Skip to main content

Posts

Ólavsøkan sett 2003

Ólavsøkan sett, 28 juli 2003: Góðu ítróttafólk og hornblásarar, góðu ólavsøkugestir, góðu landsmenn! Ólavsøkan er tann krummtappur og snúningsásur, sum vit ofta máta okkum eftir. Fyri ólavsøku, eftir ólavsøku, á ólavsøku. Ólavsøkan er eitt markamót. Ólavsøkan er eisini ein hugsunardagur, ella báðir tveir, rætt sum skótarnir praktisera í sambandi við Baden-Powell. Ein hugsunardagur. Og undir hesum hugsunardøgum seta fólk hvørjum øðrum stevnu. Húski, vinfólk, starvsfelagar. Ólavsøkan er ein høvuðssnúningsásur, har allir tættir og øll bond knýtast. Hetta er stevnan, ið ber av øllum, hin stórsta mentanarstevnan í árinum – tjóðardagur okkara – hetta er fólkið, Tingið og kirkjan. Stundandi fram mót hægsta degi í árinum, eru vit enn ikki komin niðaná. Tað vera vit í morgin. Tá kirkjan, Tingið og fólkið finna saman og kunnu loka dagin í felags sangi, her á hesum staði. Tá eru vit í ólavsøkuhøpi komin niðaná. Eg vil á hesum mentanarliga hugsunardegi støðga á við hesi orðini: ”Enn eru vit ikki

Norðurlandahúsið 20 ár: Seinasta tannáringamáltíðin

Tíðindagrein, Dimmalætting 7. mai 2003: Í dag fyllir Norðulandahúsið 20 ár, men í gjáramorgun helt Norðurlandahúsið ein seinasta tannáringamorgunmat, har hugt varð bæði aftur á søguna hjá Norðurlandahúsinum og frameftir at tiltøkum bæði komandi dagarnar og komandi árini. Tað var lagt upp til ein hugnaligan morgunmat í Norðurlandahúsinum í gjáramorgun. Ein morgunmatur, sum Birgir Kruse skemtandi segði, tá ið farið varð til borðs, var seinasti tannáringamorgunmaturin, nú húsið fór burtur frá sínum tannárum og upp í tey meira vaksnu 20-ini. Bollarnir, osturin, teið og kaffið smakkaði væl ímillum tað sera fjølbroytta morgunmatarborðið, sum bæði taldi leiðslu úr Norðurlandahúsinum, miðlarnar og eisini listarfólk sum limir úr Gestum, Ólav Hátun og Kristian Black. Modellpallurin av stóra føroyska sangleikinum Skeyk, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum, var enntá eisini sloppin upp í part, har hann stóð mitt á borðinum ímillum miðlablokkar, skráir og bollar. Stórfingin føðingardagur Helg

Eg og tónleikurin

Sosialurin 15.mei 2003: Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? Tað vil eg ikki siga, men eitt elektriskt orgul høvdu vit einaferðina. Spældi onkrar sálmar á tað. »Ongum er so trygt at fara« til dømis. Spælir tú nakað ljóðføri? Eg haldi, eg má svara nei uppá handan spurningin. Trummur í Eiðis Ljómfelag vil eg ikki ordiliga telja við. Syngur tú undir brúsuni? Nei. Men skrúvi wc-útvarpið hart frá. Og leggi onkuntíð eina fløgu á. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Man ikki tað? Sum tannáringur við bløðunum Go! og Vi Unge? Ájú. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Rættuliga nógv. Vil siga, at eg lesi yrkingar gjøgnum tónleik. Tónleikur er mítt bókmentunarliga filtur. Rokklyrikkur. Inngongdirnar eru til dømis Hank Williams og David Bowie. Men eisini danskarar sum C.V. Jørgensen og Love Shop. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? Eini 3000 fløgur og kanska 1000 LP plátur. Og nakrar single plátur í nøkrum flower power mappum. Hvat er tín yndisfløga? Tað broytist alla tíð

Burt í annan heim

Oddagrein í Prix Føroyar blaðnum hjá Sosialinum 2003: Fremstu frítíðarítriv hjá skúlaungdómi eru í dag tónleikur og filmur. Og millum fremstu ynski um útbúgving og lívsstarv standa tónleikur og mentan. Tað staðfestir ein kanning millum túsund næmingar, sum í ár skulu gera seg lidnan við antin fólkaskúla ella miðnámsútbúgving. Økisgranskingardepilin hevur gjørt kanningina. Tað merkir ikki, at vit hava slept fiskivinnuni og øðrum vinnugreinum, sum í øldir hava bygt hetta land. Men kanska merkir tað, at tær hevdvunnu vinnugreinarnar hava alt truplari at virka sannførandi, eggjandi og nýskapandi yvirfyri føroyskum ungdómi. Á tónleikaøkinum er Musikkskúlaskipanin farin at virka kring landið og annað hvørt ár er Prix Føroyar tiltakið. Helst eru hetta tveir týðandi liðir í einum karmi, sum við professionalismu og nýhugsan hava skapt eitt nýtt føroyskt ungdómsrák, har snúningsásurin er tónleikur. Egin tónleikur. Og tónleikur er ikki longur bara nakað vit passivt stinga í fløguspælaran. Nei,

Promoting cultural links across the North Atlantic

Røða, Hetland oktober 2003: Convener, ministers, distinguished guests. Thank you for the invitation and the opportunity to participate in this conference - and most of all thank you for the clear political signal and manifestation also to include culture in your work and your conference. Surely, a worthy cause. Thank you for that. We all carry with us our own personal belongings. My personal background is teaching and journalism. Two fields in the service sector that more than any other occupation are based on the fact to work on behalf of others. Always to work on behalf of others. The Indian film director Sanjiyt Ray, who was a brilliant director of children films, he said on one occasion that "It's a rare gift to be able to feel with the heart of a child, while creating with the mind of an adult". In other words to be able to work on behalf of others - the teacher on behalf of the parents and their children, the journalist on behalf of the reader, and always to work on

Mentunarsending við paraply

Ummæli, Olav Enomoto, Sosialurin 5. februar 2003: Ótrúligt er tað at hoyra, hvussu miðvíst og væl tilrættislagdar sendingarnar hjá Birgir Kruse eru fyri at boða loysingarboðskapin. Vælsmakkandi: Við síni blíðu, yvirbevísandi rødd ruddar Birgir Kruse slóð fyri loysingarveinginum inn í okkara stovur og lindi. Sjálvur ger hann ikki tað praktiska arbeiðið, men virkar sum ein viti fyri tann boðskap, sum skal beina okkum lurtaranum á kós. Pedagogiskt: Eg vil geva Paula Nielsen rektara á Læraraskúlanum eitt 11-tal fyri pedagogik og framløgu. Væl varð greitt frá, hvussu ófrælsar Føroyar eru sum so mong onnur lond, og eisini hvussu føroyska fólkið bleiv hildið niðri av ávísum afturhaldskreftum, bæði í skúla og á tingi. Kelduvalið var gott og valdu endurgevingarnar vóru enn betri. Eitt 13-tal hevði verðið uppiborið, um hendan grein ikki bleiv skrivað. Fjølmiðlaábyrgd: Skilligt er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgdina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann ha

Samstarvið minkar

Tíðindagrein, Dimmalætting 29. august 2002: Norðurlendskt samstarv: Tað fólksliga er um at hvørva í norðurlendskum samstarvi, og útjaðarin verður marginaliseraður, segði Birgir Kruse við Dimmalætting í gjár. Mikkjal Helmsdal er samdur, men hann heldur kortini, at politiskt hava tey smærru londini fingið okkurt burturúr. Í samrøðu við Dimmalætting í gjár segði formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse, at tað sokallaða fólksliga í norðurlondum ikki verður raðfest líka høgt í dag, sum tað varð gjørt í eitt nú seksti- og sjeytiárunum. Hann helt, at tað norðurlendska samstarvið er sentraliserað og bureaukratiserað, við tað at næstan bert politikarar og embætismenn viðgera norðurlandamál, og tí er reellur vandi fyri, at fólkið missir áhugan fyri tí norðurlendska samstarvinum. Eisini segði Birgir Kruse, at áhugin fyri teimum smærru økjunum, sum eitt nú Føroyum, er minkaður, og tí verður útjaðarin í norðurlondum marginaliseraður. Mikkjal Helmsdal var stjóri á »Nordens Institut på

Aviskrisen, der blev væk

Af Maria Rørbæk Selv om der bor færre end 50.000 mennesker på Færøerne, kan indbyggerne vælge mellem fem forskellige landsdækkende aviser. Søvnen sidder i øjnene på de fleste passagerer, da færgen fra Su "uroy klokken seks om morgenen stævner ud med kurs mod Thorshavn. Mens de grønne fjelde og stejle klippesider glider forbi vinduerne, lægger den ene halvdel af passagerne sig ind over bordene og sover med hovedet på armene. Med enkelte undtagelser læser resten avis. "Færingerne elsker aviser," fastslår formanden for Færøernes Journalistforbund, Justinus Leivsson Eidesgaard. De 47.000 indbyggere på Færøerne kan vælge mellem fem forskellige landsdækkende aviser, der udkommer mellem en og fem gange om ugen, og den gennemsnitlige husstand abonnerer på knap to aviser. Tidligere har der været et endnu større udbud, men nu udkommer de store aviser oftere. Målt på trykte aviser per uge går det næsten lige så godt som i 1991, der var det absolutte storhedsår for avistrykningen på

Svært at være kritisk

Af Maria Rørbæk Få ressourcer og et lille samfund, hvor alle kender alle, gør det svært at bedrive kritisk journalistik på Færøerne. Ene mand skal Áki Bertholdsen fem dage om ugen fylde en eller to sider i Færøernes næststørste avis, Sosialurin. Opgaverne er mangeartede. På samme uge skulle han eksempelvis både beskrive det politiske spil i landsstyret og fortælle om et får, der fik fire lam. "Vi er så få journalister, at alle skriver om alt, og vi har slet ikke samme muligheder for kulegravning som på danske aviser," siger Áki Bertholdsen. De færøske aviser får heller ikke altid lige stor ros for kvaliteten. "Man har ikke mandskab til at lave virkelig kvalitet," siger medielærer Birgir Kruse. Han er kritisk over for den færøske tradition med at putte nyhedsbreve direkte i avisen, så foreninger, organisationer, kunstnere og i enkelte tilfælde også virksomheder selv beskriver arrangementer og lignende i artikelform - dog med tydelig markering af, at det er et nyhedsb

Fólkið á eggini

Tíðindagrein, Dimmalætting 28. august 2002: Hinumegin á heimskortinum: Norðurlond eru ikki tað, tey hava verið. Áhugin fyri teimum smáu økjunum, sum t.d. Føroyum, er minkandi. Tað fyrr so fólksliga samstarvið verður nú gjørt av politikarum og embætismonnum, heldur formaðurin í Norrøna Felagnum í Føroyum, Birgir Kruse. - Útnorður verður marginaliserað, men politikararnir tiga og hava ongar visiónir. Ein ímynd av tí fólksliga og tí almenna, sum her rennur saman. Tí norðurlendskt samstarv er ikki bara í politiskum korridorum og á afturlatnum fundum fyri stjórar og serkøn. Norðurlendskt samstarv er eyðkent við teirri fólksligu breiddini. Eini breidd, sum hevur støði í gomlum virðum, sum norrønu feløgini tóku upp eftir fyrra veraldarbardaga«. Brotið omanfyri er tikið úr 50 ára ritinum hjá Norrøna Felagnum í Føroyum, sum kundi hátíðarhalda hálva øld í fjør. Spurningurin er tó, um tað norðurlendska samstarvið framvegis er so fólksligt, sum vit kanska halda. Formaðurin í Norrøna Felagnum Í Fø

Syng, Jensen!

Sosialurin, Bilar 3. mai 2002: Mynd: Jensen Interceptor bilurin hjá Simon Templar (Simon Dutton) í filmunum um The Saint Einki er sum at seta seg við rattið á einum snøggum, nýggjum bili. Lukta alt tað nýggja, leður og nýpussað stás, sum ein farri av svørtum skókremi og sunnudags-reingerð hongur uppi við. Kenna, at eingin hevur verið her fyrr, taka um rattið og so strúka avstað. Út í náttúruna, út í bláan. Guðs skaptu fríu náttúru. Innan sólin er risin. Fram í dal meðan tjøldrini láta, og áin vaknar móti degnum. Gjøgnum niðurrullaða rútin hoyra mýrisnípu í tí fjara, meðan breiðu dekkini spræna grús, kloyva tøgnina og eta vegin. Framá við svongd og við ferð. Sjóleysur um onkra túgvu, ið so snildisliga ger henda vegin til hin mest spennandi í landinum at koyra á. Smalur, krókutur, heyggjutur. Bilur og frælsið Í strúkandi summarlotinum má eg í fyrstu atløgu sanna, at bert í bilinum er frælsi. Hann er frælsi hins einstaka, bilurin. Frávalið av tí kollektiva. Frælsið hins egna, gjørt ítøki

Mentan bara í Havn?

Lesarabræv, Dimmalætting 26. mars 2002: Í Dimmu týsdagin hevur formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd Jógvan á Lakjuni aftursvar til grein, sum stóð í Sosialinum fríggjadagin 15. mars. Upprunagreinin var viðtal við formannin sjálvan, sum mentablaðkvinnan Turið Kjølbro hevði gjørt. Hóast eg helt samrøðuna i Sosialinum vera skakandi og tænti formanninum í Tingsins Mentunarnevnd til lítlan sóma, vil eg tó ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hesa. Tað er Turið’sa borð. Eisini, tá hin spurdi sigur »eg kenni hetta ikki heilt aftur«. Tó, í endanum á báðum greinum er ein ódámligur og í føroyskum høpi í drúgva tíð ókendur tóni og sikti, sum fær meg at støðga á og undrast. Í báðum førum endar formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd við at staðfesta, at mentanin er miðsavnað í Havn. Tí har situr »eitt lítið úrvalslið, sum sleppur at definera, hvat vert er at stuðla!«. Orðini og rópiteknið í endanum eigur Jógvan sjálvur í valgreinini í Dimmu týsdagin, so her er neyvan skeivt endurgivið. Hetta orðalag