Skip to main content

Posts

Jarðtímin

Nevndin í Eigarafelagnum á Norðasta Horni, Pól Jespersen, Elin Lindenskov, Uni Arge og Árni Gregersen; niðri undir Petur Jákup Sigvardsen, ið sigur huldusøgur og niðast Uni Arge, ið syngur og spælir nýggjar sangir (Myndir: Birgir Kruse) Jarðtímin, eisini kallaður Earth Hour, varð hildin við Býlingshúsið á Norðasta Horni í allar besta veðri leygarvøldið. Turt og stilt, men rættuliga kalt og eisini skýggjað. So stjørnuklárt var ikki. Men ein rúgva av fólki kom og fór meðan tiltakið var. Kim C. Petersen formaður í Eigarafelagnum byrjaði stundisliga kl 20:00 og gav Heðini Mortensen, borgarstjóra orðið. Síðani talaði Elin Lindenskov, sum er forkvinna í Umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs. Annika Olsen, landstýriskvinna var millum mongu áhoyrarar í túninum, har livandi ljós brunnu. Uni Arge sang góðar nýggjar sangir og einsini onkran gamlan. Eftirsum eingin stjørna sást, vísti Pól Jespersen telduforritið Starry Night og greiddi frá, hvussu vit kunnu eygleiða stjørnur og fyribrigdi á himmalinu

Hundrað í oyra

Ole Wich tók myndina av Mikkjali Gaard Hansen við 100 ára nálini í oyranum. Aftanfyri sæst málningurin hjá Ingálvi av Reyni í fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Ole Wich) Limirnir í rokkbólkinum SIC eru teir fyrstu at fáa 100 ára nálina hjá Tórshavnar kommunu í bringuna. Tað hendi seinrapartin í dag, tá ungu rokkararnir settu tungt ljóð á ein biltúr hjá Landsverkfrøðinginum í Havn í 1977. Biltúrurin er frá R.C. Effersøesgøtu til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og sæst á YouTube. Framførslan hjá SIC var brot úr tónleikaverki, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt innan SIC fer á størstu konsertferð, nakar føroyskur bólkur hevur átikið sær. Framførslan var í Ráðhúsinum á Vaglinum har varaborgarstjórin Bogi Andreassen beyð vælkomin og býtti út oyraproppar. Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, greidd síðani frá um tankarnar aftanfyri bílagada verkið. At enda festi hann 100 ára nálina í bringuna á tónleikarunum, sum nú fara út í heim. Men

Várframsýningin 2009

Eleganta stjørnan á Várframsýningini 2009 var Dennis Agerblad, sum tók ímóti í plateau-skóm. Dennis sæst kyssa lundan, hann fekk frá Edwardi Fuglø, formanni í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Uttan um teir sæst úrvalsnevndin Rannvá Mortensen, Ole Wich og Eli Smith. Niðri undir sæst Pól Skarðenni við spennandi listaverkinum 'Á ferð 1-4'. Niðast sæst Marjun Jóanesardóttir við 12 andlitsmyndum (Myndir: Birgir Kruse) Várframsýningin 2009 lat upp í dag. Aldri havi eg sæð so mong møta til hesa framsýning, sum leingi hevur verið í einum djúpum aldudali. Við føstum tema, samleika , og einum innbodnum listafólki, Dennis Agerblad , hevur tað eydnast felagnum Føroyskum Myndlistafólkum sjáldsama væl at skipa framsýningina. Tey mongu møttu fingu eisini eina uppliving og fóru ríkaði avstað. Hetta var list, ið savnaði, provokeraði og flutti mørk. Meiri kann eg ikki ynskja. Stjørnan var hin eleganti Dennis Agerblad, ið sýndi fram egnan kynsligan samleika, sum samstundis vant føroyskan tjóðska

Føroya turrasti bolli

Mest umrødda máltið í Føroyum er bollin hjá Atlantsflogi (Mynd: Birgir Kruse) Við Føroya mest umrødda og samstundis turrasta bolla fóru vit á flog í morgun. Frá byrjanini, tá Atlantsflog setti serføroyska matin og gestablídni á skránna, serliga við hinari heimligu rullupylsuni, er gastronomiska fallið stórt. Flogfelagið kann í dag bjóða ein turran og seigan bolla við onkrum ódefinerligum innan í. Pakkaður í plast og tískil fuktigur eisini. Tímir tú at bíta og slíta við hetta kleimna deiggið eina løtu omanskýar, so væl í gagnist. Spell, at prísirnir ikki fylgja hesari gongdini, sum er beint niður.

Hetta er okkara Pippi

Noomi Rapace, ovast, hevur leiklutin sum Lisbeth Salander. Innan filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hevði Jógvan Isaksen fyrilestur um krimifilm og samanbar Firenze í renneseansuni við Føroyar. Í báðum førum er fólkatalið 50.000. Hugtakandi samanbering. Ytst til høgru liggur gerðabókin hjá Filmslistafelagnum, skrivað í Havnar Bio 3. oktober 1962 (Myndir: Nordisk Film og Birgir Kruse) Svenski rithøvundurin Jan Guillou hevur givið filminum Menn, ið hata kvinnur best hugsandi reklamu. Svenska skrivimaskinan Guillou sigur, at Lisbeth Salander er einki annað enn ein Pippi . Á henda hátt vil hann niðurgerða starvsfelagan Stieg Larsson og alla hansara skriving. Í meðan er Larsson farin úr tíðini, sum sviar so poetiskt siga. Farin úr tíðini. Men tað er tvørturímóti. Meðan Guillou hevur eina negativa fatan av Pippi, so eru øll, ið eg kenni av eini aðrari áskoðan. Tey - eg teljist sjálvur millum hesi - halda at Pippi er ein sterkur og positivur persónur. Egin, gamaní, men við einum persónli

Slumdog Millionaire

Bretski filmurin á hindi máli Slumdog Millionaire hevur vunnið tað, ið vinnast kann á øllum heimsins filmsstevnum. Gjáramorgunin, okkara tíð, ruddaði hann borðið hjá Oskari og teimum í Hollywood. Tá filmar verða tilnevndir Oscarvirðisløn skulu fleiri túsund fólk hava avrit av filminum at síggja. Screeners , tey rópa. Soleiðis koma flestu nýggju filmar beint á svarta marknaðin og gerast kjakevni. Hetta er bæði gott og ringt, tí upphavsrætturin verður ikki virdur, men hinvegin er hetta frálíkt fyri fólk sum hava áhuga fyri filmi, men búgva soleiðis fyri at tey ikki síggja tílíkan film. Hvussu er og ikki, mánakvøldið, samstundis sum Oscartíðindini fóru um allan heim, sá eg filmin Slumdog Millionaire . Og eg undrist sáran. Søgan er um ein ungan drong í Mombai, sum vinnur í spurnarkappingini Hvør vil verða miljóningur. Korrupta løgreglan tekur dreingin, tí prógv sigast verða fyri, at hann skal hava snýtt í kappingini. Og kanska hevur verturin eisini snýtt. Og kanska hevur hann, verturin,

Fyrstu grýlurnar

Grýlur vitja í Tórsbyrgi føstulávintsmánakvøld (Myndir: Birgir Kruse) Fyrstu grýlurnar komu um nátturatíð í kvøld. Tær itu Ebba Suffía og Katrina og síggjast ovast. Síðani gjørdust tær ett vet eldri og kanska meiri sofistikeraðar, bæðu úlvungar og geisha-diddur. So er spurningurin, hvat tag , leitorð, eg skal hefta at einum stubba um grýlur í føstu. Sum sæst niðanfyri, valdi eg mentan .

Gjøgnum ljóðmúrin

Kórið úr Kommunuskúlanum sang best kenda og best umtókta brotið 'Another brick in the Wall' (part II). Íslendsku tónleikararnir hyggja væl nøgdir eftir kórinum, meðan Sámal Petersen, ið leikti fyrstu vionlin, hevur proppar í oyrunum. Niðast heilsast hann og dirigenturin Bernharður Wilkinson (Myndir: Birgir Kruse) Tað var ein uppliving av teim sjáldsamu, tá Norðurlandahúsið lat upp fyri The Wall um vikuskiftið. Leygardagin klokkan 16:00 sat eg ájavnt við mixipultin, so ljóðblandið skuldi verið tað strategiskt best hugsandi í allari høllini. Tó, í løtum kundi eg hugsað mær munin størri fyllu í ljóðinum, serliga tá skúlakórið fyrru ferðina kom á pallin. Tá var lóðmyndin ov spinkul. Seinnu ferðina tey sungu var betri fylla í ljóðinum og helst nakað harðari frá eisini. Hinvegin var dynamikkurin frá mikrofonstyrktu violinunum fantastiskur. Og so at síggja beint á hin villa bogan hjá Boga Lutzen, ið gekk upp og niður og streyk uppá tað harðasta - tað var fantastiskt at síggja, men eis

Fimtan ára gomul T-shirt

Ein 15 ára gomul T-shirt sigur frá at Pink Floyd eru farnir á konsertferð kring allan heimin. Tað var í 1994. Yours truly, framman og aftan, 15 ár seinni. Myndin av Pink Floyd er úr LP plátuni 'Meddle' frá 1971. Ein góður tittul er 'A Pillow of Winds'. Stóra myndin vísir hví aldrandi rokkarar sakna plátuhúsar. Í dag eri eg farin í eina 15 ára gamla T-shirt. Fann hana á loftinum og mintist tá Jákup Eyðun, Heri og eg vóru við Smyrli í Aberdeen og keyptu fløgur. Tað vóru dagar. Og tá vóru eisini sambond við umheimin. Sambond, sum í dag eru burtur. Og so vóru sendingar sum Náttarravnar og Burtur á Heiði og kanska eisini Kuffertið , ein ferðandi tónleikasedning og Undir Norðstjørnuni við nýggjum rútmiskum tónleiki á norðurlendskum móðurmáli. Gomlu T-shirt'ina eri eg farin í, tí at í dag fari eg at lurta eftir The Wall. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu heilsar borgarstjórin í Havn øllum áhoyrarum m.a. við hesum orðum: Við greiðum útsøgnum setir tónleikaverkið spu

Skeivapakkhús

Fýra myndir úr Skeivapakkhúsi í dag. Ovast útsýnið yvir vágna, síðani trappuuppgongdin, sýnið út í eitt av skeivu rúmunum og niðast er ovastaloftið við talju yvir lemminum, sum er 13 metrar yvir kjallaragólvinum. (Myndir: Birgir Kruse) Í dag var eg ein túr í Skeivapakkhúsi. Húsini, sum uttan tekning eru bygd á eitt trapetzskapað grundstykkið, eru ein sonn perla - mitt í Havn. Útsýnið er óbetaliligt, sum sæst á ovastu myndini. Rúmini eru mong, stór og deiliga vinsk. Av gólvinum á ovasta loftinum eru 13 metrar niður gjøgnum lemmin, sum enn sæst til vinstru í niðastu myndini. Á hesum hæddum kundu spælimenninir hildið til. Her kundi eitt framsýningarhøli til skeiva list verið skipað, ein café ella bara eitt sjóvinnusavn í maritimum umhvørvi. Bygningurin rópar eftir hugskotum. Men eingin tykist hoyra. Gangið ein túr í Skeivapakkhúsi! Húsini eru ein dýrgripur, ið andar av søgu og møguleikum. Hann eigur at koma almenninginum til gleði og gagns. Nokkso skjótt.

Múrar í Havn á vetri

Múrar í Havn avmyndaðir í viku 7, 2009 (Myndir: Birgir Kruse) Nú so nógv verður tosað um The Wall er stuttligt at finna múrar, veggir og lagaðar garðar í miðbýnum í Havn. Teir eru ikki so fáir, múrarnir í Havn. Summir heilt vakrir, aðrir meira forvitnisligir. Í vikuni fangaði myndatólið hesar múrar, frá pisshúsinum á Vaglinum, framvið Boysensgarði, Amtmansgarðinum og út á Skansan.

Asta í morgunljósi

Kioskin hjá Astu í morgunljósi á veturi, útsýnið niðan á Vaglið og Havnar kirkja sæð av Boysensgarði (Myndir: Birgir Kruse) Fyri fyrstu ferð í langa tíð er skil á veðrinum. Í ein tíma ella so, kanst tú fegnast um liggjandi veðrið, tí tað er støðugt og til ber at tosa um tað við nýtiligum orðum, sum onnur enn veðurfrøðingar skilja. Tú kanst eygleiða og gera eina meting av veðrinum, júst so sum tað er og meðan tað er. Tað er sjáldsamt. Tí tók eg hesar myndirnar á Vaglinum í dag, frá kioskini hjá Astu og framvið Boysensgarði, har Perlan stóð.