Skip to main content

Posts

Ljósmeistarin farin

Heimskendi danski arkitekturin, Henning Larsen, er deyður 87 ára gamal. Tað boðar teknistovan frá í tíðindaskrivi í dag. Tíðindaskrivið frá teknistovuni endar við hesum orðum: “Henning Larsens betydning for arkitekturen har været stor. På tegnestuen skabte han en kultur, der er drevet af faglige ambitioner og en lyst til at være der, hvor arkitekturen kan gøre en forskel. Det er en arv, som vi skal forvalte.” Henning Larsen, sum var virkin í meir enn 50 ár, verður ofta nevndur ljósmeistarin, lysets mester. Hetta er eisini yvirskriftin, tá Politiken í dag skrivar um arkitektin. Millum kendastu verk hjá Henningi Larsen úti í heimi eru Uttanríkismálaráðið í Riyadh í Saudi Arabia, 1984, Danska Sendistovan á sama stað, 1987 og Bókasavnið í Malmø í 1997. Í Danmark eru kendastu verkini Handilsháskúlin, 1989, Kirkjan í Enghøj, 1994, Ny Carlsberg Glyptotek, 1996 og Operahúsið, sum sæst á ovaru myndini, aftanfyri arkitektin sjálvan, í 2004. Politiken tók myndina. Ein av starvsfel

At balla seg í Christo

Grønlendska tjóðardagin og longsta dag yvirhøvur, roynir Tinganes seg við nýggjari inngongd at møta altjóðagerðini, soleiðis sum hon er fyriskrivað í donsku sjónvarpsrøðini Borgen . Óváttað tíðindi vilja vera við, at tað er bulgarski listamaðurin Christo , sum við støði í innpakkaða Ríkisdegnum í Berlin, hevur klætt inngongdina í Tinganesi við grønum lørifti og grønlendskum flaggi. Hugsjónarliga grundstøði er refleksiva mentanarhugtakið hjá týska Ziehe, sum leggur upp til at balla seg inn í danska hugtakið ein dag, føroyska ein annan og grønlendska ein triðja. Alt er til forhandling, men bara ikki sild og makrelur. Tað siga føroyskir kvotabarónar í Danmark. Og tað er í hvussu er ikki eitt evni fyri Ríkisfelagsskapin, sum dagin fyri longsta dag varð nevndur eins ofta og dagar eru í árinum. Men tá ryssir í lakkinum og buglur á bilin eisini komu á orðaða borðið í landsins fremsta nesi, tá hugsaði eg um innballaðu filmisku orðini He even treats objects like women og kendi tað, sum sat

Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn

Útsýnið úr køksvindeyganum var í dag tvey ymisk skip, ið møttust í Nólsoyarfirði, annað niðaneftir og hitt omaneftir. Danski fullriggarin og skúlaskipið Georg Stage , bygt í Frederikshavn í 1934 og russiski fabrikstrolarin Rybak , ið tykist stavast Pmeak, bygdur í 1991, fyrr við norskum Ålesundsnøvnum sum Havbryn, Nestor og Ole Setremyr. Talgilda kortið sigur, at skúlaskipið siglur inn á Havnina og trolarin inn á Runavík. Hugvekjandi at síggja skip møtast í rúmum sjógvi. Møtast eitt bil og sigla so burtur. Høgga í aldunum eins og klokkuverkið. Hvar fer tíðin og hvussu liggur rákið?

Vælkomin á Reyðakrosskafé

Vælkomin á Reyðakrosskafé undir Bryggjubakka í Vágsbotni í Havn. Tað søgdu tær seks Lisa í Dali við Reyðakrossísi úr melón og kiwi, Joan Eydna Sørensen, Unn Augustudóttir Kragesteen, Maria Dahl, Turið Maria Jóhansdóttir og Selma Dahl Erol við bóka- og kaffidiskin í dag, tá latið varð upp á middegi. - Arbeiðsmegin er sjálvboðin og vit ynskja at bjóða út nakað øðrvísi, siga tær á Facebooksíðuni . - Okkara visión er at skapa eitt hugnaligt stað, har gjøgnumskygni og vitan eru í hásæti. Vit seta fokus á endurnýtslu, at grógva í nærumhvørvinum, bøkur, familjulív og ikki minst vistfrøði. At fara væl um okkara planet og alt, sum á henni er, er nakað, sum vit handan kaféina eisini trúgva uppá. Og tá matur er ein sentralur partur av at fara á kafé, vilja vit bjóða út eina so sukurfría, vistfrøðiliga og lekra matskrá sum gjørligt. Tað er umráðandi fyri okkum, at eisini familjur við børnum trívast í ReyðakrossKaféini. So umframt kaféina fara vit leypandi at hava ymisk stuttlig og kreativ tiltø

Ljós í myrkri

Undir enska heitinum LIGHT FROM DARKNESS og undirheitinum Photographs from the world of metal music fara teir tríggir finsku fotografarnir  Eija Mäkivuoti , Susanna Honkasalo, Markus Paajala og týski fotografurin Jens Nolte, at sýna fram verk í Finnlandi í summar. Framsýningin letur upp í sambandi við Tuska Open Air Metal Festival í finska høvuðsstaðnum Helsinki 28. juni, har Nightwish stendur ovast á breddanum. Finsk-føroyska vinafelagið, Tjaldur, danska sendistovan í Finnlandi og tíðarritið Inferno stuðla fotoframsýningini, har limir í Hamferð ferða til staðar. Tey fýra myndlistafólkini brúka myndaevni úr júst hesum umhvørvi, men við ymsari tilgongd, perspektivi og tematikki. Í felags tíðindaskrivi siga tey fýra myndlistafólkini at ”Photography is a way to live in the moment, take part in them and capture these moments to display your own vision. This includes a will to dig a bit deeper, a will to let glimpses of the passion, joy and intensity of expression that all are

Carl August í Vágsbotni

Í Vágsbotni selur Carl August Arge altskyns nýveiddan fisk. - Frá klokkan tíggju í morgun til klokkan sjey í kvøld, havi eg nógvan góðan tosk við livur, nakað av longu eisini, høvd og feskar uggar, og eg skeri flak eisini, sigur Carl August í fráboðan á Facebook í dag. Eins sjáldsamt og útróðrarmenn eru á Facebook, er at síggja feskan fisk og feska vøru annars verða bodna fram á Sølutorginum í Vágsbotni, hóast reglugerðin sigur, at so skal vera. Alt skal vera feskt. Seinastu tíðina havi eg bara sæð vaccumpakkaða vøru, sum heldur ikki er eins fotogén og feska vøran, sum í hesum føri. Og beinanvegin eru tey har, útlendsku ferðafólkini við myndatólunum, meðan heimligu privatbilarnir og almennu vegforðingarnar royna av almakt at spilla vakra sýnið við bryggjuna í miðbýnum á hásummartíð. Og so er prátið í gongd um fisk og bát og avreiðingarprísir, og hetta undurfulla land við teim bjørtu litunum, hóast drigið er á luftina. Og mitt í prátinum tekur nærlagdi útróðrarmaðurin

Nýggj bók frá Carl Jóhan

Fortíðarspeglað nútíð Carl Jóhan Jensen skrivar úr Brússel: Mánadagur 17. Juni. Úti er 25. stiga hiti og gjøgnum teir dropasettu rútarnar í skrivikamarsvindeyganum sæst oman yvir ein park-líkan garð, har eldri og nýgróðursett trö kúra í regnvátum skugga undir svalatyngdum húsabaksíðum. Men pussið á hesum húsabakssíðum er tó hvørki grómut,  hvørki skrýtt við morknaðum lykkjukrotið ella skjaldramerkjum eins og framsíðurnar á húsunum í teirri djúpu, breiðu, dapurligu götu, sum bretski rithövundurin Christopher Isherwood í 1930 hevði útsýni yvir  úr vindeygað sínum stutt áðrenn hann yvirgav Berlin og nasisman legði sína ísaköldu signing yvir býin. Hesin býarparturin í Brússel , Ixelles , postnummar 1050 er alt annað enn dapurligur,  her gongur göta ikki inn í götu av laparsligum, stórfjöknum bygningum, ið líkjast kistlum stúgvandi fullum av áfalnum silvuri og slitnum innbúgvi hjá einari miðstætt á húsagangi. Nei, her er miðstættin ikki farin á húsagang. Eingir laparsligir

Íslendskur tjóðardagur

Í dag sæst íslendski fáninn, þjóðfáni Íslands , á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Seytjandi juni, sum er føðingardagur Jón Sigurðssonar (1811-1879), hevur síðani 1944 verið tjóðardagur Íslands. Í flaggsøgu Íslands verður sagt: "Á fundi í Stúdentafélagi Reykjavíkur 27. september 1906 sýndi Matthías Þórðarson, síðar þjóðminjavörður, fánahugmynd sína: hvítan kross í bláum feldi með rauðum krossi innan í hvíta krossinum. Áttu litirnir að tákna fjallablámann, ísinn og eldinn." Ikki ein ond er á Kongabrúnni ella Tinganesi. Meðan íslendski fáninn ikki sæst røra seg, sæst beri bletturin undir flaggstongini mitt fyri á myndini eftir íslendska skjaldraerkinum á bróstinum í Fútastovu, har sendistovan er. Eitt vikuskifti herfyri stjól onkur merkið. Bilurin hjá íslendska sendiharranum, einasti sendiharrabilurin í Føroyum, stendur í túninum undir Nólsoyarstovu við bláum CD-nummarplátum. Og nú vit tosa um plátur, so fari eg í dag at gera mær ørindi í plátusavni

Altjóða bókamessur og føroysk luttøka í 2013

Jenny Johannessen, omanfyri, sum er bókmentanarligur samskipari hjá FarLit , boðar í tíðindaskrivi frá, at á hvørjum ári savnast forløg, agentar og áhugaði á altjóða bókamessum at keypa og selja rættindi og ikki minst at kunna seg um nýggjastu rák á bókmentapallinum. - Luttøka á messunum er eisini týdningarmikil miðil hjá forlagsumboðum at skapa sambond. Føroysku forløgini hava hvør sær javnan verið á slíkum bókamessum eitt nú í Frankfurt, Bologna og BogForum í Danmark, og í 2011 var ein samlað verkætlan sett í verk at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Í 2012 var FarLit sett á stovn at taka sær av hesum arbeiði og farið varð til bókamessur í Göteborg og Frankfurt. Eftir samráðingar í samskipanarbólkinum er avgjørt, at FarLit aftur í ár skal umboða føroysku bókmentirnar uttanlands. Tískil verður FarLit at finna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í heyst, har arbeitt verður bæði við at kunna um og selja bókarættindi, sigur bókmentanarligi samskipa