Skip to main content

Posts

Grøna hjartað í Havnini

Í góðveðrinum í dag fór eg upp á Parnassið, tekjuna á Hotel Hafnia. Og Hafnia merkir einki minnið enn Havn, so nærri hjartanum á Havnini sleptst ikki. So vit lata tær tríggjar myndirnar omanfyri tala fyri seg. Hin fyrsta sær beint í grøna hjartað í Miðbýnum, Gamla Bókahandil, Dómkirkju og Vesturkirkju og teirra millum Vágsbotn; onnur myndin er tikin móti Húsabrúgv við Bacalao, Vestaruvág, Argjalandinum og Kirkjubøreyni í baksýni og triðja myndin hevur steinsetta túnið hjá Tobba á Húsabrúgv, dygst við kirkjugarðin, í fokus.

Brúgvin, Reynið og Nesið

Í telelinsu eru samantrunkaðu húsini út á Reyni hugtakandi í teirra rútmiska einfeldni. Og so eru tað monumentalu húsini hjá Ríkisumboðnum, har trampolinin skemmir garðin, eins og nógva staðni í Havn. Gamla Havnin er eitt stuttligt myndaveni, tá summarið nærkast og sólin skínur. Sanniliga eitt evni fyri 'kulturturisme', ið var evni innanfyri gluggan á Parnassinum henda sama dagin í mai.

Funky orka!

Bárður hongur litfagra myndlist upp í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse) Bárður Dal Christiansen, 24, sigur at hetta er Funky Orka. Framsýningin er partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu og tilfarið er tekningar og málningar. Spennandi og leikandi stuttliga framsýningin hjá Bárði er opin til 2. juni, tá mentanarvikan 2009 er í nánd og ein nýggj listakvinna fer at sýna fram.

Ruddingardagur í Tórsbyrgi

Anna Maria í nummar 4 savnar rusk í Tórsbyrgi. Undir skeltinum, til høgru í myndini sæst umhvørvisvinarliga hurðin, sum nú verður koyrd burtur (Mynd: Birgir Kruse) Eins og í restini av kommununi er ruddingardagur í Tórsbyrgi, nú Umhvørvisvikan byrjar í næstu viku. Fram til á middegi í dag varð rusk savnað á øllum økinum í Tórsbyrgi. Ruskið varð sett við innkoyringina so kommunan kann heinta tað í døgurðatímanum. Eisini hurðina til kommunalu pappírsbyngjuna, ið hevur áskriftina Endurnýtsla. Ein ironisk áskrift, nú hongslini á grønu hurðini eru so rustaði, at alt verður koyrt burtur. Kanska fæst onkur endurnýtsla burturúr Endurnýtsluhurðini. Umvælast kann hon ikki. Tað sigur kommunan.

Sniglagift

Sniglagift í Tórsbyrgi (Myndir: Birgir Kruse) Hesa árstíðina síggjast nógvir sniglar millum plantur. Ráð eru fyri tí. Fimtu hvørja viku stroyða vit sniglagift, har plantur standa. Omanfyri sæst ein posi frá Jógvani Weihe við sniglagoft í posa í trillibør á Tórsbyrgi. Almenna ruddingardagin í Tórshavnar kommunu vísir Meta formaður hvussu sniglagiftin verður stroydd bæði um plantuna, eina avbitna páskalilju, og undir steini, har sniglarnir halda til og fjølgast.

Fyrstu sóljurnar

Undir Lágargarði sæst hundurin Gaia við fyrstu sóljurnar í Tórsbyrgi. Mai mánaður er júst byrjaður. Um stutta tíð er hvørt gil í Tórsbyrgi avtakið við sóljum. Hetta er byrjanin...

Summardáarnir komnir

Bjarnvarður heintar fyrstu summardáarnar í Tórsbyrgi (Mynd: Birgir Kruse) So hava fyrstu summardáarnir lagt seg oman yvir tættklipta felagsøkið í Tórsbyrgi. Bjarnvarður er skjótur at heinta, so vøllurin aftur verður grønur og ikki køvist undir summardáunum. Summarið nærkast.

Fyrsti sláttur í Tórsbyrgi

Gutti slær grasið soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Í nevanum ber hann ársins fyrsta sevjumikla bøkk av felagsøkinum. Niðast sæst Jón við punkteraðu trillubørini, sum fyrstu ferð í ár er fylt við nýslidnum grasi. Kanska orkaði hon ikki byrðina (Myndir: Birgir Kruse) Gutti, sum býr í nummar 30, stóð fyri ársins fyrsta slátti á felagsøkinum í Tórsbyrgi. Nú er økið aftur sum ein golfvøllur, mjúkur og so snøggur, at tú mást leggja hond á hann at hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta. Tá plagar Bjarnvarður í nummar 31 at verða skjótur at henta, so hvørt teir vaksa og spjaða seg út á grøna vøllin. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.

Filmur í túninum

Filmsliðið í túninum í Nólsoy. Aksel koyrir traktorin, Anton leikstjórnar, Rógvi filmar og teir báðir Hjálmar og Hans eru leikarar í lastini. Heitið á novellufilminum hjá Anton er 'Skýming' (Myndir Birgir Kruse) Tá vit sunnudagin vóru í konfirmatión hjá Mariu í Nólsoy, rendu vit okkum í ein traktor við fullum monnum. Teir koyrdu aftur og fram og sungu sunnudagsskúlasangin Djúp og breið og álendsku vísuna Vem kan segla forutan vind . Upp í saman og aftur og fram. Tá vit komu nærri sóu vit at hetta var eitt filmslið, sum í ramasta álvara tók upp ein film í Nólsoyartúni. Hetta er ein novellufilmur, sigur Anton Petersen og upplýsir at heitið, ið er inspirerað av Bergman, er Skýming . Í filminum er høvuðsleikarin rýmdur úr einum parlagi í Havn og endar í Nólsoy. Leikarar í hesum broti eru Hjálmar Dam og Hans Tórgarð.

Flaggdagsrenning

Ovast síggjast Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Hans Pauli Strøm, landstýrismaður. Sum sæst er 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðul hjá Bragdinum. Síðani tríggjar myndir frá startinum og tvær myndir av vaksnu vinnarunum (Myndir: Birgir Kruse) Eftir festligan hornblástur og framúr góðu flaggdagsrøðuna hjá Hans Andrias Sølvará, skipaði Bragdið fyri renning, har børn, vaksin og arbeiðspláss luttóku. Í góða veðrinum runnu fleiri enn 600 og ein stórur hópur var savnaður at hyggja og taka myndir. Tey 23 árini Bragdið hevur skipað fyri Flagssdagrenningini hevur teinurin, ið byrjar á Vaglinum og er sjey kilometur langur, verið nærum hin sami. Børnini renna 1,8 km. Vaksnu vinnararnir vóru Guttorm Sørensen úr Treystinum í Klaksvík og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum í Havn.

Frygtelig lykkelig - á bygd í Danmark

Gummistivlar, runa og neyt eru avgerandi tættir í útsynningsjytsku tilveruni. Til endans tekur mýrin alt. Eisini rættartrygdina. Í kvøld var eg og hugdi at danska filminum Frygtelig lykkelig . Eins og í førinum Kunsten at græde i kor er tað Erling Jepsen, ið er høvundur at skaldsøguni, sum filmurin byggir á. Hesu ferð er eingin undirtekstur, tí talan er ríkisdonsk. Leikstjóri er Henrik Ruben Genz. Hóast Erling Jepsen er føddur í Gram, vigar hann nógv í nútíðar donskum dramatikki og skaldskapi. Ikki minst í sendingini Smagsdommerne hjá danska sjónvarpinum. Kunsten at græde i kor verður sumstaðni søgd at vera sjálvævisøgulig bók hjá Jepsen. Sami turt konstaterandi og ósentimentali tóni av bygd í Danmark gongur aftur í hesum nýggja filmi úr Útsynningsjytlandi. Filmurin hevur vunnið flest allar virðislønir í Danmark, so ikki kann sigast annað enn at biografgangarin har í landinum hevur tikið søguna til sín. Og harvið bygdarumhvørvið og stilla lívið har. Tað er frálíkt, at seta bygdarlív

Gomorra - mafiafilmur úr Italia

Marco og Ciro stjala vápn og skapa teirra egna her í filminum Gomorra. Fyrsti kapitil í deyðadóminum er skrivaður. Greitt er at teir liva ikki filmin av. Týskvøldið sá eg italska mafiafilmin Gomorra í minna salinum í Havnar Bio. Spennandi at síggja henda nógv umrødda film og skaldsøgu í nærum fullum sali, mitt í Havn. Blaðungi rihøvundurin Roberto Saviano hevur skrivað og í endanum á filminum hjá Matteo Garrone síggja vit, hví høvundurin hevur verju fyri neyðini allan sólarkringin. Søgan er ein beint framaná, tá umræður ikki bara brotsmannaliðið Camorra í Napoli, men eisini menningarhjálp á bygd í Evropa og stuðul til nýggju Twin Towers í New York. Alt er fíggjað av, ella kemur í hendurnar á, brotsmannaliðum, sum eisini definera tilveruna hjá íbúgvum í fátækrabýlingum. Stættarsamfelagið í hesum býlingi í Napoli er so djevulskt at rætta filmsheitið eigur at vera Postkort úr Helviti , skrivað í okkara tíð til lesarar og biografgangarar í dagsins metropolum. Hóast filmurin er djúpt skak

3 Monkeys filmur úr Turkalandi

Plakatin og tvær myndir úr turkiska filminum '3 Monkeys', sum gongur í Havnar Bio á filmstevnuni Vársól. Fyrsti filmur eg sá á filmstevnuni Vársól í Havnar Bio var 3 Monkeys . Frálíkur og ógvuliga intensur. Stillførur og djúpur skapar hann eitt lágtrýst, ið leggur upp til ódn. Eins væl og ein western, kundi hetta verið ein føroyskur útróðrarfilmur, har dialogurin er nærum burtur. Men hann er turkiskur. Alla tíðina sæst Bosporus sundið uttanfyri gluggan og íbúðina, har leikur fer fram. Tað økir um stillu desperasjónina, sum tilætlað etur søguna upp innanífrá. Ein perla. Í fjør fekk leikstjórin fyrstu virðisløn í Cannes. Leikstjóri er Nuri Bilge Ceylan og upprunaheitið á filminum, sum er frá 2008, er Üç maymun . Filmurin verður aftur at síggja týskvøldið kl. 20:30. Forfilmurin var hin eins stillføri og desperati Ikaros , sum Sakarias Stóra hevur gjørt fyri stuttum í Noregi. Eg viðmæli báðar filmar.

Vársól

Vársól er heitið á filmsstevnu, sum verður í Havnar Bio 20.-26. apríl 2009. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar nýggju filmsstevnuni, so hon kann byrja og síðani verða afturvendandi tiltak í miðbýnum í Havn hesa ársins tíð. Undan hvørjum filmi verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir. Flestu stuttfilmar eru frá Klippfisk , sum Tórshavnar kommuna eisini stuðlar. Føroyskir forfilmar Føroysku forfilmarnir undir fyrstu Vársól í Havn eru hesir: The Chase , stutfilmur fyri børn, sum Benjamin Rajani, Jóhan Djurholm, Fía Hoydal og Una Nielsdóttir Galán gjørdu í Klippfisk 2008. The Chase varir 1:32 min Ikaros , sum Sakarias Stórá í hevur gjørt í ár Nordland Kunst- og Filmfagskole. Ikaros varir 7:25 min og hevur norska talu. En dårlig dag , sum Bjarki Thomsen gjørdi á Medieskolerne í Viborg í fjør. Filmurin varir 15:00 min A Special Delivery , sum Tómhøvd Productions gjørdi í fjør. Fólkini handan stuttfilmin eru Osvald P. Hansen, Bjarni Petersen, Martin H. C. Hansen og Jóhan Petur P

Páskasól í Havn

Annan páskadag var av ljóssterkasta fotoveðri. Yviri við Strond og niðan gjøgnum býin vóru nógv myndaveni, ið dagaðu fram í skørpu sólini. Her eru fýra teirra. Ovast sæst eitt skot úti á Reyni, har bindingsverk møtir tjøraðum brettum; síðani tvey neyst, ið stremba upp móti gula skjøldrinum hjá Wenzil, har Statoil heldur til; síðani ein villdunna við bláum hvítrandaðum spegili ytst úti undir Bakka og niðast eini hús á leysari grund, ovast í Niels Finsensgøtu.

Føroyar á kortið

So eru Føroyar settar á heimskortið. Tá tiltakið Jarðtímin/Earth Hour varð hildið leygarkvøldið 28. mars 2009 sløktu nakrir býlingar í Havn ljósið í ein tíma. Eftir midnátt varð summartíðin sett í gildi. Tí hevur World Wildlife Foundation (WWF) sett Føroyar á kortið. Klikk á kortið omanfyri, so síggjast Føroyar klárari. Men her sæst samvirkna heimskortið - við Føroyum og Havnini á: http://www.earthhour.org/location/default:en/select

Studio Bloch - mitt í Havn, mitt í verðini

Tróndur Bogason og Jónas Bloch Danielsen í einum hugnaligum horni í Studio Bloch á Bryggjubakka. Opnar tú gluggan er útsýnið sum niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse) Á Bryggjubakka eru eini upptøkuhøli við heitinum Studio Bloch. Hølini eru hjá Fiskimannafelagnum, har Samvinnufelagið fyrr seldi tjóðveldisblusur og klovstivlar til sjómenn úr øllum landinum. Nú eru vørurnar skiftar út við Steinway, Studer og eksotiskar baryton- og resonansgittarar. Navnið er eftir Jónas Bloch Danielsen, sum arbeiðir her. Hann bjóðaði mær inn á gólvið og eg tók nakrar myndir meðan Jónas og Tróndur Bogason blandaðu eina upptøku við Teiti og orkestrinum hjá danska útvarpinum. Niðara myndin vísir útsýnið júst henda dagin. Letur tú vindeygað upp, sært tú ferðafólkini, sum fara umborð á Norðlýsið og út í Klæmintsgjógv undir Hestoynni. Í báðum førum ein uppliving í ljóði. Studio Bloch er besta boð uppá eina altjóða vinnuliga magnet eg higartil havi sæð í landinum. Ferðandi tónleikarin finnur alt á hesum staði. Mitt

Fyrsta lambið var svart

Veit ikki um tað er tekin um ringan heystskurð, tá fyrsta lambið tú sært er svart. Lambið sá eg á Velbastaðhálsi langafríggjadag. Kring oyggjarnar er útróðarlívið fult at ófrættateknum. Mortan Nolsøe (1924-1987) skrivar upp í leypar um tílík omen í bókini ‘Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum’. Sum bókaheitið sigur, er bert talan um tekin, knýtt at sjógvi og útróðuri. Har eru mangar stuttligar og ikki sørt skakandi frásagnir frá harðbalnum útróðrarmonnum í Suðuroy. Tykist ikki sum landbúnaðurin hevur verið líka søgufróður á hesum øki. Fjallið og hagin eru kanska ikki eins hóttandi og havið. Havið, ið sambært danska rithøvundan Carsten Jensen, er psykopatiskt. Men hvør veit, kanska eru onkrar lokalar søgur um omen í landbúnaði.

Skírisdagur 2009

Í fleiri ár hava Augusta Mikkelsen og Jón Kragesten savnað grannar, vinfólk og familju skírisdag at fagna várinum. Um morgunin møtast vit eitt avtalað stað í Suðurstreymi og ganga allan dagin eina avtalaða leið. Í ár møttust vit í Kirkjubø og gingu út á Bø, niðan á suðurendan á Kirkjubøreyni, fram við grótbrotinum á Glyvursnesi og heim á Hamarin á Argjum. Á túrinum út á Bø visti Erland Viberg Joensen nógvar søgur um Barjama úr Leith, sum fór á land her, og fekk kraddaralyndið fram í føroyinginum við streymharða fjørðin. Á heimasíðuni Leith Patriots skrivar ein sum eitir Scott soleiðis: The Bucklaw, Heriot and Barjama, these 3 I signed on and sailed from Leih, coasters as they were termed. My first ship was the Southern Raven, one of Salvesons, as you know, all of them started with Southern.The one I want to tell you about was the Barjama, also known by the crew as the Leith submarine, it was said on many occasions, it went down outside the Forth and came up at the Faroes. wh