Skip to main content

Posts

Til lukku Aldubáran!

Tað er sjáldsamt at orkestur halda saman í nógv ár. Í føroyskari tónleikasøgu hava vit hoyrt um Gogguna, sum spældi rútmiskan dansitónleik í hálva øld. Goggan gavst í 1976. Nógv sjáldsamari, enn at halda saman til skemt og undirhalds, er at savna klassiskt útbúnar tónleikarar við tí miðvísa endamáli at hækka tónleikastøði í einum yrksiligum ljósi, seta tónleikaverk í ordra, geva út og framføra innan og uttanlands. At Aldubáran hevur gjørt júst hetta í samfull 20 ár, verður hátíðarhildið við móttøku og trimum konsertum í Norðurlandahúsinum 27. juni 2015 . Kristian Blak, sum á fleiri økjum er millum fremstu drívmegir á føroyska tónleikapallinum, sigur, at tónleikararnir í Aldubáruni vóru við at menna Summartónar frá fyrstu stevnu  í 1991. Bara Fólkatónleikarastevnan er eldri savningargrundarlag, sigur Kristian. The Faroese Ensamble - Innan Summartónar byrjaðu, varð tónleikur longu komponeraður til einstaklingar, ella bólkar av somu tónleikarum, sigur Kristian og vísur til ein

Eitt Landsbyrsufelag

Í USA hava tey eitt Landsbyrsufelag, National Rifle Association . Tekningin omanfyri er ikki nýggj, men altíð aktuell. Var tað ikki tí, at ein amerikanskur prædikumaður júst hevur hildið morgunandakt saman við teimum í byrsufelagnum, so hevði eg ikki skonkti tí ein tanka. Men nú minti hann meg á tað. Beint sum ein skottilburður aftur var, hesuferð í móti eini kirkju, har svørt tilbiðja teirra Gud. Men Hollywood skuldi fáa skyldina fyri kúlurnar. Skotvápn verða har í landinum mett sum fremsta persónliga trygd, staðfest í grundlóg, at hava undir koddanum, tá tú heldur, at samfelagsskipanin ridlar. Tað halda nógv. Tí síggja tey armageddon fyri sær á hvørjum horni. Fyri teirra eygum er samfelagið ein spreingiknøttur, sum hvønn morgun kann bresta í einum harðskapsloga. Spurningurin er bara hvar og hvussu. Tí er best at vera á varðhaldi, og dubba seg til henda ytsta vreiðisdag, Dies irae , heilt frá abort til hjúnarlag millum fólk av sama kyni. Religiøst-politiska bindingin er ikki nýgg

Olaf Johannessen ársins leikari

Mynd: aaretsreumert.dk  Olaf Johannessen, 53, fekk í kvøld víðagitnu Reumertvirðislønina fyri ársins mannliga høvuðsleiklut á donskum palli, fyri ikki færri enn tríggjar leiklutir, Samtale før døden og Mefisto , í Betty Nansen leikhúsinum og Heksejagt  i Kongaliga Teatrinum. Virðislønin er 40.000 krónur. Dómsnevndin , sum telur 16 fólk, segði m.a.: - Skarp som en ragekniv tegnede han tre helt almindelige mennesker, der fanges ind af magtens ubønhørlige skæbnespil. Hans vibrerende energi sugede blikkene til sig! Olaf er føddur í Havn og útbúgvin á Odense Teaters skuespillerskole í 1986. Hann er eisini kendur í leiklutum í Peer Gynt og Richard III , meðan nógv kenna hann úr sjónvarpi, m.a. í  Borgen , 1864 og í leiklutinum sum Kristian Kamper, forsætismálaráðharri, í triðja parti av røðini Forbrydelsen , sum DR gjørdi. Við danska sjónvarpið hevur Olaf sagt: - Nomineringer og priser er sukkeret i ens arbejde. Det er rart at få anerkendelse og at blive set, men det er jo

Vælkomin á Føroya mest ópedagogiska festival!

Filmsummæli: Vælkomin á Føroya mest ópedagogiska festival! Hann eitur G! stavað við G, sum í Gomorra, og verður stuðlaður av eini ølfabrikk. Og nú ganga tey saman, ølin og festivalurin, at fáa fólk at drekka meira øl. Afturfyri fáa tey meira tónleik, í hesum føri frá Ranchus á filmi . G-filmurin um nýggju G-ølina varð frumsýndur í Gøtu í kvøld. Tað eru Thomas Koba og Niels Arge Galán, ið hava gjørt lýsingafilmin, ið er knappar 4 poolpeppaðar minuttir til longdar, og Regin W. Dalsgaard hevur havt leiðsluna av subversiva ølprojektinum um hendi. Eins og filmarnir hjá Ferðaráðnum, byggir hesin lýsingafilmur á heimligan tónleik, ja er í roynd og veru ein rockvideo kring barrina hjá Okkara. Tað er bólkurin Ranchus, ið spælir egnan tónleik. Mitt í filmaðu lýsingasøguni, stroyir sangarin, Sigmund Zachariasen, flormelis út á barrdiskin og snøggar við einum Visakorti, so ein hvít strípa er eftir, sum hann so eltur uppá holukøkur afturvið súltutoyi. ’Ikki er alt flor, sum floréra

38 menn og 5 kvinnur

38 menn og 5 kvinnur. Soleiðis er støðan á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Tá havi eg talt allar persónsmyndir við, bara ikki hana frá Mentarnáttini í Kringvarpinum, sum varð ov trupul at telja. Fólkatingsvalið er av og fleiri hava ivaleyst heft seg við allar formenninar, ið eru sum orðið sigur, menn. Skemtiligt nokk, er Beinta Løwe einasta kvinna á ovasta bílætinum millum allar føroysku floksformenninar. Og so gongur tað slag í slag á heimasíðuni. Menn og menn og aftur menn. Tilsamans áttaogtretivu av slagnum. Bara fimm kvinnur órógva teimum maktsirklarnar og fotolinsurnar. Tað er danska Helle, sum gevur upp, tað er danska Hanne-Louise, sum sigur frá um performance studies, tað er Jancy, sum stovnar pensjonistafelag á Toftum, og ein vøkur men ónevnd hárfríðkanarmodell hjá Evoke umborð á Draganum. 5-38 er støðan í hesum kappingartíðum. Tað er líkasum ikki gott. Ikki nær námindi nøktandi. Tað er so komiskt, at eg veit ikki um eg skal flenna ella grát. Men ikki sleppi eg uttan

Stuttfilmsparadísið

- Sama hvar tú peikar eitt kamera í okkara landi, sær tað gott út, sigur Thomas Koba frá Kovboyfilmi. Í gjárkvøldið fekk hann fjórðu virðisløn fyri sonevnda  Vetrarfilmin , sum Kovboyfilm og Sansir hava gjørt fyri Visit Faroe Islands við sanginum hjá Mariusi Ziska í miðdeplinum. Fyrr hava somu partar gjørt ein Summarfilm , har ein sangur hjá Eivør setti lýsingafilmin í karm. Tann filmurin hevur vunið fimm virðislønir. - Hóast vit hava gjørt filmin, kennist tað, sum at vit einans hava filmað Føroyar, sum tær eru. Og tað halda útlendingar eisini, sigur Thomas Koba frá Kovboyfilm. Saman við Tór Verland Johansen frá Sansum var hann í Warszawa at fáa virðislønina í gjárkvøldið. - Vit vita, at hyggjaratølini á Youtube og Vimeo eru høg, og at filmurin er sæddur kring allan knøttin, men hvørja ferð eitt altjóða dómarapanel og fólk innan ferðavinnu eisini virðismeta filmin og okkara land, gerast vit enn meira errin, sigur Tór Verland Johansen. Føroyar eru vorðnar eitt stuttfilmspa

Er fólkatingsvalið ein kanáriufuglur?

Valdagurin byrjaði við útvarpsútpurring, har valnevndarformaðurin í Elduvík segði, at tey, sum í dag ikki avgreiddu teirra borgarligu skyldu at fara á fólkatingsval, tey høvdu ongan rætt at brokka seg um fólkatingið í tey fýra ár, sum nú koma. Greitt sjónarmið, sum fekk meg at brúka valkortið, hóast tað bara er danska fólkatingið, veljast skal til. Gamaní er tað ein partur av skipanini, at av teim 179 valdu limunum, eiga vit og grønlendingar altíð tvey umboð í part. Har niðri er gott høvi, eisini við skrivstovufólki og eini fúrstaligari løn, at gera vart við Føroyar á ymsan hátt. Men framman undan hava vit til hetta sama endamál føroyingafeløg, dansifeløg, norrøn feløg, Føroyahúsið og Føroysku sendistovuna í Danmark, og so ferðaráð heruppi í Føroyum. Hvør uppgávan er, og hvussu hon verður umsitin, hevur skilliga verið ymiskt frá persóni til persón. Men ein uppgáva, sum eg ikki havi sæð viðgjørda í dagsljósi, er tað tjúkka gráa liðið av embætisfólki, sum verður sitandi, meðan valevni

Hvør hevur maktina?

Í kvøld fekk eg eina óunnuliga kenslu av einum trongdum politikara, sum ristir kross fyri seg og harðmælt krevur sín rætt, kosta hvat tað kosta vil, heilt til tað síðsta. Last Man Standing og Everyman For Himself. Meðan mótvektin, Jørgin, nýtir eina mystiska fráverandi makt, tí alt rennur av honum, og hann svarar hvørjum spurningi, og framhaldandi letur alt renna av sær, sum var hann einsamallur í Pansarakrígnum í Ardennunum , so valdi Annika at gerast snjøll, ótrættað og óbehaglig at lurta eftir. Slíka politiska samanseting úr sama flokki minnist eg meg ikki at hava sæð áður í sjónvarpaðum føroyskum valdysti. Úteftir ein harmonisk duett og inneftir ein djevulsk duell. - Hvør spunasmiður hevur lært Anniku Olsen at gera tað sjónvarpsligu deyðssynd, at tosa harðari enn siðiligi verturin, Beinta, og halda uppá sítt til eplasekkurin er tømdur, hvussu illa tað so larmar? Úr egnum baksýni veit eg, at nógvir lærarar altíð hava tosað soleiðis yvir svarta kaffikrússinum á lærarastovuni. Tað

Summarið komið

So kann eg telja summarið. Tað stendur á kampingplássinum, sum sæst úr køksvindeyganum. Húsvongar, bilar og tjøld, sum eru komin við Norrønu í nátt í størri tali enn higartil í ár. Halda tey somu rútmu, sum tá fyrsti bloggur varð skrivaður fyri átta árum síðani, fara tey víðari til Íslands mikudagin um nátturatíð. Okkurt summarið hava nógv fleiri vognar og tjøld, enn eg kundi telja í morgun, verið á økinum. Tá hevur hvør blettur verið tikin. Sumrini hava eisini verið rættuliga ymisk. Í ár hevur verið serstakliga kalt, við vátaslettingi um vikuskiftið. So meðan eg telji stop over touristar yviri við Strond, vóni eg, at fremmandu ferðafólkini gróðurseta eina varisliga vón um summar, nú tey steðga her í tríggjar dagar. Og tveir tímar seinni, tá kaffisteðgur er í Námi, tók starvsfelagin Sigrid hesa mynd, sum eg láni. Afturvið morgunbreyði syngja vit dagsaktuella sangin Nú summar er í dag úti á svalanum, saman við arbeiðsmonnum, ið umvæla veggin í Mentamálaráðnum. Ein sangur, sum

Mentanarnátt í Havn

Síðani 2001 hevur Mentanarnátt verið hildin fyrsta junifríggjadag í Havn, tó ikki Grundlógardag. Kunningarstovan hevur skipað fyri og seinastu árini hevur Mentanarnáttin savnað so nógv fólk, at tey lokalu havnarfólkini kalla dagin lítlu ólavsøku , tí tjóðarhátíðin er einasti dagur á árinum, ið savnar fleiri fólk. Í ár vóru fleiri grikkar at síggja í Havnargøtum, tí leygardagin kl 19:45 skal landsliðið spæla móti grikkum undir nýggjum lofti uppi í Gundadali, sum henda dag, leygardagin, kanska verður ein Gandadalur. Hvør sessur er seldur, ikki færri enn 4800. Omanfyri eru griksk viðhaldsfólk avmyndað framman fyri íslendsku sendistovuni í Gongini, sum bjóðaði spennandi bitar úr Íslandshavi. Grikkarnir eru komnir úr Klaksvík til Havnar at uppliva útiliv, tí tað er ikki til staðar í Klaksvík, har tey búgva. Nada, sum tey siga. Konstantin úr Sparta, sum sæst í ljósum jakka ytst til høgru sigur, at alt var útselt í Havn, tí endaðu tey í Klaksvík. - Hóast vit eru noydd at gista har, verða v