Skip to main content

Posts

Ensk-ismur í føroyskum

Teldutala Sosialurin er tíðliga út við ársins móðurmálsdegi , sum á hvørjum ári er 25. mars. Tað er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, ið legði lunnar undir føroyska skriftmálið. Men í ár er føðingardagurin eisini Langi fríggjadagur. Tí verður móðurmálsdagurin hildin seinni. Men longu nú, ja alt árið í kring, kunnu skúlarnir taka evnið upp. Á undirvísingarsíðunum Snar, hevur seinastu árini verið sagt soleiðis: "Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti." Á aktuellu temasíðuni um móðurmálsdagin, verður ljós varpað á júst tað evnið, sum verður tikið upp í ár - tað angulsaksiska, ella ensk-ismur í dagsins føroyska máli, serliga hjá ungum. Her er undirvísingarsíðan hjá Snar, sum er klár at brúka í øllum skúlum:

Hetta er blivið til eina eind!

Teldutala - Hetta er blivið til eina eind, segði tingmaðurin, fyrrverandi tingformaðurin og landstýrismaðurin, sum legði Útvarpið og Sjónvarpið saman fyri tíggju árum síðani. Í so máta má man siga, at ætlanin eydnaðist til fulnar. Men tó, skilnaður skal verða millum tíðindaframleiðsluna. Hon skal ikki takast við í hesa samanlegging, men fara í kapping, longst frá hvørjari aðrari. Kanska tveir nýggir fjølmiðlastovnar, útvarpstíðindredaktiónin í Norðoyggjum og sjónvarpstíðindaredaktiónin í Eysturoynni ella øvugt. Ein interessant abstraktión, at leggja saman og tó skilja sundur í tí landi, sum helst hevur fæst útbúnar journalistar í journalistastørvum og nú skulu manna tvær redaktiónir í sama karmi. Skilji hvør, ið lurta vil. Nú tingmaðurin varð so vinaligur at gera vart við, at tíggju ár fara at vera umliðin síðan hetta høpisleysa inntriv, at oyðileggja Útvarpið fyri at bjarga einum donskum og nú norskum provinssjónvarpi, sum av og á sendir Dag & Viku í nakrar minuttir og kallar

Zacharias Heinesen: Føroyskur mosaikkur

Í tíðindaskrivi frá Listasavni Føroya í dag verður boðið til almenna upplating í Savninum fríggjadagin 12. februar kl 16. Tá letur framsýningin Zacharias Heinesen. Føroyskur mosaikkur  upp. Framsýningin, sum er opin til 10. apríl, er retrospektiv og vísur eitt úrval av listini hjá Zacharias Heinesen frá endanum av 1950'unum til í dag. Hin 19. mai í ár verður Zacharias 80 ár, og dømi um nógva virksemið hjá honum er framsýningin, sum var í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík í august, har tær tríggjar myndirnar av honum eru tiknar, Heystframsýningin á Skipasmiðjuni í Havn, og nýggjastu gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum Zacharias gjørdi, tá hann arbeiddi við stórum verkum í Steinprenti fyri jól. Zacharias Heinesen hevur arbeitt við nógvum miðlum ígjøgnum árini, men á framsýningini í Listaskálanum eru oljumálningarnir í miðdeplinum, umframt brotamyndir úr viði, eins og landslagið er berandi myndevnið. Í innbjóðingini til framsýningina, sum letur upp fríggjadagin, skri

Hvussu fáa vit fólk at gjalda fyri nettilfar um mentan?

Teldutala Her er eitt boð: Mikrozinet er heitið á nýggjastu og minstu net-útgávu, sum gjaldast skal fyri í øllum Cyberdanmark. Fyri 15 kr, ja fimtan krónur um mánaðin, havi eg við gleði roynt nýggjastu net-útgávuna av danska mentanartíðarritinum Mikrozinet . Har skriva tey fýra Bo Green Jensen, Fredrikke Lett, Søren Staal Balslev og Andrea Hejlskov um tað nýggjasta innan film, tónleik, sjónvarpsrøðir, telduspøl, bókmentir og annað mentanarligt, sum tey ikki kunnu halda seg frá at skriva eina hvassa og kvalifiseraða meining um beint nú. Við stjørnum í endanum, so sum siður er í pressuni. "Tað er so stuttligt at skriva," sigur Bo Green Jensen, sum til gerandis ummælir film í Weekendavísini og gevur út eina rúgvu av bókum í egnum navni, sum  Først er jeg drengen,  ið kom undan jólum og longu er uppseld. Her fer hann at skriva mest um tónleik. Nýggjastu greinar í Mikrozine t eru um biograffilmin The Danish Girl og heimildarfilmin Peggy Guggenheim: Art Addict, og um

Grýlur í Havn

Henda grýlan við reyðari nøs hevur staðið stird á Tinghúsvøllinum um vikuskiftið. Álmanakkin sigur, at í ár er føstulávintsmánadagur 8. februar. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur. - Í dag er føstulávint fyrst og fremst ein barnaveitsla. Tað ræður um at lata seg í grýluklæði, og at ganga grýla. Skúlar og barnagarðar kring landið skipa fyri tunnusláing, har kattakongurin ella -drotningin fær krúnu. Kanska fær vakrasta grýlan eitt gávukort úr einum handli. Men hví halda vit føstulávint, spyr temasíðan hjá Námi um føstulávint og gevur fleiri uppskot um undirvísingargongdir í fólkaskúlanum, heilt frá at gera gekkaskortar og grýluklæði heima, sláa tunnu í Sumba, og at lesa um  Grýluna í Stapa, sum er spennandi stuttsøgan hjá Williami Heinesen fyri tey elstu. Millum tær mongu grýlurnar vóru hesar níggju í durinum í kvøld. Eftir dagsins grýlumóta vóru tær vælklæddar og vælmæltar, og dugdu eisini sjáldsama væl at posera, serliga tær fremstu. Og so struku tær avst

Hvat er ein góður filmur?

Onkuntíð er tað, sum um filmur kann stigbendast. Fyrstu ferð tú sært ein film, sigur hann tær lítið annað, enn at vera óunnuligur, aðru ferð er hann góður, triðju ferð betri, og tá tú sært hann fjórðu ferð, hava so nógv onnur sæð hann, teirra millum filmsummælarar, sum tú plagar at lesa, at tá sært tú filmin við nýggjum eygum millum fólk tú kennir í heimligum biografi. Soleiðis var við danska filminum Under sandet , sum viðger tíðina eftir kríggið, tá týskir tannáringar vórðu settir at rudda minur í danska sandinum við jútsku Vesturstrondina. Teirra egnu naziminur. Fór at hyggja eftir filminum í týska býnum Lübeck í fjør. Valdi størsta biografin, bara fyri at merkja stemningin, hvussu javnaldrandi týskarar fataðu hesa søgu. Kanska fekk eg eitt orð ella tvey av filmaða hermótinum. Men tey vóru fálig. "Yes, we know the history and have to live with it", fekk eg ein at siga. So varð lok lagt á hatta kjakevnið. Ikki eingang á barr bar til at tosa um henda film, sum

Skrivað stendur...

Teldutala Fyrr var samfelagið uttan sms og Facebook. Vit sótu samanstúvaði í rutubili og máttu lyfta beinið, tá sjaførurin skifti gir og traðkaði á spitarin at náa ferguna. Tá livdu vit í einum kollektivum samfelag, sum í eina øld ella so hevði lyft seg upp úr álmussusamfelagnum til eitt vælferðarsamfelag, har øll gera mun og geva sítt íkast til allra besta. Hóast vit høvdu monolittar sum Útvarpið, Telefonverkið og Landsverksfrøðingin, bar ikki til at monopolisera eina meining, taka hana framm í morgunsendingini, sum øll lurta eftir, og so sleppa at sláa øll hini í høvdið. Just for the sake of it. Tí nú snýr tað seg um hini móti okkum. Tú skalt aldrin sleppa at gera tað, sum vit ikki gera. Tú skalt ikki sleppa at tjekka telefon, banna, roykja, keypa vín, hyggja eftir fúlum, stuðla LGBT, skifta flokk um tú ert kvinna, skriva lesarabrøv um tú ert løgmaður, taka bíløt á føðideildini, bjóða børnum á Kambsdali í Burger King, fáa tær sjálvum ein bita í Atlantsflogi - ella fáa tað pens

Jóhan Martin um Guggenheim í Havn

Listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er nývaldur formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk. Omanfyri er hann avmyndaður á ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í 2013, og niðast á sama stað í fjør. Mikukvøldið 24. februar klokkan 20 fer hann at introdusera nýggja amerikanska listafólkafilmin Peggy Guggenheim: Art Addict  í Havnar Bio. Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í Listaskálanum í 1981, og síðan 1990 hava tey skipað fyri sensureraðari várframsýning. Nú og eitt hálvt ár fram fer Jóhan Martin at arbeiða í listamannahúsunum hjá Janusi Kamban í Klokkaragøtu í Havn, sum ein grunnur umsitur. Janus Kamban var 95 ára gamal, tá hann andaðist í 2009. Tá hevði hann skrivað í testamentið, at "vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í." Um filmin sigur ummælarin Nanna Frank Rasmussen í danska Jy

100 mió skattakrónur á sjógv

Teldutala Nú er greitt, at høvuðstaðarborgarar hava mist hundrað milliónir krónur av skattakrónum tjums niður við Tórshavnskan keikant. Tað visti Dagur & Vika at siga í kvøld við Sjúrði Olsen, formanni í Vinnunevndini, sum keldu. 100 mío kr. So nógvir pengar, andre folks betroede midler , eru brúktir uppá bygningin á Vestaru bryggju til onga nyttu. Nú verður hann settur til sølu, sum so nógvir bygningar hjá kommununi, sum eingin vil hava. Tí havi eg funnið ein blogg frá 2013 fram. Tað var Mentanarnáttina í 2013, at eg tók hesar báðar myndir á Vestaru bryggju í Havn, eftir at Býraðið hevði samtykt at byggja Tórshavnar Havn út fyri 350 mió kr. Trýhundraðoghálvtrýss milliónir skattakrónur. Ikki hissini upphædd at eiga til so spennandi uppgávu. Tí spennandi er hann, havnakanturin í Havn. Eftir at eini býráðslimurin fyri Sambandsflokkin, Annfinn Brekkstein, tað summarið skrivaði um manglandi býarplanlegging í Havn, kveikti hann meg at skriva soleiðis á blogginum, summarið í

Harur úr Hvannasundi í Áarstovu

Teldutala Jóhan Joensen við harugrýtuni í Áarstovu fríggjakvøldið. Harurnar eru úr Hvannasundi. Hetta var fyrsta tiltak úr gastronomiska kalendaranum Heima í Havn hjá Áarstova og Barbara Fish House. Eyðkendu sprossavindeyguni standa á glopp og tað glintar av grýtum og pannum úr køkinum heima í Havn, har menn stákast, nú harukvøld er í Áarstovu. Fyrstu harur komu úr Kragerø í Oslofjørðinum í august í 1855. Hetta árið vórðu fýra harur settar út í Hornabø og trý ár seinni aftur fýra, allar vetrarhvítar. Í báðum førum spelaðu tær beint niðan á Kirkjubøreyn. Síðan er nógv hent. Í bókini Føroya Náttúra verður sagt, at seinasta vetrarhvíta haran varð sædd í 1918. Nú eru tær vetrargráar. Ná, men nú eru tað brellbitarnir, brislingur frá Tavuni, sum verða lagdir á tallerkin. Kvinnurnar, ið borðreiða, hava sett vínið fram. Vínskráin er úr Suðurevropa og tey, ið standa fyri Áarstovu, hava vitjað vínbøndurnar og dokumenterað persónliga samstarvið í bókini Áarstova søga, vín og vi

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

Teldutala Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum. Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag. - Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík. Tey tjúgu nýggju verkini, sum øll eru til sølu, eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Her er The Wild Rover.  Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum, ella rel