Skip to main content

Posts

Elektronisk sálmabók

Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðin við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna.  Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum.  Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og yrkjarar í allari bókini. Og Bíbliuni eisini

Ársins átak

Leygardagin varð marsjerað úr salinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu og niðan í nýggja Herbergið á Dalavegi 1. Nógv fólk møtti og øll vóru fegin um átakið í endurreista Kagganum (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin varð nýggja Herbergið hjá Frelsunarherinum tikið í brúk á Dalavegi 1. Ein hátíðarlig løta, sum í Havnargøtum er fylt við symbolikki. Fyri hálvari øld síðani hildu mormonar til á somu grund. Helst vóru teir bara menn. Men ein granni, sum búi longur niðri á Dalavegnum, mintist at norska Jórun búði á loftinum og onkuntíð opnað vindeygað, at syngja norskar sangir yvir Havnina. Kanska ein fyrijáttan um norsku rótina í Frelsunarherinum, sum nú er gróðursett á sama staði. Men ímillum hesar hendingar er rúm tíð, har hølini hava hýst ølklubbanum Kagganum. Ella frítíðarfelagnum , sum telefonbókin segði. Tá Kaggin fór á heysin, keypti Frelsunarherurin hølini. Men plágurnar vóru ikki av fyri tað. Eins og í Gamla testamenti kom vatnflóðin og skolaði alt úr kjallaranum. Og mong ár innan he

Miðlarnir og eg

Avmyndaður í Rás2 eina djúpa løtu meðan tosið er um coyntrytónleik og fiskiskap. Hallur Joensen bíðar uttanfyri. Verturin situr fyri borðendanum... Fríggjadagar er nýtt Vikuskiftisblað í Sosialinum. Blaðið setir nýggjan grafiskan standard. Mett saman við nýggjastu útgávuni av blaðnum Kvinnu eri eg sannførdur um at grafiska vinnan hevur tikið seg nógv fram í Føroyum. Og í hesum føri ikki eitt orð um innihald. Burtursæð frá at eg sjálvur sleppi at brúka meg um miðlar í nýggja Vikuskiftisblaðnum. Tað gjørdi eg forrestin longu í 1987, tá eg ummælti sjónvarp í Sosialinum. Siktið við dagsins fjølmiðlaspurningum er, sambært ritstjóranum Innu Tornroos, at fáa eygað á hvat er vert at brúka tíð uppá í miðlunum. Her eru so míni boð: Dag- og vikubløð Lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi. Heimasíður Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi Google sum startsíðu og brúki onkrar dagar nógva tíð at skriva í mín egna blogg. Tað velst um evnið. Tó

Meiri enn túsund orð

- Munnu tey vera glað? Ovast sæst mynd úr Sosialinum, sum Jens Kristian Vang tók. Niðanfyri sæst mynd úr Dimmalætting, sum Alan Brockie tók. Báðar myndir eru úr viku 43. Mangur man undrast, hvat fyriferst á tíðindafundum. Í vikuni vóru í hvussu er tvær myndir, sum bendu á at tíðindaarbeiðið er lítið hugaligt. Í fyrra førinum var tað Sosialurin, sum hevði eina mynd av trimum brúnasíðum luttakarum á tíðindafundi hjá Tórshavnar býráð. Í seinna førinum er fundur á Dimmu, har hummaramálið er fyri. Journalisturin, sum er í miðdeplinum, er samdur við Birgari á fyrri myndini. Hann ynskir seg langt burtur. Jú, ein mynd kann siga meiri enn túsund orð. Hesa tíðindavikuna varð tað staðfest tvær ferðir...

Dómsnevnd um Antichrist

Lars von Trier framman fyri uppslagnum um norðurlendsku filmsvirðislønina (Pressumynd) Í dag kunngerð norðurlendska dómsnevndin, hví hon letur danska filmin Antichrist fáa virðisløn sum fremsti norðurlendski filmur í ár: ”Lars von Triers Antichrist är en vild, visuellt vacker och chockerande våldsam film om sorg, vrede och skuld. Filmen är störande och rörande i sin utforskning av kaoset som invaderar de två huvudpersonernas liv efter att deras unga son har dött. Detta är en passionerad berättelse om känslornas och naturens irrationella krafter som varken förnuft eller kognitiv terapi kan bemästra. Den raserar gränserna mellan den inre och yttre verkligheten när den tränger djupt in i personernas innersta väsen. Med en total frihet i sitt uttryck iscensätter Lars von Trier parets mar/dröm så exakt som möjligt och spelar skoningslöst på rubbningen av den ömtåliga könsbalansen i deras förhållande. Med perfekt bildspråk, utmärkta skådespelare och en mångfald kulturella referenser placer

Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina

Willem Dafoe mannligi høvuðsleikarin, Lars von Trier leikstjórin og Charlotte Gainsbourg kvinnuligi høvuðsleikarin í 'Antichrist' (Pressumynd) Danski leikstjórin Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár. Tað kom fram í ymsum norðurlendskum miðlum í dag, dagin fyri at úrslitið verður kunngjørt. Sjálv handanin verður 27. oktober 2009 í Stockholm. 350.000 krónur fylgja við virðislønini. Virðislønin verður latin fyri filmin "Antichrist". Við Politiken sigur hin altíð ertandi Lars von Trier, at "De andre film må eddermame have været dårlige, hvis min film er den bedste i Norden i år". Men álvara tos, hann er taksamur, dagsins Trier. "Faktisk er jeg meget glad for, at det netop er en Nordisk pris. Jeg føler mig meget tæt knyttet især til Norge og Sverige, hvor jeg har hentet megen inspiration hos Henrik Ibsen, Edward Munch og August Strindberg og inden for filmen er svenskerne Ingmar Bergman og Bo Widerberg klart på min top ti". Í útvarpss

Apoteosa Triers

Ovast sæst Willem Dafoe sum mannligi høvuðsleikarin í nýggja filmi Lars von Triers 'Antichrist'. Niðri undir sæst kvinnuligi høvuðsleikarin Charlotte Gainsbourg við ársins gyltu virðislønin í Cannes. Til høgru er maður hennara Yvan Attal, sum eisini er sjónleikari (Pressumyndir) Upprunaliga skrivað 24.5.2009: Fyrr í vikuni hoyrdi eg Ólav Hátún velja heimligar felagssangir í Útvarpinum. Ein teirra var ‘Vit hoyrdu várið kalla’. Djúpt erotiskur sangur eftir Karsten Hoydal (1912-1990), sum sjálvt fínarumpur úr Havn kunnu syngja í sjávinistiskum mannfólkaveitslum langt burturi á heiðini. Hesin sangur kom mær til hugs, tá eg gekk út úr Dagmar biografinum í Keypmannahavn í kvøld, har tey júst høvdu víst nýggja Trier-filmin ‘Antichrist’ (2009). Í botn og grund eru sangur og filmur um sama ítøkiliga evnið. Kjøtiliga sambandið millum mann og kvinnu, hildið upp móti ótamdu náttúruni. Ein frásøgn um ta keldu, sum lívið streymar úr. Munurin er bara premissurin, og so estetikkurin og hvussu

Edward Fuglø yvir heiðar, gil og vøtn

Edward Fuglø hevur allar orsøkir at verða væl nøgdur í dag. Her er hann avmyndaður undir myndrondini "Yvir heiðar, gil og vøtn" í miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Niðast er hann á brúnni saman við Jógvani Arge og Heðini Mortensen (Myndir: Birgir Kruse) “Yvir heiðar, gil og vøtn” er heitið á nýggjum listaverki eftir Edward Fuglø, sum er ein myndrond, ið fer um allar veggir í miðhøllini í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt. Jógvan Arge heilsaði Edward og samkomuni, sum var í skúlanum í dag, við hesum orðum: Fyri Tórshavnar býráð skal eg bjóða tykkum at verða vælkomin higar í skúlan við Løgmannabreyt, nú vit á fyrsta sinni sýna fram tað stóra listarverkið hjá Edwardi Fuglø. Hesin skúlin ber av øllum, sum Tórhavnar kommunu hevur tikið upp á seg, og einastandandi fyri hesa verkætlanina er, at hetta er fyrsta bygging, har hálvtannað prosent av byggikostnaðinum verður brúkt til listarverk, sum er arbeitt inn í bygningin. Listarliga arbeiðið verður umsitið av Listabólkinum í T

In the middle of nowhere

Atongumerkini eru tryggjaði til konsertina við Charley Pride í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið 22. november 2009 klokkan 19:00 (Myndir: Birgir Kruse) Hvat er at vera bygdasligur? Er tað neiligt ella jaligt? Í dag kom eg nærri einum svari. Tí eg kendi meg bygdasligan í nýggjum ljósi á einum óvæntaðum staði. Tað var, tá eg í slavnari toku fór niðan í Gundadal at keypa mær atgongumerki til Charley Pride konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í sjálvum sær eitt afturhvarv til dansistovuna á Eiði og vónleysa lívið millum túrarnar hjá langfaramonnum á bygd. Statoilstøðin selir dagsins atgongumerki. Fyrr æt fyritøkan Esso og á Eiði var hon umboðað av Óla í Pálstovu, sum niðri á Hamri seldi bensin fyri 2,05 kr liturin. Articon, ið er ein av fáu fyritøkunum, sum bjóðar arbeiði til føroyskar hendur í dag, umvælir støðina í Gundadali. Hon er flutt í eina grillbarr, har angin av stoktum pylsum stendur ramur í nasarnar, tá eg tríni inn um. Úr útvarpslurtinum hoyri eg Øssur Winthereig siga nøkur

Hey Jude er best

Ovast sæst plátan Hey Jude, sum fekk flest atkvøður í Bitlavinafelagnum. Síðani eru vit á Heystframsýningini í Listahøllini á Skipasmiðjuni, at fáa rætta klangbotnin. Birgir hyggur inn í standmynd, sum er partur av innstallasjón hjá Brandi Patursson, meðan Hans tekur undir armin á hinum partinum av somu innstallasjón. Við Hansinu Iversen í baksýni er Andrias Andreassen heilt intressantur. Hann tók myndina av okkum fýra í tí klivanum, vit hildu vera mest spennandi við Mariusi Olsen til vinstru, Anker Mortensen mitt fyri og Tórbjørn Olsen til høgru. Mest áhugaverda einstaka verkið mundi vera Tóroddur Poulsen við skipsskrúvu og kongabommum. Praktfult á Skipasmiðjuni. Síðani fóru vit undir meira verðslig fyribrigdi sum spik og epli á baksetrinum í einum gomlum Volvo. Leggið til merkis at Hans hevur skrivað The Beatles á døgguta bilrútin handan Veðrin. Og so ganga vit úti í veðrinum yviri við Strond. Suni Mittún tók felagsmyndina við brimi. Leygardagin 3. oktober 2009 var lýst til tingset

Føroyar sum brand

Merkið er nógv brúkt brand í íslendskum handilsgluggum í løtuni. Ovast gamli skreythandilin hjá Franch Michelsen, síðani Boys in a Band í geisladiskabúðini hjá Smekkleysa og niðast Icelandic Wonders við íslendskum ullavørum, sum allar eru føroyskar og frá Sirri (Myndir: Birgir Kruse) Føroyingar, ið ferðast í Íslandi, verða bornir á lógvum. - Var tað ikki fyri tykkum, so fóru vit á húsagang, sigur ein handilskona, ið selur mótaklæði til múgvandi kvinnur á handilsgøtuni í Reykjavík. Eftir okkara pungi er prísurin í botni, hóast merkini eru tey dýrastu. Á Laugavegnum er einki tekin um kreppu. Men tað kennist pínligt at vera føroyingur í Íslandi. Í næstu búð eru fløgur til sølu. Skilji, at Smekkleysa eigur úrvalið, sum er í topp og tænastan hægri. Eftir ein fyrilestur um Pétur Poppara, Pétur W. Kristjánsson, varnist eg nakrar føroyskar fløgur. Harkaliðið og Boys in a Band. Henda seinna stendur fremst og best fyri í geisladiskabúðini. Merkið, føroyska flaggið, er sett á dreingirnar úr Gøtu.

Gentan, ið spældi við eld

Ovast Lisbeth Salander (Noomi Rapace) í Bowie-máling sum einsamallur hevnari. Í miðjuni tey bæði Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist (Michael Nyqvist). Niðast Paolo Roberto (ipso facto) og Mikael Blomkvist (Pressumyndir frá filminum) Notat í Havnar bio, tá filmurin Gentan, ið spældi við eld varð sníksýndur mikukvøldið 16. september 2009: Format Formatið og tøknin í filminum um Gentuna, ið spældi við eld , elva til ein kornutan og grumsutan myndaflata. Filmurin er gjørdur til sjónvarp og dvd, og nú blástur upp til vítt og breitt biograflørift. Fyrri filmurin Menn, ið hata kvinnur hevði munin skarpari myndir, serliga frostmyndir burturi í óbygdum har norðuri í Svøríki. Av øllum nøvnum lýddi danski leikstjórin navnið Oplev. Til henda nýggja svenska filmin er framleiðsluliðið svenskt. Løgið, so ymiskt úrslitið verður. Leikstjórn Svenski leikstjórin Daniel er sonur Hasse, Hans Alfredson, sum vit kenna frá Hasse & Tage. Daniel er 50 ára gamal og hevur fyrr gjørt tveir Sjöwall og Wah

Hoyrispæl ella fakta?

Einaferð var eg í hørðum orðadrátti á Filmskúlanum í Ebeltoft. Orsøkirnar vóru tvinnar. Øðrumegin journalisturin Anders Agger og hinumegin filmsleikstjórin Birger Larsen. Hin fyrri, Agger, hevði gjørt nógvar gernadissøgur til Søndagsmagasinet , tíðindasendingina hjá Danmarks Radio. Til dømis við tónleiki og sterkum kensluskapandi effektum, tá jarðarferðir skuldu lýsast og eingin møtti. Hin seinni, Birger Larsen, hevði gjørt filmarnar Latið hvítabjarnirnar dansa, Kalsvognur og allar reklamufilmarnar um Squash við Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard. Eftir at Agger var liðugur við eina sterka og mettaða framløgu av kenslujournalistikki, sum fer undir dýnuna, niður í buksurnar og langt undir húðina, fekk navnin Larsen orðið. Hann bannaði alt kensluligt følarí niður og norður. - Í hvussu er tá eg hyggi at tíðindum, segði hann avgjørdur og vísti á at TV-avísin er hægsta álit í dagliga tíðindafloyminum. Og soleiðis vil eg hava tað at vera, sigur Larsen. - Vil eg uppliva kenslur og verða for

Poetiskur beiskleiki

Traðrirnir knýta seg á bryggjuni, har taxasjáførurin Erik fær ein óvæntaðan mann í bilin (Myndir úr filminum Passasjeren, Sakaris Stórá 2009) Í postinum um dagarnar kom ein stuttfilmur á fløgu. Poststemplaður heima á Sandi og við avsendara í Skopun. Sakaris Stórá er navnið. Varnaðist navnið í apríl, tá filmsstevnan Vársól var í Havnar Bio. Tá var fyrsti filmur hansara Ikaros sýndur sum forfilmur. Við briljantum teknikki var frásøgustílurin lágmæltur, men intensur. Ein desperado av bygd, ið segði mær nógv. Uttan tey mongu orðini. Cleancut. Lati brævbjálvan upp og leggi fløguna í Sonyspælaran við umfarsljóði. Filmurin startar. Heitið er Passasjeren . Dialogurin er norskur við enskum undirteksti. Lágmæltur og intensur. Ja, niðursjóðaður dramatikkur. Ein nútíðar tragedia í steinoyðuni á bygd, har lítið verður mælt og minni hendir. Søgan er leikandi einføld og tó samansett sum eitt mysterium. Klassiskt og væl frágingið. Myndirnar undirstrika sama strenga einfeldni, ið bara sæst, har eingin

Sakaris Stórá, filmslistamaður úr Skopun

Sakaris Stórá er 23 ára gamal og uppvaksin í Skopun. Tá hann hevði arbeitt trý ár á flakavirkinum í bygdini fór hann til Noregs á filmsskúla. Nú er hann heima aftur. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand og helt so fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Passasjeren var endaligi fráfaringarfilmurin á seinna skúlanum. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin Ikaros . - Tað er nokkso ringt at seta orð á, hvussu man fær eitt hugskot til ein film, tað kemur oftast í smáum, sigur Sakaris. - Tá eg gjørdi mín fyrsta film Ikaros , setti eg mær tað mál, at tora at fortelja eina søgu sum var nokkso persónlig. Tað vil siga at eg kendi væl til kenslunar, the setting og umhvørvið í filminum, sjálvt um problematikkurin og sjálv konfliktin ikki var persónlig. Hugskotið til Ikaros kom frá einum lítlum essay, sum eg skrivaði um ta kensluna, ið er knýtt at útlongsli. Ein kensla, sum tey flestu, ið vaksa upp á bygd ke

Merkið í 65 ár

Tórgerð Hentze vísir mær oman í kjallaran, har gomul skjøl er skrásett av einslistum. Her er ljóst og rúmligt og til ber at blaða og lesa á einum borði framm fyri bókahillunum. Fyrst sæst Gerðabókin og síðani uppslagið frá 1944 við undirskriftum. Við í málinum er áheitanin frá løgtinginum um at flagga føroyskt frá 1943. Ovast sæst Merkið og flaggið hjá kommununi veittra, tá Tórsbreyt varð tikin í brúk og borgarstjórin helt talu í skarpari sól (Myndir: Birgir Kruse) Í 65 ár hevur Merkið veittrað á kommunalum bygninum í Havn. Í einari bók, sum ein vinmaður viðmælti um dagarnar, stóð nakað at lesa um júst hetta sama. Bókin eitir Nationale symboler i det danske rige 1830-2000. Høvundur er Inge Adriansen, f. 1944, lic.phil. og savnsvørður á Sønderborg Slot. Tórgerð Hentze, sum arbeiðir í journalini hjá Tórshavnar kommunu og hevur sjáldsama góða hilling á gomlum skjølum, fann mær málið fram. Stuttligt at síggja upprunaskjøl frá eini tílíkari hending. Málið er nummar 22 í árinum 1944, lagt