Skip to main content

Posts

Lækkið garðar, opnið dyr og skapið liv!

Birgar Johannessen við trimum bókum um Havnina framman fyri sær. Niðri undir sæst Birgar við savnslutum í sambandi við framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Niðast eru nakrir av savnslutunum hjá Birgari. Eisini sæst 100 ára flaggið hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse) Samrøða í Jólablaðnum hjá B36, desember 2009 Birgir Kruse Birgar Johannessen er 63 ára gamal, arbeiðsmaður, giftur og búsettur á Norðasta Horni. - Einasta felag eg havi verið limur í er Havnar Arbeiðsmannafelag. So tað er nokk á einari leið at kalla meg arbeiðsmann, sigur Birgar. - Síðst eg var í starvi hjá øðrum enn mær sjálvum, var sum bókhaldari á Smyril Line í tjúgu ár. Tá nýggja Norrøna kom inn um Molan, rýmdi eg. Tá var eg so smátt byrjaður at sita á Landsbókasavninum um kvøldarnar og lesa í gomlum bløðum og skjølum. Stuðul skapar tvístøðu Í fimm ár hevur Birgar sitið á Landsbókasavninum og lisið um gomlu Havnina. So fekk hann fyrsta peningaliga stuðulin frá Tórshavnar býráð. - Lutfalsliga stóra upp

Jákup er Ársins Andøvsfiskur

Jákup Simonsen við myndin 'Ársins Andøvsfiskur'. Niðri undir sæst sjálv myndin (Mynd: Bent Kjærbæk og Ole Wich) Á samkomu á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu í dag varð Jákup Simonsen deildarleiðari kosin Ársins Andøvsfiskur. Orsøkin er at tað var hann sum fekk í lag at samskipa hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu. Jákup fekk innrammaða mynd eftir Ole Wich, har teksturin andøvsfiskur er tikin úr orðasavninum hjá V.U. Hammershaimb.

Farvælkaffi á mentamáladeildini

Farvælkøkan, sum Jórun Skorheim gjørdi, og manningin á mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu: Olga Knudsen, Jákup Simonsen, Birgir Kruse, Katrin Ellingsgaard og Hanna Simonsen (Myndir: Johild Holm og Birgir Kruse) So er hundrað ára haldið av og farvælkaffi er á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu. Sum tað stendur á køkuni: Tað var eitt deiligt ár , sum eg eri takksamur fyri at eg slapp at samskipa. Eftir árskiftið fari eg aftur í gamla starvið sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Har er ikki minni spennandi. Samstundis sum farvælkaffi er á Vaglinum, hava tey kleynufund í mentamálaráðnum. Í Leirvík, har Jórun Skorheim gjørdi køkuna, hava tey forrestin sólarkaffi. Fyrsta dagin kunnu vit eins og tey fegnast um at sólin vendir og tað aftur gongur móti ljósari tíðum. Takk fyri samstarvið Jákup, Olga, Hanna og Katrin.

Tíðin stendur still hjá Kathrinu

Tá Halldor kemur inn, stendur tíðin still hjá Kathrinu. Hann vísir mær og Jákupi runt í handlinum, har sølan verður bókførd í hond (Myndir: Birgir Kruse) Handilin hjá Kathrinu Christiansen er partur av jólabýnum í ár. Í skránni verður bjóðað ein ferð aftur í 50'ini í gamla handlinum, kontórinum og seymistovuni hjá Katrinu. Men onkrar løtur kunnu flyta upplivingina til her og nú. Til dømis tá Halldor kemur inn á gólvið og poserar við petroleumspumpuna. Tá stendur tíðin still og tú minnist teir dagar, tá vit keyptu morgunbreyð í Útvarpinum síðst í 70'unum. Anva Bech, sum arbeiðir í avgreiðsluni hjá býráðsumsitingini, minnist væl pumpuna og deymin av petroleum í handlinum hjá Katrinu. Hon búði beint niðanfyri, á Skarv, har hon hevði kamar ovast á loftinum. Á Skarv, sum nú nevnist Áarstova við Knútsstovu niðaneftir, innrættar Beinta Háberg Jacobsen matstovu, sum Café Natúr skal reka. Tað er sjáldsamt, at so ung havnarfólk, sum Anva, hava persónlig minni frá uppvøksturi í hesum ø

Ársins Andøvsfiskur fríggjadagin

Birgir við Ársins Andøvsfiski, settur í toskaskræðu og prýddur við 100 ára búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Ole Wich) Á samkomu á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu fríggjadagin 18. desember 2009 verður ársins andøvsfiskur kosin. Avgerðin er púra mín egna. So her er eingin onnur dómsnevnd enn eg sjálvur. Frá mær persónliga fær móttakarin innrammaða heiðursmynd, sum tekur støði í orðabókini hjá V.U. Hammershaimb frá 1891. Danska orðafrágreiðingin til føroyska kallkynsorðið andøvsfiskur, er: fisk, som går i løn ekstra til den eller dem, som "andøve". Um hetta orðið sigur V.U. Hammershaimb í somu orðabók: ved hjælp at årer, holde en båd stille, så at den ikke driver for vind og strøm (helst på en fiskeplads). Ole Wich hevur gjørt innrammaðu myndina Ársins Andøvsfiskur . Uttan um innskannaðu orðabókafrágreiðingina hjá Hammershaimb er passpartout, sum er gjørt úr toskaskræðu, ið er turkað í Skopun. Niðast, mitt fyri, er 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. So

Føroysk filmslist stóran týdning

Ovast sæst eitt filmslið í túninum í Nólsoy í fjør. Niðri undir síggjast tveir undangongumenn í føroyskum filmi, J.A. Arge, nevndur Pusse, og D.J. Mortensen (Myndir: Birgir Kruse) Sosialurin hevði um vikuskiftið eina forvitnisliga oddagrein um film og filmsgerð í Føroyum. Í somu viku høvdu næmingar í tekniska skúla í Klaksvík vunnið stóra norðurlendska filmskapping, og vikuskiftið undan varð nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir frumsýndur. So evnið er aktuelt og viðkomandi. Her er oddagreinin í Sosialinum 11. desember 2009: Vit liva í eini tíð, har ávirkan uttanífrá er stór. Roynt verður tí at hjúkla um tað, sum føroyskt er, men vit røkka ov stutt. Ein listagrein, sum tíverri ikki hevur verið raðfest høgt er filmur. Tað er løgið, tá hugsað verður um, hvussu stóra ávirkan og týdning filmur á móðurmáli og úr egnum umhvørvi hevur fyri mál og mentan, samleika og samfelag. Vit mugu broyta hugburð til filmslistina. Gera hana til part av okkara skapandi gerandisdegi. Filmur er so spennandi

Sirkus Föroyar letur upp í Havn

Tey gera klárt at lata Sirkus upp í gomlu Skósøluni hjá Jóan Jakku í Vágsbotni í Havn. Ovast stendur Sunneva í durinum, meðan ein av Pixelgentunum málar veggin. Síðani sæst hon í barrini. Niðast er Sunneva avmyndað saman við medeigaranum Jóel Briem til vinstru og virkandi borgarstjóranum Boga Andreasen til høgru (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld kl 20:00 lata Sunneva Háberg Eysturstein og Jóel Briem upp Sirkus Föroyar niðri í Vágsbotni, har sum skósølan hjá Jóan Jakku var fyrr. Konseptið er hitt sama, sum til fyri stuttum var í Reykjavík undir sama navni. Og tað eru júst fólkini aftanfyri alternativa og hugnaliga tilhaldsstaðin í Reykjavík, ið hava samstarvað við Sunnevu um Sirkus Föroyar . Havnin verður heilt víst ein lívligari býur eftir hetta. Og ikki er tað sørt, at Sirkus er eitt gott brand. So hvør veit, kanska fara Sirkus Föroyar , sum einki annað, at seta Havnina á heimskortið. Eitt spennandi átak!

Miðlabreytin í Kommunuskúlanum

Miðlabreytin í stovu 201 Kommunuskúlanum. Eg vísi teimum bloggin, tú lesur úr, og kolofonina í bókini "Fjølmiðlar", sum tey hava lisið (Myndir: Louisa Johnsdóttir og Bergur Rasmussen)  Í dag vitjaði eg Miðlabreytina í Kommunuskúlanum. Tveir dagar um vikuna, mánadag og fríggjadag, hava tey 15 Miðlabreyt í stovu 201. Lærarar eru Louisa Johnsdóttir, Fríðhild Petersen og Bergur Rasmussen. Hetta var fyrsta vitjan. Eftir jól fara tey út at vitja fyritøkur og stovnar, sum fáast við miðlar, og eisini at fáa fólk á vitjan. Næmingarnir vóru sera funky-fresh , fyri at brúka teirra málisku. - Miðlarnir hava makt á okkum, tí er tað so áhugavert og eisini umráðandi at fáast við miðlar, sigur Rakul Johannesen, sum gongur á Venjingarskúlanum. - Vit eru í starvslæru hjá fjórða statsvaldinum, sigur Andras J. L. Petersen, sum gongur á Eysturskúlanum. Miðlarnir kunnu veruliga hava ta ávirkan, at teir verða eitt fjórða statsvald, heldur Andras. Spennandi flokkur við spennandi áskoðanum. Lo

Havnar søga løgd fram

Hósdagin vóru tríggjar nýggjar bøkur í røðini Havnar søga lagdar fram á almennari samkomu í Mullers Pakkhúsi. Løtan var serliga hugnalig, tú her angaði av gløgg, jólatræið var pyntað og Tey av kamarinum og Simme og tey sungu og spældu. Høvundarnir at Havnar søgu, sum nú telur tilsamans 1800 blaðsíður og førir okkum fram til 1909, eru Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen. Jákup Simonsen hevur samskipað útgávurnar fyri Tórshavnar kommunu, meðan Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, hevur staði fyri bókaútgávuni. Anna Brimnes býarbókavørður og Pól á Kletti, blaðmaður á Dimmu, vóru skjót at blaða upp í hesum vakra og stórbara verki, sum nú fæst í bókabúðunum.

Føroyskur tónleikur í hálva øld

Heiðursskjøl vóru latin Teimum av Kamarinum og Simma og teimum, tá bøkurnar um Havnar søgu vóru lagdar fram í Mullers Pakkhúsi hósdagin. Orsøkin er at hálv øld er runnin síðani Tey av Kamarinum góvu fyrstu plátuna út og løgdu lunnar undir tónleik á plátu á móðirmálinum. Samstundis er hálv øld runnin, síðani Simme lat upp Simme Musikkhús, sum enn er til í miðbýnum. Á rútmiska tónleikaøkinum hevur Simme gingið undan og er enn virkin í Tilhaldinum hjá Tórshavnar kommunu.

Muleskinners eystan Múla

Felagssangur í gomlu húsinunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jóogvani, á Viðareiði. Síðani síggjast Hallur og Ragnar við gittara, Jóan Petur við harmoniku, Milson við Hawaii steel gittara, Sonhard við gittara og hatti, Petur við fimm teimum bestu, Petur við fløguni Smile hjá Halli, ársins Hank Williams útgáva knýtir Oddbjørn og Petur, Milson og Jóan Petur lesa úr sangbókini hjá Hank Williams og at enda síggjast tveir fegnir kúrekar - Jóhan og Sonhard (Myndir: Birgir Kruse) Árligi jólafundurin í countryklubbanum við teim mongu nøvnunum var hildin á Viðareiði leygardagin. Sum vant er skráin drúgv og tøtt, og maturin góður. Fleiri hava ljóðføri við og sangbókin hjá Hank Williams er altíð frammi. Fastur táttur er eisini at hoyra Petur Rouch velja fimm tær bestu útgávurnar, hann hevur varnast undanfarna árið. Í ár vóru tvær føroyskar útgávur millum hesar fimm. Tær bestu útgávurnar í ár vóru hesar: The Flatlanders Hills and Valleys Hallur Joensen Smile James Hand Shadow on the Ground Gene Watson

Á hellu eg stóð

Í samljóði við Kristian á Brekkumørk kundu vit sunnudagin lesa Á hellu eg stóð . Dagin fyri var countryklubbin møttur í hugnaligu húsunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jógvani, á Viðareiði. Sunnudagin gingu vit oman á Helluna. Hóast grátt í veðrinum var gott útsýni, m.a. til Múla har vit vóru fyri tveimum árum síðani. Næstu ferð vit hittast í countryklubbanum verður á Hellunum í november 2010. Giti, at allir gleða seg.

At fara til viðar

At fara til viðar Kaffi úr svørtum morgni Posi úr Skemmu Rót úr rútmu Granni úr kapelli Vinir úr túni - til Eiðis Viðareiðis, that is!

Sporini vaksa úr orðum

Katrin og Jóanes stóðu í hurðini og tóku móti gestum til frumsýningina. Jóanes situr hugsunarsamur á pallinum, innan fólk koma inn. Hvørki hann ella nakar áskoðari hevði sæð filmin innan hann varð frumsýndur. Heðin Mortensen borgarstjóri beyð vælkomin og Katrin Ottarsdóttir segði nøkur orð um filmin innan sýningina. Eftir sýningina vórðu bukettir handaðar og Katrin og Jóanes settu seg á pallin og tosaðu eina løtu um filmin. Endin á filminum er stuttligur og speiandi. Helst er tað júst hetta, Carl Jóhan og Jóanes tosa um. Meira sigi eg ikki (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld frumsýndi Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya, í Havn. Filmurin lýsir rithøvundin Jóanes Nielsen, og er hin triði, sum Katrin hevur gjørt um listamenn úr Havn. Frumsýningin var partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin til hugnaligu løtuna. Katrin Ottarsdóttir greiddi síðani frá um filmin og hvussu hann bleiv til.