Skip to main content

Posts

Familjan, sum ikki riggar

Ummæli Elektra, Sosialurin 30. januar í 2017 Foto: Heinesen Myndir Familjan, sum ikki riggar, dysfunktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Abstrakt og tó einfalt. Frá føroyskum leikum í fjør, boðar Tjóðpallurin nú frá, at tey hava leitað til vøgguna hjá leiklistini. Til griksku tragediuna Elektra. - Møguliga kunnu vit skilja nútíðina gjøgnum fortíðina, sigur Jenny C. Petersen í fororðunum í snøggu prentaðu skránni, sum eisini vísur okkum torskildu ættina hjá Elektru og alt tað, sum er farið fram, tá søgan tekur við. Frumsýning var leygarkvøldið og eg sá leikin sunnukvøldið kl 18. Leikararnir og tøknin Leikurin Elektra verður borin í felag av øllum leikarunum, har tøknin ikki er hin minsti. Høvuðsleikari sum Elektra, ið syrgir dripna pápan, er Gunnvá Zacharisen, sum er lágmælt, friðarlig og syrgin, hóast hon brennur eftir hevnd. Tá ein løta er farin er ræddarlegan góð, men eftir Hans Tórgarð, sum er fyrstur á pallin, skalt tú ký

Hvat er ein føroyingur?

Meðan tungan gongur kyk í læstum kjaki á Facebook, er tað sama tungan, ið letur upp fyri eini nýggjari gastronomiskari definitión av tí, sum føroyskt er og avgjørt ikki var gamalt fyrr Birgir Kruse@Tungulist á tallerkin meðan flogið verður við Atlantsflogi Foto@Flemming Gernyx Neyvan er nakað fólk á klótuni so aktivt á Facebook sum føroyingar. Kjakbólkar sum “føroysk rættstaving” hava fingið meiri enn ein fimting av Føroya fólki at sláa manngarð um málið, og til gerandis at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt í føroyskum málbúna. Og tá tosa vit bara um staving, rætta staving. Ikki um nakað annað av tjóðskaparligum slagi. Men eitt kjakevni, sum javnt og samt stingur seg upp í kjalarvørrinum av tílíkum bólkum er, hvør føroyingurin er, og hvat tað er, ið skapar hann, føroyingin, og hvat hann kann rúma og ikki, av tí, sum útlendskt er. Tað, at flestu kjakarar samstundis tykjast hava skálkin við í einum og øllum, ið sagt verður, ger eisini, at kjakið er krevjandi og í mongum

Saman sprota vit longri...

Hetta er ein treylari hjá Skipafelagnum, sum nú eitur Faroe Ship og stuðlar Sprotanum. Eins og feløg og vinnulív, so broytist eisini málið og teir møguleikar, sum eru at vinkla og velja røttu orðini til gerandisbrúk. Fyrr kundu vit googla. Tað kunnu vit enn, og eisini leita á hini føroysku Wikipedia. Men nú hava vit fingið ein so sterkan risa á heimamarknaðinum, at vit kunnu sprota . Tað er at leita frítt og opið í øllum orðabókunum hjá Sprotanum. Tá eg eri úti í stóru verð og sigi fólki, sum eg samstarvi við, frá um hetta, eru tey fyrst tortrúgvin, og tá tey skilja at hetta er veruleiki hjá øllum føroyingum á netinum í allari verðini, so øvunda tey okkum at sprota. Tey vilja eisini sprota, men sleppa ikki, tí forløg laga einføld rættindi so trupul, at eingin fær greiðu á teim, so tey í staðin forða fyri allari orðakunning. Gott, at vit ikki eru so kunningarfull, at alt fer í baklás. Annars verður Móðurmálsdagur aftur leygardagin 25. mars. Fróði Løkságarð tók myndina omanfyri á bryg

Skiftandi ljós

Skiftandi ljós er vælsignilsið, og kann meir enn so henda tað øvuta, tá tú koyrir ein sunnudagsbiltúr í Suðurstreymoy. Her er ólavskirkjan í Kirkjubø, ið er elsta kirkjan í landinum, sum enn er í brúki. Helst er hon reist í 1200-talinum, sigur hin føroyska Wikipedia. Klokkan er tvey, hann hevur drigið fyri lágu sólina, men so ljósnar í erva. So blunkar aftur, skýfrí sól og mest sum sólarmyrkur, yvir taratonglunum í víkini, har írska halgimenni Brendan (489-580) einumsinni legði at. Framvið Sugguni, Lágabøi og Kyrjasteini tendrar sólin aftur og festir í gylta grasið. Nú eru glitrandi sólskinssparlar myndaevnið millum fótafetini og traktorsporini í váta bønum. Tey eru so spennandi, sparlamotivini, at ólavskirkjan og tonglavíkin mugu aftur á breddan. Besta ljós, í løtum eisini við ælaboga og spennandi kastiskuggum, er tó á Eystnesi, har vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga síggjast úr Havn í blunkandi sunnudagssólini.

Too much talking heads

Hóast Bergur Djurhuus Hansen á Føroyamálsdeildini er hin allar besti fortalari fyri bókumentum á ein sjáldsama nýggjan og reflekterandi hátt, so bøtir tað ikki um, at í løtuni eru ov nógvar talking head sendingar í sjónvarpinum. Fólk snakka, fólk nikka. Fólk smíla, fólk smíla aftur. Ikki eingang eitt búmerki sæst fyri risastóru ætlanina Nordic Matters í Grindini  hóskvøldið, tíansheldur nøkur upptøka av staðnum sjálvum. Bara innandurasnakk. Í sendingini 25 minuttir er einasti rekvesittur ein talgildur veggjafossur, sum rennur uttan íhald, meðan fólk koma inn, og onnur fara út. Bara talking heads og einki annað. Talking heads sum tosa við onnur talking heads, í løtum eisini um onnur talking heads. Men prátið við Oddfríð í Grindini hóskvøldið var so væl gjøgnumarbeitt og serstakliga væl samansett, at í oyðimørkini gjørdist tað poetiskt sjónvarp, ein perlurøð av talandi støðuhyljum og ikki ein turrgeldur sviskusteinur úr upptøkustovuni. Mesta pall- og karmseting av mentamið

Nýggj savnindi

Eitt tað stuttligasta orðið eg renni meg í til gerandis er savnindi . Annan vegin ber orðið boð um okkurt fjart, sum eingin kennir, og hinvegin um tað júst øvuta, at leggja fram eina greiða ætlan at savna og goyma, so onnur kunnu síggja. Kanska um hundrað ár. Rendi meg aftur í hetta fittliga savnsorð í dag, nú tann parturin av Søvnum Landsins, sum fyrr gekk undir savnandi heitinum Landsbókasavnið, kunngjørdi eina ætlan í tí partinum av Kringvarpinum, sum vit fyrr ótu døgurða afturvið, og tá kallaðu Útvarpið, um at savna føroysku internetsíðurnar. Og jú, sum sæst omanfyri er hann longu skrásettur og verður innheintaður, hesin bloggurin. Landsbókasavnið sigur í hesum sambandi, at heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum Føroyska Netsavnið: -Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar. Eingin okkara ve

Tríggir góðir í Filmsfelagnum

Í kvøld sýnir Filmsfelagið triðu filmatisering av klassisku søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912 Den alvarsamma leken. Leikstjóri er svenska Pernilla August, sum einaferð var gift við danska Bille August. Fyrru filmarnar yvir somu søgu gjørdu svenski Rune Carlsten í 1945 og norska Anja Breien í 1977. Hanus Kamban, sum hevur týtt Hjalmar Söderberg og skrivað um hann, fer at innleiða sýningina, sum er í Havnar  Bio við donskum undirteksti klokkan 20 í kvøld. Onnur av trimum góðum sýning í Filmsfelagnum er mikukvøldið 1. februar. Tá fer Oddfríður Marni Rasmussen at innleiða nýggja filmin hjá amerikanska kult-leikstjóranum Jim Jarmusch Paterson . Hetta er høvuðspersónurin í samnevnda býnum. Hann er bussførari og yrkjari. Yrkingarnar hevur Ron Padgett skrivað. Hann vitjaði á Listastevnmu Føroya, og Oddfríður hevur eisini týtt Padgett til føroyskt. Danska avísin Politiken heitir á fólk at hava eitt yrkingasavn við í biograf til filmin Paterson . Triði av komandi filmunum í F

Trump er góður fyri pressuna

Í svensku sjónvarpssendingini Agenda á SVT2 í kvøld, sigur  Ian Swanson , at nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum tekur við fríggjadagin, hevur verið sjáldsama góður fyri amerikansku pressuna beint nú. Ian Swanson er blaðstjóri á The Hill í Washington, - Donald Trump er á toppinum nú, tí hann er í opnum stríði við allar miðlar, nú eisini CNN. Men av toppinum er bara undanbrekka, sigur Ian Swanson tvítýðugur um nýggja forsetan, sum er hin fyrsti at brúka Twitter og Facebook. Trump svaraði beinanvegin aftur, tá filmsleikarin Meryl Streep legði eftir honum á Golden Globe veitslu í farnu viku, so øll kundu lesa aftursvarið frá forsetanum. Miðlarnir vita ikki, hvussu teir skulu handfara hesa sjáldsamu støðu, har forsetin skrivar á Twitter, so veljarin kann lesa við. Eftir stendur, at øll vilja lesa um Trump og tað, hann ger. Tí er hann góður fyri amerikanska miðlaídnaðin. - Donald Trump elvir til góð hyggjaratøl í sjónvarpi, nógv klikk á netinum og fleiri haldara

Tá filmsdreymar gerast veruleiki

Brot úr grein í Varðanum 83 nr 2 2016, sum byggir á samrøðu við Sakaris Stóra í fjør summar. Eyðun Müller Thomsen tók myndirnar undir filmsupptøkunum Sakaris Stórá og eg hava reist okkum úr stólunum í Havnar Bio, har skotski Mike Day akkurát hevur víst ”The Islands and the Whales”. ”Tað var deiligt at síggja filmin. Ikki tí, eg havi havt møguleikan at sæð hann fyrr, men eg vildi goyma upplivingina til biografin. Har egnar filmurin seg best,” sigur Sakaris fram fyri seg í biografmyrkrinum mitt í august. ”Og tá perspektivið ikki er yvirfladiskt, er gestsins eyga sanniliga gløgt. Tað besta var tó at síggja, hvussu væl føroyska samtíðin og føroyska málið rigga á stóra løriftinum. Eg eri bara enn meir sannførdur um, at filmur er ein týdningarmikil partur av samleikanum og samfelagsfatanini, og at vit noyðast og hava skyldu at gera føroyskar filmar,” sigur leikstjórin úr Skopun. Dreymar við havið ”Mær dámar ikki grenjið um, at tað ikki ber til at gera film í Føroyum. Vit hava av

Mentanarbýir og mentan í býum

Kringvarpið sigur í dag, at Føroyar eru við, tá Nordic Matters letur upp í London í kvøld. Tá fara norðurlendsku mentamálaráðharrarnir at upplýsa um børn og ung í teirra heimlandi. Eisini fara mentamálaráðharrarnir at siga frá um burðardygd og javnstøðu millum kynini á mentafestivalinum. Ein røð av føroyskum listafólkum eru eisini við, og fleiri leggjast afturat, tí Nordic Matters verður alt árið. Sendistovan har í býnum, Norðurlandahúsið í Føroyum og Mentamálaráðið í Havn hava fyrireikað føroyska partin í festivalinum í London, sum Norðurlendska ráðharraráðið í Keypmannahavn hevur tikið stig til og fer at brúka fimm milliónir danskar krónur til. Samstundis lýsir jytski stórbýurin, Aarhus, við at hann er annar av tveimum evropeiskum mentabýum í ár. Hin er Pafos í Kypros. Fyrsti evropeiski mentanarbýur varð uppfunnin á einum kontinentalum skrivaraborði í 1985. Síðan hava meir enn hálvthundrað býir verið kosnir mentanarbýir í Evropa. Úr Aarhus siga tey, sum reika fyri, a

Stiftin brotnaði

Ætlaði at skriva eina viðmerking til áhugverdu greinina hjá Georg um løgtingsuppskotið um tvær milliónir av almennum skattpengum at geva privatu miðlunum. Hóast inngangssitatið ikki hevur fingið týðarastuðul, og tí verður standandi á útlendskum til føroyskar lesarar, so skilji eg væl, hvat Georg sigur, eisini tá hann samanber við útlendsk viðurskifti. Og vit eiga at minnast til, at orðið útlendskt í dag verður rættlisið og fatað sum danskt . Meðan eg lesi um donsku Gyllegate og amerikansku Watergate, fái eg tann ófyrigeviliga framtíðartanka, um vit nakrantíð munnu fara at lesa um eina heimliga Miðlastuðulsgate . Eftir góðu frásøgnina hjá Georg úr tinginum millum jólanna, eru løgtingsfólk týðuliga ávirkaði av onkrum og ymsum sum í minsta lagi er undrunarvert. Hvørji munnu tey vera, sum ganga ørindi fyri okkara politikarar í hesum máli, í teirri vón at fáa hendur á tveimum almennum skattamilliónum? Munnu tey, løgtingsfólkini, vita av, at tey verða drigin uppá tráð? Ella er hetta enn

Stormurin stilnaður

Út á kvøldið stilnaði stormurin og alt andaði frið á Vaglinum og har um leiðir. Her standa tey bæði í friðsælum jólalýsi í Sparikassagarðinum, maður og kona, so sum Janus Kamban stoypti tey í bronsu í 1972. Aftanfyri er tinghúsið. Eitt hanagleiv oman móti Vaglinum er kioskin hjá Astu, ið er tað bygningsverk, sum í kavanum heldur skurvuta torginum saman. Her er markant monumentala sirkuskioskin sædd av skoytubananum hjá Heðini. Fólksins rukkublikk, perur og vindeygalúkur standa seg væl móti kommunalu miðfyrisitingini og tingsins øvrigheit. Ja, sjálvt parlamentariska Bókahandlaravaglið letst ikki um vón, nú stormurin stilnaði. Ikki ein ond í heimsins nalva. Og tó. Á hulda trýkantinum framman fyri tinghúsinum hava kátir unglingar í Havn givið Effersøe uppreisin. Um erigeraða inntrivið er politiskt litað við øðrum enn bláum dreingjasproyti veit eg ikki. Í hálkuni kann hugsast, at tað hevur nakað við analpolitiska glíðibreyt at gera. Hinumegin Vaglið situr stirdi ís