Skip to main content

Posts

Jesus Christ Superstar - ein aðalroynd fyri skúladepilin

Eitt-tvey-trý, so hava næmingarnir á Tekniska skúla reist Jesu kross á pallinum í Norðurlandahúsinum. Leila av Reyni, lærari, letur Judas í gula vestin. Aftanfyri sæst ein partur av stóru klædnagoymsluni, sum Stíl- og Sniðdeildin hevur seymað til leikin. - Hetta er ein víðskygd og djørv byggiverkætlan, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, frammanfyri tekning av Skúladeplinum við Marknagil  (Myndir: Páll Árni A. Berg) At skapa samband millum hendur og heila er størsta avbjóðing í nútíðar skúlaskapi. Henda avbjóðingin slapp at standa sína roynd, tá næmingar á Tekniska skúla í Tórshavn frá skúlaársbyrjan fingu til uppávu at krossfesta Jesus, heingja Judas, smíða og sveisa, smyrja og frisera, og lata hvønn leikara í hóskandi búna í rokkuta sangleikinum Jesus Christ Superstar. Ein aðalroynd Sangleikurin Jesus Christ Superstar, sum Anfinn Heinesen stjórnaði og Gunnar Hoydal týddi, er samstarv millum Tekniska skúla í Tórshavn, Studentaskúlan og HF skeið í Hoydølum og Tórshavnar Musik

Aðalfundur í Steinbrá

Birgir, Gyðja, Kinna og Bárður við pressuna, har tveir litografiskir steinar hjá Tórbirni Olsen síggjast. Á páskum verður skipað fyri limaferð til Solnhofen í Suðurtýsklandi at heinta tílíkar steinar (Mynd: Jan Andersson) Í kvøld var fyrsti ársaðalfundur í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti, Føroya Grafiska Verkstaði, sum heldur til á Skálatrøð í Havn. Nevndin, sum varð afturvald, hevur eftir aðalfundin skipað seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir kassameistari og Kinna Poulsen er tiltakslimur. Steinbrá hevur egnan Facebook-profil, har kunnað verður um virksemið. Her er meir at lesa um Steinbrá .

Plátumeistarin

"Kvøld" er heitið á nýggju fløguni hjá Martini Joensen. Hann avmyndaði eg tá Sólvá Ford og Tórshavnar Stór-Band framførdu "Mánalýsið Gylt" hjá Martini, tá Havnin fylti 100, fyri ólavsøku í fjør Fyri 20 árum síðani fall mær í lut at skipa fyri eini røð av konsertum fyri Norrøna Felagið uppi í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar vóru við Hanusi Johansen, kára p og Martini Joensen. Hvør var betri enn onnur, tá eg sjálvur skal siga tað. Útselt var til allar konsertirnar og tað gava at býta við Hanusi. Sjálvan konsertdagin, ið var føðingardagur Pól F’s, gjørdi Hanus av, at konsertin skuldi vera ókeypis. - Føðingardagur Pól F’s skuldi ikki verða eitt sirkus, segði hann. Og so varð. Ongar billettir, einki gjald. Bara konsert, fyri øll og í besta flower power anda. Tá dyrnar lótu upp, gekk upp fyri okkum, sum skipaðu fyri, at nú visti eingin, hvussu nógv vóru inni. Táverandi stjóri, Karin Flodström, var ikki blíð, nú fólk tustu inn og settu seg omaná hvørt annað, á s

Kúrekajamm í Havn

Innjbóðingin á ár fevnir um Jack Daniels og Pól F Joensen (Mynd: Birgir Kruse) Leygarkvøldið møttust vit, tólv countryvinir, í Tórsbyrgi. Oddbjørn Vágslíð hevði funnið prentaðu Útvarpsskránna frá 1994, tá eg hevði ferðandi tónleikasendingina Kuffertið og spældi The Pan American við Hank Williams. Upptøkurnar, sum stavaðu frá 1949, hevði eg lánt frá Hera Dam, ið hevði keypt tær í Aberdeen, hagar Strandferðslan tá sigldi. Hank Williams-kennarin, Oddbjørn, ringdi fyri at hoyra hvussu eg hevði fingið fatur á hesum upptøkum. Hetta var fyrstu ferð vit tosaðu. Nú eru fimtan ár liðin. Oddbjørn við tekstasavninum hjá Hank Williams og LP plátuni This Time við Waylon Jennings. Til vinstru Heri Dam og Sonhard Johannessen (Myndir: Birgir Kruse) Hóast Hank Williams alla tíðina spøkir, tá vit møtast, var Waylon Jennings avtalaða høvuðsevnið í ár, bæði í tónleikavali, filmi, fyrilesturi og spurnarkapping. Jóhan á Plógv, steinar úr garðinum hjá Waylon og Jóhan og Jón við innrammaða húsanum

Deyðin á Facebook

Í realskúlanum á Oyrarbakka var ein skilagóður lærari, sum í føroyskum lærdi okkum at hava eina ironiska frástøðu til flest allar tekstir, og serliga boð frá vegleiðandi øvrigheitini í Havn. Hetta var langt innan postmodernaði stílurin, um aldri at taka nakað fyri fult, bleiv móti. Ein dagin í 70’unum fóru vit at síggja Woytjek í høvuðsstaðnum. Ørminnist, at Olivur Næs, sum var høvuðsleikari, kvað upp í saman “Deyðin kemur, deyðin tekur øll!”, meðan hann, gangandi aftur og fram, snaraði kastinum í lívsins stóru spælidós á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Útvið fjøruti ár eftir leikin um Woytjek , er mangt broytt, tá um samskifti ræður. Við interneti og tráðleysum telefonum í hvørjum húsi, er sjálvsagt at andlát og jarðarferðir, fyrr ella seinni, gerast partar av samskiftinum. Í einari lýsing í bløðunum fyrr í ár, varnaðist eg fyri fyrstu ferð, at Facebook-vinir fingu tøkk fyri sýnda samkenslu eftir andlát og jarðarferð. Tað var beiggi hin deyða, ið takkaði. Eins og hjá Woytjek go

Jesus Christ Superstar

Plakatin og mynd av Facebook profilinum hjá verkætlanini Jesus Christ Superstar. Sangleikurin byggir á kendasta tekstin í vesturlendskari mentan. Í so máta eru vit 'vælsignaði' við tveimum bíbliutýðingum og hópin av sang- og sálmabókum (Myndir: Facebook og Birgir Kruse) Fríggjakvøldið frumframførdi Rytmiska Kórið í Hoydølum sangleikin  Jesus Christ Superstar í Norðurlandahúsinum undir leiðslu av Anfinni Heinesen. Kvøldið eftir sá eg leikin saman við starvsfólkum á Arbeiðsloysisskipanini. Innan sýningina skiftu vit orð um bókmentunarliga hugtakið tulkingarfelagsskapur , sum er semiotiskt ástøðið hjá Stanley Fish frá 1976 um tekst, sum gamaní eigur orð, men er einki uttan tann felagsskap, ið gevur meining úti millum fólk. Bíblian man vera størsti tulkingarfelagsskapur hjá okkum, tað veri seg í tónleiki, myndlist, ella bókmentum.  Upprunaligu plátuhúsarnar frá 1970 og 1973 hevði eg lánt frá Peturi Rouch, Anniku Sølvará og Hallsteini Sigurðsson. Onkrar átti eg sjálvur. Samtíð

Stríðsepli

So var aftur eitt loyniligt kort við duldum boðskapi borið í hvørt hús, eins og kristiliga kortið upp undir síðsta løgtingsval. Í vanligum føri er tað so, at alt samskifti er treytað av vitan um avsendara og ætlan hansara. So viga vit og koma til eina persónliga niðurstøðu, sum vit, alt eftir boðunum, kunnu deila við onnur og taka støðu útfrá. So er ikki í hesum føri. Tað ber ikki til, tá postmaðurin gongur ørindi fyri huldufólk, eins og dulnevnd lesarabrøv í bløðunum. Samstundis eru nýbornu boðin so torskild, at ilt er at meta um tey og yvirhøvur taka lut í hesum kjakuppleggi, sum heldur er eitt stríðsepli, eins og kristiliga kortið, ið tó var heldur greiðari, sum sæst omanfyri. Á Netstaðnum  Manningin er skjótt at staðfesta, at avsendarin helst er hin sami, sum í 2008 sendi kristiliga kortið í hvørt hús. Á netstaðnum er samgongan í Tórshavnar kommunu eisini viðgjørd. Og tá vit eru liðug at hagreiða møguliga innihaldið í aktuella útborna kortinum, og teir leysu pástandir, sum har

Minnismentan

So er, at enda eru minnini alt. Bæði í bø og grøv... Mentan er eitt, og minni nakað annað. Ella er tað nú so? Er føroysk mentan ikki heldur ein samanrenning av minnum, sum vit vilja halda fast í, tí tey eru attraktiv og løtt at selja? Fyrr í ár varð eg boðin at siga nøkur orð í Norðurlandahúsinum um Norrøna Felagið í Føroyum og, hvørt tað hevði nakran tilverurætt í nútíðarsamfelagnum. Henda seinasta provokativa snaringin var teirra egna. Svarið var eitt rungandi ja , men innan vit komu so langt, varð farið í skránna at hyggja eftir virkseminum hjá felagnum. Jú, her sást skjótt, at høvuðsvirksemið í fleiri ár var at vitja avtoftaðar bygdir. Síðani kom undan kavi, at limaskarin eldist og fækkaðist. Hví so er, var mett sum ein natúrlig avleiðing og vitnisburður um almindeliga menniskjansliga degenerering. Vit blóma og følna. Tað er øllum beskorið. Nú kundi verið hugvekjandi, um onkur sá sær áneyðir at umseta og geva út søguna um lívsins urtagarðsmann, Mister Gardiner, sum Jerzy Ko

Amen í advent

NEMA er gott brand og ein endalig loysn um besta samleikaskiftið nakrantíð. Fjaldi dulvitsboðskapurin er AMEN Samleikaskifti hevur lagt seg á tíðarinnar tonn. Eins og hin altíð fyndugi Høgni Mohr segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, so er trupult at skilja kynið í kettu, tíansheldur kynsskiftið í almenna samleikanum hjá framfýsnum fyritøkum. Eins og hjá privatfólki munnu stundir vera hjá samleikaídnaðinum at fara til tannlækna og loysa tað skón, vit vanliga rópa tannstein. At síggja og smakka heimin av nýggjum. Omanfyri, og púra ókeypis, er eitt boð um effektivt samleikaskifti, fyri stóru handilshalguna í advent: Nema vent á høvdið, Nema speglvent við knappinum 'reverse' í Microsoft Office Picture Manager. Púra ókeypis verður tað til AMEN. Og helst er tað ein undurfundug ábending um endaliga samleikaskiftið av øllum, sum kann fáa jólafriðan at leggja seg yvir samleikan og handilskassan í kirkju og í bý. Muzakkurin afturvið jólalanseringini er King Midas in Reverse við Hollie

Undur í myrkalagda november!

'Håndens skælven i november' er kanska besta yrkingasavn hjá Henrik Nordbrandt. Og meðan hann dregur á novemberluftina, vitja íslendsku GusGus í Sirkus í Vágsbotni. Á niðaru myndin eru Jóel Briem, Sunneva Háberg Eysturstein og Bogi Andreasen avmyndaði í desember í fjør, tá Sirkus lat upp (Myndir: Birgir Kruse) MYRKALAGDUR Árið hevur 16 mánaðir: November, desember, januar, februar, mars, apríl, mai, juni, juli, august, september, oktober, november, november, november, november. Henrik Nordbrandt Hetta er onnur av 91 yrkingum í savninum Håndens skælven i november , sum kom í 1986. Tað var Michael Rasmussen, lærari á Læraraskúlanum, sum gav mær bókina í føðingardagsgávu hetta árið. Brøndums Forlag gav hana út við fimm træskurðum hjá Jørgen Haugen Sørensen í 800 eintøkum. Men heilt myrkalagdur er november ikki, so langt ífrá. Seinasta vikuskiftið í mánaðinum, 26. og 27. november, fara íslendsku GusGus at spæla í Sirkus í Vágsbotni. Fløgurnar á myndini omanfyri fekk e

Spennandi november í Havn

Spennandi november í Havn. Hósdagin 4. november geva Terji og Føstufressar út nýggja fløgu hjá Tutl á Káta Horninum, fríggjadagin 12. november verður sangleikurin Jesus Christ Superstar frumframførdur í Norðurlandahúsinum og hósdagin 25. november verður filmurin Svartur Sannleiki sýndur limum í Steinbrá í biografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Fríða Matras Brekku gjørdi atgongumerkið til filmin. Og enn er november nýggjur...heilt nýggjur.

Special Brew – uttan filtur

Í besta norðurlendska filminum, Submarino , eru rúsevni sum send av himni, tá øll umsorgan svíkur Eins og ølin í yvirskriftini, er Submarino ein filmur, ið er ov sterkur fyri føroyska samfelagið. Hvørki Special Brew ella Submarino verður borið upp fyri føroysk eygu ella smakk. Tá er gott at hava danska sambandið at dúva uppá. Í farnu viku keypti eg Submarino á Gammel Kongevej og havi síðani hugt eftir honum heima í Tórsbyrgi. Og eg sigi bara djúpt indigneraður  Hvar eru myndugleikarnir? Ikki teir biografkønu, men teir sosialu? Søgan er av teim ómildastu, eg havi sæð á filmi. Hon byrjar og endar í ljósi hins almáttuga, men rennur seg so á botn, har høvuðsleikararnir – tveir brøður – royna at halda sær á floti í einum nútíðar lívshavi, so tungt og blýgrátt, sum bara Mikines kann mála tað. Tí heitið Submarino , giti eg. Brennivín og heroin eru einastu linnar hjá líðandi brøðrunum, ið rúsa seg av verðini, meðan vælferðin vendir teim ryggin. Takføri er fyrsta tema eg varnist í