Skip to main content

Posts

Igulker smakkar væl

Birgir Enni opnar eitt igulker (Echinus esculentus) á borðinum hjá Tórshavnar Bátafelag. Skiparin á The Witch of Pungo fær eisini ein smakk (Myndir: Birgir Kruse, Unn Kruse, Jan Egil Kristiansen niðast) Inni í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi bjóðar Birgir Enni feskt igulker, nú Matfestivalur er í býnum. Ein amerikumaður, sakførari í New York, royndi eisini The Sea Urchin . Sjálvur triði hevur hann siglt higar í seglbátinum The Witch of Pungo , sum er skrásettur í Newport á Rhode Island. Í løtuni liggur báturin í Vágsbotni, aftanvert Norðlýsið. Bátsfelagarnir standa í barrini hjá bátafelagnum og hava eins og sakførarin ongan hug at fara úr Føroyum aftur. Her er so gott at vera, siga teir og fáa eina 100 ára nál í bringuna. Helst verður báturin í Føroyum veturin yvir. Igulker hevur áhugaverdan konsistens, lit og smakk, sum henda dag er sjáldsama mildur. Ein køld øl afturvið er góð.

Klæði, ið skapa føroyingin

Frida Poulsen saman við fýra modellum í hennara spennandi og nýskapandi avrikum, ið leikandi lætt vísa til føroyska tjóðbúnan, serliga reyðu buksurnar við grefligu splittuni hjá manninum. Frida, sum er úr Havn, lesur í Milano. Niðri undir sæst avrikið hjá Joan Jastrid Simonsen og Sigrun Nolsøe. Eisini her eru leðurbuksurnar hjá manninum spennandi, serliga breiði lummin fyri framman. Niðast síggjast tær tríggjar djørvu kvinnurnar í dómarapanelinum, Anna, Katrin og Katrina. Tær hava sett nýggjan standard í listarligum kjaki og tað í eini grein, tekstildesign, sum ikki hevur verið møtt av kontantum listarligum krøvum áður og so aldrin hevur fingið peningaligan stuðul, hvørki almennan ella privatan (Myndir: Birgir Kruse) Púra óvæntað vóru tvær og ikki tríggjar virðislønir latnar, tá ein dómsnevnd fyri fullum húsum gjørdi úrskurð í kappingini Klæði, ið skapa føroyingin í Müllers Pakkhúsi í dag. Í drúgvari yvirskipaðari talu, grundgóvu dómararnir fyri hví eingin fyrsta virðisløn kundi latas

Nólsoyarmálarin

Ole Wich tók myndirnar, tá framsýningin um Nólsoyarmálaran lat upp á Látrinum í Nólsoy leygardagin. Ovast sæst Kinna Poulsen, listfrøðingur, greiða frá um Steffansmyndir í miðhøllini. Eins og øll onnur var ein kona úr bygdini hugtikin av málningunum. Ole Wich fangaði hana meðan hon gekk fram við og á ein surrealistiskan hátt gjørdist ein partur av málningunum hjá Steffani. Ein livandi løta í Nólsoy. Niðast beri eg fram heilsanina frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu. Til vinstru í myndini eru Emil Juul Thomsen, Erla Olsen og Kinna Poulsen (Myndir: Ole Wich) Leygardagin á ovastevnu varð framsýningin Nólsoyarmálarin latin upp á Látrinum í Nólsoy. Kinna Poulsen hevði valt út 17 málningar eftir Steffan Danielsen (1922-1976) - Nólsoyarmálaran. Málningarnir eru úr stóra savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í næstu húsum. Saman við John Dalsgarð ger Kinna bók um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Bókin kemur út 24. september á forlagnum hjá Emil, Bókagarður. Borgarstjórin

Tríggir í Nashvík

Uni Arge, eg og Petur Rouch í upptøkuhølunum hjá JakZak á Ovara Vegi í Hoyvík. Teir tosa um countrytónleik á bygd í Føroyum. Góðskumetarin handan sendingarnar úr Nashvík Niclas Johannesen tók myndina. Niclas Johannesen skrivar, klippur og setur saman allar tær sendingar, sum undir navninum Nashvík eru at hoyra á Rás2 mánadagar klokkan 11. Sendingarnar eru ein upptakt til tónleikaliga vinnudagin hjá AEL og tiltakinum Nashville.Fo í Sjónleikarhúsinum 27. august og konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi 29. august 2009, har 14 føroyskir sangarar verða at hoyra, meðan teir fremstu í Nashville spæla undir. Teir eru Brent Mason, Paul Franklin, David Hungate, Paul Leim, John Hobs, Brian Sutton og Edgar Struble. Føroysku sangararnar eru Alex Bærentsen, Linda Andrews, Hallur Joensen, Regin Guttesen, Torkil Mørkøre, Kim Hansen, Gunnar Justinussen, Ólavur Højgaard, Magni Christiansen, Sigrid Rasmusen, Bólkurin 4, Lisa Frederiksberg, Svein Askildsen og Theodor Petersen.

Pylsur og landsløg

Ovast er 3D myndin hjá Ole Wich av Dímun, síðani Wunderland, ið er bilspegl við landslagi á grønum Wunderbaum. Niðastu verkini hjá Ole eru tey seks Monotóm Mondrian. Næst er Astrid McDonald við kvinnu og manni í hvør sínum stóli, peikandi á kynið. Aftanvert kvinnuna sæst standandi Parið, sum er áfast. Niðastur er Edward Fuglø við einum gjøgnumskurði av innara og ytra føroyska landslagnum (Myndir: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið sat eg sjálvur fimti á hugnaligu terrassuni við gamla Kaffivognin, sum nú ber navnið Carrello. Vit eru undir Skansanum og frammanfyri er øll Havnin. Í baksýni Tinganes og Landshandilin, har øvrigheitin hevur sett ljós fram til eina betri veitslu. Út móti midnátt tendra tey útvarpið í grannahúsinum, sum er pylsuvognurin hjá Emiliu við Eystaruvág. Úr skotinum í burtursprongda klettinum hoyrist eitt dansiorkestur spæla Words hjá Bee Gees. Vit hava á munni hvussu frágera aktuellur Elis er, at hava funnið eitt norrønt dansband, ið spælir Bee Gees í kvøld. – Og hoyr han

At siga søgur í myndum

Andres Jacobsen við tveimum linsum, ið geva góða dýpd í filminum The Enigma (Mynd: Birgir Kruse) Millum ung er hugurin at gera film og siga søgur í myndum størri enn nakrantíð. Greitt er, at vit liva í einari mentan, ið myndaliga er meiri ágangandi enn nakrantíð áður. Einari mentan, har førleikin at siga søgur í myndum fær størri týdning, enn vit fyrr hava hildið. Tí plagi eg at korrigera bíbilsku orðini um, at í fyrstuni var orðið, til at í fyrstuni var myndin. Tí vit kunni ikki tosa um orð, uttan fyrst at hava eina greiða mynd av týdninginum í orðinum. Polar Films vil siga nýggjar føroyskar søgur í stórum myndum. Polar Films eru Brian Samson og Andres Jacobsen, sum báðir eru ungir menn úr eysturbýnum í Havn. - Vit simpulten elska at gera film, og hetta er naka vit ætla at forseta við, sigur Andres. Nú teir eru farnir undir nýggja stuttfilmsrøð, The Enigma , hevur Andres boðið mær at síggja fyrsta partin á loftskamarinum í Vallaratúni 1. Hetta er sama rúm, vit síggja í stuttfilminum

Eri eg komin á skeiva klótu?

Við hesari mynd verður Dollars lýstur sum føroysk soap, webcastaður á netstaðnum www.dollars.fo. Fyrsti partur og ein samrøða í Degi & Viku boða frá so lítið góðum, at ummælarin má leita til yrkingar frá 1893 og 1899... Um dagarnar frættist at nú sleppa vit at síggja amerikansku sjónvarpsrøðina Dollars sum føroyska soap . Við heimligum, óroyndum leikarum, webcastaða á netinum. Eitt hitt besta hugskotið eg havi vitað um í longri tíð. Lat tað vera púra greitt. Men nú eg havi sæð fyrsta partin havi eg fingið ein ringan smakk í munnin. Serliga eftir at Dagur & Vika vísti eitt brot, har vit fingu innlit í tankarnar hjá teimum, ið framleiða. Serliga endasetningurin hjá eina listafólkinum handan upptøkutólini, um at ’tað hevði verið áhugavert at kanna, hví føroyingar halda, sum teir gera mótvegis danskarum’. Nakað soleiðis fullu útgangsorðini. Fekk meg at hugsa um Kipling og byrði hvíta mansins frá 1899. Kanska er byrði hvíta mansins enn ok dana. Kanska hugsa teir so, danir. Heilt f

Grønur bøur

Gæs og ein ær undur Dalsskarði og traktoregg við Fossdalsá. Í baksýni Hestur við skýggjum (Myndir: Birgir Kruse) Í dag var bøurin grønur í Suðurstreymi. Heilt nágreinilga við Syðradal, millum Murufelli og Konufelli, har Dalsskarð er og við Fossdalsá, undir Steinafjalli. Við Hesti í baksýni síggjast traktoregg, tað er grasið av bønum, ið er pakkað í rundar posar. Sjálvt í Kirkjubø varð alt grønt aftur, har stevna var Við Múrin fyri stuttum.

Hvít ær

Fá myndaevni eru so rein og skar, sum ein hvít ær upp móti summarhimni og grønum bøi. Ein løtumynd við vegjaðaran undir Dalsskarði á veg til Syðradals seinrapartin í dag.

Kjølfest

Klaksvík í myrkri og Christian Martin Matras við sínum country LP plátum . Klaksvíksmyndina tók G. Norðoy og Andras Sólstein tók myndina av Christiani Martin TÍÐARGREIN Birgir Kruse Leikar í Lund nr 2, juli 2009 Alla staðni verður tú mintur á havið. Hóast Ternan er givin at sigla og tú kemur í bili til Klaksvíkar, er hav til allar síður. Sjálvt fjøllini eru sum hálvdir bátar og eitt teirra ber navnið Kjølur. Undir loftinum í Christianskirkjuni er tilveran kjølfest, djúpt í havsins hjarta. Hóast Kósin er stongd, og longri er millum bátarnar, er tað havið, ið setur karminum um tilveruna. Og enn hongur fiskadeymurin skarur í luftini. Undir fúnaðum neystum á stillu vágni vitna mosagróvnir dráttir um eina farna tíð, sum lok er lagt á. Og tó. Til gerandis og heilagt er tað enn tíðarleysa havið, ið myndar Norðoya móðir. Í skaldskapi og orðasmíði ofta eitt kvinnuligt umhvørvi, ið kanska hevur elvt til at í Klaksvík siga vit hon um gittarin. Gittarin, hon. Tí tað eru menn, ið hava sligið á str

- Vit sóla okkum í okkum sjálvum

Yours truly í stovuni fyri ólavsøku tá Jústinus vildi hitta meg til eitt stevnuprát. Á borðinum armbond til Asfalt og við Múrin og so ólavsøkusangheftini eisini (Mynd: Jógvan Kruse) Inni í hugnaliga býlinginum Tórsbyrgi, nærri roknað í nummar 18, situr Birgir Kruse heima og heldur summarfrí við øðrum beininum framvegis í arbeiðinum sum mentanarsamskipari, nú høvuðsstaðurin fyllir 100 ár sum kommuna SAMRØÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard Gratisavísin 27. juli 2009 Eg havi sett honum stevnu fyri at tosa alvorligt um ólavsøku og stevnur og kanska eisini um festivalar, sum hann eisini hevur hug at kalla stevnur. Og tað eru rámandi lýsingar sum koma av varrum Birgirs, væl skorin fyri tungubandinum sum hann er og fjølmiðlavanur sum fáur. -Á Ólavsøku definerar føroyska tjóðin seg sjálva. Vit sóla okkum í okkum sjálvum, og tað er ein natúrligur tørvur, sigur Birgir Kruse, áðrenn vit raka evnið og meðan kaffiroykurin eymliga tirrar nasagluggarnar. Ólavsøkan er fyri framman, og Birgir heldur, at h

Lat hann bera okkum burt í annan heim

Sunleif Rasmussen og Heðin Mortensen við nýggju ólavsøkukantatuni inni í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Birgir Kruse) Eftir drúgvar fyrireikingar – skriviborðskjak, kórvenjingar og teknisk høvuðbrýggj – varð ólavsøkukantatatn 2009 loksins førd fram á pall. Á landsins besta, undir fríum lofti við tinghúsið á Vaglinum. Ja, í roynd og verðu kring alt Vaglið og allar hæddir, har eru. Í somu løtu tingmanning, landstýrisfólk, prestar og embætisfólk sóust koma undan í Mylnugøtu, varð blást í horn, so Vaglið knýttist saman í eina inngangandi fanfaru og kórið gekk framm á pall – grøna grasið á tinghúsvøllinum. Allar rørslur, koereografiin, perfektar. Tign og ljóð samantvunnin. Og so byrjaði tónlistamyndin í sveipandi umfarsljóði, sourround , sum vardi 20 minuttir. Ljóðmyndir í sourround eru ikki ókendar hjá Sunleifi. Hann hevur eina framúr góða hond og ikki minst huga at skapa, kréera, ljóðmyndir í rúmi. Kenni tað sum at fara á fjall við einum kønum fjallmanni, ið veit at siga um hvø

Ólavsøkukantatan 2009

Aðalroynd á Vaglinum í kvøld. Ovast ein hjartansfegin Sunleif framman fyri stóra kórinum, síðani tveir av teim trimum yrkjarunum Sólrun Michelsen og Carl Jóhan Jensen. Ólavur Hátún er fangaður close up á kvæðapallinum og síðani sæst Kingobólkurin úr Tjørnuvík við Gamla Bókahandil. Hanus G. Johansen er annar av tveimum sangsolistum undir Tinghúsinum, hin er Joanna Johansen. Niðast sæst ljóðteknikarin Jónas Bloch Danielsen savna leidingar á Tinghúsvøllinum og kjakast við dirigentin og tónaskaldið. Hóast stórar avbjóðingar er lagið gott (Myndir: Birgir Kruse) Fyri Tórshavnar kommunu ger tónaskaldið Sunleif Rasmussen nýggja 100 ára kantatu, har kórið, ið framførir undir tinghúsinum ólavsøkudag telur 100 røddir. Tilsamans 160 fólk luttaka í nýggju kantatuni. Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið. Ólavsøkudag verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikafra

Ólavsøkan byrjar

Gev mær ketsjupp í ein bil...(Mynd: Birgir Kruse) So er ólavsøkan komin í gongugøtuna. Henda fylta bilin við ketsjuppi, sinnopi og remulátu gekk eg framvið um nátturðatíð. Ein heil røð av pylsuvognum eru longu at síggja í gøtuni. So mann gongur neyvan svangur um ólavsøkuna.

Púra paff av Taff

Russ Taff tók øll á bóli í Ebenezer sunnukvøldið fyri ólavsøku (Myndir: heimasiðan hjá Russ Taff og Birgir Kruse) Sunnukvøldið var eg í Ebenezer, har lýst varð við konsert hjá Russ Taff, fyrrverandi leiðara í The Imperials og tilsamans sjey ferðir Grammyløntur sangari. Hóast rúmlig høli, var fullsett í Ebenezer. Saman við øðrum stillaði eg meg aftast, men við góðum útsýni framm á pallin. Á klingandi skotskum bleiv amerikumaðurin introduseraður og nevnt varð, at dótturin eisini var við og fór at syngja. Sum konsertin leið og skemtarin Taff var komin á pallin, gekk upp fyri mær, at dótturin var ein av mongu føroysku songrøddum hann hevði hitt undir vitjanini, Karlina Højgaard. Havi ikki hoyrt Karlinu áður, men hennara versjón av sálminum um hinum Vanvirda Krossin var so intens sum aldri áður. Russ Taff lovprísaði henni og fekk hin annars so stirvna salin í Ebenezer at svvvinga. Kanska hevði eg Tórshavnar Stórband í oyrunum enn – tey høvdu júst endað eina fantastiska uttandurakonsert í

Grindabátar úr Vági

Grindabátarnir úr Vági koma til Havnar og verða drignir uppá land úti undir Bakka. Vit síggja manningina á Norðstjønuni, tveir landstýrismenn Jákup Vestergaard og Jóhan Dahl, sum sigur borgarstjóranum frá um grindaróður norður til Havnar. Hans í Líðini, sum róði í Oyrabátinum, helt talu í Reinsarínum, har gávur vóðru handaðar til allar manningarar, eisini Árna Brattaberg (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin komu ikki færri enn 120 bátsmenn og -kvinnur sunnan úr Vági og grannabygdunum norður til Havnar. Ørindini vóru at heilsa Tórshavnar kommunu, sum fylti 100. Hetta stóra tiltak var púra spontant og stóð ikki í ólavsøkuskránni. Júst hetta persónliga engasjemang var stuttligt at eygleiða og uppliva við fyrsta føroyska kajkant, innanfyri Skinnarasker, úti undir Bakka í Havn. Fitt av fólki varð møtt har borgarstjórin helt røðu og bátsfólkið gekk niðan í Reinsaríið í Tórsgøtu at fáa ein bita og eina gávu - 100 ára filmin hjá Tórshavnar kommunu. Orsøkin var at meðan grindamenn í Vagi hava ver