Skip to main content

Posts

Tóroddur og Bjørn

Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, handaði í kvøld Tóroddi Poulsen Mentanarvirðisløn Landsins , sum er 150.000 krónur. Handanin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, har Turið Sigurðardóttir bar fram røðu um Tórodd. Eg avmyndaði teir báðar, Bjørn Kalsø og Tórodd Poulsen, á bókamessu í Göteborg í september í fjør, har teir eisini hittu Bertil Falk, sum stovnaði bókamessuna. Niðanfyri er mynd av einum vælnøgdum og ikki sørt forherðaðum Tóroddi við prentinum Løgmaður í klønum tráð og bókini Avbyrgingar í Steinprenti í november. Silja Strøm, myndlistakvinna, fekk Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Silja er ættað úr Vestmanna og lesur og arbeiðir í Glasgow. Eftir handanin helt Nils Orth, savnsleiðari, ein fyrilestur. Næsti virðislønarmóttakari var Marianne Clausen, vísusavnari, sum hevur lagt seg eftir at savna Kingo- og kvæðaløg. Zakarias Wang segði nøkur orð um virksemi hennara. Sømdargávur landsins, frá og við í ár og restina av lívinum, fara til

Tá menn eru í skotmála

Hetta er lyklasenan í danska filminum Jagten . Susse Wold spælir barnagarðsleiðarin Grethe, ið tosar við gentuna Klaru, sum hevur funnið uppá eina søgu um arbeiðsleysa læraran Lucas, ið hevur sonin Marcus, og júst hevur fingið arbeiði í barnagarðinum, tí skúlin í bygdini er lagdur niður. Lucas er granni og besti vinur hennara í tøttu donsku bygdini. Í Havnar Bio er steðgur mitt í filminum, so fólk kunnu leska sær á við onkrum úr kioskini. Í steðginum vóru fleiri sannførd um, at konufólk mugu ikki arbeiða á barnagørðum. Í hvussu er ikki, um tær ganga í langari ullatroyggju við snurlutum mynsturi og bundnum belti um miðjuna og tutla hjálparleyst í krókunum. So stórur er teirra umsorganarsvíkur í hesum filmi, sum byggir á veruliga søgu. Umsorganarsvíkur, frá kvinnuligum starvsfeløgum mótvegis einasta manninum á arbeiðsplássinum, er kjarnin í hesum filmi. So tað stendur eftir í. Happing, go home. Var eg kvinna og arbeiddi í barnagarði, hevði eg ikki vágað mær aftur til arbeiðis við tað

Tríggir norðurlendskir filmar í uppskoti

Í dag varð kunngjørt hvørjir filmar og hvørji filmsfólk eru í uppskoti at fáa Oscarvirðislønir , sum á 85. sinni verða latnar í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru við í kappingini at gerast besti útlendski spælifilmur. Teir eru norski Kon-Tiki, sum Joachim Rønning og Espen Sandberg hava leikstjórnað, og hin danski En kongelig affære , sum Nicolaj Arcel hevur leikstjórnað. Svenski heimildarfilmurin Searching for Sugarman (Malik Bendjelloul) er skotin upp at verða besti altjóða heimildarfilmur í spælifilmslongd. Tveir teir síðstu hava longu verið vístir í Havnar Bio og 4. apríl vísa tey Kon-Tiki . Fleiri aðrir áhugaverdir filmar hava verið í heimliga biografinum, og fleiri eru ávegis, fyrst og fremst Lincoln hjá stóra amerikanska filmpedagoginum Steven Spielberg, sum í tólv førum er skotin upp, og sum eg vænti fær fleiri enn ein Oscar. Og so er tað  Django Unchained hjá harðskapsestetikaranum Quentin Tarantino, sum í fimm førum er skotin upp, men sum eg giti ongan Oscar fær í ár,

Í bestu harutíð

Í bestu harutíð fekk eg høvi at taka myndir av Thomas Vinterberg og børnum á tokstøðini í Lübeck. Har hevði Thomas, sum er danskur leikstjóri, akkurát vunnið virðisløn fyri nýggja filmin Jagten . Meir um tað seinni. Nú harutíðin er av, er kunngjørt nýtt áhugafelag fyri føroysk marknaðarfólk. Spennandi og viðkomandi við tílíkum felag í hesum døgum, nú prædikumenn hava avdúkað Helviti á jørð, beint nú, og við Bíbliuni sum ferðaleiðara - og verða meldaðir. Tað var ikki gamalt. Heldur ikki var tað gamalt at menn arbeiddu í barnagarði og einsamallir skiftu blæu. Tí skulu vit hava barnaváttan, reina revsiváttan og gjøgnumskygdar rútar allastaðni, har potentiellir harumenn eru í barnagarðinum. Einki er sum fyrr, hvørki patrónir ella bíbilsk náði. - Hetta er komið út á eina grensu, har talan er um kriminalisering av fakfólki, sigur skilagóða forkvinnan í Pedagogfelagnum í Útvarpinum í dag. Men hví er hetta kjak komið til Føroya? Og hvat er kjølfestið? Er nakað veruligt dømi beint nú u

Sakaris Stórá og "Geytin"

Trivnaðarnevndin í Skopun boðar frá, at komandi fríggjakvøld, 11. januar kl 20:00, verður Gamla Dansistovan í Skopun karmur um eina hugnaløtu, har Sakaris Stórá verður heiðraður. Tað er Trivnaðarnevndin í Skopunar Kommunu, sum hevur tikið stig til og fyriskipar løtuna. Sakaris Stórá er Skopuningur, og hevur yrki sum filmleikstjóri. Í desember 2012 skrivaði Sakaris Føroyska filmsøgu. Hetta gjørdi hann við at vinna allarfyrstu almennu føroysku filmvirðisløn, sum hevur verið latin, við stuttfilminum Summarnátt , ið allur var gjørdur á Sandoynni. Virðislønin eitur Geytin, uppkallað eftir einum manni, sum varð nevndur Geytin. Hesin maður ferðaðist kring oyggjarnar við filmum, sum hann so vísti í ymiskum bygdum. Hetta var langt áðrenn fólk fingu sjónvarp. Mangan var Geytin í Skopun og sýndi film, og oftani var trongligt í Dansistovuni. Tí er tað ikki av tilvild, at júst Dansistovan er vald til at vera karmur um at heiðra Sakaris Stórá. Sakaris hevur nomið sær filmlistarliga útbúgving

Í einum landi við 50.000 sálum

Havi sitið og hugt eftir árligu Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi, sum Sjónvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum, við løgmanni og mentamálaráðharra fremst fyri. Frálíkt tiltak, eins og undanfarin ár, nú orkestrið hevur 30 ár á baki. Til lukku. Ein aldur, sum Norðurlandahúsið røkkur 8. mai í ár. Havi huga at nevna vertin, Finnur Koba, sum slapp at royna seg í nýggjum høpi, alla tíðini á kantinum, um at detta niður í millum tað vónleyst smædna, og so tað beint frammaná freka. Tað klæðir honum. Minnir meg á Frændur, tá teir komu fram. Tá helt eg veruliga at teir høvdu eina innbygda distansu og vóru ein parodi yvir tað, teir sungu um. Akkurát sum norsku deLillos í sanginum Sveve over Byen . Ein sangur, sum alla tíðina er á eggini, um at brotna og tó stendur eftir, heilskapaður og hugfangandi, beint á eggini. Henda undarliga dualisma skapar eina fascinatión, sum dregur og stoytir, og tí skapar dýpd og hongur við í minninum. Eftir nýggjárskonsertina vísti Sjónvarpið Con Man -ko

Gør det noget?

Morgunsendingin í Útvarpinum endaði í morgun við einum sangi hjá Gasolin’ frá 1977 - Gør det noget.  Ikki tí, 36 ára gamlir sangir kunnu saktans vera góðir, men tað, sum í einum splittsekundi fekk meg at grunda yvir aktuella programmvirksemið í Útvarpinum, var ein strofa í hesum sama danska sangi, sum verturin uttan objektiva orsøk hevur rádyrkað hvønn morgun í nýggja árinum: “og hvis du drikker fire bajere om dagen er du alkoholist” Kom í tankar um Storm P og hansara undirfundigu teknisøgur um verðinsmyndina, sum ikki er at síggja, tí skoðarin hevur fingið eina flugu í eygað. Hvar er redaktørurin? Og so kann eg spyrja við sanginum: Gør det noget? Jú, tað ger. Journalistiski førleikin er við at gleppa okkum av hondum. Um jólini kunngjørdi Dimmalætting ein redaktionellan profil, sum var frálíkur, var tað bara ikki so at eg sum gjaldandi lesari als ikki kendi meg aftur í hesum flotta profili. Tað bera stakkalastás, goymt burtur til ársenda, heldur enn at verða dyrkað til

Nýggjár í Tórsbyrgi

   Síðsta kvøld í árinum, Gamlaárskvøld, savnast vit øll í Tórsbyrgi at brenna nýggjársbál. Nevndin í eigarafelagnum hevur fyrireikað og borið bræv um nýggjárshaldið í hvørt hús. Martin Enok Jespersen hevur gjørt fjøruti kyndlar klárar. Stóru kyndlarnir eru vundnir við eplasekkjum úr hessian, sum eru dyppaðir í dieselolju. Erik Jespersen og øll hini fáa ein kyndil at bera, og so er at festa í, innan kyndlagongan 2012 byrjar. Jón Kragesteen hevur ábyrgdina av nýggjársbálinum, so sum fyriskrivað er. Longst til høgru á myndini niðanfyri greiðir hann frá hvussu vit ganga. Kyndlagongan fer runt um allan býlingin í Tórsbyrgi, sum er pyntaður við jólaperum í hvørjum glugga. Tað er frost, og nevndin hevur saltað har, sum vit skulu ganga. Og so verður lagt til brots. Byrjað verður við hitamiðstøðina, sum nú er rúmligt felagshús við navninum Orkulonin. Vit ganga niðan eftir parkerinsplássinum, oman eftir fótbóltsvøllinum og eftir gøtuni, undir eystastu h

Nýggjársrøður

Fimta nýggjársrøða løgmans fór lættliga niðurvið ræsta nýggjársdøgurðanum. Røðan hjá Kaj Leo Holm Johannessen varð hildin í somu karmum sum undanfarin ár, tó uttan Mikinesi á vegginum, og ikki við faldaðum hondum framm á borðið í endanum. Tað var gott. Men í løtum var herðingin so væl vand, at tað tyktist, sum lurtaði tú eftir RagnarRokk heldur enn løgmanni og í fleiri setningum var so langt millum orð og verðuleika, at røðan oftast kendist innantóm. Meir er ikki at siga um tað. Uttan bara tað, at ársins politiski sambandssetningur varð borin fram á Facebook um jólini, ikki av løgmanni, men av sambandsvalevninum Justinusi Eidesgaard, sum segði soleiðis: - Mentanarpolitikkurin, sum vit umsita og sum snýr seg um smápengar í stóra høpinum, er so klossut handfarin, at sambandsflokkurin hevur fingið alla mentanina upp á nakkan! Meðan heimligi politiski retorikkurin á Tingi neyvan hevur verið á lægri støði enn í ár, so hevur Margretha drotning altíð hepnast sjáldsama væl við nýggjárs

Tónleikur í 2012

Stroyming var stóra loysunarorðið innan tónleik og film í 2012. Samstundis var hetta eitt orð, sum Føroyska Málnevndin setti í umfar, nú nevndin fer í søguna og nýggja Málráðið tekur yvir. Haldi tað vera rætt at takka Mariusi Staksberg, sum er einasta starvsfólk í Málnevndini, fyri gott arbeiði. Meðan stroymingsrisarnir í USA eita iTunes, Netflix og Sirius-XM Sattelite Radio, hevur svenska Spotify veitt okkum mesta og nýggjasta tónleikaúrvalið. Jú, á okkara leiðum var 2012 eitt Spotifyár burturav. Amerikanska tónleikablaðið Billboard skrivaði fyri jól, at 29 ára gamli Daniel Ek, sum grundaði Spotify í Svøríki fyri fýra árum síðani, kundi prógva, at fleiri enn 5 mió fólk rindaðu fyri tónleikahald. Fyri hálvum ári síðani varð upplýst at 15 mió fólk brúktu ókeypishaldið, sum er borið av lýsingum. Eina milliónin av gjaldandi kundum er at finna í USA, har Spotify byrjaði fyri einum ári síðani at kappast við iTunes. Á sama tíðindafundi í New York fyri jól, segði Daniel Ek, at Spo