Skip to main content

Posts

Sjóleyvur í sólini

Eitt sjáldsamt ferðamál í San Francisco er sjóleyvurnar, ið sóla sær á piri 39 (Myndir: Birgir Kruse) Við havnalagið á piri 39 eru sjóleyvur, ið njóta kalifornisku sólina. Tær rópa og ropa, meðan tránaði deymurin stendur langan veg.

Sjálvt kirsuberini eru stór

Risastór kirsuber og jarðber á Fishermans Wharf í San Francisco (Myndir: Birgir Kruse) Sagt verður at í Amerika er alt stórt. Ja, sjálvt kirsu- og jarðberini í Amerika eru størri enn eg nakrantíð havi sæð. Hesi eru av havnalagnum í Fishermans Wharf í San Francisco.

At eta seg um rygg

Vektin við inngongdina hjá Lori's og niðriundir morgunmatur við eggum, eplum, fleski, pylsum, pannukøkum og siropi (Myndir: Birgir Kruse) Samstundis sum alt er stórt í Amerika, er fiti eisini ein álvarsligur trupulleiki. Við inngongdina í matstovuni Lori’s, ið er næsti hotellgranni í San Francisco, stendur ein vekt við áskriftini Have You Ganied Or Lost Weight? Spurningurin gerst sjálvrannsakandi, tí omanfyri er ein spegil og niðast er vektin. Statt so. Og spegla tær eisini!

IMAX er framtíðar biografurin

Eftir at hava roynt nakrar ferðir, eydnaðist okkum hósdagin at fáa atgongumerki til Dark Knight í IMAX biografinum hjá Metreon, sum Sony bygdi í 1999. Niðast sæst besti leikarin í filminum, Heath Ledger sáli (Myndir: Birgir Kruse og Warner) Hósdagin eydnaðist okkum at fáa atgongumerki til nýggja Batman-filmin Dark Knight í IMAX-biografinum Metreon í San Fransisco. IMAX filmur verður vístur á eitt risastórt, gjøgnumskygt lørift við 6 kanals sourround ljóði við einum ótrúligum trýsti - fimtan túsund watt, segði forfilmurin. Situr tú mitt fyri er filmsupplivingin total. Serliga filmsbrot við skýskravarum og høgum hæddum. Tílík filmsbrot kennast so ektaði, at tú heldur tær, fyri ikki at detta oman. Skal vanligi biografurin hóra undan, má hann dubba seg til samtíðina, fyri ikki at siga framtíðina. At fara í biograf skal verða ein heilt serlig uppliving, sum er annarleiðis og størri enn at sita heima og hyggja at filmi á flatskermi. Filmi, sum er keyptur á DVD, ella tikið niður av onkrum ne

Haight Ashbury

Jógvan og Hanus við hornið Haight-Ashbury, har tey selja flower power troyggjur frá 60'unum. Leggið til merkis unga mannin, ið tekur sær av løttum til høgru (Mynd: Birgir Kruse) Býlingurin Haight-Ashbury plagdi at vera stuttligur at vitja. Men nú hevur hann sæð betri dagar, býlingurin. Her búðu Greatful Dead, Janis Joplin og allar hinar stjørnurnar, ið settu San Francisco á alternativa tónleikakortið í 60'unum. Eitt rák, ið eisini førdi við sær støðutakan til Vietnamkríggið.

de Young

Ovast sæst eitt listaverk úr gulum glasi eftir Dale Chihuly frammandyri de Young savninum. Niðri undir ganga vit við inngongdina og niðast sæst ein garður (Myndir: Birgir Kruse) Listasavnið de Young er í Golden Gate Park í San Francisco. Savnið stavar frá 1895, men í 2005 lat upp nýggjur bygningur, sum m.a. teknistovan hjá Ove N. Aarup í London, var við til at sniðgeva og byggja við holaðum koparplátum. Spennandi bygningur, sum vit vitjaðu mikudagin.

Chihuly – listamaður í glasi

Glaslist hjá Chihuly sýnd fram í de Young savninum í Golden Gate Park, San Francisco. Ovast bátar í fullari stødd, síðani fullvaksnir træbular, umhvørvi við taraskógvi og niðast hyggi eg sjálvur at einum blomsturlofti hjá Chihuly úr litaðum, blástum glasi (Myndir: Birgir og Hanus Kruse) Í de Young savninum er risastór framsýning við list úr glasi. Upphavsmaður er Dale Chihuly, ella bara Chihuly, sum plaktin sigur. Hann er amerikanskur listamaður, føddur 1941. Upprunaliga er hann glasblásari og hevur ment hetta aldargamla handverk til stásiliga list. Chihuly hevur stóra verksmiðju og fleri fólk í arbeiði. Stóra framsýningin ber eisini boð um eina sterka fyritøku, ið megnar at marknaðarføra listamannin og avrik hansara. Við inngongdina stendur skrivað at listamaðurin heitir inniligani á øll vitjandi at taka myndir – bara ikki við blitsi. Eg so gjørdi. Í flestu førum sæst ikki hvussu stór listaverkini eru. Men eg kann lova fyri, at flestu verkini eru meiri enn manshædd til støddar. Millum

Í verksmiðju hjá The Crucible

Hanus, Jógvan og Unn í trygdarbrillum við verksmiðjuborðið hjá The Crucible, sum Mary Bayard White (niðanfyri) stendur fyri. Í baksýni sæst træið, sum øll glaslistin skal hanga í (Myndir: Birgir Kruse) Partur av glasframsýningini hjá Chihuly var at gera okkara egnu list. Velja tilfar, sniðgeva og síðani brenna. Alt smalt í litaðum glasi. Fyrst skrivaðu vit undir uppá at frásiga okkum øll krøv, skuldi okkurt óhapp hent. So fingu vit trygdarbrillur og skaptu okkara egnu listaverk. Lidna glaslistin verður brend og hongd á eitt træ, sum Mary Bayard White stendur fyri. Hon er sjálv listakvinna og stendur fyri listabólkinum The Crucible í Oaklandi, sum burturav fæst við eld og á hvørjum ári skipar fyri Fire Arts Festival har í býnum.

Tekannur við perspektivi

Listamaðurin David Regan (f.1964) hevur gjørt tekannuna við heitinum "Twin Towers, 1966" í 2002 og listamaðurin Charles Krafft (f.1947) hevur gjørt tekannuna "Hitler Idaho" í 2003 (Myndir: Birgir Kruse) Í de Young listasavninum sóu vit eina røð av løgnum tekannum. Serliga tvær teirra vóru undrunarverdar. Onnur hevði Twin Towers sum myndaevni og hin hevði sjálvasta Hitler sum myndaevnið. So nú er laga manni at perspektivera heimsstøðuna á køksborðinum

Shaking hands with Captain Fingers

Birgir og Lee Ritenour, alias Captain Fingers, á Yoshis Jazz Club í Fillmore, San Francisco mikukvøldið. Teir tosa um sild í Haugesund (Myndir: Jógvan Kruse) Í Fillmore býarpartinum í San Francisco spældi góði gamli jazzgittaristurin Lee Ritenour (f. 1952) í kvøld. Aftur at sær hevði hann Patrice Rushen, keyboard og sang, Brian Bromberg á bass og Will Kennedy á trummur. Ein easy jazzbólkur við frískum westcoast-tónleiki, sum umframt at vera egin, hevði greiðar sipingar til Wes Montgomery, Les Paul og Chet Atkins. Ein frálík løta í jazzbýlinginum Fillmore. Og ikki minst tá eg púra óvæntað møtti kapteyninum sjálvum í forhøllini í Yoshis Jazz Club í Fillmore. Hann skuldi spæla til sildajazz í Haugesund í Noregi í august og í september kemur nýggj fløga, har Rit spælir saman við Dave Grusin. Vit skiftu eisini orð um at í 1979 var ein føroysk útvarpssending, Rokkredaksjónin, ið hevði lagið Market Street av LP-plátuni Feel The Night sum eyðkennislag. Tað var ikki sørt hugvekjandi.

City Lights Bookstore

Í trimum hæddum er opið til á midnátt í City Light Bookstore í San Francisco - ein bókahandil, ið eftir hálva øld, enn hevur sál. Bæði Howl og On The Road standa enn fremst á diskinum (Myndir: Birgir Kruse) Rithøvundafelagið Academy of American Poets sigur á heimasíðuni at City Lights Bookstore í San Francisco is not only a landmark to poetry, but also a battleground for the freedom of speech. Lawrence Ferlinghetti, sum í dag er heiðursyrkjari í San Francisco, og Peter D. Martin stovnaðu handilin í 1953. Handilin er lýstur sum the nation’s first all-paperback bookstore, tað vil siga at her selja tey bara paperbacks. Hetta er seinni broytt. Í 1955 er Ferlinghetti einsamallur við handilinum og fer at geva bøkur út undir heitinum City Lights Publishers. Úrvalið fevnir um Beat yrkjarar, sum ikki fáa verk givin út aðrastaðni. Millum nøvnini eru Allen Ginsberg, Frank O’Hara og Jack Kerouac. Útgávufelagið, ið fevnir um fleiri enn hundrað titlar, er enn virkið. City Lights bleiv kent navn í

Savningarstaður fyri yrkjarar

Henda trappa er upp á loftið til The Poetry Room í bókahandlinum City Lights Bookstore (Myndir: Birgir Kruse) Í City Lights Bookstore hava yrkjarar savnast í meiri enn hálva øld at lesa og viðmerkja. Ikki bara poetikk, men eisini samfelagsligu støðuna nær og fjar. Amerikanska rithøvundafelagið Academy of American Poets sigur at City Lights Bookstore is not only a landmark to poetry, but also a battleground for the freedom of speech. Umframt at vera ein livandi handil í trimum hæddum, er hetta eisini útgávufelag og klekingarstøð hjá poetisk-politiskum víðsjónum. Undir heitinum “Eydnuleysir einglar í San Francisco” hevur Oddfríður M. Rasmussen skrivað grein um City Lights Bookstore og yrkjararnar kring handilin í Vikuskiftinum í Sosialinum 17. november 2000.

City Lights Bookstore – ein varði

Inni í bókahandlinum City Lights Bookstore sæst ein lítil fráboðan um at hesin staður í 2001 er kosin at verða ein varði, a landmark (Mynd: Birgir Kruse) Í 2001 var City Lights Bookstore kosin at verða ein varði, landmark , í San Francisco. Grundgevingin varð, at tað virksemi, sum í hálva øld hevur verið rikið hiðani, hevur havt "a seminal role in the literary and cultural development of San Francisco and the nation, for stewarding and restoring City Lights Bookstore, for championing First Amendment protections, and for publishing and giving voice to writers and artists everywhere."

Tráðleyst og ókeypis

Ovast sæst Hotel King George, niðri undir Commodore og niðastu myndirnar eru av The Bean. Kalt er í veðrinum hesar dagar i San Francisco (Myndir: Birgir Kruse) Vit búgva á Hotel King George, sum er á Union Square, mitt í San Francisco. Eitt gamalt hotell, í enskum stíli, einsamalt, millum hægri, størri og meiri prangandi bygningar. Tað er ikki ilt at gita, hvussu tíðin man fara við hesum bygningi. Fyrru ferðina vit vóru í San Francisco, tað var í 2003, búðu vit á Commedore hotellinum longur upp í Sutter Street. Ta ferðina fóru vit javnan yvir um vegin til hollendsku kaffistovuna The Bean, at lesa meyl. Dýrt og trupult. Men mangt er broytt. Í dag er netsamband á øllum hotellum, bæði í forhøll og á hvørjum kamari. Ókeypis og tráðleyst. Soleiðis fer tíðin við øllum. Og onkuntíð gongur tað tann betra vegin.

Myndlist til fólkið

Jenny Hay við málninginum "Push To Open", sum tú kanst leiga eftir eini lagaligari skipan (Mynd: Birgir Kruse) Á Sutter Street í San Francisco eru fleiri spennandi gallarí. Í Hang Art hava tey í tíggju ár haft eina skipan, sum tekur støði í spurninginum, hvussu vit lagaligast fáa list út til vanliga fólkið. Jenny Hay, sum starvast á Hang Art gallarínum hevur eitt boð. – Í tíggju ár hava vit leigað málningar, sigur hon. Antin soleiðis at tú fært forkeypsrætt til eina málningin, ella at tú shoppar runt og til dømis triðja hvønn mánað hevur ein nýggjan málning á vegginum. Hetta er ein fólkaræðislig skipan, sum elvir til at vanlig fólk fáa ráð til góða myndlist, sigur Jenny. Listaskálin hevði einaferð ætlanir um tað sama. Hetta er avgjørt ein gongd leið at skapa ein nýggjan marknað og at fáa list út til fólkið á ein lagaligan hátt. Omanfyri sæst Jenny Hay við málninginum Push To Open (2008) eftir Eddie Rodriguez. Til ber at keypa málningin fyri túsund dollars, men ein lagalig

JetBlue – ferðaseðil uttan pappír

Soleiðis sær ein ticketless ticket út. Birgir heldur fýra frá JetBlue í hondini. Pappírsleyst og ikki minni ómakaleyst. (Mynd: Jógvan Kruse) Eftir túrin í heita Harlem, fóru vit eftir kuffertunum í Chelsea og so á JFK flogvøllin. Sjaførurin var ein ungur indari, ið var ótrúliga áhugaverdur at tosa við. Hann vildi millum annað hava eitt boð uppá, hvussu viðurskiftini mundu fara at verða við Danmark, tá føroyingar finna olju. Hjá 62 Norður hvødu vit keypt ein pappírsleysan flogferðaseðil, a ticketless ticket , við flogfelanum JetBlue. Tað vóru vit spent uppá at royna. Og ikki minst at avmynda the ticketless ticket. Tað gekk sum smurt. Við gongubreytina, beint har ið hýruvognurin steðgaði, kundu vit tjekka alt inn og fyri tveir dollars sleppa undan øllum bíðirøðunum. Ómakaleysasta flúvingin vit hava roynt. Og serliga gott í summarhita.

Vælkomin til Harlem

Skeltini eru ikki tey mest prangandi í Harlem Í Harlem er sjáldsamt at síggja ferðafólk. Hetta er ein svartur býarpartur í New York, sum tykist hava nokk í sær sjálvum. Men greiðar ábendingar eru um broytingar. Ein felagsskapur, sum á ymsan hátt varðar av gøtuni 125. Street í Harlem, hevur tikið seg saman at bjóða upplivingar á ektaðu lokalu støðunum, kirkjum, spælistøðum og matstovum.

Gospel brunch í Harlem

- Hvar eru tit frá? Tá gospelsangarinnan Ruth fær greiðu á landalæruni, kunngerð hon at eisini Faroe Islands are in the house. So fer hon til næsta borð, meðan fylgibólkurin spælir undir (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Tá vit høvdu skrivað okkum út av Hotel Chelsea goymdu vit kuffertini har og tóku ein hýruvogn til Harlem. Vit valdu Sylvia’s , so sum ein ferðahandbók hevði skotið upp. Meðan vit ótu sunnudagsbrunch hjá Sylviu, gekk ein frálík gospelsangarinna, Ruth, frá borði til borð, meðan tveir mans spældu undir og sungu kór. Hóast maturin ikki var nakað at reypa av, so var sangurin og tónleikurin frálíkur og fekk upplivingina at kennast ektaða, ein sunnudag í Harlem. Ruth sang gospel standards sum Oh Happy Day og This Litte Light of Mine meðan hon tosaði við fólk og kunngjørdi hvaðani tey komu.

Apollo Theatre

Apollo í Harlem - her hava nógvar kendar føtur gingið millum ár og dag. Jógvan og Hanus standa á kendu stavunum, ið leiða innar har Jamesa Brown hevði sínar stórstu dagar. Niðast skeltið, ið vísir til Nat King Cole Walk uttanfyri Apollo Theatre (Myndir: Birgir Kruse) Mitt í Harlem er spælistaðurin Apollo Theatre, har Ella Fitzgerald, Billie Holiday, James Brown og aðrar svartar stjørnur hava haft teirra bestu dagar fyri 40 árum síðani og longur aftur. Eftir at hava ligið í órøkt í nógv ár, lat Apollo upp aftur í 1985. Við hesa gøtuna, 125. gøtu í Harlem, hava fólk tikið seg saman at rudda upp og bjóða lokalum eins og ferðafólkum spennandi upplivingar í hjartanum á Harlem. Blind boys of Alabama hava spælt ein fløgu inn her, har ágóðin fer til húsið. Nýligani hevur Björk havt konsert her og tá ið James Brown doyði, lá líkið lit de parade í Apollo.

Cotton Club

Eins og vóru vit í búkinum á einum hvali, hanga tokbrúgvar yvir gøtum og húsum í Harlem. Undir einari brúgv er spælistaðurin Cotton Club, sum er kendur úr fleiri filmum, eitt nú eftir Francis Ford Coppola, ið lýsa forboðstíðina the prohibition . Spælistaðurin lat upp í 1920 og fekk trý ár seinni navnið Cotton Club. Her spældu og sungu fremstu svørtu nøvnini – oftast tey somu sum í Apollo – men bara hvít sluppu inn her. Í framførslum á palli vóru svørt lýst sum villir mannaátarar, komnir beint úr frumskógini. Í dag verður roynt at geva Cotton Club eitt meira virðiligt andlit, verður sagt á einum skelti við dyrnar.