Skip to main content

Posts

Til lukku, Ragna og Trygvi!

Tað er ikki á hvørjum degi at man verður biðin um at taka brúdleypsmyndir. Men mikudagin 12.12.12. klokkan 12:12 gingu Ragna Hentze og starvsfelagin í Námi, Trygvi á Reynatrøð, í hjúnarlag heima hjá Onnu Dahl Hansen, presti, á Tinghúsvegnum. Meðan lága sólin setti yvir Kirkjubøreyn, lukkaðist at fáa nakrar myndir, bæði inni hjá presti og úti í garðinum á horninum Tinghúsvegur Jarnstovugøta. Til lukku, øll fýra!

Geytin og Áskoðaravirðislønin

Stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá Summarnátt vann týskvøldið Føroya fyrstu Geyta virðisløn í Norðurlandahúsinum. Tað er Norðurlandahúsið, ið hevur tikið stig til Geytan, sum David Geyti og Astrid Andreassen hava gjørt. Við heiðurinum fylgja 25.000 krónur, sum Norðurlandahúsið eisini letur. Sakaris Stórá hevur longu kunngjørt, at hann fer undir nýggjan stuttfilm, sum hevur heitið Vetrarmorgun . Sakaris, sum er úr Skopun, hevur gingið á filmslistaskúla í Noregi. Meistarligi fotografurin Høgni Heinesen tók myndirnar í Norðurlandahúsinum, tá virðislønirnar vórðu handaðar. Áskoðaravirðislønina vann Annika á Lofti úr Sandavági fyri filmin Mist . Hon hevur gingið á listaskúlum í Reykjavík og Berlin. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, handaði Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr, ið Tórshavnar kommuna letur. Niðanfyri sæst Annika longst til høgru saman við fleiri av fólkunum, ið hjálptu henni við filminum Mist . Her er grundgevingin hjá dómsnevndini at geva Sakarisi Stórá Geytan f

Mítt góða gamla ABC

Nám boðar í tíðindaskrivi frá, at farið er undir at fyrireika nýtt undirvísingartilfar í føroyskum til miðdeildina. Í hesum tilfari verður tilgongd til yrkingagreining, og hvør er betri at greina enn júst Alexandur Kristiansen og hansara beinrakna og stuttliga orðaspæl? - Vit hildu tó, at yrkingarnar skuldu eisini verða savnaðar í egið verk, og tí er "Kokkulárapi" givið út, sigur Nám. Innihaldið í yrkingasavninum er fjølbroytt og vendir sær bæði til børn og vaksin. Alexandur hugleiðir millum annað um, hvør Guð man vera og um sítt gamla ABC. Vit lesa um Kúnna Vanessu og Hálvdan, eitt ævintýr í gummiskóm og Morgunfrúufrúur. At so Edward Fuglø hevur teknað til hvørja yrking, gevur eina framúr samanrenning millum listamenn í serflokki. - Um tað er fyri at prika onkran ávísan, og ikki minst okkum í Námi, at Alexandur kallar eina yrking “Mítt góða gamla ABC”, skal verða ósagt, men beinrakið er tað í øllum førum. Ikki minst tá ið hugsað verður um, at stavseting í einum

Linde hjá landstýrismanninum

Seinrapartin í dag var Linde Frölich frá Nordische Filmtage í Lübeck í mentamálaráðnum at hitta landstýrismannin. Hann var tíanverri upptikin á øðrum fundi, men aðalstjórin, Poul Geert Hansen, tók fegin ímóti og greiddi frá um ungu gávuríku fólkini, sum fáast við film í Føroyum. Poul vísti eisini føroysku myndlistina fram, sum sæst í Mentamálaráðnum. Linde var bilsin av tí nógv virksemi og tí persónliga stílinum, sum føroysk ungfólk longu nú leggja fyri dagin, mest sum fyri ongar pengar. Hon upplýsti at 27.000 fólk vitja norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, at her møtast øll í Norðurlondum, sum fáast við film, og at hetta er onnur av tveimum stórum mentanarligum tiltøkum í øllum norðurtýska økinum. Hitt tiltakið er ein tónleikastevna. Samanumtikið er árliga filmstevnan í Lübeck av størsta týdningi fyri tey ungu í Føroyum, sum í hesum døgum hava valt film sum listagrein burturav. Fyrrapartin vóru Jan Berg Jørgensen og Linde í Kirkjubø og vitjaðu Trónd Patursson á skipasmiðju

Átta filmar kappast

Nú er greitt at átta føroyskir stuttfilmar fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld klokkan 19:30. Teir átta úrvaldu filmarnir verða sýndir í hesi røð: 1. Karmok (4:49 min)  Marianna Mørkøre & Rannvá Káradóttir 2. Skýming (31:00 min)  Anton Petersen 3. Harmoni (13:40 min)  Andrias Høgenni 4. Sálarsjúka (5:06 min)  Rasmus Rasmussen 5. Summarnátt (17:00 min)  Sakaris Stórá 6. Mist (12:00 min)  Annika á Lofti 7. A Hipstory (21:00 min)  Heiðrik á Heygum 8. Gló(ð) (10:00 min)  Maria Winther Olsen & Sára Wang Fimtan føroyskir stuttfilmar komu inn til kappingina. Í steðginum týskvøldið bjóðar Norðurlandahúsið ein serligan Geyta-drykk og brellbitar, umframt at Føroyar Bjór bjóðar eitthvørt leskiligt eisini. Virðislønin Geytin á kr. 25.000 verður latin av Norðurlandahúsinum. Ein dómsnevnd velur vinnarafilmin út frá trimum høvuðsmetingarvirðum: søgu, frásøgusnildi og handverki. Áskoðaravirðislønina á kr. 15.000

Linde Frölich í Føroyum

Leygardagin kom týska Linde Frölich til Føroya og eg nýtti høvi at avmynda hana niðanfyri Hotel Føroyar, har hon býr til mikudagin. Til dagligt stjórnar hon Nordische Filmtage í Lübeck, sum við 54 árum á baki er einasta filmsstevna, ið hvørt ár sýnir norðurlendskan film. Linde hevur sambond til stórar og smáar filmsstevnur og kann geva teimum góð ráð, sum her í landinum fáast við film. Innan hon kom til Føroya var hon á filmsstevnu í Tallinn í Estlandi, har tey í 16 ára hava skipað fyri Black Nights Film Festival. Í ár vann ukrainski filmurin House with a Turret (Eva Neyman) fyrstu virðislønina. Býurin Tallinn letur eisini eina virðisløn, sum er 10.000 evrur. Í hesi dómsnevndini situr millum onnur norski Jan Erik Holst, sum áður hevur verið í Føroyum at greiða frá um Selkvinnen . Linde Frölich er við í dómsnevndini, sum týskvøldið 11. desember fer at lata  Geytan fyri besta nýggja føroyska stuttfilm. Tað er Norðurlandahúsið, sum letur Geytan , ið er snøgg standmynd, sum David Gey

Síging í vesturskini

Oyvør Dam Lassen, bókavørður í Námi og Karina Toftegaard, ritstjóri, í Námi í eysturskininum við Gomlurætt fríggjadagin. Undan jólaborðhaldinum henda sama dag fóru vit nøkur úr Námi um tveytíðina vesturum at síga, rapella , við Gomlurætt. Tá eg sigi vit, er mín partur bara at taka myndir. Hetta er tað nærmasta eg vágaði mær eggini. Veðrið er av tí fagrasta, men tað er kalt, um frostmarkið. Karin, Oyvør og Trygvi á Reynatrøð, sum er skrivstovumaðurin Námi, hyggja út á Hestfjørð. Kavi hómast á fjallatindunum.   Umframt Karinu, Oyvør og Trygva, eru nú eisini Gunvá Magnussen, ritstjóri, og Magnus Tausen, stjóri í Námi, komin á Gomlurætt. Á næst myndini tykist sum um tey syngja Kingo innan tey fara í bjørgini. Hans Mikkelsen stendur á eggini og greiður frá um at rapella , og hvussu ymsu endarnir skulu brúkast, festast og loysast. Longst til vinstru eru Gundur Mortensen, ritstjóri, og Heni Nygaard, ráðgevi í Námi. Á triðu myndini, har sólin skínir á vøkru hárlitirnar, er Maria

Veðurlomb og viðføri

Hvussu mong veðurlomb passa í ein Volvo, ella ein Peugeot stationcar? Tað skiftu Sigfríður og eg orð um, nú hann aftur í ár kundi lata mær tvey góð krov norðan av Eiði. Sum sæst fyltu tey lítið, tvey veðurlomb í viðførisrúminum, antin bilurin er franskur ella svenskur. Fyrr plagdu bilabløð sum Bilen og Båden og Motor hjá FDM at máta viðførisrúmið við ølkassum. Kanska kundi tað verið eitt nýtt mát: veðurlomb í viðførisrúmi. Alt er skorið sundur, so nú er klárt at hanga upp í hjallinum. Aftur í ár verður Eiðiskjøt gott at fáa undir tonna, bæði á jólum og nýggjárinum. Gleði meg at smakka Eiði aftur í ár.

Joel, timbur og mynstur

Joel Cole, sum omanfyri og niðanfyri er avmyndaður á verkstaðnum á Háskúlanum í Hornabø í Havn, arbeiðir við eini sjáldsamari og spennandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. januar 2013. Joel, sum býr í Føroyum, er ættaður úr Minnesota. Hann hevur ferðast víða og kom av fyrstan tíð higar sum skiftisnæmingur. Tilfarið, sum hann brúkar í framsýningini, er úr Norðuramerika, Suðuramerika og Føroyum. Um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í januar, sigur Joel soleiðis: Í nýggjastu verkunum seti eg mær fyri at kanna tey mynstur, sum vit leggja á tilveru og atferð okkara. Vit liva í fýrakantaðum kassum. Vit hyggja út úr hesum kassum gjøgnum fýrakantað hol. Vit arbeiða í fýrakantaðum bygningum. Vit eru umgyrd av beinum strikum, vinklum og fýrakantum. Og tá vit lýsa okkara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum puntum, sum allir eru í litum. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dagl