Skip to main content

Posts

Geytin 2015

Melda tín film til Filmskvøldið 2015! Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi fríggjakvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir, og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2015. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2015 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm,

Eg eri ikki ein Óli P

Ikki er tað lætt at vera konufólk á tingi. Í hvussu er, tá persónliga hugsjónin av onkrari orsøk ikki fæst at sampakka við floksapparatið, sum valevnið hevur stríðst fyri og selt sína sál til. Hvør skal siga, tú kundi bara valt ein annan flokk, um tað ikki gongst eftir vild. Ella hildið teg burtur, tí her eru bara menn. Ordiligir menn, ið standa við teirra mótigu meiningar, hóast vit vita, hvørjir vingluskøltar teir altíð eru, tá atkvøðast skal. Tað er sjón fyri søgn. Men her eru eisini menn, sum føra satirupennin, stjórna bløðum og miðlum, og sita í formansessinum í Demokratia. Uttan undantak hava allir hesir menn til felags, at teir fara í skøkjuorðabókina at finna orð og evni, ið lýsa ótrúgvu kvinnuna, tá hon skiftir flokk, ella - eins og maðurin, ið altíð sleppur snikkaleysur - skiftir meining, og atkvøður annarleiðis, enn vit høvdu væntað. Tá verður sagt, at hon tekur lakktaskuna, og ger seg til at tøla impotent mannfólk, ið langt síðani eru farin um pensiónsaldur. Í dagsins te

EinMalt í Hornahúsinum

Fríggjakvøldið skipaði felagið EinMalt fyri whiskysmakking í Hornahúsinum í Havn. Eitt líknandi limafelag er í Klaksvík, sum kallast NorðMalt. Bara nøvnini avdúka, at her savnast fólk, mest ungir menn, ið hava bæði sans og áhuga fyri tí undirfundiga spælandi, sum mangan kemur undan kavi í køki og á matstovum, tá orð skulu setast á smakk. Persónligi meistarin í so máta er formaðurin, Ronnie Thomassen, sum innleiddi og greiddi frá um Skotland og whisky har um leiðir, men eisini í øðrum londum sum Japan, USA og India. Viðmerkingar komu frá Sebastian Eriksen úr Vestmanna, sum gjørdi løtuna livandi og spennandi. Her vóru vitandi fólk, ið nú skuldu meta um sløgini, ið sett vórðu fram. Í Hornahúsunum var fríggjakvøldsskráin í fyrsta umfari ein Macallan amber, NAS, Speyside, Distillery Bottling, 40%, Onnur servering hevði longri heiti, og avdúkaði kennarar kring borðini: Glenkinchie 17 ár, Lowland, The Managers' Choice, Distillery Bottling, Vintage 1992 - avtappað 2009, nr. 1

So er tíðindaárið byrjað

Tá Høgni er aftur at lesa í Sosialinum , er tíðindaárið byrjað. Uppá gott og ilt. Á skrift er eingin, ið tekur Høgna í akkurát tí dystinum, sum gerandis er millum hasi bæði liðini, tað góða og tað illa føroyska liðið. Verri er við Portalinum , sum fyrr var einaráðandi samheitið við lesarar og lýsarar á báðum liðum. Nú hava tey lorkað tað so til, at høvuðssøgan hjá Stórportalinum er um ein dana, sum fyri tíggju árum síðani lá í ringari song. Nú vit eru við ringasta liðavrikið, so má eg vísa til Kringvarpið mánamorgunin. Tá fingu vit frá morgunstundini at vita, at heilagi klovnurin Bubu, sum er á eini missión frá Gudi, hevði verið í Ísrael og gingið í Jesu sporum. Tí undraði tað meg, at hann ikki vitjaði børnini í Gaza, nú hann kortini var ørindi fyri almenna Barnaútvarpið har á leiðum. Kanska tordi hann ikki fyri bumbulúðrunum. Sigast skal, at hetta var ikki einasta Kringvarpssending úr Ísrael henda dagin. Afturfyrið kundi Dagur & Vika avdúkað, at tað var kommunustjórin

Hvat er meir enn túsund?

Innleiðing til filmin “1001 gram” Theodor E. D. Olsen, Prestafelag Føroya Filmsfelagið í Havnar bio Sunnukvøldið 13. september 2015 kl. 20 Hvat er meir enn túsund? Hetta plagdi ein gamal maður at spyrja viðhvørt. Í hesum lá kanska bæði eitt sindur av fjarskotnari fávitsku, men eisini universellum sannleika. Tí tá vit fara út um tað, ið hugsast kann, upp um tað, ið teljast kann – ja, so gerst tað ikki bara óveruligt, tað gerst eisini spennandi. Tá vit fara heilt út, har vindar venda, og orka broytir skap. Men tora vit heilt hagar út, og er tað gjørligt? Hetta er ikki bara filosofiskt ella matematiskt áhugavert. Hetta riggar eisini retoriskt. Tað ljóðar væl. Tí vit kenna jú øll talið 101, tá talan er um óteljandi dalmatinarahundar, 501, tá talan skal vera um góðar cowboybuksur, ella 1001, tá talan er um nætur, nætur langt burturi í eysturlondum ella tær óteljandi næturnar hja Vágaverki. Eitttalið ger stóran mun – eisini tá vit spyrja: Hvat er meir enn túsund? Tað sigst, at

Morgunlestur við Amariel

Føroyska útvarpið tekur støði í tí danska, bæði í fysiskum bygningi og hugsaðum programmvirksemi. Tað mátti eg aftur sanna, tá eg í morgun vaknaði við morgunlesturi beinleiðis úr Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Umframt í danska útvarpinum varð lesturin eisini sendur á sjónvarpsrásini DR K við 12 málningum afturvið. Tað havi eg ikki sæð áður, at vit bera aftur hinvegin, til móðurlandið í landsuðuri. Men hefta vit okkum við hagfrøðiliga sannleikan, at Danmark er hundrað ferðir størri enn vit, eisini nevnt Hundraðlandið, so er hetta ein sjáldsama góður sýnisgluggi fyri føroyska myndlist. Fyrra myndlistafólkið, sum í ár hevur fingið sama møguleika at sýna fram, er Lise Malinovksi. Í fjør sýndi John Kørner 12 málningar afturafturvið morgunlestrinum hjá DR. Amariel Norðoy er fyrsti føroyski myndlistamaður, eg veit um, sum hevur fingið í boði at sýna fram egnar málningar á henda hátt. Klokkan 14-15 í dag hevur Niels Frid-Nielsen eisini prát á útvarpsrásini P1 hjá DR við Dagmar M. Winther u

Everest í morgin og filmur í føroysku framtíðini

Í morgin verður spildurnýggi 3D filmurin Everest frumsýndur í Havnar Bio. Í fjør eydnaðist fyrsta føroyingi, Arna Vatnhamar, at náa ovasta tindin á Everest, og dagin fyri flaggdagin í ár, gav Arni út bókina Merkið á Mount Everest . Tað serliga við nýgga filminum er, at leikstjórin er íslendingur, Baltasar Kormákur (f.1966). Fyrr hevur hann gjørt íslendskar filmar sum 101 Reykjavík, Hafið, Mýrin og Djúpið , og altjóða filmar sum Inhale, Contraband, 2 Guns og nú Everest við kendum filmstjørnum. Umframt at vera leikstjóri, er Baltasar eisini leikari og framleiðari, til dømis í filminum Fúsi , sum Dagur Kári (f.1973) hevur gjørt. Dagur hevur eisini gjørt filmin The Good Heart í USA. Samstundis sum íslendingar gera stjørnufilmar í Hollywood, og hava fingið útlendskar stórfilmar at gera brotpartar av upptøkum í Íslandi, hevur Keypmannahavnar kommuna funnið 15 milliónir til útlendskar filmsætlanir, ið kunnu hugsast at brúka Keypmannahavn sum baktjald ella partar av upptøkum.

8 ferðir mentan

Hóast felagsskapurin av oljuframleiðandi londum, OECED , beint nú kunngerð, at teldur á skúlum gera ongan mun, men heldur draga frá í máldu PISA úrslitunum fyri 2012, so haldi eg framvegis at teldan er eitt vælsignilsi í vitanarsamfelagnum. Til dømis kanst tú sama dag leita í samgonguskjalinum og síggja, at mentan verður nevnd átta ferðir. Longu í fyrsta setningi er mentan sloppin við. Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga: Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan , skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Longur niðri á somu fyrstu síðu stendur: Fleiri mentan artilboð, betri bústaðarmøguleikar og góð livikor annars skulu fjálga og fjølga um fólkið. Mitt á síðu tvey stendur ein ordiligur supputerningur, sum er ein innkókað yvirlýsing í tríogtjúgu orðum, har báðir setningar byrja við mentan og listin eisini seppur upp í part: Mentan og list skapa

Góðan fjúrtanda!

Góðan fjúrtanda! Soleiðis eitur dagurin í dag, fjúrtandi. Komandi ár verða 70 ára síðan tiltiknu fólkaatkvøðuna henda dag í 1946. Tá varð fólkið spurt, um vit skuldu hava eina heimastýrisskipan ella loysing. Orsøkin var, at bretar høvdu flutt okkum fram í nútíðina. Av teim 67,5%, sum atkvøddu, vóru flestu fyri loysing. Árið eftir varð D.P.Danielsen fyrsti blaðstjóri á partapolitiska mótmælistíðindablaðnum Fjúrtanda . Og lukkutíð verður nýggj samgonga skipað júst í dag, fjúrtanda í tveytúsundogfimtan. Innan hetta valskeið er runnið, raka vit tann 1. apríl í 2018 aftur ein 70 ára dag. Tað er dagurin, tá ið heimastýrislógin kom í gildi. Beint nú ein spennandi morgun við ríkum perspektivum í hvøssum ljósi, nú sólin reis í eystri. Var tað bara ikki fyri hasum lúsa vegskeltinum omanfyri, sum krossaði mína leið til arbeiðis. Álvaratos, á heimrustini hjá einum inkarneraðum tjóðveldismanni hevur sosialdemokratiska býarstjórnin fyrst grópað vegin upp, so ikki er gangandi, og síðan sett eitt f

Haldis Svabo Jørgensen vann ferðina

Haldis Svabo Jørgensen varð hepni vinnarin, sum Fjóla Skaalum dróg úr svarta filmskassanum, sum hevur staðið á skivuni í Havnar Bio, meðan Filmsfelagið hevur skipað fyri Filmsdøgum í felag síðani mikudagin. Systurin, Annika, sum var í biograf í kvøld, tók móti vinninginum frá Fjólu. Seinasti filmurin var hin norski 1001 Gramm , sum Theodor Eli Dam Olsen prestur og formaður í Prestafelagnum, innleiddi. Øll, ið hava keypt eitt atgongumerki til Filmsdagar í felag , kundu skrivað navn og telefonnummar á baksíðuna á brúkta merkinum, leggja tað í svarta filmskassan, og verða við í lutkastinum um eina ferð fyri tvey við 62 Norður á filmstevnu í Edinburgh í juni næsta ár. Tá fyllir Edinburgh International Film Festival 70 ár. Vinningurin, sum er 10.000 krónur verdur, kann eisini brúkast til aðrar ferðir hjá 62 Norður. Filmsfelagið ynskir Haldis til lukku, og takkar fyri stuðulin frá 62 Norður. Eisini takkar felagið Fiskimannafelagnum fyri framúr stuðul, Føroya Bjór, Ole Wich, Lær

Savna fyri Reyða Kross

Jóhanna og Durita, sum eru 10 og 11 ár, vóru á hurðini fyri Reyða Kross á middegi. Mamman stóð í túninum, so sum reglugerðin sigur, tá tær eru so ungar. - Øll taka væl í móti okkum, søgdu tær væl nøgdar og smílandi, innan tær fóru til næsta granna. Góð børn, sum gera gott arbeiði. Betri kann tað ikki verða. Og tó - í ovurmorgin er fjúrtandi, og tá skal samgonguskjalið undirskrivast, siga tey. Kanska verður tað allar best - ikki minst, um fólkavaldir politikarar tá fara at ganga eins góð ørindi og børnini í dag!

Tvær sterkar

Undir heitinum Tvær sterkar er ferðandi føroysk-íslendsk myndlistaframsýning við 49 málningum og tekningum hjá Ruth Smith og Júlíanu Sveinsdóttir sum karmi og støði í Listaskálanum. Framsýningin er opin til 1. november. Orsøkin til hesa framsýning og úrval, er hundrað ára haldið fyri at kvinnur fingu valrætt í Føroyum. Íslandi og Danmark. Í hesum sambandi er eisini vert at leggja til merkis nýggja biograffilmin Suffragette við Meryl Streep og øðrum í Havnar Bio. Tað eru Helga Hjörvar, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum og Hrafnhildur Schram, listfrøðingur, ið hava tikið stig til framsýningina Tvær sterkar , sum umframt at verða sýnd fram í Havn, eisini hevur verið í Reykjavík, og letur upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 14. november, fjúrtan dagar eftir at hon er tikin niður her í Føroyum. Í somáta ein avbjóðing í logistikki, vørustreymaskipan, sum orðabókin sigur. Har sæst framsýningin tíggju dagar inn í árið 2016, so vit eisini raka hundrað ára haldið fyri árinum,