Skip to main content

Posts

Backstage í Nashvík

Undan Nashville-konstertunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, var ein hugnaløta backstage. Her var høvið at hitta stjørnurnar, fyrireikararnar og stuðlarnar. Eg tók myndatólið fram eina løtu innan konsertin byrjaði. Seinni vóru ikki stundir at hugsa um myndir og foto. Vónandi ordnaði onkur professionellur tað framman fyri pallinum. Backstage vóru fyrst og fremst familjurnar hjá høvuðspersónunum, Jákup Zachariassen og Petur Háberg Jacobsen. Eg fekk eina mynd av Jákupi saman við beiggjanum Jógvani og pápanum, Zacharias Zachariassen. David Hungate skifti orð við landstýrismannin í vinnumálum Jóhan Dahl. Teir eru jú royndir bassleikarar báðir. Hungate, sum er lítillátin, segði: "I'm just a failed tromboneplayer". Umfram el bass, spælir hann trombon og jazzgittara. Frá Paul Leim vildu klaksvíkingarnir Sonhard Johannessen - klæddur í Opry Land jakka og undir svørtum hatti - og Hallur Joensen, hoyra nærri um Music Row í Nashville. Magni Christiansen, Faroese hat act, hitti Br

Fimti flokkur er on-line

5.a flokkur frammanfyri talvuna í nýggja skúlanum við Løkin í Runavík. Talvan er ikki sum talvur flest, men eitt cleverboard . Tað er ein talva, ið tú kanst skriva á við einum blýanti, sum er on-line. Talvan er eisini er ein telduskíggi. Krit verður ikki brúkt longur. Fríggjadagin, tá eg hitti tey, arbeiddu tey við søguni um Gummi Tarzan. Tey vistu alt um YouTube og Google Earth. Spennandi, tí nú eru allar føroyskar skúlabøkur on-line. Á Google Book Search kanst tú blaða og lesa í øllum føroyskum skúlabókum. Flokslærari hjá 5.a er Anja Pálsdóttir. Uttan fyri vindeygað er løkurin, sum skúlin hevur navn eftir. Á Toftum er gamli skúlin frá 1958 bygdur um og gjørdur størri. Í høllini, sum er innafyri durin, hongur ein málningur, ið stavar frá gamla skúlanum. Tað er Jack Kampmann (1914-1989), ið hevur málað. Sum sæst til høgru, hevur málningurin hingið við trappurnar inni í høllini í gamla skúlanum. Gott, at skúlin hevur varðveitt málningin so væl.

Tónleikur millum hugna og vinnu

Eingin ivi um at tónleikararnarnir úr Nashville, sum spældu í Sjónleikarhúsinum í kvøld, er toppprofessionellir og hava tónleikin sum vinnuveg. Men samstundis er hugtakandi at síggja hvussu avslappaðir, lika til og lívsklókir teir eru. Hóast vit sum lurtaðu, kendu nøvnini heilt aftur til 70'ini frá óteljandi marknasteinum og milliónaseljarum, sum hava sett nýggjan standard innan teirra respektivu ljóðføri, so eru hetta heilt vanlig menniskju, sum hóast stjørnustatus ikki hava stjørnunykkur av nøkrum slagi. Og so kundi tú kenna eina ektaða spæligleði rulla oman av scenukantinum og út í salin. Og til endans vildu teir næstan ikki steðga at spæla undir myndini av Rasmusi Effersøe og áskriftini Til Gaman og álvara. Hetta var ein kveikjandi løta, nógv meir enn bara ein konsert.

Nummarskipanin í Nashville

Meðan Óli Poulsen spældi ein nýggjan sang á kassagittar, skrivaði John Hobbs lagið niður á eitt A4 ark eftir tí sokallaða Nashville Number System. Tá Óli varð liðugur og arkið hjá Hobbs varð fult, varð tað avritað og latið øllum áhoyrarum. So kom Eivør á pallin og sang nýggja sangin, meðan The Dream Team úr Nashville spældi undir. Ein fantastisk løta, at síggja inn í eitt upptøkuhøli, har øll tey professionellu arbeiða intenst við at fáa tað besta burturúr øllum liðum, sum skapa ein góðan sang.

Ein lærurík konsert

Tað var ein serstakliga lærurík konsert í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Umframt teir tilkomnu og garvaðu sum Jákup og Hans Karl, vórðu eisini fleiri ungir tónleikarar, ið nýttu høvið at hitta The Dream Team úr Nashville. Brent Mason segði frá um gittarspæl, Paul Franklin um steelgittarin og John Hobbs avdúkaði snildi og tøkni í útsetingum.

Í teaturfoyérini

Í teaturfoyéruni í Sjónleikarhúsinum varð borðreitt við frukt, snacks og drekka eftir væleydnaða tónleikavinnudagin í sambandi við Nashville.Fo. Fólk nýttu høvið at skifta orð við amerikansku stjørnurnar og helst varð onkur spíri lagdur til framtíðar virksemi á hesum øki - í tónleikavinnuni. Spurningar vóru nógvir og kjakið gekk lívligt. Eisini millum orkesturleiðaran Edgar Struble og John Dahl, landstýrismann, sum setti tónleikavinnudagin.

Nashville í Sjónleikarhúsinum

Allir í The Nashville Dream Team, eisini kallað The A Team, á palli í Sjónleikarhúsinum í Havn. Frá vinstru síggjast David Hungate, Bryan Sutton, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og fremstur er John Hobbs. Myndina tók eg eftir at teir høvdu havt ljóðroynd á middegi í dag.

Gittarhetjur mitt í Havn

Brent Mason og David Hungate, niðanfyri. Heldur enn illbrýntur er hann djúpt konsentreraður á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Mason er millum fremstu og mest brúktu gittaristar yvirhøvur og bassleikarin Hungate er upprunalimur í Toto. Í mínari plátusamling fyllir hann nógv hjá Boz Scaggs. Og nú gongur hann í Havnargøtum.

Jákup og Paul Leim

Tveir vinmenn leggja saman ráð handan trummurnar innan tónleikavinnudagin í Sjónleikarhúsinum. Teir eru Jákup Zachariasen og Paul Leim.

Franklin á Hafnia

Her eta vit døgurða á Hotel Hafnia. Fremstur er Paul Franklin, helst heimsins kendasti steelgittarleikari. Aftanfyri sæst Petur Háberg Jacobsen. Omanfyri sæst Paul Franklin in action á pallinum í Sjónleikarhúsinum meðan ljóðroynd var á middegi í dag.

Sutton skrivar...

Ein av mínum bluegrasshetjum frá Sugar Hill Records hevur leingi verið gittarleikarin Bryan Sutton. Her signerar hann nakrar fløgur, sum eg helst havi spælt í sendingini Burtur á Heiði miðskeiðis í 90'unum. Fittur maður - eins og allir hinir.

Tveir syngja close harmonies

Brent Mason og Bryan Sutton syngja og spæla bluegrassklassikaran hjá Flatt & Scruggs Salty Dog Blues á pallinumí Sjónleikarhúsinum.