Skip to main content

Posts

Bárður vinnur í Týsklandi!

‘Tað var ikki í mínum tonkum at verða týddur og raka ein fremmandan marknað,’ segði Bárður Oskarsson (f.1972) í samrøðu í Frankfurt í 2011, tá hann hevði ensku týðingini av bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús , sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2004, í hondini. ‘Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt føroyska barnabók, men heldur eina bók, sum bjóðaði føroysku barnabókini av, tað vil siga at barnabókin í sniði og innihaldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Føroyum. Barnabøkur eru ofta so lokalar og nema við viðurskifti sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breiðari máli í mínum bókum, har vit eru leys av mentan og búskapi og bindingum til samfelagið, men vil heldur raka hitt einstaka menniskjað. Tí skal søgan vera einføld, bæði í teksti og tekningum.’ Henda føroyska barnabókin var hin fyrsta at koma í White Raven bókalistan hjá lektørum í Munchen í 2006 við hesum teksti: Nýggjasta barnabókin hjá Bárði er

I wrote 2 U B 4

Í dag er altjóða yrkjaradagur, World Poetry Day , ásettur av UNESCO  í 1999. Endamálið við degnum er at gera vart við lesing, skriving, útgávu og undirvísing í og við yrkingum í øllum heiminum. Støðið verður tikið í hesum ensku orðum hjá UNESCO: "to give fresh recognition and impetus to national, regional and international poetry movements". Á myndini sæst eitt dømi um yrking av sms-slagnum, hóast teksurin er skrivaður 125 ár innan sms-boð yvirhøvur vóru uppfunnin og kundu sendast í fartelefon. Tað er bretska bókasavnið, The British Library , sum ger vart við júst henda tekst í dag, og biður lesarar samanbera reglu seks í yrkingini ‘ Essay to Miss Catharine Jay’ , ið helst er løtt at lesa hjá teim, ið vanliga skriva knøpp sms-boð á okkara døgum: I wrote 2 U B 4.  Góðan altjóða yrkingadag!

Várjavndøgur er her

Í dag sigur álmanakkin várjavndøgur. Tað er dagurin um várið, tá vit eru mitt ímillum stytsta og longsta dag. Sunnudagin er pálmasunnudagur og stillavika, dymbildagavikan, sum er vikan fyri páskir, byrjar. Hon endar leygardagin reyða, sum er páskaaftan, dagin fyri páskadag. Mangt er at halda skil á í álmanakkanum hesa ársins tíð, skal alt ganga upp. Tað heldur sólin ivaleyst eisini. Í dag er frostur í túninum, runnarnir spretta í skotunum og sólin, sum kastar døkkar skuggar, skínur av háum himni. Á bakkanum stendur reyði vitin, sum Fyr- og Vagervæsenet lat lýsa í Famará til 1984. Nú stendur hann sløktur á frysta bakkanum við ellisheimi og hvítnandi tindum í baksýni. Men tað er at lata várportrið upp og stíga út í náttúruna, millum kulda og deyða, hita og lív, meðan skrokkurin á hjalshurðini sær runnarnar spretta fagurtgrønar millum veggjanna. Nú gerast dagarnir bara ljósari, til tað aftur fer at ganga hinvegin. Vit lata lívgandi morgunstrálurnar standa á kalda s

Hvør er uppgávan hjá einum journalisti?

Í gjárkvøldið setti eg meg við telduna at hyggja eftir nýggja Deadline prátinum, sum hin skilagóði og dámligi Martin Krasnik hevði við hin pillbýtta og stak ódámliga Lars Hedegaard. Tveir mótsetningar, har úrslitið er givið uppá forhond. Ein vónleys eskapada á niðastu gøtum í Hollywood. Typecasting og spæl fyri gallarínum og einki annað. Eg verið undirhildin, so leingi prátið varar, men eftir prátið eri eg tómliga býttur og illa við. Prátið tekur støði í eini hending fyri seks vikum síðani, har Krasnik sigur, at Hedegaard  sigur seg vera álopnan av einum muslimskum byrsumanni í reyðum postjakka. Eingin hevur sæð hendingina og hvørki loyniløgregla ella onnur øvrigheit veit nakað at siga um hesar pástandir, sum hendu í dagsljósi. Eftir hetta misteinkiliggerandi upplegg verður hyggjarin til mikið undirhald drigin inn í manesjuna og minufeltið hjá Krasnik. Tað er so syndi í hesum vónleysa og verjuleysa manni, sum er ein tíðarvilst fornleivd, at eg kenni støðuna óbehagiliga. Eg vil s

Kavi í mars

Tað er lítið skil á veðrinum. Tað halda tjøldrini helst eisini. Tey komu ein mánað undan Grækarismessu. Og nú vit nærkast summartíð, brast hann bráddliga á við kava og stormi. Norska veðurtænastan Yr nevnir hugtakið følt temperatur og upplýsir, at dagsins føroysku tøl eru millum sjey og átta kuldastig, hóast veruligi mátarin sigur tvey til trý hitastig. Men í morgin verður aftur heitt, upp í fimm stig, og kanska sær sólin, siga norska og danska veðurtænastan. Fór í túnið at fotografera gamla vitan úr Famará og ógvusliga brimið á gamla Bukkevald. Men gakk, tá fjarðaðu brotini spakuliga út. Plagi at siga, at veðurkreditturin, hann er altíð stuttur.

Hanna um Renoir í Havnar Bio

Hanna Jensen, franskur konsul, segði soleiðis um filmin Renoir í Havnar bio leygardagin 16. mars 2013: Í dag eru Føroyar skrivaðar inn í afturvendandi átakið: Le Festival de la Francophonie - tíðarskeið, har franskmæli verður sett á dagsskránna. Mars mánaður verður í fleiri londum kring heimin settur av til hendan festival, og tá verða tiltøk á fronskum máli ella umboðandi franska mentan sett á skrá á ymiskum mentanarpallum um allan heim. Seinastu árini hevur franska instituttið á fronsku sendistovuni í Keypmannahavn havt frankofoni festival í mars mánað. Í ár er tað so, at Listafelagið Steinbrá við at skipa fyri hesi filmssýning við franska filminum Renoir eftir Gilles Bourdos, hevur verið við til at seta frankofoniina á dagsskrá her hjá okkum, og tað skal eg vegna Institut Français á L’Ambassade de France à Copenhague, takka fyri. Merci! Pierre Auguste Renoir livdi frá 1841-1919. Sonurin Jean Renoir frá 1894 -1979. Jean varð føddur á Montmartre í París, meðan pápin hevði sí

Edward í Focus

Í dag læt Edward Fuglø (f.1965) upp listaframsýning í Galerie Focus hjá Marionnu Norðoy úti í Lambagerði í Havn. Sýnd verða fram trettan verk, har eina verkið, ið sæst omanfyri og ber heitið Warning , er í fýra pørtum. - Gulu tríkantarnir eru settir inn í ovala eggskapið, náttúran móti menniskjanum, ein ávaring, sum hvør einstakur kann taka til sín, millum dálking og reinleika, men nú segði eg longu ov nógv, sigur Edward, lítillátin, framman fyri málningunum, sum hann spakførur dregur aftaná sær úr Klaksvík og út í heim.   Fyri mesta partin er framsýningin gjørd til hølini hjá Marionnu. Men her eru eisini nøkur litografi við eyðkendu fuglunum, sum Edward gjørdi til eina framsýning í Vence í Suður­frak­landi, har hann var í fimm vikur. Fyrsta dagin fer Edward til Kina og Japan at sýna fram. Úti í heimi dáma teim væl súmbolikkin í myndunum hjá Edwardi. Nýtt tema hjá Edwardi er Myndaputl , har hann leitar aftur til gomlu putlispølini við 9 fløtum brikkum, sum kundu flyta

Fríggjadagskaffi

So er fríggjadagskaffi í erva. Og einasta høvið at lesa Norðlýsið, sum er óført at finna nýggjar søgur um Halvorsen og at skriva um KÍ, sjálvandi. Gott vikuskifti, allir klaksvíkingar í útlegd!

Per Arnoldi á Boðanesheiminum

Í morgun byrjaði danski listamaðurin Per Arnoldi (f.1941) at heingja 42 listaverk upp á Boðanesheiminum í Havn. Í gulum, bláum og reyðum við vertikalum og horisontalum linjum er savnandi heitið á dekoratiónini  Færøsk fantasi , sigur Per Arnoldi og pakkar út nøkur verk, meðan búfólk og starvsfólk viðmerkja og hjálpa til. Úr køkinum angar av kókaðum fiski, og ein urga hoyrist afturvið sálmasanginum hjá Hera presti, sum hevur savnað fólk til andakt í felagshøllini, har Bárður Jákupsson hevur prýtt veggirnar. Á gongini rættir Gunvør Peri ein gulan klút og myndlistarligi funktionaliteturin verður vendur og snaraður. - Tú ert tann fyrsta at síggja hetta, so eg vil hoyra tína meining, sigur Per og turkar við gulum eftir bláum og reyðum. Per Arnoldi tekur tummastokkin fram, mátar og doserar. Tey størru og myrkaru verkini hanga her úti móti Nólsoyarfirði, sum í gjár hevði eitt so hugtakandi ljós og skýformatiónir heilt niður í havið, sigur livandi listamaðurin, sum enn er spræk

Fær KOKS eina Michelin stjørnu?

Leif Sørensen, kokkur á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum, greiðir danska rithøvundanum og gourmetjournalistinum Bent Christensen frá um matskránna, tá bókin KOKS varð løgd fram 2. desember 2012. Til høgru sæst Linda Herdalur, kona John Dahl vinnumálaráðharra. Niðanfyri signerar Bent Christensen stórfingnu bókina. Nú er aftur gastronomiskur spenningur í luftini, tí hósdagin verða Michelin stjørnur handaðar. Meðan flestu á okkara leiðum tosa um matstovur í Keypmannahavn, hevur danska tíðindastovan Ritzau spurt júst Bent Christensen, sum dagliga rekur Den Danske Spiseguide, og Jesper Uhrup Jensen, sum er ritstjóri á tíðarritinum Gastro, um matstovur á bygd og aðrastaðni í danska ríkinum. Báðir nevna Dragsholm Slot, Falsled Kro, Lieffroy á Fyn, Frederikshøj í Aarhus, Henne Kirkeby Kro norðanfyri Esbjerg og Ruths Hotel í Skagen. Men so kemur tað áhugaverda. Undir yvirskriftini Færøsk gourmet nevnir Bent Christensen, at 'Koks i Thorshavn på Færøerne fortjener en Michelin-stjern

Oman og niðan

Í gjár fór Enniberg fram við køksvindeyganum oman eftir Nólsoyarfirði, og í dag sást ein russari fara niðan eftir Nólsoyarfirði. Soleiðis siga tey í Havn. Visti eg ikki betur, so hevði eg sagt norður gjøgnum Nólsoyarfjørð og suður gjøgnum Nólsoyarfjørð. Men líka leggur sólin í. Hon skínir eina løtu, og so dregur fyri, fullfermdur ella ikki.

Filmur í Løgtinginum

Í dag, kvinnudagin, klokkan 9:30, er filmur á skránni í Føroya Løgtingi. Tað er Føroya einasti mentapolitikari, Gunvør Balle, sum á øðrum sinni reisir málið um ein filmsgrunn. Omanfyri sæst hon í práti við Anton Petersen um film og filmsgerð í Føroyum. Og eg veit, at alt filmsumhvørvið í Føroyum fylgir við hesum máli. Tó, mentamál eru tunga lyfta í einingi og enn tyngri í andstøðu. Vit vita frammanundan, hvat sagt hevur verið um øll skilagóð mál í Føroyum, sum einaferð vóru fólkavaldar, heilt av Tvøroyri og norður á Tinghúsvegin: "Samgongan arbeiðir við málinum!" Meðan vit forfard og í passivari fjarstøðu bara kunnu eygleiða fólkaræðisligu skeiklingina hjá núverandi samgongu, kunnu vit fegnast so mikið meir um dagsins uppskot hjá Gunvør Balle um filmsgrunn, sum er so ljóðandi: Løgtingsmál nr. 92/2012: Uppskot til samtyktar um at stovna Filmsgrunn. Uppskot til samtyktar: Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um