Skip to main content

Posts

Skírhósdagur [skʊirɪs-]

Í dag er skírhósdagur, framborið [skʊirɪs-]. Hvørt ár verður kjakast á Facebook og aðrastaðni, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Eisini verður kjakast um, nær tað er rætt at ynskja øðrum góðar ella gleðiligar páskir. Ikki tí, øll hesi boð um skírisdag og heilsanir, eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggjastu kristnibókini, Kristni 5 , sum Nám hevur givið út, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum allir skúlar brúka umvegis Sprotan, er einasta heiti fyri dagin í dag skírhósdagur við stutta framburðinum [skʊirɪs-] : Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar í nýggju kristnibókunum hildið seg til hetta eina langa skrivaða heitið  skírhósdagur  við stutta framburinum [skʊirɪs-]. Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í dymbildagavikuni, pálmasunnudag, skírhósdag, langa fríggjadag og um grøv og uppreisn. Ingi Sørensen, kavari og k

Heimildarfilmur: The Unbelievers

Í kvøld kl 20:00 sýnir DR2 amerikanska heimildarfilmin The Unbelievers (USA 2013). Leikstjóri er Gus Holwerda (f.1975), sum er føddur í Florida, har hann umframt at gera film, eisini hevur eitt rockorkestur saman við beiggjanum. The Unbelievers er skipaður sum ein roadmovie har vit fylgja Richard Dawkins (f.1941), sum er bretskur lívfrøðingur, og Lawrence Krauss (f.1954), sum er amerikanskur alisfrøðingur. Sum poppstjørnur halda teir fyrilestrar og show fyri fullsettum hølum um vísundi og tað skilvísa í dagsins samfelag. Gjøgnum filmin møta teir fjepparum og mótstøðufólki. Í filminum verða samrøður við stjørnur og kendar persónar sum Stephen Hawking, Ayaan Hirsi Ali, Sam Harris, Cameron Diaz, Woody Allen, Penn Jillette, Ian McEwan og David Silverman. Eg eri spentur at eygleiða, hvussu amerikanski suðurstatsleikstjórin Holwerda fer at lýsa hesar kendu granskarar í einum nútímans heimildarfilmi. Verður tað eitt freak show? Verður tað eitt vitinskapligt ekkó av óforsónligum dóma

Sjónvarpið sparkar reyv

Langa fríggjadag klokkan tíggju (hálvgum tólv, red.) og tveir og ein hálvan tíma fram fer Sjónvarpið at sparka reyv, fyri at verða í einum ungdommiligum orðalagi. Tá vísir almannamiðilin Seinasta freisting Krists (Martin Scorsese 1988). Í Kringvarpsskránni verður filmurin lýstur soleiðis: Amerikanskt drama frá 1988. Jesus, timburmaðurin úr Nasaret, er plágaður av skuldarkenslu, samkenslu við menniskjum og Guds ákallan, og hann roynir at fáa greiðu á, hvat Gud í grundini ætlar við honum. Tá hann er um at verða liðugur við at greiða sína uppgávu, upplivir hann eina seinastu freisting: longsul eftir púra vanligum familjulívi við konu og børnum. Jesus er Willem Dafoe, Judas er Harvey Keitel, Jomfrú Maria er Verna Bloom og Maria Magdalena er Barbara Hershey. Leikstjórn: Martin Scorsese. Í mínum ungu døgum var eg formaður í Filmsfelagnum. Ein dagin í 1989 ringir okkara góði stuðul, Pauli Olsen, sáli, úr Leikhús Bio. "Her stendur ein filmur, sum Filmseftirlitið hevur bannað. Hav

Norðurlendskur bókmentafestivalur í Keypmannahavn

TEXTVILLE  er ein nýggjur festivalur fyri norðurlendskar bókmentir, sum sær dagsins ljós á fyrsta sinni, hósdagin 24. apríl og heldur áfram til 26. apríl. Festivalurin, sum er á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, er sprottin úr ynskinum um at styrkja samstarv og samrøðu tvørtur um norðurlendsku landamørkini, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. - Skráin savnar seg um nýggjastu rákini í norðurlendsku bókmentunum, og bjóðar til felags samrøðu um hesar, siga fyriskipararnir. Við eini røð av workshoppum, pallborðsfundum og upplestrum er møguleiki fyri at fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í teimum ymisku norðurlendsku londunum – og sjálv at taka lut í kjakinum, sigur Sissal Kampmann, ið er ein av fyrireikarunum. - TEXTVILLE hevur lagt serligan dent á tey nógvu smáu forløgini og tíðarritini, sum seinastu árini eru sprottin í teim norðurlendsku londunum, sigur Sissal. Fyrireikararnir meta, at tað er serliga her, at mann finnur sterkastu leiðbeiningarnar tvørtur um norðanlond

Kringvarpið tosar við seg sjálvt og livir hinumegin Ringvegin

Í hesum døgum fyllir ein partur av Kringvarpinum runt og vit hoyra upp í saman, at Kringvarpsfólk tosa við Kringvarpsfólk - um Kringvarpið. Tann samrøðan kemur líka sum ikki út um pallin og senukantin. Samrøðan verður innanhýsis, meðan mikrofonin av óvart er frá, onkuntíð kamera eisini, og eg, sum rindi gjaldið, kenni meg sum køstaflugan á vegginum, óynskt. Kringvarpið er blivið óunnuliga fátæksligt og tað er ikki gott. Eitt kvøldið var Bergljót úrvaldur gestur, í morgun var Armgarð gestur hjá henni, og nú var Gunnar gestur hjá Onnu. Ikki eitt ilt orð um persónarnar, ið eg meti høgt, men hesin sníkjandi varhugi, sum hevur verið støðugt tiltakandi seinastu árini, kom aftur á meg í dag, tá eg lurtaði eftir Pressutáttinum . Hóast Kinna umboðaði kritiska lurtaran, so kemst ikki uttan um, at Kringvarpið tosar við seg sjálvt, meðan vit skammfuktaði sleppa at lurta. At mentan ikki verur nóg væl dekkað í øðrum av landsins fremstu mentanarastovnum, hin er hinumegin túnið, er ein fyrisi

Rós til Róa

Rói Højgaard hevur teknað nýggja Føroyakortið, sum verður sett til sølu flaggdagin 25. apríl. Omanfyri sæst hann við Tinganesi í baksýni og niðanfyri sæst hann rulla verkið, fyrsta Føroyakortið, sum er teknað her í landinum, út á skrivstovuni í Føroya Dátusavni, har hann er forritari. Føroyakortið er í stødd 1:100 000, tað vil siga at ein sentimetur á kortinum er ein kilometur á landi ella havi. Kortið er prentað og plastað hjá Harper Collins, sum er heimsins elsta kortaforlag. Veggjamátið er 80 x 120 cm. Rói, Føroya Dátusavn og Staðarnavnevndin skulu hava mikið rós fyri gott avrik.

Tenn, testamenti og perlur frá Ziehe

Lukkutíð er gerandisdagurin ikki tað bera stress og óloysiligar arbeiðsuppgávur, men eisini lívgandi upplivingar í fríløtum. Í døgurðatímanum sat eg í tannlæknastólinum hjá Eyvør Patursson á Berjabrekku, sum í hesum døgum er ein tiltakandi grønur lummi mitt í Havn. Tannmyndin há Joan omanfyri er eftir at eg reisti meg. Nú er bara kinntonnin í yvirmunninum til vinstru eftir. Selfie-tannmyndin niðanfyri er ein aðrenn mynd. Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober 2009. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin var tími hans komin, jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur úr Havn, sum beit í eina kókaða pylsu á Sergelgatan í Stockholm og misti framtonnina. Tími hans var komin. Meðan tíðarinnar tonn soleiðis talar sítt egna tannamál, avmyndi eg tær tríggjar fryntligu dámurnar, Anna, Joan og Eyvør, sum manna, ella rættari kvinna ,

Søgulig last

Soleiðis kunnu einar samrullaðar Føroyar síggjast í linsuni hjá Ole Wich. Hann tók myndina í túninum á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla, har Føroyakortið, sum Rói Højgaard hevur teknað, nú er á goymslu. "Hetta er ein søgulig last", sigur fotografurin, ið er Ole Wich, tá fraktmaðurin kemur inn í Nám við einum platti av Føroyakortum, sum viga 407 kilo. Vendingin "søgulig last" kann annan vegin fatast ítøkiliga við tað, at hetta er fyrsta Føroyakort, sum er teknað til skúlabrúks í Føroyum, og hinvegin tí at kortekning í sjálvum sær er ikki yvirtikið mál. Tekning av Føroya landi til skúlabrúks í Føroya skúla, er ein "last" í politisku skipanini, sum hin hittinorðaði Ole av røttum sigur. "Og hvat gera vit við so tunga last?" tykjast teir allir spyrja við lastbilin, fraktmaðurin, ritstjórin og stjórin. Jú, vit koyra tunga plattin við søguligu lastini niðan á Sandvíkarhjalla, ikki í kommunalu Brennistøðina, men á felags føroysku bókagoyms

Til lukku við Nóa, øll í Íslandi!

Í kvøld varð filmurin um Nóa frumsýndur í Havnar Bio við Russel Crowe í høvuðsleiklutinum sum gudsmaðurin, ið fær til uppgávu at sleppa sær í ørkina, tí nú kemur flóðin mikla, ið oyðir alt lív á jørðini. Jennifer Connelly er kona Nóa og Emma Watson er fosturdótturin, Ila, og Anthony Hopkins er Metusalem. Leikstjóri er amerikanski Darren Aronofsky (f.1969), ið eg higartil kenni sum ein eksperimenterandi listamann við ovurhonds áhuga fyri bíbilskum science-fiction søgum um deyðan í The Fountain (2006), men eisini meistarligari persónsinstruktión í kjøtiliga filminum The Wrestler (2008) við falna einglinum Mickey Rourke og ikki minst pínufullu nøtrisøguni í balettfilminum The Black Swan (2010). Nú er hesin spennandi filmsleikstjóri kastaður fyri leyvurnar at gera film úr Bíbliuni fyri 700 mió krónur, ella tað sama sum tveir flogvallir høvdu kostað. Og í Hollywood er ein syndarlig flóð av Bíbilsøgufilmum í ár: Son of God um Jesu lív, Exodus: Gods and Kings , sum er um Josv

Bókauppsetarar heiðraðir

Í dag skrivar Hugin Eide úr Pyongyang í Norðurkorea, at kl 13:00 verða tríggjar bringumyndir (bustur) av fyrrverandi bókauppsetarum avdúkaðar á Býarbókasavninum í Havn, sum fyllir 45 ár. Sagt verður úr Pyongyang, t.e. av Flatlandi , at tað er býarbókavørðurin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, ið hevur tikið stig til hesa heiðran av bókauppsetarunum. "Býarbókasavnið hevði sína bestu tíð fyrst í 80'unum, og tað er ikki minst hesum trimum bókauppsetarum fyri at takka. Bøkurnar hava ongantíð staðið so pent á hillunum sum tá," sigur býarbókavørðurin. "Hetta er størsta viðurkenningin av mínum mentunarliga arbeiði, eg higartil havi fingið," sigur formaður í BUFF (Bókauppsetarafelag Føroya), Birgir Kruse, sum sjálvur er ein av teimum trimum, ið verða heiðraðir. "Tíðin sum bókauppsetari hevur havt avgerandi týdning fyri mítt lív. Til dømis var tað á Býarbókasavninum at eg lærdi alfabetið. Eg helt tó lítið um, at har vóru fremmandir bóxtavir í alfabetinum, og tí hav

Summartíð í Tjørnuvík

So er summartíðin byrjað, dayligt saving time , tann tíðin á árinum, tá vit flyta klokkuna ein tíma fram í vónini um at náa meir í góðum dagsljósi, so sum at vaska bil, sum sæst í speglandi skotinum í Tjørnuvík. Klikk á myndina og hon verður størri. Genturnar í bygdini hava fingið vitjan úr grannabygdunum, Haldórsvík og Saksun. Eisini hundurin vil spæla við. Hann bíðar til eg taki træstubban og blaki hann langt burtur. Millum fuglarnar á sandinum, síggjast tjøldur í aldubrotunum meðan Risin og Kellingini enn standa stinn og skoða út í Norðhavið. Í ánni svimja gæsnar. Eisini higani, við ánna, síggjast Risini og Kellingin undir Eiðiskolli. Í næstu húsum standa loftsvindeyguni víðopin. Aftur við rullandi aldunum á sandinum hoyrir tú tjøldrini og í luftini hongur hin eyðkendi deymurin av súrhoyggi. Far from the Madding Crowd. Tað eru løtur á bygd. Kirkjan er bleiktrandi hvít og gjøgnum skotið, framvið garðinum, ið er lagaður við malargróti av støðni við Bak