Skip to main content

Posts

Morgunsól í Havn

Í morgun fóru flestu út í tún við myndatóli at goyma løtuna, tá sólin reis úr Nólsoynni millum Skúvafjall og Líðarfjall, og skein á alla verðina. Í hvussu er verðina í Havn í morgun.

Miðvikumentan

Í dag var dagur í viku, mitt í Havn. Tað var miðvikumentan. Ikki tí at kommunalið hevur steðgað Skansaætlanini, nei tú, tað er miðvikumentan, har fólkið savnast til upplivingar á óvæntaðum støðum. Í Steinprenti eru vestmenningurin Jonhard Mikkelsen og tey á Sprotanum komin til Havnar við tveimum feskum yrkingasøvnum. Meðan Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen standa frammi, greiðir Jonhard frá um søvnini Opus 6 hjá Peturi Pólson og Oktoberbløð í fallandi sól hjá Oddfríða Marna Rasmussen. Fyrst spælir og syngur Benjamin Petersen, meðan Petur og vit onnur lurta við andakt í hvíttaðu hølunum hjá Østrøm. Áðrenn teir lósu úr hvør sínum nýggja savni, dystaðust teir lystiliga við at lesa úr eldri søvnum hjá hvørjum øðrum, og at hugleiða um vátligar løtur í Mimir og øðrum ørminniligum støðum. Stuttlig framløga og ikki sørt av einum ertandi duelli eisini. Petur hevði elektro fylgispæl afturvið dramatiska upplestrinum úr gjøgnumkomponeraðu æðrasymfoniini Opus 6 . Umframt

Land Rover í Kirkjubø

Í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld hitti eg Brian Cottam, Jane Cloete og Dan Delaney, ið eru trý av níggju fólkum, sum vitja her og eru knýtt at bretsku lýsingastovuni Redwood . Lýsingastovan, ið heldur til mitt í London, hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover, sum í hesum føri er ordragevandi kundi. Tey trý komu higar fríggjadagin og hini seks løgdust afturat í dag. Hóast tey arbeiða fyri ymsar fyritøkur, eisini free lance, er felagsnevnarin Land Rover, sum hvørt ár gevur út stóra lívstílsblaðið Onelife . Umframt snøggu pappírsútgávuna gera tey eisini talgildar útgávur til iPad og aðra tøkni við filmi og reportasjum frá eksotiskum londum, nú eisini Føroyum. Søgan niðanfyri er úr Wales. Lýsingastovan Redwood sigur, at við árliga tíðarritinum, skapa tey søgur um og fyri fólk, ið eiga ein Land Rover: 'developing brand stories that build customer relationships' . Útgávan Onelife, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, sýnir nýggjastu modell og finnur ósagd

Jólasøga (227 orð)

Hesa tíðina fellur heystbrúna leyvið av trøunum og rekst natúrligvís í túninum. Eitt gott litspæl, nú summarið bert er í minninum. Í dag fór eg út á terassuna at kveistra nøkur brún bløð, sum seinastu dagarnar hava ligið samanrullað á regnvátu brettunum. Sum sigarbløð, rullaði innanlærs hjá ungmoyum í Karibia, og sum nú bara rulla í ráføroyskum vindi úr ymsum heraðshornum millum fjals og fjøru. Men bíða nú, beint sum kveisturin skuldi raka bløðini, kom ein hvirla og eg varnaðist, at hetta var tyngri enn krúllaða gulbrúna leyvið. Hetta var fast í skapi, líkasum skorið úr viði og telgt til eitthvørt hugfarsligt endamál nú adventin er í væntu. Grannkongul, kanska? Ein av hesum at seta í jóladekorasjónir við grønum granni, reyðum silkibandi og hvítum ljósi at hugna um í stovuni, meðan eimurin frá ræsta kjøtinum leggur seg upp á rútarnar og rennur niður, meðan húskið klippur reyðhvit hjørtu. Eitt útvarpslurt skróvar í tí fjara, og eg hoyri um rækjur og aðrar feitar sakir. Mín sann um tað

Ferðandi fótbóltsfepur

Vit vunnu á Grikkalandi, siga tey so ovurfegin úr Pireus. Býnum, sum danir stava Piræus og bretar Piraeus. Og mín sann skrivar Verdens Gang úr Noregi um færøysk borteseier over Hellas . Hvussu munnu norsku skúlabørnini finna til Hellas á summri? Og tey italsku til Monaco di Bavaria , sum onnur kalla München? Á verðin, verðin, sum hon hevur nógv nøvn niðri á londum. Nei, einki er sum fótbóltur at lofta heimsins londum og loysa upp fyri snævurskygdum klandri á heimrustini, hvørt eitt land skal eita og stavast so og ikki so, tí hin alvaldi hevur sagt, at alt er einnevnt og ikki til diskusjón. Mín sann, um ikki fótbóltur kann loysa upp fyri hesum heimføðiskapi. Í september 2005 vóru vit í Sousse í Tunis og skuldu leiga bil og koyra til Djerba, gjøgnum saltoyðuna, ið verður rópt Djevulsins grýta , og til starwars býin Tataouine. Avgreiðslan var í einum trongum skoti í ferðafólkabýnum og sølumaðurin hevði heilt vist verið lýstur sum armenskur seyðatjóvur í føroyskari krimisøg

Geytin 2014

Tá tilmeldingarfrestin var úti á midnátt týskvøldið varð greitt, at í ár fara sekstan føroyskir stuttfilmar at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Í báðum førum verða vinnararnir funnir og kunngjørdir á Filmskvøldinum, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember. Hóast forhondsfráboðanin ikki sigur nakað um góðskuna, so er at fegnast um, at í ár eru tveir filmar fleiri enn í fjør og ikki minst, at heilt nýggj nøvn síggjast á listanum við nýggjari føroyskari filmslist. Kravið til stuttfilm er í hesum føri er, at hann er føroyskur og í mesta lagi er hálvan tíma. Øll árini hevur dómsnevndin hildið seg til tey trý metingarvirðini søga, filmisk frásøgusnildi og handverk. Føroyski stuttfilmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað eksperimenterandi slag, tó ikki lýsingafilmur. Longsti filmur, sum er komin inn til kappingina í ár, er 30 minuttir og hin stytsti er undir tríggjar minuttir. Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirði

Heðin lesur í Tórsbyrgi

Í kvøld varð skipað fyri kaffi og upplesturi úr nýkomnu yrkingasøvnunum hjá Heðini M. Klein (f.1950), Afturljóð og Tala tú eisini . Upplesturin var í Orkulonini, sum bleiv felagshús, tá teir báðir rísastóru gomlu ketlarnir frá 1976 vórðu skiftir út við ein pinkulítlan nýggjan. Henda tekniska útskifting elvdi til meir enn ein fermetur av plássi fyri hvørt av teim 36 húsum í Tórsbyrgi, har Heðin býr í nummar átta. Ein góð íløga til felags trivnað. Afturljóð er eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. - Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv , og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum, sigur forlagið Mentunargrunnur Studentafelagsins. -  Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta savnið. Tala tú eisini er heiti

Felagsskúlin 40 ár

Í dag, fríggjadag 7. november kl 17-19, verður hátíðarhald í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í sambandi við, at hetta skúlaár eru 40 ár liðin, síðani fyrsti realskúlaflokkur, omanfyri, tók prógv í 1974. Eg gekk í øðrum flokki, sum ein danskur ferðandi skúlafotografur avmyndaði árið eftir. Fyrireikararnir siga, at byrjað verður klokkan 17 í dag. "Tá taka vit ímóti fyrrverandi og núverandi næmingum, øllum lærarum og starvsfólkum og fólki úr fyrisitingini gjøgnum árini, sum hetta 40 ára skeið hava starvast á og hava havt samband við felagsskúlan á Oyrarbakka. Vit fara eisini at heita á tykkum, næmingar, lærarar og starvsfólk, at hava myndir frá skúlagongdini á Oyrarbakka við til hátíðarhaldið. Allar best er, um tit hava valt eina ella fleiri myndir, sum vit so sleppa at seta á veggin til minnis um tíðina. Sum kvøldið líður, vóna vit at fáa nógvar myndir á veggin, sum úr egnum sjónarhorni mynda skúlagongdina á Felagsskúlanum í 40 ár. Vit hava eisini gjørt hesa vangamynd á F

Í Filmslandi

Tað er grátt, tá vit sleppa donsku strondini. Umframt at vera grátt, er tað eisini slætt, tá týska strondin tekur yvir. Troystarleyst slættgrátt. Kanska er tað akt í gamla Sjónleikarhúsinum, og eftir at hava sæð Deyðan í Venezia , hevur Pauli sett skeivan spola á, so nú byrjar Ferðin til Kythera . Men lukturin av karryketsjupp og lastbiladekkum, og so gamla mosaikktalvan, ríva meg úr filmsdreymi og sannførir meg skjótt, at vit eru umborð á Deutschland. Við tokstøðina í Lübeck stendur Hannes, sum er í læru hjá Mercedes. Hann bíðar eins og aðrir í svørtum týskum bilum eftir gestum til filmstevnuna í Hansabýnum Seti meg aftan, tí framman situr ein stillur maður. Í tøgn hava vit koyrt saman í toki í fýra tímar. Veit ikki hvør hann er. Tveir dagar seinni, tá eg síggi hann tosa við Hugin Eide, uppdagi eg, at hann var í Føroyum í januar í 2009. Sum ferðandi rithøvundur vildi hann læra at kenna hetta sjáldsama fólk, sum var tað einasta í allari verðini, ið stuðlaði íslendingu