Skip to main content

Posts

Tíðindi eru ljóðkulissur afturvið knettum

Undirritaði í nýggjum leikluti sum brillumaður í Norðurlandahúsinum 9. mai 2008. Skuldi nakar ivast, er hin maðurin Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráðharri (Mynd: David Nilssen, Dimmalætting) Í samrøðu við útvarpsmannin Finn Jensen, varð eg fríggjadagin 9. mai 2008 spurdur um Gallupkanningina hjá Útvarpinum, har 512 vaksnir føroyingar eru spurdir um tíðindi og lurtaravanar. Stuttligt, at Útvarpið er blivið so opið og útfarandi. Men hóast nógvar svarmøguleikar, sigur nærum helvtin, 45%, seg ikki vita hví tey lurta eftir útvarpstíðindum. Kanska hava vit, bæðu lurtarar og journalistar, ein siðvenju við meinaleysum tíðindum, ið ikki verða annað enn ljóðkulissur afturvið knettum. At rannsaka og granska tíðindi er eisini ein uppgáva fyri skúlaverkið. PISA-úrslitið bendi í onkrum føri á, at næmingar sjálvdan perspektivera og greina tekstir yvirhøvur og so slettis ikki í heimliga tíðindameldrinum. Nú manglar bara at Kringvarpið, kanska saman við hinum miðlunum, tekur stig til eina undi

Teir tekja hjá Eyðuni

Høgt er upp á tekjuna hjá Eyðuni Dal-Christiansen í Tórsbyrgi 14, har Janus, Tórður og Kári leggja nýggja tekju á í góðveðrinum leygardagin (Myndir: Birgir Kruse) Tey 36 húsini í Tórsbyrgi liggja høgt har yviri við Strond í Havn. Summstaðni mest sum í bjargalendi. Inn móti felagsøkini er tó fjálgt, tí hús og hjallar veita góða lívd. Býlingurin hevur meiri enn tríati ár á baki, so mangt treingir til ábøtur. So hvørt umvælt verður, gera eigarar eisini broytingar bæði í tilfari, sniði og liti. Húsuni hjá Eyðuni og tey, sum liggja fremst fyri út móti Nólsoyarfjørði, hava besta útsýni í landinum. Nólsoyarfjørð á vegginum, við russiskum millumspæli, hvønn dag. Men afturfyri er torført at koma upp á tekjuna. Her skalt tú verða bjargamaður. Og skalt tú smíða og halda plátum, skalt tú verða hegnismaður á fleiri økjum í senn. Og har til duga á at skyna veðrið. Men hvat, Petur Skeel býr jú eisini í Tórsbyrgi.

Norðurlandahúsið 25 ár

Ovast síggja vit Bill Clinton uttanfyri kaffisøluna hjá Alv í gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn. Hann vitjaði Norðurlandahúsið 1. oktober 2007. Sambært greinarøð í Sosialinum er millum mentanararbeiðarar í landinum semja um at Norðurlandahúsið er vorðið eitt ráðstevnuhús heldur enn eitt mentanarhús, so sum tað var fyrr. Seinnu árini hava størstu avrikini á skránni hjá Norðurlandahúsinum verið amerikanskar ráðstevnuvitjanir við fyrrverandi forsetum og varaforsetum. Hesar jet-set vitjanir, ið vendu sær til pengasterkasta partin av føroyska vinnulívinum, vóru tó sum einki at rokna móti blómandi Listastevnu Føroya, har Kiri Te Kanawa (PR-myndin niðast) og Jethro Tull luttóku. Birgir Kruse avmyndaði Jethro Tull á Norðradalsskarði og Bill Clinton uttanfyri kaffisøluna hjá Alv. Í dag eru 25 ár liðin síðani Norðurlandahúsið lat upp. Sjey stjórar hava stjórnað húsinum hesi árini. Teir eru Steen A. Cold úr Danmark 1983-1984, Hjörtur Pálsson úr Íslandi 1984-1985, Karin Flodström úr Svøríki 1985-1

Føroyingur í Cannes

Mynd úr bretska filminum “Throwing Paint Tins off the Roof”, sum Ingun í Skrivarastovu hevur klipt og co-produserað. Dreymurin hjá einum og hvørjum filmselskara er at sleppa til Cannes hesa ársins tíð. Tí nú er filmsstevna har í býnum. Í ár gongur dreymurin út hjá Ingun í Skrivarastovu. Hon fer á filmsstevnu í Cannes sum partur av liðnum handan filmin Throwing Paint Tins off the Roof , ið verður sýndur á ShortFilmCorner. Hetta er ein poetiskur heimildarfilmur um ein býling, um byggilistina og samfelagsligu broytingarnar, lýstar við tveimum líkum háhúsum har eysturi í London. Gjøgnum fyrrverandi íbúgvar varpar filmurin ljós á nútíð og fortíð. Filmurin varir 20 minuttir og er tikin í DV 8 formati. Leikstjóri er danska Vibeke Bryld, sum býr og arbeiðir í London. Michael Shepherd hevur filmað og Ingun í Skrivarastovu hevur klipt og co-produserað. Framleiðslufelag er bretska Stampede, sum nýligani gjørt filmin Inside Hamas . Filmurin Throwing Paint Tins off the Roof verður eisini sýndur á

Tað grør um gangandi fót

Gutti rindar møðina eftir at grasplenan er sligin og hvør einasti summardái hentaður (Foto: Birgir Kruse) Tað grør um gangandi fót í Tórsbyrgi. Áðrenn ein veit av, er vøllurin avtikin við summardáum. Hóast tað kann tykjast vakurt í mai, so er ikki semja um at hesin vøkstur er ynskiligur. Nei, her verður summardáin ynsktur hagar piparið grør. Lukkutíð hava Gutti og Einar sláimaskinuna í Tórsbyrgi um hendi. Summarmánaðirnar síggja teir til, at ikki alt verður avtikið í berari grønsku. Hvør blettur er sligin og væl hildin, sum var tað ein golfvøllur hjá betra slagnum. Men hinvegin sigur sangurin hjá Heðini eisini at her býr, well Tórshavnar upper class.

Millum hønur og rabarbur

Hønurnar gáka, meðan rabarburnar bretta sær á í Tórsbyrgi (Foto: Birgir Kruse) Í summarlotinum í mai gáka hønurnar hjá Álvi eg leggja tey bestu eggini. Undir sama bakka, ið knýtir Tórsbyrgi í vegin yviri við Strond, standa sevjumiklar rabarbur. Í bindiklubbanum eru uppskriftir, so sum Rabarbukaka og Rabarbuterta. Sjálvandi gera tey eisini rabarbusúltutoy, men tað krevur fleiri rabarbur enn hesin bakkin kann bera. Tilflytarar, ið hava búsett seg í grannalagnum, hava eisini roynt seg við eksotiskum Rabarbuchutney. Frálíkt, vælsmakkandi og hóskiligt til nógvar føroyskar rættir, frá knetti til grind.

Summarið nærkast

Høgni ger klárt til summarið í Tórsbyrgi meðan hundurin Juffi hyggur æt. Í baksýni Nólsoyggin og beint niðanfyri er Ríkissalurin hjá Jehova Vitnum. Vitin er úr Famará. Hann varð slóktur í 1984 (Foto: Birgir Kruse) Lýkka er í luftini og summarmjørkin legst um Nólsoynna og krýpur inn eftir fjørðinum. Dunandi russar liggja fyri teym og onkur bátsmanning hoyrist rópa. Tá er summar í hondum. Í Tórsbyrgi er Høgni í Stórustovu farin at lúka og Anna Dahl hevur funnið rabarbur, reyðar og sevjumiklar, í bakkanum oman móti Ríkissalinum hjá Jehova, dygst við høsnagarðin hjá Álvi. Summar er í nánd og fólk savnast til kaffi kring borðini. Mikudagin 30. apríl var ársaðalfundur í Eigarafelagnum. Tey sum nú manna nevndina eru: Meta Palle, Elin Súsanna Jacobsen, Anna Maria Simonsen, Sigrún Mohr og Elspa Olsen, sum er nývald. Eigarafelagið í Tórsbyrgi, sum telur 36 hús, er elsta eigarafelag í landinum. Tey fyrstu búfólkini fluttu inn í Tórsbyrgi í 1976 og stórt 30 ár hald var á sumri 2006. Samstundis va

Tað besta til mín og mínar vinir!

Birgir Kruse er ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni (Mynd: Martin Sirkovsky) Skúlablaðið 2/2008 viðgerð fotokopiering í skúlunum. Ikki færri enn 6,7 mió fotokopi verða tikin hvørt ár. Tað kundi fíggjað tveir nýggjar Skúlabókagrunnar. Niðafyri er mítt íkast í kjakið um fotokopiering. Úr Skúlablaðnum 2/2008: ”Tað besta til mín og mínar vinir” Soleiðis sang Kim Larsen á palli herfyri. Øll fegnaðust vit og mintust góðar, gamlar dagar og gleddust um førningin at bera søgur og sangir víðari til næsta ættarlið. Førningin, sum er teksturin at lesa og gleðast um. Hjá okkum øllum í felag. Tí tann besta tekstin vilja vit hava, einki minni. Hetta er grundsjónarmiðið, tá Føroya Skúlabókagrunnur ger bøkur. Tað besta til okkara næmingar. Einki minni enn tað besta vilja vit geva okkara næmingum, teirra foreldrum og lærarum. Næmingurin skal hava góðar og vakrar bøkur, sum motivera næmingin og leggja lunnar undir læringina. Tær vakrastu bøkurnar, einki minni. Tí eru vit ógvuliga kedd, tá næmingurin fær

6,7 mió kopi um árið!

Kopimaskinurnar ganga heitar á føroysku skúlunum. Teljarin vísir 6,7 mió um árið. 6,7 mió fotokopi verða tikin á føroysku skúlunum hvørt ár. Tað staðfestir Skúlablaðið í nýggjari útgávu undan aðalfundi Lærarafelagsins. Kommunurnar rinda kostnaðin fyri kopieringina, sum helst svarar til tvær ferðir tað játtan, ið Skúlabókagrunnurin fær um fíggjarlógina at gera nýggjar skúlabøkur fyri. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur í hesum sambandi við Skúlablaðið , at kopieringin krógvar veruliga tørvin, og tað kemur bara okkum sjálvum aftur um brekkur. - Tí verða vit noydd at siga, at hereftir seta vit krav sum lærarar, at fyrstafloks undirvísingartilfar skal vera í øllum lærugreinum, og at tað tilfarið skal verða endurnýggjað minst fimta hvørt ár. Alt annað er óvirðliligt bæði hjá lærarum og næmingum. Lesið meir um hetta evnið í Skúlablaðnum .

Rógvi og Drekin - ein mennandi og undirhaldandi barnasending

Í sambandi við evnisarbeiði hevur S unneva Mohr, pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla, valt bestu føroysku barnasendingina (Foto: Birgir Kruse) - Barnasendingin Rógvi og Drekin, sum Páll Danielsen hevur gjørt í samstarvið við Kringvarp Føroya, er eftir mínum tykki besta barnasending, ið er gjørd í Føroyum í nýggjari tíð. Tað sigur Sunneva Mohr, nú flokkur hennara, 3P á Føroya Læraraskúla, í viku 18 hevur viðgjørt føroyskar fjølmiðlar og samskift millum børn við nútímas tøkni, tað veri seg sum SMS, tjatt ella blogg. Sunneva gevur barnasendingini hetta skoðsmál: Ein dagin Rógvi og Drekin eru úti og spæla, verða teir gandaðir inn í eitt myndatól, sum rullar út á sjógv. Sendingin snýr seg um, hvat teir fáast við inni í myndatólinum, ið liggur á havsins botni. Fyri at fáa tíðina at ganga, gera teir nógv stuttligt, teir sigla við myndatólinum, práta og spæla ymisk spøl. Í hvørjari sending vil Drekin hava Rógva út at finna okkurt spennandi djór, ið teir kanna og hyggja at. Tað eru nógvir fakt

Hydrogen – framtíðar orkuberin

Í nøkur ár hava býarbussar í Reykjavík koyrt við hydrogeni. Í London hava tey eisini tikið undir við hesi hugsan um nýggja orkukeldu. Teir reyðu bussarnir verða “grønir” sum á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse) Nú kemur ein filmur, sum á føroyskum sigur søguna um hvussu hydrogen verður til og kann brúkast sum orkukelda. Filmurin vísir, hvussu hydrogen fæst úr vatni og varðandi orkukeldum, hvussu hydrogen kann goymast, hvussu ein brennicella virkar og evnafrøðina aftan fyri hesi fyribrigdi. Umframt á føroyskum, er filmurin eisini á grønlendskum og donskum máli. Tað er íslendska fyritøkan Gagarin , ið hevur gjørt samvirkna undirvísingarfilmin um hydrogen. Guðný Káradóttir, stjóri, upplýsir at føroyska útgávan verður liðug í mai 2008. Jens-Peter B. Henriksen samskipar verkætlanina. Hann er menningarleiðari í grønlendska orkufelagsskapinum Nukissiorfiit , Grønlands Energiforsyning, í Nuuk. Gagarin, ið er fremsta íslendska margmiðlarframleiðslan innan undirvísing, gjørdi filmin á íslen

Buzz Aldrin lendir við Gjógv

Johan Harstad lesur á G!festivalinum í Gøtu 2006 (foto: Ole Wich). Motorsúkkla hjá ferðafólki við Gjógv, har søgan hjá Harstad um Buzz Aldrin fyri ein stóran part fer fram (foto: Birgir Kruse) ”Mín bók er ein tarvur, filmurin ein supputerningur”, skal Ernest Hemingway hava sagt, tá John Sturges í 1958 gjørdi film úr søguni um Gamla mannin og havið (1951). Bótasúpan ella ikki, í Noregi hava tey, ið gera film, kastað seg yvir skaldsøgur. Tíggju av norsku spælifilmunum byggja á skaldsøgur, og fleiri eru á veg. Fyrst og fremst í biohallunum, men eisini í norskum sjónvarpi. NRK hevur ætlanir um í 2010 at vísa fýra partar, sum byggja á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? (2005). Søgan fer fram í Stavanger, haðani Harstad er ættaður, og so við Gjógv og aðrastaðni í Føroyum. Í 2006 læs Harstad á G!festivalinum. Sama árið læs hann á niðurlendska festivalinum Crossing Border, sum lýsti høvundan soleiðis: Buzz Aldrin, where have you gone to?

Stereoskop í Oyndarfirði

Andrias Klein kagar í sjáldsama myndatólið hjá ommusystrini Henriettu úr Oyndarfirði. Á niðaru myndini sæst framsíðan á tólinum og myndirnar standa á borðinum til vinstru. Í sambandi við filmsverkætlanina Føroyskar Søgur eru søguligar upptøkur hjá apotekaranum Juliusi Høgnesen (f. 1876), sála, komnar undan kavi í Oyndarfirði. Julius tók film í bygdini í 1930’unum og seinni. Ikki minni forkunnugt er eitt myndatól, ið nevnist stereoskop við still-myndum so gomlum sum frá kongavitjanini í 1907. Tað var systir Julius, Henrietta Susanna Høgnesen (1871-1964), sum var kassadama í Messen í Keypmannahavn í 40 ár, ið hevði hetta sjáldsama myndatól við sær, tá hon flutti heim eftir kríggið. Merkið er Le Taxiphote, Stereo-Classeur Distributéur Automatique. Sum flestu onnur dygdar myndatól er hetta gjørt í Sveis, har bróðurin Julius varð giftur. Henrietta fekk fortjenestemedalje fyri drúgva og trúgva tænastu í Messen. Hon er avmyndað saman við kongi og prinsessunum í bókini "Úr Oyndarfjarðar

50 tímar av føroyskum filmi

Ovast sæst ein ferðabúgvin Uni Leitistein Hansen, ið hevur pakka hálvthundrað tímar av føroyskum filmi í átta Eik-taskur. Niðri undir sæst Andrias Klein við filmum hjá ommubeiggjanum Juliusi Høgnesen, apotekara úr Oyndarfirði Á triðja sinni eru filmar savnaðir kring landið til verkætlanina Føroyskar Søgur . Uni Leitistein Hansen frá Substanz Nordisk Film hevur savnað umleið 50 tímar av filmi, sum hann hevur pakkað í 8 Eik-taskur. ”Ongantíð áður hava vit fingið so nógv og gott tilfar inn til eina einstaka verkætlan", sigur Troels Uhrbrand Rasmussen, stjóri í Substanz Nordisk Film, sum stendur fyri filmsverkætlanini . ”Eg rokni við, at fleiri sannar filmsperlur eru komnar við”, sigur Uni L. Hansen, ið er samskipari og nú fer at skriva handritið til DVD-framleiðsluna hjá Substanz Nordisk Film. Millum tey, sum hesaferð hava latið verkætlanini filmar, eru Jákup Andrias Arge. Hann hevur latið hópin av sera áhugaverdum upptøkum, ið eru gjørdar í 1950-árunum og frameftir. Pusse , sum hann

Country fær innivist í Mentanartíðindunum

Hallur Joensen syngur Hank Williams beinleiðs í sjónvarpsstovuni 11. apríl 2008. Eftir sendingina heilsa verturin Heri Jacobsen og countrysangarin úr Klaksvík uppá hvønn annan (Myndir: Birgir Kruse) Í Mentatíðindunum MT í Sjónvarpinum 11. apríl spurdi Heri Jacobsen meg um tað familiera í countrytónleiki og hví Hallur Joensen man hava ognað pápanum nýggju fløguna. Vit heitinum countryserfrøðingur (!) svaraði eg, at júst hetta persónliga, autentiska er vørumerkið í country. Sum Hallur segði í brotinum, ið sent varð fyrr um kvøldið, er tað pápin, taxasjafførur í Klaksvík, ið hevur lært hann og beiggjan Noel at syngja Hank Williams. Tí er tað eitt statement og ein máti at bera arvin víðari, í respekt fyri keldu og sjangru, júst at ognað pápanum útgávuna. Fyrsti kapitul í countrysangbókini “Sing your heart out, country boy” (Dorothy Hortsman, Country Music Foundation 1975, 1996 ff) nevnist eisini Songs of Home , sangir um heimið. Hank Williams, yngri skrivaði í 1966 “Standing in the shado

Kvalifiseraður heimlongsul...

Vilstur millum skelti, ið peika ymsar vegir, leitar Merle Haggard aftur á móðurslóðina í klassisku countryplátuni "Sing me Back Home" (1968) Klaksvíkingar halda 70 ára føðingardag hjá Charley Pride, Tvørámenn syngja country á Skála, besta sending í Útvarpinum spælir country og um dagarnar verður enn ein fløga løgd afturat rúgvuni, sum allareiða myndar marglitta føroyska countryvarðan - nýggja fløgan við Halli Joensen. Eftir øllum at døma hin besta nakrantíð. Hvussu ber tað til at countrytónleikur er so væl umtóktur hjá okkum? Eru tað sjómenninir av Flemish Cap, ið hava givið okkum tokka og ansni fyri hesum tónleiki? Ella er tað heldur miseydnaða bygdamenningin og vónleysi heimlongsulin hjá bygdafólki í Havn, ið drívur verkið? Til tess at koma nærri einum svari, fór eg í juni 2006 á countrytúr við Norrønu. Her er brot úr grein "Kjølstrektur longsul", sum stóð í Dimmalætting: Vit sessat við morgunmatarborðið og velja rættan kovboymat, bønir, meðan Nólsoyggin otar seg

Adam Tinworth - ein maður og hansara bloggur

Adam Tinworth, bloggari: - Journalistar hava brúkt áratíggju at sleppa undan persónligu meiningini í teirra skriving, men nú eru teir noyddir at at finna hana aftur (Mynd: Adam Tinworth) Sum olympiskt vertsland er Kina vaknað við kaldan dreym. Vesturheimurin fylgir við og ilskast um ta viðferð, fólkið í Tibet er fyri. Vanligi kinesarin skilir ikki atfinningarsemið, tí tey vita ikki betur enn at øll hava tað gott í Kina. Kinesisk tíðindi uttan úr heimi eru sensurerað og alt, ið vendir sær móti Kina, er skorið burtur og gerst aldri tíðindi og elvir aldri til kjak har í landinum. Takkað verið olympiska kyndlinum eru øll eygu fest á Kina. Henda pall vilja fleiri deila. Men enn skilir Kina ikki støðuna og avnoktar alt, sum ikki er elskuligt og tænir landinum. Lukkutíð eru ídnir bloggarar, ið skapa sambond og skriva tíðindi. Ein teirra er bretin Adam Tinworth, ið síðani 2001 hevur havt bloggin One Man & His Blog . Tað, sum hann skrivar sæst sum leinki til høgru sum RSS-feed á mínum blog

44 filmar frá Niclasi Rasmussen

Niclas Rasmussen við tveimum filmunum, sum pápin, Rósing, hevur tikið. Niclas hevur latið 44 filmar til verkætlanina “Føroyskar søgur – upplivingar úr gerandisdegnum” (Mynd: Birgir Kruse) - Eg eigi enn tað gamla Zeiss Ikon upptøkutólið, sum pápi brúkti, sigur Niclas Rasmussen, ið minnist at havnamenn eisini nýttu klassiska Beaulieau upptøkutól, sum kundi skifta millum ymsu sløgini av filmi. Framman fyri sær hevur Niclas ikki færri enn 44 filmar, ið lýsa tíðarskeiðið 1957-1990. Pápin, Rósing Rasmussen, ið var stjóri í Landshandlinum, hevur tikið elstu filmarnar. - Pápi var úr Sørvági, mamma úr Svínoy, tey fingu fimm børn og saman búðu vit í Havn og á Argjum. Við teim bátum, sum tá vóru, ferðaðust vit til hesar bygdir. Hetta er karmurin um elstu upptøkurnar hjá pápa, 11 smalfilmar frá 1957 til miðskeiðs í 1960’unum. Tá Niclas fór at ganga í Hoydølum tók hann sjálvur film, bæði 8 mm og Super 8. - Tá eg fekk børn í 1980’unum fór eg so aftur at taka film. Tá var tøknin broytt til video og

Thawshavn - ein viti á Tinganesi

Vitin, ein mastur við lasaraljósi, sum Ole Wich rópar "Thawshavn" , stendur ytst á Tinganesi (Mynd: Ole Wich) Listamaðurin Ole Wich tendrar í kvøld, fríggjakvøldið 4. apríl 2008 klokkan 21:00, laserljósið í eini 7 metrar høgari mastur, sum hann hevur sett upp ytst á Tinganesi. Ljósið í hesum sjáldsama vita skal vísa, hvar vatnskorpan verður, um grønlendski innlandsísurin bráðnar. Heitið á hesum listarliga umhvørvisátaki er Thawshavn . Tiltakið verður samstundis sum The TransAtlantic Climate Conference verður í Norðurlandahúsinum 7-8. april, har m.a. Al Gore heldur fyrilestur. - Eg haldi tað er fantastiskt, at lyftir tú eitt lasaraljós hasar sjey metrarnar, so lýsur tað beint á mannin, sum skuldi havt undirskrivað Kyotosáttmálan, sigur Ole Wich við Dimmalætting. Tiltakið Thawshavn hevur hesa heimasíðu: http://www.olewich.com/thawshavn

An Inconvenient Truth - Tvørligur sannleiki

Forsíðumynd hjá Dimmalætting 1. apríl 2008, sum David Nilssen tók og Ole Wich viðgjørdi. Niðara myndin er úr aktuella filminum “An Inconvenient Truth”, har Al Gore heldur fyrilestur um veðurlagsbroytingar Virðislønti heimildarfilmurin hjá Al Gore “An Inconvenient Truth” (2006) er tøkur á Býarbókasavninum í Havn. Filmurin, ið varir 100 minuttir, er ókeypis at lána á DVD. Einasta krav er at tú hevur lánarakort. Tað er fólkaupplýsing sum vil nakað! Hóast Al Gore (f. 1948) hevði flestu atkvøðurnar, staðfesti amerikanski hægstirættur at George W. Bush var rætti forestin. Síðani hevur Al Gore ferðast víða at siga frá um veðurlagsbroytingar. Úrslitið sæst í filminum “An Inconvenient Truth”, sum meiri enn nakað annað einstakt avrik hevur skapt áhuga og kjak um hetta torskilda evni. Tí fekk filmurin Friðarvirðisløn Nobels. Bráðnar grønlendski innlandsísurin, hækkar havið seks metrar, sigur Al Gore í filminum. Men í vikuni vísti Dimmalætting at siga, at hetta er undirmett. Við støðu í tveimum á

Hond Fatimu

Fyri tjúgu árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur í samstarvi við UNICEF út bókina Hond Fatimu , sum Harry Davidsen týddi. Nú so nógvur ágangur er á muslimar og Koranina er vert at gáa um hesa bók. Tá bókin kom út, varð hon lýst soleiðis: Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við upplýsingum um landið Marokko og um arbeiðið hjá UNICEF har. Bókin kann eisini nýtast til evnislesnað. (frá: www.fsg.fo) Tað var høvuðseingilin Gabriel, ið gav Muhammed boð frá Gudi. Men Muhammed dugdi ikki at skriva, so hann segði dóttrini Fatimu alt, ið sær varð boðað, og hon skrivaði tað. Soleiðis varð heilaga bókin hjá islam til, hon eitur Koranin. Fatima hevði fimm fingrar á hondini. Teir ímynda tí tey fimm boðin í islam: 1) Tú skalt trúgva á Gud (Allah), og at Muhammed er profe

Whopper til vinstrhent

Besta aprílsøgan: Í fullsíðulýsing í USA Today lýsti Burger King í 1998 við einum burgara til vinstrhent. Í dag verða mong send apríl. Ársins fjórði mánaður plagar at byrja við at senda ella lokka onnur apríl. Summar søgur hava verið stuttligar og hugvekjandi, meðan aðrar hava verið heldur enn ikki býttar. Vikublaðið vil í morgun vera við at í Alabama broyta tey støddfrøðiliga virði á Pi til 3 og í Keypmannahavn sigur FCK, at tey hava keypt poppsangaran Erann DD. Umframt at verða framherji, skal hann draga kvinnur til keðiligu dystirnar. Einaferð, tá Útvarpið var nýtt, fortaldi útvarpsstjórin um eina ísbjørn, sum varð rikin á Havnina. Sjálvandi skuldu øll síggja hana. Og einaferðina fortaldi Útvarpið, at kanónirnar á Skansanum skuldu roynast. Tí máttu øll koyra vindeyguni upp, tí undirtrykkið kundi elva til at vindeyguni vórðu sogin út. Serliga í nánda av Skansanum. Samanumtikið hevur Útvarpið verið framúr at lokka fólk apríl á ein stuttligan hátt. Ein hin besta aprílsøgan uttan úr he

Stikkersvin í Føroya rætti

Danski rapparin Nairn við sanginum "Stikkersvin", sum varð granskaður í Føroya rætti í dag. (Mynd: YouTube) Í Sosialinum 31/3 2008 er frásøgn úr rættinum, har ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri drápsroynd. Undir yvirskriftini Ringdi eftir taxa verður skrivað soleiðis úr Føroya rætti: Karen Marie Olesen (fúti) legði stóran dent á, at ungfólkini høvdu lurtað eftir einum serligum slagi av rappi, og hon spældi enntá eitt av løgunum, sum nevnist »Stikkersvin« fyri dómarum og nevningum. Fútin spurdi ákærda, um hetta lagið hevði eggjað honum til at fremja gerðina seinni um náttina, og tað svaraði hann játtandi til. Hetta slagið av rappi er samfelagsrevsandi og mælir til hóttanir og morð. Ákærdi tosaði við hinar vinmenninar um at »knúsa órættaða sundur«, men hesum vildu teir ikki eftirlíka, so ákærdi gjørdi av sjálvur at gera nakað við málið. Hann visti ikki hvar órættaði búði, men tað fann hann út av við at ringja til nummarkall. Síðani ringdi hann eftir einum hýruvogni at koy

Fitna og Geert Wilders

Niðurlendski høgrapolitikarin við tí sjáldsama hárinum, Geert Wilders (f.1963), hevur nú roynt seg við filmiskum amboðum. Tað ger hann við stuttfilminum Fitna , sum lýsir og staðfestir muslimskan ágang í okkara tíð. Filmurin er lagdur á netið, so allur heimurin kann síggja boðskapin. Í so máta er Wilders effektivur sum eingin annar. Hóast betra borgarskapið og dannaði hampafólk annars muta í móti, so er og verður tað Wilders, ið setur skránna og fær seinasta orðið. Júst hetta er bæði veikleikin og styrkin í demokratinum. At kunna rúma øllum meiningum, staðfestingum og listarligum útsøgnum. Filmurin, ið varir 16 minuttir og onkustaðni er kliptur niður til 10 minuttir, varð lagdur á netstaðin Liveleak 27/3-2008. Øsingin varð so mikil, at tey strikaðu filmin. Men tá var hann longu farin um allan heim og goymdur í ymsum útgávum á YouTube , sum Google eigur. Skrivar tú teg inn her og váttar at tú ert 18, so ber til at síggja henda sjáldsama niðurlendska dokumentarfilmin um islam og Koranin

Listastevna Føroya endurstovnað?

Carl Jóhan Jensen (tv) í samrøðu við Ian Anderson úr Jethro Tull á Norðradalsskarði. Mitt fyri, við rygginum til, er Birgir Kruse og í baksýni trummusláarin. Undir heitinum "Innsig og útsig" hugleiðir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 um føroyskar bókmentir og hvussu føroysk mentan sæst aftur í altjóða høpi. At enda nevnir Carl Jóhan Listastevnu Føroya: Ein stjóri í Norðurlandahúsinum, sum framtak var í, tók fyri nøkrum árum síðani stig til eina altjóða listastevnu í Føroyum. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Listastevnan fekst tó ikki í lag fyri einki, hon kravdi eina íløgu, sum togaði upp í móti hálvari fjórðu millión, brutto. Sum vituligt var vildi stýrið fyri Norðurlandahúsið ikki svara fíggjarliga fyri listastevnuna í allar ævir, aðrir partar máttu fáast uppí, eitt nú landið. Men føroyskir myndugleikar kendu ikki