Skip to main content

Posts

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Teldutala Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar. Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara ve

Rópa minni, pressa meir!

Teldutala Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum . Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!" Framløgan var í Listasavninum, har Várframsyningin letur upp í ovurmorgin við 18 listafólkum. Í almennu innbjóðingini siga útgevararnir, at Varðin hevur 95 ár á baki, og hevur havt nógvar ritstjórar, sum hvør á sín hátt hava ment ritið. Dorit segði, at eingin lagar Varðan einsamøll og hugleiddi um, hvussu Varðin mundi fara at síggja út í 2022. Í nýggja Varðanum, sum telur 202 blaðsíður, eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs, ið hevur skrivað nýggja skaldsøgu, sum kemur út í summar. Í samrøðuni, ið tó ikki er um skaldsøguna, sigur Marjun sína hjartans meining um Carli, sum hon á nevndarfundi í Rithøvundafelagnum um aldarskiftið ætlaði at

Eitt filmsmíl, nú tað várar

Teldutala Tá eg kom heim í gjár, lá hesin spennandi brævbjálvi í postkassanum. Einki stempul, bara hondskrift, so hann var borin til mín, brævbjálvin. Klenodia sigur avsendarin, sum er Edvard. Ivist eina løtu, um tað er Edvard Nielsen, men tá eg síggi adressuna, Undir Glaðsheyggi nummar tólv, skilji eg at tað er Edvard Nyholm Debess. Innihaldið er ein reyð lummaleksikon um film frá 1953. Danska vikublaðið Tempo hevur givið út og hetta er nummar trý. Undir krígnum og fram gav sama forlag út eina rúgvu av sangheftum í sama formati. Í hesi reyðu lummaleksikon um film fáa dagsins leikarar og stjørnur eina síðu í part. Niðast er adressan, so star strucked  lesarin sjálvur kann skriva og fáa ein autograf og kanska nakrar reglur eisini. Tónin í 1953 er inniliga fevnandi, tí á síðu 156 verða sagður sagt um Folke Sundquist, at hann spælir høvuðsleiklutin í okkara skaldsøgu við filmsheitinum For min hede ungdoms skyld . - Eg veit absolutt onki um bókina, og hvør man hava skriv

Havnin eitt hummarakvøld

Teldutala Jákup Sumberg, sum er høvuðskokkur í Barbara Fish House, borðreiddi við hummara fríggjakvøldið. Fyrst var grillað jomfrúhummarasalat við sterkum koriandersmakki sett á borðið. Síðan kom høgguslokkur av Føroyabanka, og so høvuðsrætturin við svarthummara úr Kanada í tveimum variantum, fyrst sum rulla við klógv, so við tomat confit, várleyki og hollandaise sharon sós. Dessertin var sponsk og flamberað. Vínskráin var sum altíð vælkomponerað frá tí brúsandi spanska Cava, sum var fyrsta glasið, til søtan týskan Spätlese, ið var seinasta glasið, innan ein skarpan Scapa durawhisky. Matvinnan í miðbýnum í Havn er í fagrasta blóma. Minnist í 1975, tá eg setti bøkur uppá pláss á Býarbóksavninum, at stuttligasta bókin var Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland . Har lýsti svenski skemtarin Hans Alfredson, helvtin av Hasse & Tage, matstovuna á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hóast hann visti at landið var eitt turrlagt l

O, Móðurmál, Suni eigur at fáa Móðurmálsvirðislønina!

Teldutala Eftir triðju sendingina hjá Suna Merkistein um Móðurmálið  eri eg so ovurhonds fegin um tað - móðurmálið - og mani fram allar tær minnismyndir uttan úr heimi, tá fólk hava spurt, hvat tað er fyri mál, vit tosa okkara millum á bensinstøðini ella matstovuni í tí fremmanda. “Gee, it’s the perfect spy language” og “Fantastic, you have to read the story of the Code Talkers”, siga tey. Í báðum førum fór eg at fregnast og síðan at fegnast um spy language og Code Talkers, og at vit yvirhøvur hava eitt mál, sum er okkara egna. Hinvegin, at verið málleysur føroyingur er so óhugsandi, at eg fati ikki tankan um tankan. Men í Hetlandi kenna tey hann. Og onkur hava verið har og hugt niður í avgrundina, har einki føroyskt mál var at finna, eisini í okkara tíð. Fyrst og fremst studentaskúlanæmingarnir Elin Henriksen og Hermann Oskarsson, sum í 70’unum ikki sluppu at tosa føroyskt í Lærdómshoydølum. Demonstrativt setti tilkallaði danski próvdómarin seg at blaða í Berlingaranum, s

Áhugin at síggja kristiligan film er stórur í Føroyum

Teldutala - Tá vit herfyri vístu kristna amerikanska filmin Heaven is for Real , varð hann í áskoðaratali størri enn James Bond , sum tá var aktuellur, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio. Eingin annar Norðurlendskur biografur vísti kristna filmin. Nú fer Jákup Eli at vísa tveir nýggjar kristiligar filmar, og gongst væl, fer hann sum einasti norðurlendski biografur at vísa enn fleiri filmar frá sama amerikanska filmsútleigara, uttan danskan undirtekst. Hósdagin 14. apríl sýnir Havnar Bio fyrra kristiliga filmin, sum Patricia Riggen hevur leikstjórnað og ber heitið Miracles from Heaven . Atgongumerkjasølan er byrjað. Niðanfyri sæst leikstjórin saman við Robert Redford. Miracles from Heaven byggir á sanna søgu um húskið Beam. Tá Christy (Jennifer Garner) leggur til merkis, at 10 ára gamla dótturin, Anna (Kylie Rogers), hevur eina sjáldsama sjúku, ið ikki kann lekjast, fer hon at leita eftir orsøkum, loysnum og møguligum lekidómi. Eitt stríð, har tað bókstaviliga stendur u

Dorit og Varðin

Teldutala Varðin er farin til prentingar og fæst til keyps í næstu viku. Millum trukkar og papírsplattar hitti eg Dorit í Føroyaprenti  í dag, og spurdi hana, hvat tað var, sum fekk hana at taka av tilboðnum, at gerast ritstjóri á Varðanum? - Ein góður maður segði við meg, tá eg gekk og ivaðist, um eg skuldi átaka mær uppgávuna, at “Varðin er farin.” Hann meinti, at Varðin hevði havt sína tíð, men í dag var eingin grund at halda honum á lívi. Men eg eri ósamd í hesi niðurstøðu, sigur Dorit. - Kringvarpið hevur tikið seg um reiggj og er farið at senda betri mentanarsendingar. Bløðini royna eisini at hýsa eitt sindur av mentanartilfari viðhvørt, og persónligir bloggar sum Birkblog hjá tær, og Listaportalurin hjá Kinnu Poulsen bera mentanartíðindi. Men eitt land má eisini hava eitt størri mentanarrit. Eitt mentanarrit, sum ikki bara hevur skaldskap, men eisini viðger samtíðar mentanarrák, vísir á granskingarúrslit av mentanarsøguligum slag og metir um ymiskar mentanarframleiðslu

The Panama Papers - tá journalistar samstarva um landamørk

Teldutala Um vikuskiftið hevur allur heimurin fingið at vita um skattasnýt hjá politikarum og ríkfólki úr øllum heiminum, eisini av okkara leiðum. Boðini um skattasnýtið, har m.a. størsti norðurlendski bankin, Nordea , hevur ráðgivið, er størsti leki í søguni. Lekin, sum fyllir 2,6 terabit, er 1500 ferðir størri enn WikiLeak í 2010. Á 25 málum hava útvið 400 journalistar úr 80 londum arbeitt við skjølunum. Leiðslan í íslendska ríkisútvarpinum visti einki um innhaldið áðrenn sendingin fór í luftina í gjár. Tað var ein trúverdug kelda, ið setti seg í samband við týsku avísina Süddeutsche Zeitung , og gav atgongd til skjølini. Lekin stavar frá advokatfelagnum Mossack Fonseca í Panamá, sum hevur 35 deildir úti í heimi. Fremsta uppgávan hjá felagnum er at gera skuffufeløg, so sleppast kann undan skatti. Savnaðu skjølini avdúka 214.000 feløg, ið eru knýtt at politikarum og vinnulívsfólki í fleiri enn 200 londum. Møguleikin, at yvirgangsfelagsskapir hava vunnið sær fígging á hen

Filmur og myndlist

Teldutala Alda Joensen, sum starvast í Mentamálaráðnum, tók samrøðumyndina í Nýggjustovu hóskvøldið. Við rót í Námi eru vit fleiri, sum hesa vikuna hava rakt við virkin listafólk í høvuðsstaðnum. Hóskvøldið var Nám við í Móðurmálsdegnum, sum nú er vorðin afturvendandi tiltak. Í ár hevði Málráðið skotið upp, at ung og filmur skuldu verða evnið á Móðurmálsdegnum og skeiðnum, sum byrjar á Háskúlanum í heyst. Hóskvøldið bjóðaði Eirikur Lindenskov innar í hugnaligu Nýggjustovu, har Hammershaimb livdi, og matstovan Ræst nú fer at halda til í Føroya fremsta gastronomiska vakstrarøki. Formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, beyð vælkomin og Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, setti tiltakið. Síðan hugleiddi Pætur M. Dahl um film og arbeiðið hjá Klippfisk, Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen sungu, og Hans Pauli Tórgarð spældi gittar. Síðan slapp eg sjálvur at práta við tey bæði Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvunda, og Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, ið samstarva um

Móðurmálsdagurin í 2016

Teldutala 25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs . Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Men í ár var hesin dagur Langi fríggjadagur, og móðurmálsdagurin er tí settur til seinasta dag í mars, hósdagin 31. mars klokkan 19:00. Nám, ið er ein av fyrireikarunum, hevur á undirvísingarportalinum Snar heitt á skúlar í landinum, at leggja sær móðurmálsdagin í geyma. Ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um tey viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Á undirvísingarportalinum Snar verður í ár gjørt vart við enska ávirkan í móðurmálinum . Sagt verður, at fyrr var vanligt at hefta seg mest við danismur í føroyskum máli. Í dag tykist sum um angulsaksisk ávirkan hevur tikið henda leiklut. Í miðlunum er alt vanligari at hoyra ensk orð og vendingar, serliga tá ið ung hava orðið. Í stuttfilminum Sigarett (2010) hjá Heiðriki á Heygum sigur hann: “Eg eri út

Um at verða hálaður niður á jørðina

Teldutala Eftir Dag og Viku má eg sanna, at vit hava í hvussu er tveir almennar Trump’ar í politiska rúminum, Jørgen Niclasen og Henrik Old. Makan til innantómt buldur og vrøvl fyri veðragjólingum á bygd, skal man leita leingi eftir og tað í mongum londum. Men ikki her hjá okkum. Uttan bumm og bremsu, stilla teir frívilliga upp til verbala steining í almannavarpinum. Serliga um nakað so margháttligt sum munnligar avtalur. Tað er sum í gomlu paktini, at síggja Móses við skrivaðu talvunum, sum bert fá dugdu at lesa. Tá kunnu nógv tølast. Men í Norðlýsinum skrivar Helgi Abrahamsen fyri vist, at Hanus Hansen kennir seg misnýttan av Jan Lamhauge í almannavarpinum. Ein annar Hanus, og bróðurin Zakaris, vilja flyta ein undirsjóvartunnil, sum skal binda enn fleiri bygdir saman, annars búgva vit ikki í einum rættarsamfelag, siga teir. Við góðum økisstuðli er sunnasta og best saltaða stjórastarv á bygd lýst leyst í loyndum, so tað kann verða í lovaða sosialdemokratiska landinum, Suður

Lendur í summartíð

Eftir seytjan dagar í páskafrí á Flatlondum er man lendur aftur í Vágum. Stilt og kalt, og tí ein góð og rólig flogferð. Geytirnar hava fingið nummar, og vit verða beind til hina fyrstu, Gate One, Faroe Islands. Tá vit koma í Kollfjarðardal er landið sum eitt lívlýsandi myndaspæl, ið alla tíðina skiftir. Taksabilurin verður ein organisk ramma um føroyska listaverkið fyrsta arbeiðsdag eftir summarklokkuni, átjan dagar fyri at Várframsýningin letur upp og ljósu nætur byrja. Í góða morgunljósinum roknar sjafførurin lukkutíð út, at skjótast er at koyra eftir Oyggjarvegnum. Hitavísarin sigur eitt stig. Útsýnið ger dagsins orð, trædemølle , minni keðiligt, nú arbeiðsdagurin skal takast upp aftur.