Skip to main content

Posts

Vit telja inni, vit telja úti

Øll telja við. Kúluramma til vaksin á kinesisku matstovuni Nantong og ein litríkari til børn í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn (Myndir: Birgir Kruse) So er Manntal. Fólkateljing í øllum landinum. Fryntlig fólk ganga hús úr húsi at seta á blað nakrar grundleggjandi upplýsingar. Meir enn trý áratíggju síðan síðst. Eg hevði verið fegin um at nakar, privatur ella almennur, tímdi at fara undir hesa sjálvsøgdu uppgávu í nútíðarsamfelagnum. Men nógv eru óð. 'Nei, her býr eingin maður', hoyri eg eitt kvinnumenniskja siga í einum mannatúni í Havn og ripa hurðina í lás fyri nøsini á einum forfardum teljara m/k. Ein kvinna pikkar á dyrnar og vil selja kalendaran hjá Esmar fyri seksti krónur. Nei, ikki í ár. Dimma sannførir meg út á dagin um at konfliktjournalistikkur hevur fingið fastatøkur á føroyinginum. Og á portalinum kann eg lesa um at Edmund sigur í Fólkatinginum at løgmaður kemur skjótt og at stjórnarskipanin er skrotta. Lukkutíð stendur til høgru á sama portali, at føroysk

Føroyar á ferðandi topplista

Hvønn mánað gera útvarpsvertir úr EBU limalondum ein topp 20 lista yvir bestu nýggju etnisku útgávur, eisini róptar world music . Oftast er tónleikurin av fjarum, eksotiskum leiðum, og er nakað norðurlendskt land yvirhøvur við, so er tað Finnland, ið hevur ein blómandi og ríkan etniskan tónleikapall frá sámiskum elektro joik, um karelskan power sang, til sprelskan sigoynaratonleik við big band og elgittarum. Nú eru Føroyar á fyrsta sinnið komnar á listan. Tað er við útgávuni Travelling hjá Kristiani Blak & Yggdrasil (Tutl 2011). Útgávan verður lýst soleiðis: Interpreter : Kristian Blak & Yggdrasil Label: Tutl Records Location: Faroe Island Kristian Blak and Yggdrasil invoke nine shamanic journeys, in an eclectic collection of influences from South America, Greenland, American Indians, Inuits and of course the Cosmic Tree Yggdrasil itself. Blak's piano provides a constant backdrop for the meanderings of flute, strings, recorders and guitars in a mesmeric musical

Manntal

So kom spurnarblaðið frá Manntali í postkassan. Tá tú tekur blaðið upp í hondina og blaðar í tí, minnir tað eitt sindur um gomlu Candor og Sport príslistarnar í vavi, liti og sniði. Men spurnarblaðið er greitt at lesa og neyvan er nakað ivamál um, hvar og hvussu eg skal skriva. Fyrst skrivar eini persónurin í húskinum og so hin, ella hinir, um fleiri eru. Tá tú ert liðug við tín part, verður hetta upplýst. Greitt og væl skipað. Sjáldsami fríggjadagurin 11.11.11 verður eisini brúktur. Spurt verður um nakar fremmandur gisti undur somu lon henda dag, um tú vart burtur hesa nátt og hvør hjúnastøðan var. Og kanska er tað ymist, alt eftir nær á hesum degi svarað verður. Tað eru nógv, ið ætla sær at giftast fríggjadagin ellinta í ellinta í ellivu. Og so er eitt stuttligt tilboð um at taka eina mynda henda sama dag klokkan 11:11 og senda hana til heimasíðuna hjá Manntali . Stuttligt, við fynd. Tær, sum eru óðar um heitið, Manntal, vita ikki hvat tær snýta seg sjálvar, Móðurlandið og Hagdeildi

Tá politikkur gerst menniskjansligur

Helst eru hendur sterkastu og mest sjónligu amboð í politikki. Og eisini tey veikastu. Ella í hvussu er tey fyrstu at vísa, hvar politikarin er á maktleiðini, á tindinum ella í dalinum. Meðan politiska dýrið Berlusconi hevur gjørt tey frekast hugsandi tekin við hondini, er tónin og atferðin í dag ein onnur. Myndin av honum er tikin í italska tinginum í dag. Berlusconi hevur tapt og søkir av handahógvi um eina hjálpandi hond frá síðumanninum, Uberto Bossi, formaður í Liga Nord. Men hondin, sum er omaná, er enn aktiv. Hvat merkir hetta retoriska handatak? Í dag tørnaði danski Anders Samuelsen fyri í sjónvarpinum har í landinum, óður um at skandalupressan hevur avdúkað og spunnið eina vemmuliga søgu um at hann hevur hjálpt einum persóni úr djúpari narko-skuld í donsku undirverðini. Skuldarin, sum hann hevur hjálpt, er hansari egni sonur og áognararnir eru Hell's Angels. UG til Anders, sum fyrst og fremst er pápi og síðan politikari, men dumpikarakter til donsku pressuna, sum sigur

Heimferð, annar partur

Onkuntíð er tilveran svørt-hvít og einki annað. Alt verður svart ella hvítt, og slettis ikki grátt. Til dømis tá Atlantsflog ikki flýgur og tá tú á øðrum degi bíðar eftir farti heim. Til at stytta okkum stundir í tílíkum føri, fara vit at arbeiða við ymsum, sum er fyri hondina. Onkur skrivar, onkur filmar, onkur fotograferar og onkur gongur bara í kring í lufthavnsbygninginum, sum sætt at siga ikki er serliga stórur, og sum frálíður rættuliga óinteressantur. Her er einki, púrt einki. Hvørki svart ella hvítt. Bara keðsemi. Í hvussu er tá tú gongur her á øðrum degi. Og tað hóast ein fryntligur maður við dimmum og góðum skeggvøksturi bjóðar mær at vinna ein hvítan Audi R8. Men tað kostar at hugsa mær at vinna. Hundrað krónur bara fyri tankan. So eg gangi víðari, blaði í bløðum, eti pylsur og - ja, ein øl fer eisini niðurum. Í O'Leary barrini lenda vit á tosinum um myndatól og fara aftur til eina tíð við sannkenningini um at alt veruliga er svart-hvítt. Og í hesi sannkenning avmynda v

Heimferð

So er heimferð úr Lübeck, hansastaðnum við teim mongu norðurlendsku filmunum. Birna Jacobsen er avmyndað í Kastrup, haðani vit ætlaðu at flúgva heim í dag, men kanska sleppa í morgin. Fyri Norðurlandahúsið hevur Birna við kønari hond samskipað ferðina til Lübeck, filmssýningarnar og móttøkuna har. Alt til UG. Og besta er, at í hesum hugnaliga norðurtýska býi eru so ovurhonds nógv fólk, sum vísa ein ektaðan áhuga í føroyskum og norðurlendskum viðurskiftunum. Her er av sonnum eitt dedikerað publikum . Um 150 filmsýningar eru, 54 spælifilmar og 18 stuttfilmar, sum kappast um virðislønir. Umframt eru aðrir filmar, gamlir ella nýggir, til dømis ein týskur filmur har ein rúgva av blindum fólki møttu. Um 600 filmfaklig fólk eru við á hvørjum ári, eins og 200 miðlafólk, t.d. Kulturnyt frá Danmarks Radio, sum hevði samrøðu við okkum. Sæð í mun til stóru bókamessuna í Frankfurt er filmfestivalurin í Lübeck nógv greiðari og lættari at gera seg galdandi á. Men í báðum førum krevst, at føroyingar,

Filmar í O rekkju

Í dag sat eg í O rekkju, tí tað var útselt alla aðrastaðni í biografinum í Lubeck. Fremsta rekkja í gamla Havnar Bio kallaðist O. Nú er hon vekk. Men fyrr kundi meir enn so henda seg, at O rekkja var hin einasta, ið var tøk, fremst fyri, beint undir løriftinum. Soleiðis var í dag. So nógv fólk ganga í biograf í L übeck, at í dag var bara pláss í hesi rekkju. King of Devil's Island stendur á billettini, tað er norski filmurin Kongen av Bastøy . Ein yvirskri ft fyri filmsskránna í L übeck kundi verið "The Trouble wih Men". Mannfólkatrupulleikar. Frá stuttfilminum hjá Sakarisi Stórá Passasjeren , sum á poetiskan hátt lýsir beiskleika millum faðir og son, til Silent Light hjá Anton Petersen, ið er ein kærleikssøga á føroyskum Tarkovsky máli, umvegis íslendska spælifilmin Volcano hjá Rúnari Rúnarsson og hin norska Kongen av Bastøy hjá Marius Holst. Allir filmar handla um menn og teirra manglandi eginleika at tillaga seg samfelag, tilveru og serliga hitt kynið. Men besti

Filmar í Lübeck

Sólin setir yvir hansastaðin Lübeck, har norðurlendskur filmfestivalur er. Omanfyri síggja vit Holstentor, sum er býðarmerkið fyri býin, og Radisson hotellið, vit búgva á. Besti filmur, eg higartil havi sæð er Eldfjall , ella Volcano, sum altjóða heitið er. Hin 34 ára gamli Rúni Rúnarsson hevur gjørt filmin, sum er hansara fyrsti spælifilmur. Hann hevur gjørt stuttfilmar síðani hann var 17 ára gamal. Hesin fyrsti spælifilmur hjá Rúna varð frumsýndur í Cannes í ár. Eftir sýningina í Lübeck í dag segði Rúni, at filmurin, sum fyrst og fremst er um at síggja til sterka mannin Hannes, var ein sýning av tí, sum maðurin ikki kundi klára, men konan kundi geva. Ein hugvekjandi og stillur filmur um elli, sum filmsfelagið Klipp fer at vísa. Umboðandi áskoðararnar, gav eg honum hetta skoðsmál: Sehr gut. Í býnum eru fleir handlar, sum gera nógv burturúr filmfestivalinum í Lübeck. Her er tað ein katólskur bókahandil. Og heimkomin á hotellið møta vit myndamannininum hjá Sakarisi Stórá, An

Filmar, marsipan og nostalgi

Í norðurtýska býnum Lübeck er norðurlendsk filmstevna í hesum døgum. Stevnan hevur verið hildin í 53 ár og er hin einasta, ið savnar nýggjan norðurlendskan film á einum stað. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur gjørt av at promovera føroyskan stuttfilm og hevur sett fimm føroyskar stuttfilmar á skránna. Teir eru Passasjeren hjá Sakaris Stóra, sum sæst omanfyri og er ummældur her á blogginum, Sigarett hjá Heiðriki av Heygum, Silent Light hjá Antoni Petersen og tveir stuttfilmar hjá Katrini Ottarsdóttir úr røðini Lejlighedsminder . Longu fyrsta dagin er nærum útselt til føroysku sýningina, sum er í høli 6 við 200 sessum í lokala stórbiografinum CineStar Filmpalast. Býurin Lübeck er lítil og hugnaligur, týðuliga merktur av nostalgi, men eisini kulturradikalismus . Filmstevnan hevur góða lokala undirtøku og týskarar tykjast leggja sær ein part av summarferiuni til júst hesar dagar, 2.-6. november. Her eru nógvar kaffistovur, ið borðreiða við marsipani. Og hevur ein hug at flyta til