Skip to main content

Posts

Bókadagar 2013

Í dag byrjaðu Bókadagarnir hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Omanfyri síggjast formaðurin í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, í baksýni, og fremst fyri er Marna Jacobsen, ritstjóri í Bokadeild Føroya Lærarafelags. Tað er fyrstu ferð at Bókadagarnir eru fleiri enn hin eini, sum við skiftandi hepni hava verið hildnir, alt síðani Petur W. Háberg fyrstu ferð skipaði fyri einum bókmentatiltakið í Sjónleikarhúsinum innan Útvarp og Rithøvundafelag yvirhøvur vóru til. Í ár fevnir bókmentaskráin um ikki færri enn fýra dagar. Eftir arbeiðstíð dag fór eg at lurta eftir Marnu Jacobsen, sum við egnum royndum helt ein fyndugan fyrilestur um ritstjórnarliga arbeiðið undir yvirskriftini Viðmerkingar frá ritstjóra, sum verður endurgivin niðanfyri: - Tað finnast ein rúgva av forløgum í Føroyum, men flestu teirra eru forløg, har ein persónur gevur eina bók ella nakrar bøkur út. Tað eru ikki nógv forløg í Føroyum, har fleiri fólk arbeiða við handritum fyri at geva tey út í bók, men

Victor, Carl Johan ella William

Neyvan er nakað sum bannaðir bókstavir, ið kunnu fáa fólk upp at garta. Ja, alt, sum misjonérurin sigur vera forboðið, einki er so garterandi søtt sum nettupp tað. Tað gongur sjón fyri søgn í hesum misjónsdøgum. Serliga eru tað valdir hvítabreyðspolitikarar, ið ikki hava størri ella hægri løntar missiónir, enn at bera seg at sum spunasmiðir at promovera eina ávísa sjón av einum máli, sum ikki er nakað mál, tí tað higartil hevur verið øllum greitt sum heilt okey og einki at snakka um. Nú er tað Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum fann uppá Málráðið, ið ikki veit sær betur enn at fara til næsta kassa við kenslupornu, navnalóggávuna, eftir at kríggið um stavraðið ikki bleiv tann orrusta, ið framherjarnir vildu. Sjúrður vil vera við í tekstinum Tobbi má eisini unna øðrum frælsi , at: ‘Stavingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir.’ Eg veit so ikki, hvat tað er sum overnight er bannað at stava í Føroyum, eg havi so ikki sæð tað og enn minni varnas

Myndaódnin 2013: Hommage à Bárður Jákupsson

Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av dygdargóðari list á árligu Myndaódnini, sum er framsýning við úrvali av verkum úr í Steinprenti í ár. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 22. november klokkan 16. Myndaódnin varir til 20. januar. Kurator er Kinna Poulsen, sum skrivar soleiðis um framsýningina í brævi til limir í Steinbrá, sum hevur aðalfund 26. november: Týdningurin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri Steinprent kann ikki yvirmetast. Verkstaðarleiðarin Ja

Jólabókin komin

Árliga jólabókin hjá Bonniersamtakinum, Den Store Julebog , er komin. Tað er Elisabeth Kruse, sum rekur firma Glotti , ið saman við øðrum hevur skrivað tekstin, og starvsfelagin, Kira Brandt, hevur tikið myndirnar. Fleiri føroyingar hava verið við í bókagerðini og tað sæst aftur. Jólabókin er skift í fimm kapitlar, ið lýsa hvør sína jólastovu: klassisku jólini, natúrligu jólini, grafisku jólini, litríku jólini og hvítu jólini. Skabelón og uppskriftir eru til hvørja av teim fimm jólastovunum. Bókin, ið telur 108 blaðsíður og kostar 109,50 krónur, er prentað hjá Print Best í Estlandi í 500.000 eintøkum, sum verða seld í øllum Norðurlondum. Stóra jólabókin fæst við at bíleggja hana hjá Bo Bedre .

Dýpið í Norðurlandahúsinum

Mikukvøldið 4. desember kl 19:30 vísir Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, íslendska filmin Dýpið , sum var í uppskot at vinna virðislønina sum besti norðurlendski filmur í ár. Tilnevningin ljóðaði soleiðis á donskum: " Djúpið er baseret på en virkelig historie om en dyb tragedie og en storslået individuel heltedåd og udforsker både menneskets sjæl og legeme på kraftfuld vis. Optagelserne er fængslende gennem hele filmen og besjæler Djúpið med oprivende men smukke billeder af land, hav og dybet under overfladen. Og i hovedrollen yder Ólafur Darri Ólafsson en bemærkelsesværdig fysisk og følelsesmæssig præstation, hele tiden omgivet af stærke medspillere, som trækker publikum ind i karakterens traumatiske oplevelser. Instruktør Baltasar Kormákurs værk viser en intens kamp mellem menneske og natur. Hans dynamiske stil forstærkes af brugen af fugleperspektiv som ledemotiv. Det viser hvor skrøbelige og små mennesker er, når de bliver ødelagt af naturens nådesløse kræfter, og tilf

14 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina

Á middegi í dag var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember. Inn komu fráboðanir um 14 føroyskar stuttfilmar, sum kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina, sum fyrstu ferð vóru lætnar í fjør. Krøvini til stuttfilmarnar eru, at teir ikki eru longri enn 30 minuttir. Stuttfilmarnir kunnu vera spælifilmur, listarfilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Longsti filmur, sum er komin inn, er akkurát 30 minuttir og teir báðir stytstu filmarnir eru 4 minuttir. Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum, men kann tó hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2012. Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina, sum er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Filmsnevndin sigur, at dømingin byggir á søgu, filmisk frásøgusnildi og handverk. Tórshavnar kommuna letur Á

Sorg og gleði

Í kvøld varð tólvti spælifilmur hjá Nils Malmros (f.1944), Sorg og glæde , frumsýndur í Havnar Bio. Umframt at vera útbúgvin lækni í 1988, er Malmros eyðkendur auteur , sum ikki bara leikstjórnar, men altíð eisini skrivar handritið. Søguna um Barbu (1997) fann hann tó hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Hóast allir filmar hjá Malmros hava nógvar persónligir tilsipingar, er Sorg og glæde tann mest persónligi, ja næstan privati. Í løtum, tá leikararnir eru eins sannførandi og turrisliga pallsetingin, fái eg eina fatan av filminum sum heimildarleikur, so beint fram er søgan og so lágmælt eru tey bæði, Jacob Cedergren (Johannes) og Helle Fagralid (Signe), sum eru Nils Malmros og Marianne Tromholt. So vandin, eg veit at Malmros er, fari eg uttan at hugsa um tað, at rokna út súmbolikkin í nøvnunum, hann hevur givið høvusleikarunum. Eg lendi á hesi bókstavalíkning: Hetta er seinasti filmur, verður tikið upp í saman. Seinasti stavur í báðum nøvnunum Nils og Marianne er S og E, seinastu stavir í fi

Heimildir, heimildir

Nýliga hava heimildarfilmar í spælifilmslongd funnið sær veg innar í biografarnar og upp á stóra løriftið, eisini í Havnar Bio. Ikki tí, hetta er ein elli gomul sjangra, kanska við Nanook of the North (Robert J. Flaherty 1922) sum tí fyrsta. Í gjár var eg ein av átjan, sum hugdi at Shirley & Hinda  (Håvard Bustnes 2013), tvær gamlar amerikanskar konur, sum hava sett sær fyri at kanna, um einki mark er fyri búskaparvøksturi. Helt ikki, at hesin heimildarfilmur var verdur stóra løriftið, men tað var harafturímóti ein filmur, sum Kringvarpið setti á skrá hóskvøldið í farnu viku. Tað var filmurin um tey, ið vóru send á Rødbygaard í Danmark. Longu í fyrra parti av hesum heimildarfilmi haldi eg, at Kringvarpið er á so góðari leið, at hóast evnið er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lýsa út í æsir, so hava tey funnið gull, heimildargull. Tá hugsi eg um kvinnuna úr Skálavík, Maluna Olsen, sum myndugleikin í bygdini, uttan at hava sæð hana, sendi av bygdini og niður á Rødby

Tvö fallegustu hugtök veraldar sett í eitt

Ikki dugi eg íslendskt, men við eitt sindur av vegleiðing, so ber ofta væl til at lesa tað, ið skrivað er. Blaða vit í yrkingasøvnunum hjá Poul F. Joensen (1898-1970), so lesa vit í endanum á seinasta ørindi í vøkru yrkingini Tú lýsti   soleiðis: men sjólátist eg, er títt kæra navn seinasta orðið, eg nevni. Kanska er hetta vakrasta orðasavn, yrking, ella ljóð á íslendskum, sum vit eiga. Tað veldst sjálvandi um høvið og huglagið. Well, í morgun læs eg, at íslendingar í trimum aldursbólkum, hava kosið vakrasta orðið, sum eru í málinum. Úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Ríkisútvarpinum, RÚV, har sendingin Kastljós  síðani 24. september hevur fingið 8500 uppskot um vakrasta orðið, sum fólk so hava fingið høvi at atkvøða um. Úr trimum aldursbólkum hevur ein úrvalsnevnd tikið 30 orð og sett tey á heimasíðuna við tilmælinum, ella frágreiðigini, hjá onkrum teirra, ið sendu orðið inn. Eftir at 14.000 høvdu atkvøtt, er greitt at  ljósmóðir  er vakrasta orðið í elsta bólkinum, tað eru tey, sum

Gastronomi á hvørjum munni

Mikukvøldið skipaðu hesi fyri var gastronomi kvøld á torginum í SMS í Havn: Linda Kølleskov, Gutti Winther, Regin W. Dalsgaard, Birgir Enni og Jørgen og Johnny úr Miklagarði. Høgni Heinesen tók myndirnar og sum orðstýrari slapst ikki undan at koma á onkra, sum sæst niðanfyri, har Beinir Poulsen hevur fingið til uppgávu at fletta ein seyð frá Gazet Patursson í Kirkjubø mitt á torginum, meðan øll hyggja og The Body Shop sæst í baksýni. Beinir hevur lært til slaktara í Miklagarði og klokkan vísti, at hann brúkti fimm og ein hálvan minutt at fletta seyðin, tá vit høvdu drigið órógvandi mikrofonhaldarin burturfrá. Gutti Winther, sum er sjónvarpskokkurin úr væl dámdu sendingini Spískamarið , bjóðaði saltfisk í eplamorli og súpan úr grønmetisurtini artiskokki. Í grannahjallinum bjóðaði Birgir Enni og sonurin Hávarður feska øðu av Kaldbaksfirði. Hjallarnar høvdu teir báðir brøðurnir Jóannes og Sigtór Andreassen smíða. Á torgpallinum hevði Birgir Enni eisini eina