Skip to main content

Posts

Kanska, í morgin...

Martin tók myndina av Hansi og mær í kjallarakamarinum í 1973. Tað árið keyptu vit allir Zundapp knallert frá Thomas Dam og Mamiya Sekor speglrefleks frá Bambus (Mynd: Martin Jacobsen) Í morgin møtast vit gomlu floksfelagar aftur. Fjøruti ár eftir at Hendrix fór av verðini og hundráð ár síðani Kili loysti frá Spania og bleiv sjálvstøðug tjóð. Báðar markeringar síggjast aftur í skránni, tá vit møtast í morgin og leggja lok á dagin við heitinum Säg inte nej säg kanske kanske kanske...

Fjúrtandi, fullveldi og førleiki

Eftir arbeiðstíð í dag høvdu 25000 fólk atkvøtt á Portalinum, hvørt tey ynsktu loysing ella ikki. Allarflestu taka undir við loysing. So siga tolnu tølini. 64 ár eru liðini, síðani fólkaatkvøðan varð hildin 14. september 1946. Á Facebook eru sjálvandi heilsanir, sum vísa til nærum eins søguliga Beatlessangin When I’m 64, sum nú man ver farin á ellisheim. Og mangt bendir á, at fólkaatkvøðan og kjakið kring hana, er farin eins langt inn á ellisheimið. Men nakrir glottar hómast í dag. Í oddagrein í Dimmalætting sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "14. september er ein dagur, tá ið vit eiga at minna okkum á, hvussu langt vit eru komin politiskt og samfelagsligt. Vit eiga eisini at minna okkum á, at hvør einstakur og hvør einstøk hevur fulla ábyrgd av sínum gerðum. Tað eigur eingin at vera omanfyri, sum í seinasta enda sigur ja ella nei. Vit mugu taka avgerðir og ábyrgd." Á Vágaportalinum sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "Tað er mangt, ið bendir á, at í

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto) Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum. Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her , sum Gudmundur Gudmundsson s

Den store udfoldelse er aldrig for sen

Bárður Jákupsson á nevndarfundi í Steinbrá við Politiken framman fyri sær (Mynd: Birgir Kruse) Listaritstjórin í Politiken, Peter Michael Hornung, hevur um dagarnar stóra grein um Bárð Jákupsson, sum sýnir fram hálvthudrað verk í Skovhuset ved Søndersø, Ballerupvej 60 í Værløse. Framsýningin Uden titel er opin hvønn dag kl 11-17, fram til 19. september. Eg møtti Bárði í Steinprenti í dag og nýtti høvið at avmynda hann við blaðnum framman fyri sær. Yvirskriftin Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Men sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr grenini: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for at gøre. Det har givet hans maleri en selvsi

Nightwatch eftir Rembrandt í 1642

Walisiski leikstjórin Peter Greenaway framman fyri málningi Rembrandts, sum gevur filminum navn. Niðri undir sæst atgongumerkið til filmin, sum Fríða Brekku hevur gjørt á Steinprenti Í samstarvi við Norðoya Sparikassa vísir Steinbrá listafólkafilmar í intima biografinum í Miðlon í Havn. Fyrsti filmurin var um Vincent van Gogh (1853-1890) og annar filmurin í røðini er “Nightwatching”, sum er um Rembrandt (1606-1669) og málningin við sama navni. "Nightwatching" verður sýndur hósdagin 16. september 2010 kl. 17:30. Meðan fyrri filmurin fylgdi ævi van Goghs, er hesin filmurin eksperimenterandi og avbjóðandi, bæði í stíli og innihaldi. Peter Greenaway (f. 1942) hevur gjørt filmin, sum er ein røð av pallsetingum kring málningin “The Night Watch” í 1642. Rembrandt arbeiðir við fólkum, sum sita fyri, meðan valdsharrar bróta seg inn á pallin. - Bygdi málningurin “The Night Watch” á eitt brotsverk? Listamaðurin hugsar og leikarar venda sær beint til áskoðaran, og tosið gon

I only paint what I feel

Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram prent og keramikk í september. Ja, og so undirritaði sjálvur in action, fangaður av Fríðu Brekku (Myndir: Birgir Kruse og Fríða Brekku) Danski listamaðurin Peter Carlsen (f. 1955) lat í dag upp framsýning við prenti og glasaðum steintoyi undir heitinum I only paint what I feel. Fyrsta, ein leggur til merkis, er tey stuttligu heitini. Villy på Færøerne, Nudistvilly og Integrationsvilly. Og so røðin Kunstneren som barn. Mestu umrøðuna í almenna rúminum, man steinprentið Danmark i krig hava fingið. Myndaevnið er Anders Fogh Rasmussen, sum hevur fingið eitt reytt málingablikk oman yvir seg. Tað hendi á Christiansborg og varpaði ljós á donsku luttøkuna í afganska krígnum. Henda ertandi konkretisma liggur undir, ella hongur uppi við fleiri av verkum Carlsens, sum eisini spretta úr teknirøðum og dreingjabókum í 50'unum og seinni. Fryntligi listamaðurin upplýsti eisini at foreldrini høvdu ein amboðshandil niðast í Smedelundsga

Americana í Føroyum

Dickie Lee Erwin og Stanley Samuelsen í Irish Pub fríggjakvøldið. Umframt trúfastar countryfjepparar var eisini familjan hjá Stanley møtt (Myndir: Birgir Kruse) Um miðan august fekk eg meyl frá einum vágbingi, um at ein amerikanari skuldi hava konsert har í bygdini. Kannaði leinkið, sum fylgdi við meylinum og svaraði aftur: 'Hesin maður er alt ov góður til Vág!' Nú havi eg hoyrt hann live, saman við Stanley Samuelsen. Saman, spældu teir í Irish Pub á Skálatrøð í Havn. Og tá eg sigi saman , meini eg veruliga saman. Samanspælið var so tætt og vælklingandi at ein skuldi trúð teir vóru barndómsvinir. Fyri fullum húsum rullaðu teir seg út við sangum hjá Dickie Lee og einstøkum klassikarum inn í millum. Óansæð, hvør sangurin var, so ljóðaði gittarspælið hjá Stanley sum eitt heilt orkestur, pluss Chet Atkins, mind you! Ein fragd at hoyra vælskipaða fylgi- og undirspælið, eina løtu fingerpicking bluegrass, sum sótu vit á The Station Inn í Nashville, og so ein klassikari hjá Lefty Fr

At lensa nýggjar myndir

Gamli Føroya Banki og Sjóvinnubankin eita nú BankNordik Nú var aftur ein nýggj orðamynd. BankNordik. Fyrsta mynd, sum springur úr hesum nýyrði er Herbert Pundik. So eru vit í Politiken og Miðeysturi. Men, jødi ella ikki, tað kann ikki vera meiningin at leggja so langt frá landi við okkara banka. Lesi eg aftur um aftur, at knekka kotuna og lata upp fyri hesum nýggja orði, frá vinstru móti høgru, sum siður er í okkara vinstrastýrdu mentan, so hefti eg meg við fyrstu stavirnar Ban og royni so at gera eitt kvalifiserað git, við at kveita til høgru eftir seinastu stavunum, at fáa eina hóming av, hvat hesin rebus endar við. Í lesingini fái eg orðamyndina Bandik. Rímar óbegrípiliga væl uppá Banditt. Og so allar tær upplagdu ensku orðamyndirnar Tricky Dick og bara dick . Fyri ikki um at tala útlendsku deildirnar, eitt nú í Kolding. Fer hon at eita ehm Kolik ? Hetta var ein stravin orðamynd. Men kanska er tað meiningin og styrkin í nýggja samleikanum, dikk ella ikki. Tá vit hava grinið okku

Er Upperdog besti norðurlendski filmur?

Sara Johnsen, niðast, hevur leikstjórnað norska filmin, Upperdog, sum kappast við fýra aðrar um norðurlendsku filmsvirðislønina 2010 (pressufoto og plakat) Á sjónvarpsrásini Canal+ eydnaðist mær í kvøld at síggja filmin Upperdog , sum er norska boðið uppá besta filmin í Norðanlondum beint nú. Mentanarpolitiskt er tað áhugavert, at ein handilslig sjónvaprsrás sýnir filmin fyri øllum Norðanlondum og ikki lokali biografurin, ella norðurlendski stovnurin Norðurlandahúsið. Heldur ikki norðurlendski vinnarin í fjør, Antichrist , er enn sýndur herheima. Og eingi tekin eru um at stórsta áskoðaramagnet í Danmark beint nú, Hævnen , verður sýndur herheima. Løgið, at bestu boð uppá aktuellan norðurlendskan film hava so trupult at náa føroyskar áskoðarar. Tykist, sum um filmur er vorðin ein sjálvforvaltandi mentanarpolitikkur og at áhugaði mugu taka til takka við skránni hjá Canal+, sum lukkutíð hevur Upperdog á skránni beint nú. Hóast norskur og kaleidoskopiskur í frásøguhátti, er hann allme

Tankar yvir trimum popp-plátum við Mikinesi í baksýni

Skitsublokkurin hjá Mikines setir lit á verkið (Myndir: Birgir Kruse) Í kringvarpstíðindunum sunnudagin vóru høvuðsyvirskriftirnar úr tveimum bloggum. Fyrst úr listablogginum hjá Kinnu og Inger um húkin í Klaksvík, og síðani eitt prát við Eiður Guðnasson, fyrrverandi sendiharra í Føroyum. Í Íslandi er hann so næsadjarvur bloggari, at ein bestaborgarafrúa hevur hótt hann við rættarsókn. Her í landinum eru nógv skilafólk, sum blogga. Skriva nøkur orð, tí tey hava nakað uppá hjarta. Og har fór fyrsta popp-plátan av bloggastokki: Bee Gees í 1968 It’s only Words, and Words are all I have . Orð eru fátæk, men onkuntíð eru tey alt vit eiga, at lita dagin. Og har var onnur popp-plátan: Chicago í 1970 Colour My World. Meðan eg bíði við triðju plátuni, skal eg siga at myndirnar omanfyri tók eg í Listaskálanum í januar 2006. Tá sýndu tey fram málningar hjá Mikines, sum hevði verið hundrað, um hann livdi. Serliga spennandi helt eg skitsublokkin vera. Á donskum (who cares) setir Mikines navn

Fimm feitir filmar firnast Føroyar

Fimm aktuellar norðurlendskar filmsplakatir, sæddar úti í heimi. Koma tær ikki higar, mann tað vera tí at Føroyar ikki eru eitt Norðurland longur. Fyrr bar til at síggja listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum, men ikki nú Sjeynda árið á rað, eru fimm filmar skotnir upp at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina og 350.000 danskar krónur. Filmarnir, sum allir eru nýggir, hava verið sýndir á heimsins stóru filmsstevnum, so sum í Berlin, Venezia og Toronto. Eins og undanfarin ár, hevur eingin føroyingur sæð nakran av teim tilnevndu filmunum. Tó kenni eg tvey nøvn aftur. Tey eru danski Thomas Vinterberg, sum gjørdi FESTEN og íslendski Dagur Kári, sum gjørdi NÓI ALBINÓI.  Hanne Palmquist, sum er stjóri í norðurlendska filmsgrunninum, sigur á heimasíðu teirra: "This is the seventh time we are awarding the NORDIC COUNCIL FILM PRIZE and it is very gratifying to see that once again we are able to gather a field of five very different films of high artistic and international qual

Asta og kioskin

Eitt av afturvendandi myndaevnunum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv Posthúsið til Snarskivu hjá Kommununi. Soleiðis broytist so mangt. Men ikki kioskin hjá Astu. Hóast flutt nakrar metrar, yvir um parkeringsplássið, so er kioskin hin sama. Og um kvøldarnar kanst tú uppliva at Asta biðjur um hjálp at seta tungu brettini upp fyri kioskvindeyguni. Sigst, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur útint hesa sjáldsamu tænastu, sum er avmyndað omanfyri. Av sonnum ein býarmynd, Asta og kioskin altso. Dimmalætting upplýsir at nú fyllir Asta í Reyðu Kiosk 80 ár. Asta var bert 18 ár, tá hon fór at arbeiða í kioskini, sum pápi hennara bygdi inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin í 1935. Til lukku!

Hús, bátar, fólk - og ein bilur

Myndir av ovastevnu í Nólsoy 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Ovastevnan varð hildin í fagrasta veðri um vikuskiftið. Eftir setanina, har Havnar Hornorkestur spældi og Marin Katrina Frýdal helt røðu, komu allir bátarnir, sum høvdu verið í Regattasiglingini norðan av Eiði, til Hósvíkar og nú til Nólsoyar. Summir stórir, summir smáir bátar. Um hálvthundrað høvdu bílagt pláss við bryggjuna og flotbrúnna, men nógv fleiri komu, so trongligt og strævið var at fáa pláss til allar. Børn fiskaðu og fangaðu krabbar, fyrrverandi landstýrismenn slerdu bøin, og sum nakað nýtt, struku bilar fram við hornum, so ein skuldi ansa sær at ganga millum húsanna, tí alla staðni var opið og gestablídni skortaði ikki. Har var bæði matur og drekka til stór og smá.

Um fjørðin í annan heim

Myndir av ovastevnu 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Fáir høvuðsstaðir hava somu forrættindi, sum vit í Havn. Eftir fáum minuttum kunnu vit flyta okkum um fjørðin og verða í einum heilt øðrum umhvørvi - í Nólsoy. Umborð á Ternuni seldi Petur á Brekkuni ferðaseðlar til 5700 fólk, aftur og fram. Og so varð borðreitt til seytjandu ovastevnuna í Nólsoy. Fastur táttur er svimjing um fjørðin. Vinnari varð Erling Ejdesgaard. Guðrun Sundar Hansen bjóðaði honum og svimjarunum, teirra millum Jákupi Enni, til døgurða - og upp í hornið av Lívsins Vatni. Eftir setanina, undir Mikkjalsveggi, handaði Marin Katrina Frýdal steypini.