Skip to main content

Posts

Fyrsta lambið

So havi eg sæð fyrsta lambið, ella rættari bæði tvey. Tvílemban var beint undir vindeyganum á arbeiðsplássinum, á trøðni millum Super Dekk og Mentamálaráðið.

Boston, trælir og American Tune

Tað var, sum vaknaði eg umborð á San Salvatore, trælaskipinum hjá Hans Kirk, í morgun. Av dekkinum hoyrdust tey syngja Lít allar tínar leiðir,  men tað var við fylgispælinum hjá Paul Simon í  American Tune . Tí tey sungu um pílagrímarnar, sum í 1620 fóru yvir um hav, og komu til Nýggja heimin við skipinum Mayflower , tá Evropa gjørdist ov trongt. Tey komu úr Leiden og Rembrandt vildi ikki við. Men tey lendu í øllum góðum við Plymouth Rock, sunnan fyri Boston, har elsta marathonrenning enn verður hildin. Eisini í gjár. Gamaní trongdu niðursetufólkini upprunafólkið burtur, indiánarnar, men tey medvirkaðu í at gróðurseta tað frælsið, sum í hvussu er hvíta Amerika byggir á í dag, ikki minst við Thanksgiving Day , sum Abraham Lincoln (1809-1865) gjørdi til siðvenju. Men bíða nú, svarti Malcolm X (1925-1965) sigur, at tey hvítu lendu yvirhøvur ikki við Plymouth Rock, men at kletturin, Plymouth Rock, hann lendi beint á teim svørtu. Kaboom. Symbolskt hava indiánarar tvær ferðir grivið Ply

Vegaramyndir

Vegamyndin broytist hvønn dag í Havn, í hvussu er úr sjónarhorninum hjá bilføraranum. Í dag var eitt stuttligt ávaringarskelti um vegarbeiði sett við Løgtingshúsið og Sloanshús á Tinghúsvegnum. Kanska er tað ein varislig ábending um, at taka hædd fyri kvennkyninum, ikki bara í øllum lívsins viðurskiftum, men eisini í politiskum kjaki og avgerðum. Til hetta kynspolitiska høvið er menski vegarbeiðarin við Løgtingshúsið latin í blátt bast-skjúrt, helst úr Afrika. Við vegamótið Stoffalág-Fútalág eru hávetennirnar tiknar burtur í nátt. Uttan nakran háva. Í hvussu er tann tanngarðurin, sum var tvørturum Stoffalágvegin. Tað mann so merkja, at nú er Stoffalágvegur gjøgnumfartsvegurin við størri týdningi enn Fútalág, har bilar skulu steðga fyri teim hávatonnum, sum eftir eru. So vita vit tað.

Sligin slagari

Mótstøðufólk hjá Margaret Thatcher hava skapt ein nýggjan og tó 74 ára gamlan slagara, sum við fullari ferð leitar upp eftir almenna sølulistanum, The Chart Show, á Radio 1 hjá BBC. Nú The Iron Lady andaðist, hava mótstøðufólkini brúkt Twitter og Facebook at blæsa lív í  Ding Dong the Witch is Dead , sum Judy Garland sang í filminum The Wizard of Oz (1939). Mikudagin verður Thatcher borin út úr St Paul’s Cathedral í London. Mótstøðufólkini syngja longu í bretsku gøtunum og BBC leiðslan heldur, at støðan er so niðrandi, at tey hava sett bann fyri sanginum, hóast hann er seldur og tikin so ofta niður av netinum, at hann av røttum eigur at verða ovast, ella í minsta lagi heilt ovarlaga, á almenna bretska listanum yvir seldar sangir. BBC boðar tí frá, at í dag verður bara eitt lítið brot at hoyra úr sanginum. So verður ein tíðindastubbi lisin inn yvir sangin, har greitt verður frá um støðuna og samanhangin. Tað er ikki fyrstu ferð at BBC sensurerar innihald í tónleikasendingum.

Seyður

Í skiftandi ljósinum fram við Syðradalsvegnum er altíð okkurt spennandi at síggja. Hesa ársins tíð, dagin fyri summarmáladag, er kappingin at spotta lomb, sum tey siga á nútíðarføroyskum. Men enn er nakað tíðliga. Tykist, sum ærseyðurin bara stendur og bíðar við vegin. Hugtakandi at koyra mitt í náttúruni og skoða seyðin í skiftandi liti. Mittasta ærin, aftast niðanfyri, er so púra paff, at hon bara gapar. Hvussu ymsar tær eru í liti, taka tær seg altíð væl út, tá támið rullar aftanfyri. Neyvan er nakað myndaevni vakrari, enn tá ein glæma frá sólini stavar beint á eina ljósa ær við høgum klettum í baksýni.

Frá Botnfalli til vakrastu bók

Útvið 30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall , út á egnum forlagið, legði Tóroddur Poulsen í dag fram vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir , við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum. Framløgan var í Norðurlandahúsinum. Tað er forlagið í Støplum, sum gevur út mynd- og orðlistasavnið Fjalir . John Dalsgarð hevur lagt til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi. Jan Andersson, sum er leiðari á grafiska verkstaðnum Steinprenti, har Tóroddur hevur gjørt træprentini, sum eru í Fjalabókini, greiddi frá um samstarvið teirra millum øll hesi árini. Jan greiddi frá at fyrstu ferð teir møttust, var á grafiska verkstaðnum, sum Jan hevði í Hjørring. Síðani eru 300 verk komin burtur samstarvinum, segði ein fegin Jan og gav Kinnu Poulsen orðið. Kinna Poulsen hevur skrivað spennandi tekstin um fjøllistamannin Tórodd Poulsen í Fjalabókini, har hon hugleiðir undir yvirskriftin Tá tað dryppar niður

Nýtt kampingpláss

Hurrá! Nú fáa vit nýtt kampingpláss yvir við Strond, har sum Bukkevald var fyrr. Úr køksvindeyganum í morgun sást og hoyrdist ein gul brøyt, sum setti á gomlu skúrarnar, ið hava staðið á kampingplássinum síðani tað lat upp fyri 30 árum síðani. Upprunaliga er talan um wc- og kaffiskúrar hjá eini byggifyritøku í Havn. Allíkavæl hevur eingin í kommunalu umsitingini fyrr enn nú hildið, at hetta var lítið virðiligt at bjóða ferðafólki at búleikast í. Nýggja kampingplássið í Havn skal vera liðugt beint sum flestu ferðafólk eru her um leiðir, longu 1. juli 2013. Tríggjar milliónir eru settar av til endamálið. Skjótt gongur. Longu fríggjamorgunin er seinasta slurkið, sum sæst á niðastu myndini. Nú gleða vit okkum til nýggjar og hóskiligari karmar at bjóða kampistum í bláu høvuðsstaðarperluni í Norðuratlantshavi.  

Fjalir hjá Tóroddi

Fríggjadagin klokkan 16 leggur Tóroddur Poulsen fram nýggja yrkingasavnið Fjalir  í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Savnið, sum forlagið í Støplum gevir út, fevnir um 33 yrkingar, ið eru settar við síðuna av 33 træprentum, sum eru gjørd í Steinprenti seinastu fýra árini. Dømi síggjast ovast og niðast. Í bókini, sum er í stórum broti, er eisini ein hugleiðing um mynd- og orðlistina hjá Tóroddi, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Niðanfyri er Tóroddur avmyndaður í Steinprenti, tá Myndaódnin lat upp í november í fjør. Tóroddur Poulsen er høvuðsevnið í várútgávuni av amerikanska bókmentatíðaritinum, The Bitter Oleander Press , sum júst er komið út, og fyrr í ár gjørdi Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, av, at Tóroddur skuldi fáa Mentanarvirðisløn Landsins. Tóroddur er altíð í gongd, skrivar og prentar. Næsta ár verða 30 ár síðani fyrsta yrkingasavnið Botnfall  kom út. Omanfyri fær hann landstýrismannin við mentamálum, Bjørn Kalsø, at seta knyklar í b

Mentanarloysi

Streymandi Føroyar liggja í mentanarloysi. Tann, sum ikki vitsti tað, veit tað nú. Meðan Kon-tiki manningin í Havnar Bio rekur á flaka á opnum havi í hundrað og ein dag, so hava landsins fremstu embætisfólk roynt tað sama á hundrað og tveimum blaðsíðum í hundrað og tjúgu dagar. Fyrra manningin telur seks og hin seinna átjan. Fyrra manningin hevði eina visión. 66 ár seinni hevur okkara manning onga visión á mentanarøkinum. Jú, eitt embætisligt mentanarráð, gamaní. Fýra ár eru fráliðin síðani akkurát sama kanning varð gjørd, fyri at fortelja okkum fastbúgvandi, hvat skal til at fáa onnur í útlegd at koma aftur og skapa trivnað. Nú sama kanning er gjørd á øðrum sinni, og tað er ikki av Reyða Krossi, ella øðrum vælgerandi felagsskapi, sum virkar uttan kostnað, so fari eg sum borgari í hesum landi at seta mótkrøv, tí hesi fólk eru farin at spæla sær við 700 av mínum framtíðarmilliónum. Eg fari at byrja við tí, sum hevur mín mesta áhuga. Tí eg veit, at mong, heilt mong, hava lisið endal

Sunnudagur í Havn

Hóast tað er kalt, er stilt, ljóst og turt. Tað er so altíð nakað, ein sunnudag í Havn. Í Vágsbotni og á Skálatrøð speglast grønu og bláu bátarnir, og so parkerar ein gulur fólkavognur við rustlitta Kaffihúsið og skapar ein marglittan málning eina lítla løtu. Úr sama sjónarhornið er Dómkirkjan ikki óinteressant, tá eitt lot spartlar í vatnskorpuni við bláum, hvítum og reyðum. Inni í Steinprenti eru málingablikkini latin upp og spartlarnir ganga kykir millum valsarnar í prentmaskinuni at fáa rætta litin. Jan Andersson og danski listamaðurin Kristian Devantier (f.1971) meta um úrslitið, nú fyrstu prentini eru komin úr maskinuni í Steinprenti. Kona Kristian, Isabel Berglund, hevur spennandi bindiskeið og installatión í Norðurlandahúsinum, sum hon rópar Peoples Jumper . Í framsýningarhølinum í neðra er søluframsýning við 57 tekningum eftir Thomas Arge (1942-1978). Serliga spennandi er at síggja arbeiðsskitsur við frámerkjum, orðum ella bara bókstavum, um, hvussu l