Skip to main content

Posts

Sakaris til Berlin

Her er ein fegin Sakaris Stóra framman fyri skúlatalvuni á Oyrarbakka, har hann hevur undirvísng í filmi. Í hondini hevur hann nýprentaða innbjóðingakortið til filmsýning á Berlinaluni, har Vetrarmorgun verður sýndur undir yvirskriftini Generation. Kortið hevur Niels Arge Galán á Sendistovuni sniðgivið. Aftanfyri á kortinum stendur: " Vetrarmorgun , directed by Sakaris Stórá, is a story about two girls in their early teens, whose friendship has led them to a turning point in their lives. Dealing with love, friendship and identity, the film brings up a universal subject about teenagers struggling with stigmas, told through the unique atmosphere of a small town community of the Faroe Islands, an isolated archipelago in the middle of the North Atlantic." Vetrarmorgun verður sýndur í biografsali nummar eitt í CinemaxX, sum er á Potsdamer Straße, mitt í Berlin. Filmurin verður sýndur fýra ferðir: mánadag 10. februar kl 15:00, mikudag 12. februar kl 17:30, hósdag 13. febru

Life is a dying business

Millum innpakkaðu lýsingabløðini í dag frá landsins stóru matvøruhandlum, var sum vant eisini aktuella Vikublaðið . Og eg má sanna, at tey i Miðlahúsinum duga at selja lýsingar, sum so aftur eru støðið undir einasta landsdekkandi tíðindablaðnum í landinum, Sosialinum , og hesum ókeypis lýsingablaðnum, sum Vikublaðið er. Men dagsins lýsingafongur er serliga áhugaverdur, tí eg havi ikki sæð hann fyrr í einum og sama skipaða blaði her á landi. Seks hálvsíðulýsingar við kistum, kransum og gravsteinum, og tíggju greinar um somu evni. Ikki eitt øvugt orð um business, men deyða og jarðarferð havi eg ikki sæð í handilsliga tíðindarenslinum áður, hóast Dimma , sála, royndi seg við minningarorðum í bókaformi herfyri. Aftast í spillivandi Vikublaðnum er ein opna um aldrandi Cliff Richard, sum hevur konsert í Forum í Keypmannahavn 28. mai 2014, har til ber at vinna atgongumerki. Um Guð vil. Tí life is a dying business. 

Myndir og tekstur

Í áratíggju hevur verið sagt, at vit liva í eini alt meir ágangandi myndamentan. Í sama tíðarskeið hevur verið spátt, at tekstur og lesnaður fer at vikna, líða og víkja, so bara blinkstrandi myndametan, video og telduspøl, standa eftir og skapa eina ómentaða menniskju, serliga dreingir. Kalt vatn í blóðið. Einki stendur sterkari enn bókin og heiðurskrýndi teksturin, sum har býr. Í gjár vóru fýra linjur hjá Tom Kristensen funnar í Danmark og straks kundi ein tekstagranskari við ærufrykt staðfesta virði til 10.000 krónur. Meðan tað ikki kemur uppá tal at stjala tílíkan tekst, so er annarleiðis við myndum. Tær hava litla hevd, um nakra. Tær hava so frítt at fara, at myndina deila vit, sum var hon kollektiv ogn. Bara ikki tekstin, tí hann eiga Yvirføroyar. So kunnu Undirføroyar deilast um fotomyndirnar, sum ónevndar og óforpliktandi verða sendar í umfar sum hjáputur í miðlunum og eisini á almennum heimasíðum. Respektin fyri myndum er eingin. Persónliga gangi eg inn fyri einum kollekti

Fakfólk eru nú einaferð fakfólk

Kringvarpið hjá okkum øllum í øllum landinum veit at siga, at átakslýsingarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd virka ikki og skuldu verið steðgaðar og tiknar burtur, ongantíð ov skjótt. Tað vóru boðini til okkum øll í Almannaføroyum í Degi og Viku í gjár og aftur á heimasíðuni hjá sama varpi í dag. Sama dag kann fakligi felagsskapurin hjá teimum, sum gera føroyskar lýsingar staðfesta, at opin atkvøðugreiðsla hevur givið vrakaðu lýsingini besta karakter. Hvørjari verð liva Kringvarpsfólkini í? Fakfólk eru nú einaferð fakfólk. Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum tosaði Bergljót við eina unga framfýsna kvinnu, sum skrivaði Phd ritgerð um Parkinsonsjúkuna í Føroyum. Meðan tú soleiðis stendur og rakar tær í speglinum og lurtar eftir fakfólki, kann henda at tú fært ein farra av einum hugskoti. Here goes. Hugsa tær, at bara ein av teimum ovurhonds mongu, sum í øðrum londum lesa samskifti, miðlar ella journalistikk, fer at granska í programmvirksemi í Útvarpinum síðani 1957 og fer at fo

The Hunt for Oscar

Í dag varð kunngjørt úr Los Angeles, hvørjir filmar eru í uppskoti at vinna eina Oscarvirðisløn, tá 86. handanin verður fyriskipað og send til allan heimin 2. mars í ár. Sum vant eru útlendsku filmarnir og filmisku avrikini, Foreign Language Film, tey mest áhugaverdu á okkara leiðum. Eftir tógvið stríð eydnaðist danska Thomas Vinterberg (f.1969) at verða millum tey fimm, sum eru úrvald at kappast um einu Oscarvirðislønina, ið verður latin besta útlendska filmi. Filmurin er Jagten ( The Hunt , 2012), sum eg sá í Havnar Bio og ummældi undir heitinum Tá menn eru í skotmála í Havnar Bio 10. januar í 2013. Tá hevði eg undan jólum møtt leikstjóranum, Thomas Vinterberg , í Lübeck, har hann var við allari familjuni og vísti filmin, sum vann fyrstu virðisløn. Sunnumorgunin, tá henda filmstevnan var av og øll fóru heim, møttust vit á jarnbreytarstøðini, sum sæst omanfyri og niðanfyri. Hinir fýra filmarnir, sum kappast um útlendsku Oscarvirðislønina, eru belgiski bluegrassfilmurin The Broken

Til lukku, Tróndur!

Til lukku, Tróndur Patursson, við Mentanarvirðisløn landsins. Her eru nakar myndir, sum eg eri sloppin at taka av tær við ymisk høvi seinastu árini, ofta við fremmandum gestum, sum í hesum føri Bill Schwab og hansara fotografum, ið hava fingið eina ógloymandi uppliving av list og søgum - ja, av Føroyum, ikki bara mitt í havinum, men mitt í allari verðini. Takk fyri gestablídni! Omanfyri gera teir, Tróndur og Brandur, Bládýpið í stand, so tað aftur kann lata upp fyri vitjandi í Listaskálanum í januar 2012. Niðanfyri er Tróndur avmyndaður á framsýningum hjá Hansinu Iversen og Zakariasi Heinesen, saman við Jan Andersson, í Stephansens húsi. Her er Tróndur avmyndaður við kaffikrússi á skrivstovu mínari á Vaglinum í 2009, tá hugskotið um lutvíst retrospektivu og lutvíst nýggju framsýningina Lívsins landslag  við hálvthundrað verkum kom upp. Á niðaru myndini er Tróndur avmyndaður, tá framsýningin Lívsins landslag lat upp fyri ólavsøku hetta sama ár, tá Havnin fylt

Gunnvá Weber á Blumenbach Stovninum

Eftir ársskiftið er Gunnvá Zachariasen úr Havn sett í starv á danska Blumenbach Stovninum  í Keypmannahavn. Heimasíðan upplýsir, at ikki síðan 1974 er nýtt fólk sett í starv á stovninum, sum heldur til við brúnna á Ingerslevsgade 103 í eini pumpustøð við Dybbøljarnbreytina. Twin Peaks hjá David Lynch og Riget hjá Lars von Trier seta seg á nethinnuna, og sum frálíður eisini Jehova Vitni. Og tá eg síggi náttúruvísindaligar savnslutir og uppsløg um beredskabsøvelser i katastrofeberedskab , gerist eg forvitin og spyrji Gunnvá, um hetta er granskingarstovnur ella sjónleikarhús? - Jú, hetta er sjónleikur, Blumenbach Stovnurin  er fiktión, eitt íspunnið univers. Men júst hatta twisti, sum er í spurningum, er fínar greiðir. Fólk mugu gjarna fata Blumenbach sum eitt veruligt institutt, ein granskingardepil til í fyrsta lagi fyrireiking, tilbúgving og yvirlivilsi í framtíðar vanlukkum, sum kunnu beina fyri heiminum, sum vit kenna hann í dag, og í øðrum lagi gransking at byggja upp ei

Saltsprongdur døgurði

Í dag var brim úti við Strond í Havn. Inn móti gamla Bukkevald sló aldan við so stórari kraft, at jørðin skalv og brimið stóð upp í loft sum eitt gosfjall. Út móti Boðanesi var uppgangur í hvørjari vík. Úr køksvindeyganum sæst eitt farmaskip sigla oman og niðan í Nólsoyarfirði. Eftir øllum at døma bíðar skipið eftir atløguplássi í Havn. Á fartelefonini sigur appin, Ship Finder , at hetta er finska Mistral , ið skal sigla við farmi í tríggjar vikur fyri Norrønu . Meðan føroyska ferjan er 36.000 bruttoregistartons, er finska farmaskipið 10.471 bruttoregistartons. Heimanfyri Bukkevald er gamla fiskastykkið. Í baksýni síggjast antennurnar hjá radioamatørunum og longst til høgru hómast reyðu felagshúsini og longst burturi sæst Glyvursnes. Eisini úti í Sandagerði er so mikið av uppgangi, at ikki er ráðiligt hjá havsvimjarum at fara á bláman í dag. Men inni í ósanum í Sandagerði er púra stilt. Meðan Sandáfossur brúsar og kvøður og krákurnar flúga og pilka, stendur e

12 Years A Slave er bestur

Ein 'Onkel Tom filmur', 12 Years A Slave , er besti biograffilmur í undanfarna ári. Hóast ein filmur um trælahald kann tykjast føroyska biografgangaranum nakað tíðarvilstur at koma úr dagsins blinkstrandi Hollywood, samdust 93 journalistar um júst henda filmin í Beverly Hills í nátt. Leikstjóri er hin bretski Steve McQueen (f.1969), sum í 2011 gjørdi filmin  Shame . Kann vera, at nógva umrøðan kring jarðaferðina hjá Mandela fyri jól, og serliga orð hansara um reconciliation  millum svørt og hvít, hava elvt til eitt serligt umhugsni hjá fremmandu Hollywoodjournalistunum at geva umheiminum eina fatan av amerikansku søguni og nútíðar stættarsamfelagnum. Av øllum listagreinum er eingin sum filmur at skapa fólksliga fatan av samansettum evnum og truplum fyribrigdum. Havnar Bio sýnir 12 Years A Slave frá 20. februar. Filmurin byggir á amerikanska hemildarsøgu, ið varð skrivað í 1853, árið eftir at Harriet Beecher Stowe skrivaði Uncel Tom’s Cabin , sum fleiri ferðir

Retorikkur á tingi og Facebook

Besta politiska amboð, fyri ikki at siga einasta, er retorikkur. Røðulist og tungusnild, ella orðaleikur , sum orðabókin sigur um røðu- og tungusnillingar, ið duga so væl at halda røðu, tí tey eru væl skorin fyri tungubandið. Meðan orðabókaorðini eru rík, kann tað øvugta koma fyri hjá monnum og kvinnum á tingi, eins og á nýggja almenninginum Facebook. Gamaní. Í forvitnisligum greinum í Sosialinum varð júst hetta viðgjørt á eini heilari opnu við fimm greinum mikudagin. Ein av sigandi yvirskriftunum er  Vandamikil retorikkur . Greinarnar byggja á tað sannkenning, at fyri jól segði skrivarin í ungdómsfelagnum hjá Fólkaflokkinum nøkur óbúgvin orð um eitt land í Afrika á Facebook. Tað kunnu vit saktans liva við. Ungdómurin er av natúrligum ávum óbúgvin og Facebook er ikki eitt fólksins parlament. Har kann ein og hvør skrivað, sum honum ella henni lystir. Tí Facebook er einki annað enn ein opin heilabløðing. Løgtingsins skipaða tign og veljarans afturvendandi dómur hevur onga ávirkan á hi

Stjørnukokkur í føroyskum spískamari

Grein í Atlantic Review 4/2013 Myndir: Spískamarið og SMS Gutti Winther, 34, er Føroya fyrsti stjørnukokkur. Í sjónvarps-sendingunum “Spískamarið” hevur hann saman við Pæturi Marjunarson Dahl, 32, ferðast oyggj úr oyggj at varpa ljós á staðbundna føroyska rávøru. Meðan prátað verður, gera teir ein rætt, sum teir eta saman við bygdafólkunum. Nú skulu sendingarnar seljast til onnur lond. Við “Spískamarinum” er fyri fyrstu ferð eydnast at savna tjóðina kring tann ediliga mat, sum vit oftast hava sent til onnur at eta. Bestu dømi um hetta er hin hvítasti saltfiskur og tær kryddurtir, sum teir báðir finna á heimrustini. Neyvan nakar hevur fyrr enn nú varnast sanna innihaldið í hesum nýfunna spískamarinum, sum Gutti, Pætur og bygdafólkini gera. Konseptið er einfalt og riggar væl í sjónvarpi. Umframt at vera matsending, sum vísir á tilfeingi og krydd úr reinu føroysku náttúruni, fáa vit eisini innlit í eina endurfunna matmentan við søguligum vinnulívsklangi, eins og livan