Skip to main content

Posts

Gleðin at siga søgur á jólum

Bestu heimildarfólk á jólum vóru Christoffer Jensen, 66 ár, og Brandon Walters, 11 ár. Hin fyrri, sum Ólavur Rasmussen fekk at fortelja, er úr Klaksvík og hin seinni, sum Baz Luhrmann fekk at fortelja, er úr Avstralia (Myndir: Birgir Kruse og Janie Barrett) Tvær søgur skaraðu framúr á jólum. Heimliga søgan var hon hjá Ólavi Rasmussen um Klaksvíksstríðið eftir kríggið, og útlendska søgan var hon hjá Baz Luhrmann um avstralska upprunafólkið, tíggju ár fyrr. Altso tvær søgur, sum í fortaldari tíð liggja undan og eftir seinna heimsbardaga. Hin fyrra í Kringvarpinum og hin seinna í Havnar Bio. Vit, sum eru so mikið til árs komin og hartil hava blaða so nógv í aldrandi skúlabókum, at vit meta Heðin Brú sum modernaðan, kunnu í báðum førum ivast í søguliga sýninum og søguligu fjarstøðuni. Hvussu nær kann søgan koma? Ella hinvegin, hvussu gomul og fjar skal søgan verða, til tess at fáa viðgerð og skapa kjak í samfelagnum? Og fáa innivist í perspektiverandi lærubókum? Ímeðan gongur tíðin og fólk

Sattelittradio í hondum

Sattelittradio er í hondum, niðri undir sæst eitt uppslag úr Jóladimmuni og niðast Carl Malamud, ið uppfann netradio Millum jólagávurnar í ár var eitt sattelittradio. Set til streym, finn ein tráðleysan beinara, goym støðina og skrúva frá. So kanst tú lurta eftir øllum heimsins útvarpsstøðum. Eisini teim trimum føroysku. Tað var Carl, við tí undarliga eftirnavninum Malamud, ið fyrstu ferð sendi útvarp um internetið. Hann lat teldunørdar hittust einaferð um vikuna at tosa um – ja, teldur. Hetta var í 1993. Árið eftir sendu Rolling Stones eina konsert um internetið við hesi tøkni, sum vit í dag kenna sum netradio . Síðani bleiv vanligt at útvarpsstøðir fóru at senda um netið eisini. Ein tænasta, sum í dag er so útbreidd at hon kann fevna um úrvaldar sjangrur og fastsett tíðarskeið, tá umræður tónleik. Júst til tín smakk. Mest spennandi í so máta er amerikanska Sirius støðin. Men har skalt tú tekna hald fyri at lurta. Sum skilst er útvarpsmiðilin í broyting. Stórari broyting. Frá at verð

Ein sag og ein knívur...

Sag og knívur eru amboðini í hjallinum, har Ivan følir uppá kjøtið og limar tað heila sundur, millum súkklur og bildekk (Myndir: Birgir Kruse) Meðan tey syngja Eitt fjós og ein krubba , fóru Ivan og eg í hjallin við knívi og sag. Ørindini vóru at sundurlimað eitt væl angandi og trivaligt veðrakrov. Millum bildekk og súkklur hevur veðrurin, sum vág 50 pund og er frá Ólavi Reinert í Norðradali, hingið í hjallinum í Tórsbyrgi. Ivan Holm úr Nólsoy er inniløgumaður og kann eftir stuttari løtu sundurlimað eitt krov. Og tað uttan so mikið sum at kveita í bókina um At býta seyð og fletta . Tað liggur so beint fyri. Eitt, tvey trý so er døgurðin til fyrsta jóladag klárur. Matskráin er ræst kjøt, kókaður ryggur og stoktur bógvur og tjógv. Afturvið eru epli, føroyskar røtur og reyðkál.

Í bók og rammu

Eyðun av Reyni við bókini, sum íslendski listfrøðingurin Aðalstein Ingólfsson hevur skrivað og Listasavn Føroya gevur út. Niðri undir sæst Eyðun á knæ frammanfyri stórbara málninginum "Í Brimi og Gjálvi" (Myndir: Birgir Kruse) Fernisering var í Listaskálanum í dag. Eyðun av Reyni lat upp nýggja framsýning og bók um listamannin varð løgd fram. Ein lívsfrísk framsýning, borin av deiligu bókini um Eyðun. Myndaúrvalið er óvæntað livandi og heftir seg við litir og strok, sum eg ikki havi varnast fyrr. Soleiðis kann perspektivið knappliga broytast. Meðan myndirnar í bókini eru fram úr væl valdar til endamálið, so er teksttypografiin ikki nóg góð. Tá um tekstin umræður, kundi trímælta bókin verði betri frágingin í sniði. Men teksturin í sjálvum sær er fínur. Fitt av fólkið var samankomið í Listaskálanum, men sum vant einki listafólk uttanfyri múrarnar. Bara Zacharias Heinesen, haldi eg. Og slettis eingin frá grannarúminum, Grafiska Verkstaðnum. Spell, nú vit í komandi ári fara at mi

Mastra-skari í regni

Atli Kárason Petersen, tónaskald, millum Heinesens og Sloans hús í Havn. Framman fyri sær hevur hann yrkingasavnið hjá Williami Heinesen (Myndir: Birgir Kruse) Mastra-skari í regni er heitið á tónleikaverki, ið Atli Kárason Petersen komponerar fyri Tórshavnar kommunu, sum fyllir 100. Verkið skal framførast á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. januar 2009 kl. 20:00. Teksturin byggir á yrking hjá Williami Heinesen úr savninum "Panorama med regnbue" (1972), sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til hetta serliga og veitslukenda høvið í Norðurlandahúsinum: Ein sovorðin herlig verðslig bygd! á farstøðini við ferjustaðið verður bygt út nú og tjúknir av byggipøllum tarna. Ein skjótan munn av beiskum brennivíni og avstað út í oynna hjá Cythere. Síðan út í pallaskóginsíðan út á fjørðin í bróstinum vellur og bralar. Gandaða regn, gandaða toka, Gandaða hvønndagsverð, slups, krapi og runa. Sum tað kortini er gott og rætt. Sum alt lítilsvert e

Trummur við Brimi

- Hesa LP plátuna kanst tú fáa ein rúgvu av dollars fyri, sigur Gunnlaugur Briem og peikar á "Surprise Surprise", sum eg keypti á Guernsey í 1983. Ovast situr Briem við trummusettið hjá Rúna úr Deja Vu á persiska teppinum í Reinsarínum (Myndir: Birgir Kruse) Á Reinsarínum í Tórsgøtu hevur Gunnlaugur Briem spælt uppá trummu alla vikuna. Ikki einsamallur, men saman við øll virknum føroyskum trummusláarum, ein og ein, við trummusettið hjá Rúna W. Højgaard. Innan hann skuldi undirvísa James Olsen, fekk eg loyvi at taka nakrar myndir av trummustjørnuni úr Mezzoforte. Tað var á námsferð við Hans Holm og læraraskúlanæmingum á Guernsey í 1983 at eg keypti tvær LP plátur við Mezzoforte, sum tá var nýggja stjørnan á rútmiska fusjónshimmalinum. Saman við nøvnum sum Spyro Gyra, Crusaders og Bob James. Í hvussu er í mínari verð. Pláturnar vóru givnar út árið fyri á íslendska plátufelagnum Steinar, ið hevði fingið sær adressu í London og broytt navnið til Steiner Records (UK). Pinnacle bre

Fólkaræðið koyrt á húsagang

Nøkur av føroysku tíðindabløðunum nú og aftur í fimtiárini. Onkuntíð hava vit lisið nógv bløð. Sigst, at í sjeytiárunum vóru fleiri enn túsund bløð í umfari fyri hvørji túsund fólk. Sigast skal tó, at eins og tá hava vit ikki upplagskontroll. Ovastu myndina tók eg í einum handili á Skála á páskum fyrrárið, tað eru páskaregg, ið síggjast ovast; mittasta myndin er úr eini roknibók frá 2004 og niðasta myndin er úr bókini Føroyar II, sum kom í 1958. Fjølmiðlarnir tryggja fólkaræðið. Soleiðis hava almennir og privatir fjølmiðlastjórar sagt upp í saman, tá teir skuldu fáa peningaligar sersømdir. Soleiðis stendur eisini at lesa í fororðunum á einastu journalistisku bókini ”Skjót journalistin”. Fjølmiðlar tryggja fólkaræðið. Ein trygg føroyska journalistisk mantra. Men í dag skrivar Vikublaðið: ”Ikki fleiri tíðindi. Vegna tess at Dimmalættingsamtakið hevur valt at koyra Vikublaðið á húsagang verða ikki fleiri tíðindi løgd út á heimasíðuna.” Deiliga turt staðfestandi. Eins turr og ikki sørt íha

Geronimo 100

Jóhan á Plógv við Geronimo í nýfalnum jólakava í Havnardali. Niðast síggjast nøvnini á hestunum, sum eru farnir úr fjósinum Dixie (Myndir: Birgir Kruse) Geronimo livir, er av Árnesi og býr í Havnardali. Eitt íslandsross, sum Jóhan á Plógv eigur. Rossið er uppkallað eftir víðagitna indiánarahøvdinginum Geronimo, sum doyði fyri 100 árum síðani. Á vegginum í hugnaligu reiðstovuni hevur Jóhan yrking um Geronimo. Nærri koma vit ikki einum føroyskum indianara. Reiðstovan var karmurin um ársins jólafund í Kúrekafelagnum. Á vegginum hongur eisini ein blaðgrein úr Dimmalætting, sum sigur alt: Hetta er Føroya feitasta fjós!

Hallur á topp 5

Topp 5 fløgurnar hjá Peturi Rouch 2008. Hallur Joensen er millum fimm tær bestu (Myndir: Birgir Kruse) Sum siður er, tá kontríklubbin er saman, velur verturin í útvarpssendingini Rót & Rútmu , Petur Rouch, fimm tær bestu fløgurnar í skjótt farna ári. Grundgivið verður, vit hoyra eitt brot og so er kjak. Í ár var okkara egni Hallur Joensen millum fimm tær bestu. So omanfyri sæst ein meta-mynd . Av fløgu og upphavsmanni í sama rúmi. Ikki óvantað er nýggja útgávan við Hank Williams sangum frá Mother's Best sendingunum í 1951 nummar eitt. Samlaði listin hjá Peturi Rouch yvir fimm tær bestu kontrífløgurnar í ár er hesin: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Teir, sum vóru við í ár vóru Oddbjørn Vágslíð, Petur Rouch, Heri Dam, Milson Zachariasen, Sonhard Johannesen, Terje Sigurdsson, J

Kovboymóti

Koyvboymótin í ár eru svartar skjúrtur við broderaðum mynstri. Tað vóru Sonhard, Jóhan og Jón samdir um, her teir sita við borðendan í hugnaligu Reiðstovuni á loftinum í fjósinum Dixie.

Teir gera klárt at ríða

Jóhan á Plógv og Jón Johansen gera Stjarnir og Ramses klárar. Oddbjørn, Heri og Terja hyggja æt. Niðast Jóhan Petur, Beddi, Sonhard og Hallur í góðum lag í fjósdurinum (Myndir: Birgir Kruse) Í sambandi við ársfundin í Kontríklubbanum var høvið at ríða í stóru Reiðhøllini, sum er innanfyri fjósið Dixie í Havnardali. Stuttligt var at síggja alla útgerðina, saðlar og teymar og tað sum reiðmenn brúka. Jóhan og Jón gjørdu hestarnar klárar til okkara, so vit av røttum kundu kalla okkum kovboys og kúrekar. Onkrir høvdu aldri sitið á hestbaki áður.

Fyrstu ferð á hesti

Birgir á hesti í Reiðhøllini. Jón Johansen er hestastuðulspedagogur (Myndir: Petur Rouch) Fyri fyrstu ferð fekk eg høvið at ríða á hesti, nú Kontríklubbin, alias Smápartafelagið Kúfóður hevði ársaðalfund í Havnardali. Ella lat okkum siga sita á hesti. Tað var ikki so nógv ríðing. Í hvussu er ikki av tí slagnum vit síggja frá rodeo kappingum. Tað er ein undarlig, siglandi kensla at sita á hesti. Og so skalt tú halda javnvágini, bæði í saðilinum og við fótunum. Tað er ein krevjandi samskipan av førleikum.

Vinir, ið vilja

Allir í stovuni hjá Sonhard fyri jól í fjørð. Reyði bussurin hjá Olaf Joensen hjá Boy bíðar í túninum og koyrir okkum norður í Múla. Húsini eita Har uppi og hava gøtunummarið 2, har Petur Rouch valdi 5 tær bestu fløgurnar í fjørð (Myndir: Olaf Joensen, Olaf hjá Boy, og Birgir Kruse) Fyri fimtan árum síðani, í 1993, hevði eg sendingina Kuffertið . Ein ferðandi sending í heimstónleiki. Einu ferðina hevði sendingin temaið The Pan American, jarnbreytin, sum Hank Williams vaks upp við. Eg lánti nýkomnu fløguna The Health and Happiness Show frá Hera Dam og lat hana verða støðið undir sendingini eitt mikukvøld hetta árið. Um kvøldið ringir ein klaksvíkingur og spyr hvaðani eg hevði hasa plátuna. Eg skilji at hetta er ein vitandi maður. Hann veit alt um Hank Williams og sangir og plátur hansara. Eisini hesa nýggju, sum hann ikki hevði hoyrt áður. Maðurin eitir Oddbjørn Vágslíð og henda samrøða um Hank Williams gjørdist støðið undir countryklubbanum, sum hvørt ár síðani hevur verið saman. O

Heilt hundrað

Borgarstjórarnir Heðin Mortensen í Havn og Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík fegnast um 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. Ole Wich og Bent Kjærbæk, sum gjørdu búmerkið, fáa heilsan og niðri undir sæst búgvið borð, við fløggum, í Mullers Pakkhúsi. Niðast ger Ole Wich búmerkið til borðfløgg, innan alt verður avdúkað. Á aðrari flaggsíðuni er sjálvt búmerkið og hinumegin eitt av árstølunum frá 1909 til 2009 (Myndir: Birgir Kruse og Sanne Storm) Á samkomu í Mullers Pakkhúsi í dag varð búmerkið fyri hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu avdúkað. Búmerkið er talið 100. Hetta er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Lesa vit búmerkið frá vinstru móti høgru, síggja vit fyrst talið hundrað, men eisini hamara Tórs, almenna búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. Reyða og bláa litin kenna vit úr kortum, ímyndandi hav og land. Somu litir, reytt, blátt og hvítt, kenna vit úr tjóðskaparligu flagglitunum, men eisini í búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu, ið er hamari T

Nýggja teldu

Sesam, sesam - lat teg upp! Christian Rubeksen og Dánjal Egilstoft á KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu opna nýggju LG telduna, sum teir júst hava gjørt mær klára (Mynd: Birgir Kruse) Mannfólk eru smádrongir í øllum alduri. Í dag fekk eg nýggja teldu á arbeiðsplássinum. Eina snøgga hvíta LG X110. Vøkur, anvendelig og snøgg. Sum ein sportbilur. Ella rættari sum ein sminku-pungur. Tí teldan er hvítglasera, vigar 1,19 kilo, skermurin er 10" og vavið er væl smalri enn A4. Ein tráðleysur skriviblokkur.

Valmyndir

Ovast sæst Sígrún Brend við langa brævopnaranum. Nærri slapp hon ikki atkvøðurúgvunum. Í miðjuni telja tey upp við grønu borðini. Aftast verður ein svartur kassi tømdur. Niðast fái eg, eftir loknan dyst, Havnarnálina hjá borgarstjóranum í reversið. Sig so tað. (Myndir: Bjarni Rubeksen, Birgir Kruse og Magni á Lakjuni) Kommunvalið 2008 er av og í Havn er býarstýrið 2009-2012 skipað og nevndir valdar. Eftir ársskiftið taka tey valdu við býarstýrinum. Tá hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár. Valkvøldið sendi Sigrún Brend úr Ítrótarhøllini á Hálsi. Tað var bara heilt hugnaligt, hóast politikarar, umsiting og fjølmiðlar sjálvdan eru samd um at geva hvørjum øðrum arbeiðsnáðir. Og kanska er tað her at sjálvur kjarnin í fólkavaldu hugsanini er grivin.

Hvíta hvarv

Eftir hvíta og berliga húsanum verður dupulta LP-plátan hjá The Beatles frá 1968 kalla Hvíta Plátan. Niðri undir sæst ein nýggj Beatles-fløga á gamla plátuspælaranum og niðast sæst undirskriftin hjá Tony Sheridan á "fyrstu" Beatles-plátuni, eftir at hann vitjaði í Havn (Myndir: Graham Calkin og Birgir Kruse) Hvíta er farin av bási. Hon hvarv og kom aldri aftur. Síðst hon var sædd var eftir Páskakonsertina hjá læraraskúlanæmingum í 1983, tá hon fór inn á Skálafjørðin. Hevur nakar sæð hana har, so sigið frá til undirritaða. Í dag eru 40 ár liðin síðani hvíta plátan hjá The Beatles kom út. Hin fyrsta á plátufelagnum Apple. Undan hesari var hin snøgga Sergeant Pepper’s Lonely Hearts Club Band (1967) komin. Ein væl samansett pláta, ið summi siga er ein konseptpláta. Eg vil heldur siga at hetta er fyrsta popp-plátan, sum byggir brýr í eini miðvísari stremban at møta listini. Úrslitið er sonn list, true popart . Við nýggju hvítu plátuni varð snøgga eindin slept. Hugtakandi ymsiskli