Skip to main content

Posts

Tróndur ger gávuprent

Í Grafiska Verkstaðnum Steinprenti hevur Tróndur Patursson gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá prentverkstaðnum. Gávuprentini fáast á framsýningin Myndaódnin,  sum lat upp í dag, og er opin fram til á jólum. Seks talmerkt og signeraði blá prent hjá Tróndi í stødd 25 x 20 cm eru tøk. Her liggja tey á borðinum, og á niðaru myndini síggjast tey innrammaði á vegginum í Steinprenti. Myndaódnin er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll eru til keyps, sigur Steinbrá í limabrævi undan framsýningini. - Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana í Myndaódnini . Samstundis er umrødda gávuprent at fáa fyri limagjald í Steinbrá, sum er 500 krónur um árið. Hetta er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll, sigur nevndin í limabrævi. Millum prentini á myndaódnini er hetta spennandi prent í brúnum hjá Roj Friberg, sum andaðist í ár, 82 ára gamal.

Undirsjóvartunlar til sølu

Fyri fyrstu ferð eru teir báðir ætlaðu undirsjóvartunlarnir, annar inn í Eysturoynna og hin suður í Sandoynna, teknaðir á eitt Føroyakort, sum er til sølu og kann setast á veggin. Tað er Nám, sum hevur gjørt kortið. Á myndini omanfyri síggjast Niels Juel Nolsøe, sølumaður, og Ingi Joensen, leiðari á grafisku deildini, sum báðir starvast hjá Føroyaprenti. Rói Højgaard, sum starvaðist á Føroya DátuSavnið, teknaði Føroyakortið í fleiri enn 60 løgum til nýggja atlasið, sum Nám gav út í 2014. Nú Føroyakortið hjá Námi varð útselt, hevur Umhvørvisstovan tikið yvir uppgávurnar hjá Føroya DátuSavni og dagført Føroyakortið m.a. við teimum báðum ætlaðu undirsjóvartunlunum. Tað er Føroyaprent, sum hevur prentað nýggja upplagið av Føroykortinum. Eins og tey undanfarnu, er kortið laminerað, so tað er slitsterkt, kann brúkast í barnagarði og skúla, ella sum dúkur á borðinum heima. Til ber eisini at strika á kortið við tusji, sum er egnað til endamálið.

Nú eigur Andrias tveir Geytar

Eingin annar í allari verðini, uttan Andrias Høgenni, eigur tveir Geytar. Eins og henda dag í fjør, fekk hann Geytan frá eini samdari dómsnevnd í Norðurlandahúsinum. Í kvøld fyri filmin Et knæk og í fjør fyri  Stina Karina . Grundgevingin hjá dómsnevndini at lata Geytan í 2016 var soljóðandi: Tað er kalt, nátt og vetur. Tað sæst á andlitunum á høvuðsleikarunum, sum eins og onnur hava eitt arbeiði, sum tey við lív og sál ganga uppí. Sjálvt hin minsta smálut í arbeiðinum hava tey lagt til rættis. Men so hendur nakað, ið skeiklar menninskjansligu ætlanina. Tað almenna, øvrigheitin, grípur inn og ber eini boð. Men arbeiðið, og karmurin um alla ta lýstu tilveruna hjá teimum báðum høvuðsleikarunum, er ólógligt. Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl. Bygnaðurin í søguni er e

Kollseyður komin í hjall

So  er ársins Kollseyður komin í hjall. Sigfríður lossar úr Mitsubishi og í Volvo frá morgunstundini. - Kjøtið er úr størsta haga á Eiði, Fyri Norðan, tólv merkur er hann, sigur Sigfríður. So er tað Bob Dylan fyri rest.

Donsk lesarabrøv aftur í bløðunum

So  komu donsk lesarabrøv aftur í tey bæði bløðini, vit enn eiga eftir, Dimmu og Sosialin. Tað var gamalt fyri langari tíð síðan, minst 30 árum síðan, kanska meir. Nú kjak um public service var á tingi í dag, og Mentamálaráðið veruliga tykist at ætla sær at blaka góðar skattapengar eftir ringum bløðum, so tey í øllum veikleika kunnu verða borin út, veit eg ikki heilt, hvat eg skal halda um privata fjølmiðlapallin. Sannførandi er hann ikki, privatprentaði miðlapallurin, nú hann aftur er farin at prenta donsk lesarabrøv. Eitt armóðstekin av teim óunnuligastu, spyrt tú meg. Og tó, kanska ber til at venda gongdini til at varpa kritiskt ljós á danskt í almenna føroyska rúminum, ikki bara dagsins danskara í skattafíggjaða morgunútvarpinum, men eisini tann leiklut, sum danskt mál hevur tiltuskað sær í okkara rættarskipan, so sum Tobbi so vísiliga gjørdi vart við í morgun. Fyri at sitera danska fólkapartistin Espersen: "Det er uværdigt!"

Hvørji planet hevur KVF redaktiónsfund á?

Eftir ein heilan dag við oftast góðum public service kjaki á tingi og úti millum fólk kring landið, hevur Kringvarpið lært eitt. Tey vilja siga almenninginum, hvussu ólavsøkan liggur næsta ár. Tað eru public service ørindini hjá almannamiðilinum, nú arbeiðsdagurin hjá okkum alment løntu er lokin. Onkuntíð ivist eg í, á hvørjari planet tey hava redaktiónsfund á har uppi í Sortudíki. Ella um eg sjálvur er, so segði hann Obstfelder í 1893, kommet på en feil klode. Her er så underlig...

Nýggir filmar í 2017

Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20. Tað er kendi og altíð kjakskapandi danski leikstjórin Ole Bornedal (f.1959), sum hevur gjørt svarta skemtileikin Dræberne fra Nibe . Filmsfelagið hevur fingið í boði at vísa filmin í Havnar Bio eina viku innan hann verður frumsýndur í Danmark. Ingi Samuelsen, sum búði átta ár í Nibe, fer at innleiða sýningina. Annar filmurin í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum er svenski Den avarsamma leken , sum Pernilla August (f.1958) hevur leikstjórnað eftir samnevndu søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Spildurnýggi svenski filmurin verður sýndur mikukvøldið 18. januar kl 20 við donskum undirteksti. Triði filmur í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum í 2017 er amerikanski Paterson , sum hin tiltikni independent  leikstjórin Jim Jarmush (f.1953) hevur gjørt. Í 1980'unum sýndi Filmsfelagið teir tríggjar Jarmush-filmarnar

Jim Jarmush, Ron Padgett og Oddfríður

Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, fer at innleiða sýningina Paterson  (Jarmush) í Filmsfelagnum mikudagin 1. februar í 2017. Orsøkin er, at Oddfríður hevur týtt yrkingar hjá amerikanska Ron Padgett (f.1942), sum bussførarin í nýggja amerikanska filminum Paterson sigur og skrivar. Oddfríður hevur eisini havt Ron Padgett á vitjan í Føroyum, tá Listastevna Føroya varð hildin í Norðurlandahúsinum og kring landið. Danski filmsútleigarin, Scanbox, sigur soleiðis um nýggja filmin hjá amerikanska Jim Jarmush (f.1953), sum ikki hevur verið at sæð í føroyskum biografum síðan í 1980'unum, Jarmush altso: "Paterson (Adam Driver) er buschauffør i byen Paterson, New Jersey. Hver dag udfører han samme rutine: Står op, går på arbejde, kører samme rute med bussen, skriver digte i sin notesbog, lufter hunden, drikker en og kun en øl på den samme bar, går i seng. Han elsker sin kone Laura (Golshifteh Farahani) overalt på jorden, men modsat ham selv er Laura konstant på jag

Úrslit frá PISA kanningini í 2015

Í morgun varð frágreiðingin um føroysku PISA kanningina í 2015 løgd fram og handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, sum sæst til høgru á myndini. Vinstrumegin er Ingi Højsted, sum legði kanningina fram í Mentamálaráðnum fyrrapartin í dag. Ingi, sum er limur í serfrøðingabólkinum, sum gjørdi kanningina, undirvísir lærarum á Professiónsháskúlanum UCC í Keypmannahavn í støddfrøði. Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar luttaka í altjóða PISA kanningini, og aftur hesu ferð er framgongd í føroysku úrslitunum, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag. - Føroysku næmingarnir klára seg best í støddfrøði, størsta framgongdin er í lesing, og í náttúruvísindum hava vit avbjóðingar. Lítil munur er á gentum og dreingjum í støddfrøði og náttúruvísindum, og flestu føroysku næmingarnir liggja beint niðanfyri miðuna samanborið við miðal í OECD. Tað eru ikki nógvir næmingar í besta bólkinum, og samstundis so flyta alsamt fleiri næmingar seg úr veikasta bólkinum upp í bólk tvey og trý.

Góðar sendingar og ikki skrivstovuútvarp

Mánadagin 6. februar í 2017 verður Útvarpið trýss ár. Sum sæst á myndini omanfyri, verður undir spyrjandi yvirskriftini Á føroyskum ella donskum í skúlabókini Fjølmiðlar tikið úr skránni henda dag í 1957. Seinni kom Sjónvarpið til, og uppaftur seinni vóru báðir almannamiðlarnir lagdir saman í Kringvarp Føroya. Eingin loyna skal vera, at mær dámar best javngamla varpið, sum tíanverri er drenað av dansktfødda sjónvarpsmiðilinum, so hann, útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya, hevur ilt við at fóta sær og skapa eitt lív í dagsins umbroytiliga samfelag. Tí er tað kærkomið, at Rigmor Dam, sum umsitur Kringvarpið, er farin at gera ein nýggjan public service sáttmála , sum skal galda frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020. Fyrsti sáttmáli av tílíkum slag kom fram í 2010. Sjálvfylgiligheitirnar Í tílíkum sáttmálum standa sjálvfylgiligheitir, so sum at Kringvarpið skal í størstan mun tryggja, at sendingar og tilfar er óheft av seráhugamálum, er fjølbroytt og margfalt, er viðk

Lýsingabløð á jólum

Her eru bløð og tilboð, sum postmaðurin hevur borið í mín postkassa síðan beint undan kommunvalinum 8. november. Nú er tíðin, tá floymurin av lýsingabløðum frá handlum og fyritøkum er størstur. Soleiðis skrivaði Málráðið í einum brævi til mentamálaráðharran eftir aldarskiftið, og nevndi óhepnar avleiðingar, so sum at nú fóru fólk at selja og keypa ammeindlegg . - Tað er bláoygt at halda, at fremmand málnýtsla ikki ávirkar málburðin hjá okkum, segði Málráðið og gjørdi vart við, at føroyskt verður í dag nýtt á flestøllum økjum, og tað er eftir drúgt og áhaldandi arbeiði fyri at fremja støðuna hjá føroyskum, at so er. Tá skjeyt Málráðið upp, at øll hesi útlendsku tilboðsbløð hereftir skuldu verða á føroyskum. Hetta søguliga bræv, undirskrivað av formanninum, Jógvani í Lon Jacobsen 24. januar í 2001 , legði lunnar undir lýsingabløð á føroyskum. Hóast eins hørð mótmæli og tá TV Avisen mátti víkja fyri Degi og Viku í 1984, bar tað væl til at siga viðskiftafólki frá um ammeindlæg á egnum m

Palindrompoesi og rúmdarræðsla

Hannah er navnið á dóttirini, sum ikki er meir. Navnið, sum kann stavast báðar vegir, eins og eitt fremmant mál, ið kann skrivast við vinstru og høgru hond samstundis, og savnast á miðjuni, til tess at geva meining, treytað av, at tú dugdi at lata pláss verða eftir til miðsavnandi meiningina. Sama íbygda frásøguhugsan sum í spanska Los amantes del círculo polar (Julio Médem 1998) har vit hoyra um Otto og Ana. Filmurin Arrival (Dennis Villeneuve 2016) byrjar við at undirvísingin í portugisiskum hjá mammuni, dr. Banks (Amy Adams), verður brotin av, tá næmingarnir síggja bráðtíðindi á øllum miðlum um tólv rumdarskip, sum eru lend á úrvaldum støðum, millum annað í Kujaleq kommunu í Grønlandi. Ímeðan verða strofur úr veggjaskriftum og poppsangum havd á lofti. Um einasta amboð í tínum hondum er ein hamari, sum Gretchen Peters syngur um, tá er heimurin einki annað enn ein nagli. Eins og í norska Louder Than Bombs (Joachim Trier 2015) og í amerikanska Tree of Life (Terrence Ma

Geytin 2016

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri  Geytanum , sum verður handaður sunnukvøldið 11. desember kl 19:00. Tá verða nýggir, føroyskir stuttfilmar vístir, og eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin , ið er 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið letur. Vinnarin fær eisini eyðkendu Geytastandmyndina, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Sama kvøld fáa áskoðararnir eisini høvi at velja ein yndisfilm, og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Í ár kappast sjey føroyskar stuttfilmar um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Teir verða sýndir í hesi røð: Óttafet (Nóllywood) Nattens Stjerner (Atli Brix Kamban) Frávik (Maria G. Tórgarð) Bittersweet (Rói Davidsen) Marra (Hans Kristian Eyðunsson Hansen  og Torfinnur Jákupsson) Ramblers (Hanus Johannessen) Et knæk (Andrias Høgenni) Filmarnir, ið hava vunnið Geytan higartil eru: 2012 Summarnátt (Sakaris Stórá) 2013 Terminal (Dávur Djurhuus) 2014 Skuld (Heiðrikur á He

Fæstu mentakrónur eru í Føroyum

Við Klaus Munch Haagensen frá Danmarks Statistik og finsku Ulla Agerskov sum ritstjórum, hevur almenna norðurlendska samstarvið, Norðurlandaráðið, givið út bóklingin Nordic Statistics 2016 . Í summum førum síggja vit eisini tøl úr Føroyum, m.a. tær upphæddir, sum verða tiknar av okkara skatti og brúktar til mentan og undirhald, culture and leisure, í almenna rúminum.   Stabbamyndin omanfyri vísur hvussu nógvar evrur verða brúktar til mentan fyri hvønn íbúgva í øllum Norðurlondum og í ES. Føroyar (FO) eru ljósabláar, næstytstar til vinstru, Ísland, sum brúkar flestu pengar uppá hvønn borgara til mentan, er hægsti og sjónligasti reyði stabbin, og lægsti ljósagrái stabbin ytst til høgru er miðalbrúkið til mentan og undirhald fyri hvønn íbúgva í ES. Ein onnur talva vísur gongdina á sama øki við støði í 2006. Tá lógu Føroyar væl fyri, men hava mist takið. Noreg er hægst, tá umræður brúktar skattakrónur til mentan í almenna rúminum, meðan vit kunnu ugga okkum við at ES er á botninum. Døm