Skip to main content

Posts

Lesbiskur vinnari í Cannes

Abdellatif Kechiche, sum er føddur í býnum Tunis í Tunesia í 1960, hevur í kvøld fingið Gylta Pálman, Palme d’Or, fyri filmin La Vie D'Adele Chapitres 1 et 2 (Blue is the Warmest Colour). Steven Spielberg, sum sæst aftanfyri, er formaður í dómsnevndini. Vinnandi filmurin hevur skapt kjak í miðlunum. Í somu viku, sum loyvt varð samkyndum at giftast í vertslandinum, Fraklandi, var fagnaðurin í Cannes serliga stórur, tí drúgvi og opinskáraði franski filmurin snýr seg um kærleika millum tvær kvinnur. Tær eru fronsku Léa Seydoux (f. 1985) og Adèle Exarchopoulos (f. 1993). Hetta er sætti filmur, Abdellatif Kechiche hevur leikstjórnað. Bretska avísin The Guardian skrivar í kvøld úr Cannes, at hetta var ein hóskandi endi á vikuni. - The film, which boasts a much-acclaimed duo of lead performances, some remarkably explicit sex scenes and a vast running time went into the final furlong as critics' favourite to take the Palme d'Or. That it made good on those odds meant

Yvir borð við Bárði

Fríggjadagin læt Bárður Oskarsson (f. 1972) upp framsýning við tekningum í Stephanssonshúsi við Kongabrúnna í Havn. - Hetta eru tekningar á vátt pappír, sigur Bárður. Mest sum allar er frá február í ár. Tekningarnar eru fyrireikingar til framsýning við málningum, ein ganga ein metur, sum verða sýndir fram í Listaskálanum í september í ár. - Og tá fari eg eisini til Berlin í sambandi við Kaninbókina , sigur Bárður millum sigarettirnar í Skansabrekkuni, uttanfyri Stephanssonshús, har Ingvør Nolsøe bjóðar til framsýningina, ið hevur heitið Yvir borð. Leivur Thomsen spælir gittar, parafrasur yvir tekningarnar, meðan pápi Bárð, Hermann, hyggur eftir tekningunum, ið tilsamans eru 61 í tali. Inger Smærup Sørensen hevur kuraterað framsýningina við teim 61 tekningunum. Niðanfyri hevur Inger valt yndistekningina. - Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara stri

Skúlameistarin talar!

Amerikanski filmsleikstjórin, Steven Spielberg, er formaður í dómsnevndini, sum sunnudagin fer at velja ein av tjúgu at vera hin besta filmin á altjóða stevnuni, sum 66 ferðir hevur verið hildin í Miðjaðarhavsbýnum Cannes. Vinnandi filmurin fær Gylta Pálman, Palme d'Or. Spielberg, sum við lyftum peikifinguri er hin stóri filmiski námsfrøðingurin í okkara tíð, sigur skemtandi við møttu miðlarnar, at nú fer hann at hyggja eftir dómsnevndarfilminum 12 Angry Men , sum Sidney Lumet gjørdi í 1957. - As a tutorial to prepare myself for the final day of deliberation, sigur formaðurin við einum sigandi smíli. Umframt Spielberg eru sjáldsama kend filmsfólk í dómsnevndini. Stjørnan Nicole Kidman, leikstjórin Ang Lee, omanfyri, sum hevur gjørt ein av mínum yndisfilmum, The Ice Storm (1997), Bollywoodstjørnan Vidya Balan, franska stjørnan Daniel Auteuil, rumenski gullpálmavinnarin Cristian Mungiu, skotska Lynne Ramsay, sum gjørdi We Need to Talk About Kevin (2011), javnaldrandi japan

Emil úr Lønnebergi 50 ár

Í kaffisteðginum í dag serveraði okkara smílandi starvsfelagi, Søs Debess, festliga køku afturvið seinnrapartskaffinum. Orsøkin var, at heimsins elsti kúllur og smádrongur, sum lukkutíð aldri bleiv eldri, fylti 50 ár í dag. Tað er Emil úr Lønnebergi, sum Astrid Lindgren (1907-2002) fann uppá í stuttligu søgunum, sum eru týddar til øll heimsins mál, eisini føroyskt. - Emil er ikki illavorðin, bara eitt sindur óheppin við hvørt. Fyri tað mesta er hann bara ein lívsglaður drongur, og so hevur hann eitt so sera gott hjarta, sum bankar fyri rættvísi og teim smáu í samfelagnum, sigur Søs, ið sum fáur hevur innlit í norðurlendskar barnabøkur. Klikk her , so sært tú, hvussu gekst, tá  Emil fekk sodavatn til dagin og vegin! Til lukku, Emil, og manga takk fyri køkuna!

Memento mori

Í gomlum døgum, tá pávin í Róm ráddi so væl fyri borgum, at øvrigheitin fekk stórheitsvanvid, var neyðugt at hava ein træl undir lið, ein hvørju megin. Tá ríðirnar av stórlætisørskapi skolaðu inn yvir lívsæla rómverjan, skuldu trælirnir teska í oyrað: Memento te mortalem esse , minst til at tú skalt doyggja. Akkurát sum tá teskarin í loyndum stendur fyri pallinum í Sjónleikarhúsinum, og fær leikaran, ið mist hevur tráðin, aftur á beint. Eg fari at seta mær henda setning á veggin. Memento te mortalem esse, minst til at tú skalt doyggja. Orsøkin er, at eg havi lisið norrøna sannleiksvitnið Politiken, sum vil vera við at føroyingar eru grindadrápsmenn, sum liva í einum blóðrúsi. Svart uppá hvítt, men eisini í litum. Manipulerandi reyðum, ja spruttandi, hjartapumpandi blóðreyðum, sum var tað eitt halalslaktarí á Nørrebro. Henda grafiska framseting í rætttrúgvandi danska meinigheitsblaðnum, fær meg at hugsa aftur á eina gamla faktuella sannkenning um, at danir í roynd og veru eru súkkl

Googlekaffi

Aftur við Wulff Morgenthaler skeinki eg hvønn morgun kaffi í Googlekrússið. Tað kom frá bókatoyminum, sum í Mountain View í California skannaði allar føroyskur skúlabøkur hjá Námi inn í eina telduskipan, púra ókeypis. Eins ókeypis kunnu somu bøkur lesast á heimasíðuni hjá Námi . Í dag var serliga hugaligt at drekka Googlekaffi afturvið tíðindunum um, at nú eru tey, sum fáast við Google Maps, landakort og býarkot um allan heim, farin av gøtunum, og inn á søvnini í stóru býunum undir heitinum Google Art Project . Á telduni ber til at fara á søvn úti í heimi, til dømis danska fornminnasavnið . Sum brúkari kanst tú sita heima og vitja eitt savn, sum kanska er langt burturi í øðrum londum, ella leggja til rættis eina ferð við skúlanæmingum á júst hesum savni. Samstarvið gongur báðar vegir. Í fólksins navni ber eisini til at senda Google upplýsingar um føroysk søvn, og sjálv ella sjálvur leggja út allar upplýsingar um savnið, so sum hin vitjandi sær tað. So hvør veit, kanska verða List

Nú sprettur á fold og spírar

Meðan sóljurnar spretta upp móti turrum, aldrandi greinum, kunnu vit í heimsins størsta vikublaði, Time , lesa um unga, sjálvsøkna og narsisstiska ættarliðið, ið sum nakað nýtt veksur fram og sæst á hvørjum horni í heimsins metropolum, men allarbest á loftinum heima, har tey enn halda til í teirra sanctuary og bara gerast eldri og eldri. Heima hjá mammu og babba. Men er tað nú akkurát so, sum blaðið sigur? Eru tað ikki bara tey vaksnu, sum fyrr vóru ung, ið siga so, tí nú sita tey á fleskinum, og ikki vilja vita av hesum ungu, sum hava aðra atferð, onnur virði og aðrar føreikar enn tey sjálvi - tey ráðandi? Eru tey ungu ikki bara ein hóttan,  the folk devils , sum sosiologarnir siga? Og líða tey ráðandi ikki bara av mentanarangist, cultural panic , á øllum pallum, so vit eisini fáa eina miðlaangist, media panic?  Fara vit aftur til 1985, so var tað videoættarliðið, ið stóra tíðarritið, Newsweek , ávaraði um, ella í minsta lagi defineraði sum eitt ættarlið, ið vaks upp vi

Upptøkurnar til Vetrarmorgun lidnar

Í gjár var seinasti upptøkudagur í sambandi við nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá Vetrarmorgun . Miriam og Janus Gunnarsson hava tikið meistarligu stillmyndirnar í Skopun. - Hetta er vakrasti filmur, eg havi gjørt, sigur Sakaris, sum er framúr vælnøgdur við avrikið hjá øllum fimtan í filmsliðnum. Belgiski fotografurin, Virginie Surdej, niðanfyri, er samd. - Vetrarmorgun er millum tríggjar teir vakrastu filmar, sum eg havi gjørt, sigur hon í Skopun, tríggjar dagar fyri at hon skal filma fyri ein av kendastu fronsku sniðgevunum í París. Á fyrsta sinni hevur Sakaris havt framleiðara við í filmsgerðini. Tað er Ingun í Skrivarastovu, sum er útbúgvin á Goldsmiths College í London. Hon sæst í hvítari troyggju til høgru á myndini niðanfyri. Ingun hevur áður roynt seg við egnum dokumentarfilmum, so sum Ein spegil í minni mínum , ið var um mammuna, og í Hansara hondum,  sum lýsti Hans Paula Olsen og Janus Kamban. - Tað er fyrstu ferð at eg royni meg sum framleiðara í Føroyum, sigur

At hoyra brak og liggja brakk

So er aftur lyfti um brak. Hesuferð er tað Sosialurin, sum við sjeytummaseymi lovar brak í Parkini í Keypmannahavn, har Jens Marni skal hita upp fyri Bon Jovi. Helst verður tað ein rimmar konsert og samstundis eitt frálíkt høvið hjá Jens Marna at trúna og trýna á pall fyri túsundum av áhoyrarum, ið fyrst vilja hoyra amerikansku stjørnuna, men sum í tónleikastíli als ikki er so langt frá Jens Marna. Tí er hetta ein heppin støða. Til lukku við tí, Jens Marni! Men aftur til fjølmiðlaða brakið . Fyrr í ár varð Mika kunngjørdur sum ársins popp brak á Vágsbøi 2013, men Voxbotn í Havn sigur at longu 29. juni verða Nik & Jay árins brak í Føroyum. So brakið er líkasum upptikið. Og fyrr hava verið onnur popp- og rockbrak, ella eitir tað brøk? Og ikki um at tala tá toppdystir av øllum handa slag eru á bygd og í bý, so lova tey brak. Eitt brak av einum dysti. Kom, hygg og hoyr - tað brakar. Ja, venjarin hjá Stjørnuni lovaði ársins brak í apríl fyrrárið. Best sum eg helt at hug