Skip to main content

Posts

Rambo vil frelsa trúboðarar!

Sylvester Stallone sum Rambo við svørtum pannubandi í nýggja filminum Rambo IV Rambo hevur í fjórðu akt funnið sær veg til Teilands, har hann er uppilagstur vietnammaður. Har verður hann sendur at fría trúboðarar, ið eru tiknir fangar í Burma, landinum har øll rætttrúgvandi – ikki bara trúboðarar – liva sum í miðøld. Í donsk-føroysku orðabókini verður hugtakið finnlandisering umrøtt. Tað merkir at gera eitt land politiskt bundið at Sovjetsamveldinum, sum Finnland var. Tað var kalda kríggið, ið gav finnlandiseringini bestu gróðrarlíkindi. Heimsins besta alfrøði, hin enska Wikipedia, vil vera við at nógv dømi eru um lond, ið lata seg finnlandisera. Til dømis Danmark mótvegis Týsklandi árini 1871 til 1940. Í bókini Political Censorship in Finnish Libraries vil Kai Ekholm vera við at ikki færri enn 1700 bøkur vórðu beindar burtur av bókasavnshillum í Finnlandi, tá finnlandiseringin var í hæddini. Finski leikstjórin Renny Harlin, sum nú er stórur í Hollywood, gjørdi í 1986 filmin Born Ame

Evropa vann

Eftir Oscarhandanina eri eg sannførdur um, at meginparturin av altjóða filmiska mentanararvinum er komin aftur til Evropa, har hann upprunaliga hoyrir heima. Bíligu Hollywoodeffektirnar, ella tju-bang-filmarnir, sum Pauli Olsen plagdi at taka til í Sjónleikarhúsinum, eru sleptar. Og friður verið við teimum. Fremsta eyðkenni er dvalandi myndatøkan og klippirútman, og ein sjáldsamur estetiskur sansurin fyri tí farna og djúpt forfalna í lívinum á bygd. Akkurát so sum tað er, ótilgjørt og ektað á dustutu heiðini. Langt frá metropolunum, men við sterkum kenslum, ið bylgjast undir yvirflatuni og skapa ein seregnan dramatikk. Bestu Oscarúrtøkuna fingu amerikansku Coenbrøðurnir, sum hesuferð lívgaðu okkum við “No country for old men”. Gamaní, ein harðrendur filmur, fjart frá tragikomisku bygdamyndini í “Fargo” og hinum góðlynta “The Big Lebowski”. Men sansurin fyri smálutunum, burturi í óbygdum, er har. Sum eitt ekkó av týska Wim Wenders í “Paris, Texas”. At vera nær og tó so fjar. Harðrendi l

Kristiliga kortið - gott spunasmíð?

Kelda: "Fjølmiðlar" Birgir Kruse (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Undir yvirskriftini Tíðindi elva til kjak verður í bókini "Fjølmiðlar" lagt upp til at arbeiða við politiska innihaldinum í føroysku fjølmiðlunum. Eftir sum bókin verður prenta í avmarkaðum upplagi og eftir tørvi, print on demand, so ber til at taka dagsaktuell viðurskifti og kjakevni við í bókina. Á blaðsíðunum 17-18 verður sonevnda kristiliga kortið viðgjørt og sett upp móti hugsanini um spunasmíð. Kortið, ið varð borið í hvørt hús undan løgtingsvalinum 2008, skapti nógva øsing. Eingin visti, hvør sendi kortið til allar føroyingar. Hvør kapitil í bókini ”Fjølmiðlar” endar við stuttum kjakuppgávum, meðan djúptøknari uppgávur eru aftast í bókini. Í sambandi við kristiliga kortið eru tvey kjakevni á bls. 18: * Dulnevnda kristiliga kortið skapti nógv kjak undan løgtingsvalinum 2008. Hevði kortið skapt líka nógv kjak, um vit kendu avsendaran? * Var kristiliga kortið gott ella vánaligt spunasmíð undan val

Frá Svananesi til Svanamerki

Tala, Føroyaprent 21. februar 2008: Meðan ES hevur eina óskyldiga blómu sum umhvørvismerki, hava Norðurlond savnað seg undir veigjabreiðinum av einum svani. Og tað er eitt súmbol, ið vil nakað, svanurin. Hygg bara við inngongdina í Norðurlandahúsinum. Hóst tað er ein lítil mosaikktalva við norðurlendska svaninum, so setir hon dagsordanin og avdúkar harvið eitt sterkt súmbol, sum skapar kjak. Tí hvussu nógvar fjarðar skal svanurin hava, og hvør er hvør? Og eru øll londini nú sloppin við? Eisini tey sjálvstýrandi økini? Nei, tað er ikki lætt at verða fyrimynd og halda seg á flogi uttan at fella fyri kúlum. Longu í 1989 minnist eg at Norrøna Felagið skipaði fyri einum lívfrøðis- og umhvørvisári. Ein stuttsøgukapping varð útskrivað og dóttir Poul, hinumegin vegin, hon vann kappingina við eini stuttsøgu, tikin beint úr táverandi dagligdegnum kring køksborð. Og tað var ikki bara pylsur, tey snakkaðu um heima. Tí í Føroyum er tað so, at vit ganga mítt í nattúruni og mitt í veðrinum. Alt er, l

Fornfilmsfelagið farið undir at skráseta gamlar spælifilmar

Tíðindagrein, Dimmalætting 13. februar 2008: Um ikki langa tíð fáa vit kanska høvi at síggja gamlar filmar uttan ljóð á uttandurasýningum við livandi nýsprotnum rocktónleiki til. Í eina tíð hava Birgir Kruse, ritstjóri, Ole Wich, grafikari, og Kartni Ravnsfjall, bókavørður, arbeitt við at seta á stovn eitt felag við gomlum spælifilmum, eitt fornfilmsfelag, sum stutt og greitt hevur fingið heitið ”Fornfilmsfelagið”. Allir tríggir vóru teir virknir í Filmsfelagnum ta tíð, felagið var virkið, 1984 til 1992. Filmsfelagið hevði javnan kvalitetsfilmsýningar við fyri limum fyrst í Norðurlandahúsinum og seinni í Sjónleikarhúsinum í Havn. Og undan Filmsfelagnum var tað eitt felag, sum æt Filmslistafelagið, ið plagdi at sýna filmir fyri limum. Hetta felag virkaði frá 1962 til 1975. Skipað var so fyri, at ein skrá fyri eitt ár í senn var løgd og send limunum í Filmsfelagnum, sum fyri ein bíligan penga kundi koma at síggja teir saman við gestum, sum lótu eitt sindur meiri fyri atgongumerkið enn li

Andlátini tryggja ikki framtíðina

Birgir sløkkir sjónvarp undir kønari leiðslu á brandskeiði í Havn, mynd Gundur Mortensen. Niðriundir: en røst fra graven, gomul útvarpslurt hjá Tema Radio í Havn, mynd Birgir Kruse Tíðindagrein, Jan Lamhauge, Dimmalætting 31. januar 2008: Eitt alment kringvarp er ein tann týdningarmiklasti mentanarberin í einum samfelagi og ein fortreyt fyri modernaða vitanarsamfelagnum. Men um føroyska almenna kringvarpið – KvF - í núverandi skapi hevur nakað grundarlag, er nógv meira ivasamt. Gamli stovnurin hevur ikki megnað at endurnýggja seg, kappingin á miðlamarknaðinm er nógv harðnað, og hartil líðir stovnurin harðliga undir vánarligari politiskari leiðslu. - Munurin, almenna útvarpið í dag hevur, er andlátini, sigur Birgir Kruse við einum smíli. - Hetta er sjálvandi mín lummafilosofi, men um tað ikki var fyri andlátini, dugi eg ikki heilt at síggja, hví fólk skuldu skift frá tíðindunum á Rás 2 kl. 12.00 yvir á tíðindini á ÚF kl. 12.20. Talan er um næstan somu tíðindi, sigur Birgir Kruse. Komand

Who wants yesterday’s papers?

Birgir Kruse við “Sticky Fingers” hjá Rolling Stones í hondini. Tænarin tók myndina á samnevndu matstovuni hjá bassleikaranum Bill Wyman í London. Úr: Formæli “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í fjølmiðlunum er tíðarbundið. Rolling Stones spurdu í 1966: “Who wants yesterday’s papers?” og skundaðu sær longu í sama sangi at svara: “Nobody in the world!” Hyggja vit nærri at hesum einfalda sangi, sum var hin fyrsti, Mick Jagger yrkti, so varnast vit nakað, ið var alment viðkomandi tá, eins og nú. Tað er staðfestingin av, at vit liva í einum støðugt skiftandi heimi: “I’m living a life of constant change/Every day means a turn of the page.” Hetta eru korini, fjølmiðlarnir liva undir, og hetta eru korini, vit sum brúkarar mugu læra okkum, skulu vit skilja miðlarnar. Hvør dagur er eitt nýskrivað blað. Og dagin eftir blaða vit upp á eina nýggja síðu. Uttan at fáa Sticky Fingers ella feittutar pedagogfingrar, sum eg plagi at kalla tað, tá tilfarið ver

Tagnarmeldurin

Úr: “Hvør av øðrum liva má” bls. 23 í “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Týska Elisabeth Noelle-Neumann (f.1916) setti í sjeytiárunum fram ástøði um tagnarmeldurin í miðlunum. Ástøði lýsti hon í bókini “Die Schweigespirale” í 1980. Hvørt vikuskifti hevur Sosialurin ein teig, ið kallast ”Klumman”. Ein klumma er ein fastur teigur, har kend fólk skriva um ávís evni. Dimmalætting hevur teigin ”Hinvegin”. Hin 18. juni er yvirskriftin í hesum teigi: ”Eg arbeiði eisini”. Blaðfólkið ilskast inn á føroyingin, ið ikki er so tíðindafróður. Klumman byrjar soleiðis: Vit føroyingar eru eitt løgið fólkaslag. Vit vilja fegin hava umtalu, tá hon er góð, men er hon minni góð, skal eingin siga nakað. Tá gerast vit ofta varin, afturlatin og onkuntíð beinleiðis tvør (…) Tað er jú eisini tað, eg og mínir starvsfelagar á øðum miðlum gera. Okkara uppgáva er bara at gera tíðindir til føroyingar, úti og heima, og málið er at hava so fjølboytt tíðindi sum møguligt. Tí ringja vit onkuntíð til fólk úti u

John Sigurd pakkar bøkur til Google

Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur 24. januar 2008: Um dagarnar eru send 538 pund av bókum til Sunnyvale í Kalifornia. Tá móttakarin, Google Book Search, pakkar upp, eru 904 ymsar føroyskar skúlabøkur at finna í teim 18 bókakassunum, sum klaksvíkingurin John Sigurd hevur pakkað á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla. Tað er Google Book Search, ið hevur heintað bøkurnar í Føroyum og síðani fer at lesa tær inn, so tær síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.Á henda hátt gerst allur heimurin møguligur kundi hjá Føroya stórsta bókaforlagi, Føroya Skúlabókagrunni. Minst 20% av hvørjari bók sæst. Tó verða øll leitorðini virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd har tú býrt hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu. Tað kann verða hent, um tú lesir føroyskt ella norðurlendskt mál og vilt lána ella keypa bókina ”An introduction to Modern Faroese”, ella um tú vilt

Skúlabókagrunnurin á Google

Tíðindagrein, Dimmalætting 23. januar 2008: Nú skulu føroyskir skúlanæmingar og onnur finna kvalifiseraðan tekst, tá tey sláa orð upp á Google. Hetta er høvuðsendamálið, nú bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni verða at finna á Google Book Search. Smáar túsund bøkur, sum skulu skannast hjá Google Book Search, verða í løtuni pakkaðar og sendar av landinum. Hetta er liður í samstarvi, sum byrjaði í Frankfurt í 2006, tá fundur var við leiðsluna í Google Book Search. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, bleiv samstarvsfólk hjá Føroya Skúlabókagrunni í samstarvi við ein norðmann, sum samskipar samstarvsavtalur fyri Google Book Search. Treyt er, at í minsta lagi 20 prosent av hvørjari bók skulu síggjast á netinum, men tekstirnir kunnu hvørki printaast ella margfaldast. Øll leitiorð í bókini eru at finna á Google. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá leitað verður eftir onkrum orði í einari av bókunum, verður víst á viðkomandi bók, forlag og so framvegis. Eisini ber til at keypa bøkurn

Førir børn í reinan heiðinskap

Tíðindagrein, Sosialurin 6. desember 2007: Filmurin Gylta Kumpassin , sum verður frumsýndur í Føroyum í morgin, verður lagdur undir at verða ein grov manipulatión av børnum og ungum. - Hetta minnir mest um heilavask, og børnini verða leidd aftur í reinan heiðinskap, sigur kunningarleiðarin hjá katólsku kirkjuni í Danmark. Føroyskur serfrøðingur í talgildum samskifti heldur, at børn hava góð filtur til at hyggja eftir filmum og at spæla telduspøl, sum kunnu tykjast ógvuslig. Tað eru ikki smávegis ákærur, sum í hesum døgum regna niður yvir stórfilmin The Golden Compass, ið verður frumsýndur kring allan heimin í morgin. Teologar uttanlands hølva filmin av, tí hann skal verða manipulerandi og hava til endamáls at undirgrava kristindómin við stórslignum undirhaldi, sum børnini og tey ungu eru verjuleys ímóti. Ein av teimum, sum finnist harðliga at filminum, er Iben Tranholm, teologur og kunningarleiðari hjá katólsku kirkjuni í Danmark. - Gylta Kumpassin er ein filmur í eini røð av filmum,

At leggja seg opnan

Ummæli, Sosialurin 23. november 2007: “ Sangir eru eitt slag av samrøðu, ið setir tankar í gongd um okkum sjálvi,” sigur Uni Arge í samrøðu við Sosialin, nú fyrsta fløga hansara við tólv popp- og fólkasangum kemur út. “Tá man ger sovorið úr egnum barmi, leggur mann seg opnan og verður sárbærur. Men tað gerð tað bæði ræðandi og spennnandi, at vága eitt petti av sær sjálvum.” Uni hevur eina góða og klára sangrødd, ið ótilgjørd andar av nærveru. Tað er mín fyrsta kensla tá eg hoyri Mitt í sjónum, sum er fyrsta fløguútgávan hjá Una Arge. Sjálvur hevur hann gjørt allar tólv sangirnar, bæði orð og løg. Og hetta er ein sangfløga burturav. Sangir í tí vanliga týdninginum, vit kenna úr Grønu sangbók. Beint fram og uttan nakran háva. Fragd fyri oyrað Fyrsti sangur súkklar avstað, sum var hetta ein Grand Prix kapping, har Uni er dygst í hølunum á Søren Poppe og teimum í Rollo & King. Eitt bland av frískum country og føroyskum spælimanstónleiki á hásumri. Fylgispælið er fangandi og hvør smálu