen, Eiði, Birgir Kruse, Eiði, Carl Jóhan Jensen, Kollafjørður, Signar Dam, Norðskáli og Carl Michelsen, flokslærari úr Hoyvík. Í mittasta raðnum eru frá vinstru Hans Esbern Ellingsgaard, Eiði, Jóna Joensen, Eiði

Í Havn á páskum 1975

Dánial og eg í djúpari diskussión í havanum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn (Mynd: Martin Jacobsen) Meðan eg búi á Eiði og gekk í realskúla á Oyrarbakka var eg ofta í Havn um vikuskiftini. Tað var laga manni at koyra við flokslæraranum Karl, sum búi í Hoyvík. Og einaferðina koyrdi eg á knallert sjálvur. Martin, Hans og eg høvdu sama slag knallert. Eina reyða Zundapp frá Thomas Dam. Hon var heilt góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækkað og luftfiltrið tikið frá. Eisini høvdu vit somu myndatól. Eitt Mamyia/Sekor speglrefleks frá Bambus. Omanfyri hevur Martin avmyndað beiggjan Dánial á Dul Jacobsen og meg í havanum hjá teimum, omanfyri húsini. Helst tosa vit um nýggjastu tilboðini í onkrum bókaklubba. Las nokk so nógv, tá eg gekk í realskúlanum á Oyrarbakka. Haldi tað var Gunnar Joensen, sum við sínum ertandi sarkastiska stíli fekk meg at lesa nógv meir og annarleiðis enn eg ætlaði. Hann bjóðaði okkum av og tað var ikki so galið. Í baksýni á myndini síggjast húsini, har ein annar floks