Skip to main content

Posts

Henning Jensen í Steinprenti

Danski sjónleikarin Henning Jensen (f.1943) vitjaði í Steinprenti í dag. Hann hevur síðani 1987 verið í starvi á Det Kongelige Teater, har hann gavst í 2002. Hann hevur spælt í mongum leikum og filmum, so sum En sælgers død , King Lear og Amadeus . Í filminum um Barbu spældi hann provst Morsing og í sjónvarpsrøðini Rejseholdet var hann Palsby, ríkisovasti og vit sóu hann eisini í Krøniken og Lykke . Men tað er ikki sum fagnaður sjónleikari, at Henning Jensen og konan Solbjørg Højfeldt (f.1947) eru í Føroyum í hesum døgum. Henning er her í sambandi við altjóða Sálarfrøðidagin at siga frá um, tá hann fyri 35 árum síðani varð raktur av djúpum tunglyndi, so hann mundi doyði. Og ikki minst, hvussu hann seinni lærdi at liva við sjúkuni. Gjøgnum lívið hevur Hennnig Jensen ofta verða raktur av tunglyndi. Hann hevur gjørt av at siga opið frá um sjúkuna á ein persónligan hátt við skakandi dømum úr egnum lívi. Hann ger vart við, at verða framhaldandi eins nógv rakt av tunglyndi og

Mo Yan úr Kina fær Nobelvirðisløn

Nobelvirðislønin í bókmentum 2012 fer til kinesiska rithøvundan Mo Yan (f.1955). Tað sigur Peter Englund, skrivarin í Svenska Akademinum. Nakrir setningar úr grundgevingini ljóða: ”Mo Yan, som med hallucinatorisk skärpa förenar historia, saga och samtid. Han ger oss unika inblickar i en unik miljö på ett unikt sätt. I sin komplexitet påminner Mo Yan om den hos författare som William Faulkner och Gabriel García Márquez. Men han tar också utgångspunkt i äldre kinesisk litteratur och folklig berättarkultur." Tær bøkur hjá Mo Yan, sum er týddar til svenskt, eru Det röda fältet , Vitlöksballaderna og Ximen Nao och hans sju liv , alla á forlagnum Tranan. Mo Yan er føddur í 1955 og uppvaksin í Gaomi í Shandonglandslutinum í Landnyrðingskina. Fyrsta skaldsøgan varð prentað í einum bókmentanarligum tíðarriti í 1981, og í 1986 gjørdist hann kendur við stuttu skaldsøguni Touming de hong luobo , sum Google Translate umsetur til Gjøgnumskygda gularótin. - Jag hoppas att det här kan

Múrverk í samskifti

Hetta uppslag sæst við Múrin, okkara mætasta fornminni, sum teksturin sigur. Uppslagið hevur staðið í nøkur ár og ofta havi eg staðið framman fyri talvuni og greitt ferðafólki frá, tí tey skilja ikki, hvat talvan sigur. Heldur ikki á teirra móðurmáli, enskum. Og so sigur talvan slettis ikki, hvussu gamal Múrurin er, sum er fremsti og oftast einasti spurningur hjá ferðafólkum. Tá havi eg ordiliga hug at taka reyða lærarapennin fram, sum var tað próvtøka í samskifti við Múrin. Støðumetið hevði verið stak ivasamt, kanska ikki staðið. Tí hvat sigur trímælti teksturin um okkara mætasta fornminni? Í besta føri sigur teksturin okkurt um klandruta føroyska málsviðgerð, sum aldri eigur at koma út um skrivstovudyrnar hjá málsviðgerðanum. Nýggi stjórin á Ferðaráðnum segði sum tað fyrsta, at nú var nóg mikið tosað og putlað við talvur og toilett kring landið. Eg haldi ikki. Her skal ein samskiftisfyritøka setast á málið - beinanvegin. Tí, sum teksturin sigur: hetta er okkara mætasta fornminni.

Tólv fyri Føroyar

Tina Adele Hoff, 30, fekk støðumetið 12 fyri søgufrøðiliga ritgerð, sum danska forlagið Tusculanum í farnu viku legði fram í bók á messu í Göteborg við heitinum Danmark og Færøerne. En historisk undersøgelse af udviklingen i relationen mellem Danmark og Færøerne 1850-2010 . - Eg havi skrivað ritgerðina og nú eisini bókina, tí eg haldi at tørvur er á at varpa ljós á donsk-føroysku viðurskiftini. Tey hava drúgva søgu og hava havt og hava enn stóran týdning í lógum og skipanum og sjálvsfatanani. Tí haldi eg at viðurskiftini hava uppiborðið størri uppmerksemi enn vit higartil hava sæð - í hvussu er í Danmark. Tað sigur Tina Adele Hoff í samrøðu í dag. Tina er cand. mag. í søgu frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn 2002-2008. Høvuðsevnið er donsk mentanarsøga, við denti á viðurskiftini millum Danmark og fyrrverandi hjálondini handan hav og í Norðuratlantshavi. Í 2007 var hon ein mánað á Landsskjalasavninum. Í ritgerðini kannaði Tina, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er

Høli í nýggjum búnað

5. mai í fjør varð nýggja navnið, Nám, avdúkað og seinni fluttu so øll starvsfólkini í gamlar skrivstovur í nýggjum búnað á somu adressu, við Hoyvíksvegin 72, har móttøka var 2. okotber. Úrslitið er frálíkt, tað eru øll samd um. Ljóst og litríkt, og sergjørt til endamálið hjá Námi, sum er ein samanlegging av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð og KT deplinum. Støðið undir nýggja virkseminum í Námi er tað sama, sum var í hesum gomlu stovnunum hvør sær, men nú eru stovnsmørkini eru burtur. Her gloppi eg dyrnar inn til gjøgnumskygdu skrivstovuna og inn í Glasstovuna, sum er annað av tveimum fundarhølum.

Frá skomm til virkni

Arbeiðsloysisskipanin hevur tjúgu ár á baki í hesum døgum. Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, sum geva út blaðið Mið & Magn vórðu eins og hinir partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum vara av skipanini, bodnir til hátíðarhald í Norðurlandahúsinum. Út á seinrapartin, fríggjadagin 31. august, varð almenningurin boðin til tríggjar hugvekjandi fyrilestrar. Frá skomm til virkni “Fólk grótu í telefonini og vóru bangin í 1992,” sigur Tórgerð Nielsen, ið var fyrsti stjórin í Arbeiðsloysisskipanini í tjúgu ára ritinum Frá útgjaldsskipan til kraftdepil , sum varð lagt fram á hátíðarhaldinum. Tjúgu ár seinni ber til at avgreiða flest øll viðurskifti um teldu, heima úr stovuni. Arbeiðsloysisskipanin er vorðin ein vælsmurdur tænastuveitari, ið hevur sett sær fyri at gerast størsta starvsfólkadeildin í landinum. Birgir Kruse MIÐ & MAGN 15-2012 “Fólk vóru púra óvitandi um, hvussu skipanin virkaði,” sigur Elsa Thomsen, ið var eitt av fýra starvsfólkunum, tá Arbeiðslo

Ruddingardagur

Í dag var ruddingar- og arbeiðsdagur í Tórsbyrgi. Byrjað var í Orkulonini við morgunmati klokkan 10 og so varð stungið út í kortið, hvat gerast skuldi. Umframt at rudda og hampa um, hava fleiri í Tórsbyrgi eisini annað at hugsa um í hesum døgum. Heðin, ið omanfyri er avmyndaður við kusti við dyrnar til Tórsbyrgi 8, fer fyrsta dagin at geva út eitt nýtt savn við egnum og týddum yrkingum, ið telur útvið hundrað síður. Sigrún, ið sæst niðanfyri, er avmynda við rívu aftanfyri hitamiðstøðina, har hon rakar og snøggar kantarnar. Týsdagin 13. november er hon valevni hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Havn. Hanus lúkar og klippir runnar frammfyri Tórsbyrgi 18 og í grønu lagdini aftanfyri hitamiðstøðina undir Lágargarði. Sólin skínir men lotið er kalt. Gunnar hevur nokk at síggja til rundan um húsini í Tórsbyrgi 2, har klædningur, vindeygu og tekja eru skift út, umframt at loftið er lyft upp, eftir øllum forskriftum, so sum arkitekturin, Gunnar Hoydal, hevur ásett í eini prin

Reyði Krossur landsinnsavning

Í dag, fyrsta leygardag í oktober, er landsinnsavning í Reyða Krossi. Journalisturin Kári Mikkelsen kom á dyrnar og fekk eitt oyra í reyðu bússuna. Peningurin, ið Reyði Krossur savnar inn í dag fer til neyðstødd í Vesturafrika. Í fjør savnaði felagsskapurin inn til hungursrakt í Eysturafrika. - Hungursvannlukkan, ið rakti Eysturafrika í 2011, kundi veri munandi minnið umfatandi, hevði verðinssamfelagið hjálpt nakað fyrr, sigur heimasíðan hjá Reyða Krossi í Føroyum og leggur afturat at umráðandi er at læra av hesum, og hjálpa Vesturafrika áðrenn hungursvannlukkan grípur enn meira um seg. Boðini frá Reyða Krossi í dag til húskini kring landið eru, at hava reiðan pening kláran, tá innsavnarar koma á dyrnar. Eisini ber til at stuðla umvegis heimasíðuna  ella við at ringja á tlf 905656 og stuðla við hundrað krónum, ella at stuðla umvegis peningastovnarnar. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Reyði Krossur í Føroyum varð stovnaður 2. apríl 1926.

Listasambandið gevur ljóð

LISA, Listafólkasamband Føroya, er flutt í nýggj høli á Lützenstrøð 4, har fyrrverandi Føroya Skúlabókagrunnur, núverandi Nám, var fyrr. LISA er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum, sum varð stovnað í 1982 til tess at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi, og at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna og í triðja lagi at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga. Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi. LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerråd og í European Council og Artists. Ovasti mynduleiki í LISA er umboðsráðið, sum hvørt limafelag velur eitt umboð til. Umboðini verða vald á aðalfundi í feløgunum. Dagligu fyrisitingina hevur starvsnevndin, sum verður vald á aðalfundi úr umboðsráðnum. Í starvsnevndini sita trý fólk og teirra arbeiði er at skipa fyri dagliga virkseminum í LISA. Tað umfatar millum annað samskifti við limir og felagsskapir og at virka fyri samstarvi við mynduleik

Altjóða yrkingadagur

Í dag er altjóða yrkingadagur. Omanfyri er mín afturvendandi yndisyrking, ótýdd, stutt og kontant. Henrik Nordbrandt eigur hana og hon er úr savninum Håndens skælven i november (1986). Oddfríður Marni Rasmussen sigur á heimasíðuni hjá Vencili í dag, at "tá ið tú lesur eina yrking, og hon letur seg upp sum ein margháttlig blóma fyri eygunum á tær, tá er tú komin inn í títt djúpasta stað, og tað er har, tú lærir hvør, tú er." Niðanfyri er mítt egna útkast til altjóða yrkingadagin Vektloysi , við tannlæknarokning, dagfest 12. juli 2012. Klikk á myndina so sæst teksturin. Góðan yrkingadag.

Bræv til aðalskrivaran í Norðurlendska Ráðharraráðnum

Jógvan Hugo Gardar journalistur, sum arbeiðir við at lýsa norðurlendska samleikan, hevur lisið nýggju bókina Talar Norden med KLUVEN tunga? Undirheitið er Drottningen, ministern och alla vi andra om den nordiska språkgemenskapen. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, ið gevur út bókina við polemiska heitinum og undirheitinum, og høvundurin er ikki hvør sum helst. Tað er fyrrverandi pressu- og samskiftisráðgevin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, Karin Arvidsson. Bókin er í Norden-røðini, sum øll Norðurlond vara av og eiga at kenna seg aftur í. Men so er ikki í hesum føri. Norðurlendska bókin, sum hevur sett sær fyri at lýsa norðurlendsk mál beint nú, nevnir ikki føroyskt og her er eingin føroyingur at finna í allari útgávuni. Sama er galdandi fyri sámiskt, móðirmáli hjá kendasta norðbúgva úti í heimi, Mari Boine. Her er tungan veruliga klovin, fyri at grípa í illa umhugsaða heitið á bókini sjálvari. Sentralistiska bókútgávan hevur fingið fólk við áhuga fyri norðurlendskari men

Ein hundrað ára gomul seljurønn

Í morgun fall ein hundrað ára gomul býarmynd í Sverrisgøtu. Tað var ein seljurønn, sum hevur staðið millum klædnahandilin hjá Kissa og matstovuna Marco Polo, sum fyrr var bommfabrikk, niðanfyri Kondittaríið, sum í dag er klædnahandilin Noa-Noa. Miðbýurin broytist við tíðini, tað er klárt. Gomul trø, sum vaksa seg stór og standa í vegin, mugu flytast ella skerast niður og kanska takast heilt burtur. Tá er eisini spennandi, hvat kann fáast úr bulinum og restini av gamla trænum, sum hevur upplivað Havnarsøgu í hundrað ár. Kanska eitt prýðiligt listarverk, ella eitt nýtt gólv, eins og í Listaskálanum? Nú vit nema við broytiliga miðbýin í Havn, so er vert at lesa tað, sum stendur um henda býarpart á heimasíðuni hjá kommununi: Uppskot til heildarætlan fyri miðbýin Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú í eitt tíðarskeið arbeitt við eini heildarætlan fyri miðbýin, har handilslív, parkeringsviðurskifti, trivnaður, grønt umhvørvi og býarlív fella saman. Dr. Jakobsen