Skip to main content

Posts

Play it again, man!

Her er Øssur Egholm, sum í studio 5 vil hava eitt prát um Náttarravnar , og hvussu tann sendingin bleiv til fyri 25 árum síðani, nú Útvarpið fyllir 60. Kári Olsen tók myndina, og sendingin verður í morgin, hósdag seinrapart, frá klokkan trý til fýra. Fyrst er prát um ætlanina við gomlu sendingini, og tað forarbeiði, sum tá varð gjørt, og so hoyra vit brot úr eini Náttarravnssending á jólum í 1992. Sum eg skilji er hetta onnur av bara tveimum sendingum, sum eru goymdar í savninum. So tit, sum eiga eina Náttarravnssending á kasettubandi úti um landið, goymið tað sum ravnagull. Heðin Arge og eg møttust í flogfarinum úr Danmark, og tosaðu um gamlar og verandi sendingar, og undraðust yvir, at alt lá stilt í Útvarpinum um vikuskiftið, eftir at privatu sjónvarpsfeløgini vóru farin at senda danskar videokasettur kring landið. Tá vit so byrjaðu at senda á heysti í 1992 varð búskaparkreppan og arbeiðsloysið eisini farið at merkjast týðuliga millum fólk. Vit høvdu gjørt eitt uppskot

Kaurismäki vinnari í Berlin?

Kendi filmsummælarin og rithøvundurin, Bo Green Jensen, skrivar fyri donsku Weekendavisen úr Berlin, har altjóða filmstevna byrjaði hósdagin og endar leygardagin, tá gullvinnarin verður kunngjørdur. Umframt at skriva fyri víðagitnu donsku pappírsavísina, sum kemur út fríggjadagin, og lítla netmiðilin Mikrozinet, skrivar Bo Green Jensen eisini hvønn dag til vinir á Facebook. Í dag skrivar hann soleiðis: Berlin Dag 6. Først endnu et prægtigt værk af Aki Kaurismäki On the Other Side of Hope . Den finske lakoniker tackler flygtningekrisen uden at miste en eneste af sine sædvanlige takter. Helsinki ligner stadig 1950erne, da Khaled fra Syrien søger asyl. Han får afslag - Aleppo er jo en sikker by - og bliver overfaldet af nynazister fra Finlands Liberation Army. Samtidig er der en skjortesælger, som realiserer sin drøm om at blive restaurantejer. Alle de faste kræfter medvirker, og der bliver spillet blues på hvert gadehjørne. Det er mørk, varm latter i mandfolkegenren og dertil et

Allahjartannadagur

Í dag er Allahjartanadagur, eisini kallaður valentinsmessa og Valentins dagur. Kaska er kjøt eins gott og rósur, føsta ella ikki.

Atlas fyri heim og skúla - men ikki fyri løgting

Okkara vegna er Uttanlandsnevnd løgtingsins á almennari ferð í Ísrael. Tað boðaðu tey frá á Facebook sunnudagin. Forkvinnan, sum er lærari, endurgevur eitt danskt landakort, sum fær øll míni líktorn upp at bløða, tey eru nokkso nógv, og skrivar so, hvussu ferðaætlanin er. Ein frálík ferðaætlan, var tað ikki fyri, at sendinevndin brúkar hetta fremmanda og ikki-føroyska landakortið at definera heilaga landið. Seinna og nýggjasta útgáva av almenna føroyska atlasinum ger nógv burturúr at lýsa hesar leiðir á eini heilari opnu, so sum sæst niðanfyri. Gamaní var eini løgtingslimurin, ið stríddist sum úlvur á skóg móti atlasinum, og púra óskammaður setti samgongufelaganum við mentamálum 56 spurningar á tingsins røðarapalli, sum hevði hann sítt egna Saturday Night Live Show, farni løgtingslimurin. Hóast hann ikki er tingmaður longur, er hansara missión týðuliga eydnast. Tinglimir brúka ikki føroyska atlasið tá teir eru úti í heimi og møta tí fremmanda, sum teir í dagligum strevi skulu d

Útsølutíðir

Tíðindaportalurin in.fo, ikki info portalurin, boðar í dag frá, at tað eru útsølutíðir í Føroyum. Millum betaltu útsølulýsingarnar til vinstru og høgru er ein søga úr tinginum, sum ikki er minni betalt og kosin av okkum øllum. Treytað av at vælløntu bygdapolitikkararnir á tingi eru rætt endurgivnir, er hetta besta dømi um útsølutíðir av niðastu skuffum og hillum, har bara mølur trívist. Kanska er hetta lágpunkt av tingi higartil greiðasta dømi um, at nýval er í hondum. Tá niðastu skuffur og hillar eru tømdar er einki eftir. Á ólavsøku plagdi tað at vera tekin um, at nú er stevnan av. Og so gingu tey heim við ballónum, syngjandi undir kovboyhatti.

180 gramm av vinyli

Í dag bjóðar Olivur Eystberg úr Skopun til vinyldag í Tutli á Káta Horninum í Havn. Við søludiskin eru hansara plátufavorittar Radiohead og Pearl Jam, allar LP plátur í 180 gramm kvaliteti. Hann hevur sjálvur plátuspælaran við, ein Rega Planar 2, har exploitation filmurin Death Proof   hjá Tarantino frá 2007, snurrar á tallerkinum, meðan Rega Carbon nálin grøvar í rilluni. Í plátukassunum standa nýggjar pressingar av klassiskum LP plátum. Við nýggju Konni Kass LP'ini í baksýni eru tað niðurlendski bólkurin Focus, amerikanska Lauryn Hill, sum eg var púra bitin av um aldarskiftið, og so tað allar besta 180 gramm tilboðið í dag: Pearl við Janis Joplin, sum upprunaliga kom út í 1971. Døgurðatúrurin í Tutli gav mær orsøk at fara á loftið og blaða í plátusavninum, ið hevur staðið órørt í mong ár. Ein av fyrstu plátunum, sum eg rendi meg í, er akkurát 50 ára gamla Electric Music for the Mind and Body við Country Joe and the Fish. Plagdu at spæla hesa plátu hjá Ellindi

Málið sum bringuprýði

Í trýss ár hevur Útvarpið verið málsligi skansin. Sjálvandi valdast skansar og kanónir, men í trýss ár hevur Útvarpið telgt málið í okkara hondum. Oftast hegnisliga, men í hvussu er organiskt, so sum tíðarandin hevur verið. So kunnu einstaku originalarnir siga seksti og mæla til broytingar frá tí normala so galið teir vilja. Eingin føroyingur, sum eg møti á gøtuni sigur sjeyti fimm, ella at vit nú eru í tjúgu og seytjan. Vit eiga at ganga eina miðleið, sum savnar og skapar eina samanhangskraft í fólkinum, heldur enn altíð at dyrka besserwizzers, serliga teir við einum til høvið nýuppfunnum akademiskum diskursi í teirra króki av veruligheitini. Ikki tí, eftir sum vit onga satirutradisjón hava í Útvarpinum longur, so er alment undirhaldsvirði í tí. At billa fólki inn, at tað sum tey alt lívið hava kallað eitthvørt, yvirhøvur ikki eitir so. Meini so við. Veit ein føroyskur hundur av, at hann eitur hundur?

Der Berlinale byrjar við Django í dag

Í dag byrjar ein av kendastu filmstevnum, Der Berlinale , í Berlin. Stevnan, sum hevur 67 ár á baki og varar í 10 dagar, sýnir 400 ymsar filmar tilsamans 1000 ferðir. Í fjør søgdu bilettmaskinurnar, at ein hálv millión vitjaði biografarnar. Innboðin vóru 17.000 filmsfólk úr 120 londum, og teimum á baki 4000 journalistar úr 90 londum. Kostnaðarætlnin er í ár 24 milliónir € og stevnan fær 7,2 milliónir € frá almennu týsku mentanarmyndugleikunum. Her síggjast allir tyskir upplýsingar um stevnuna í ár. Frá í dag kappast 18 filmar um gull og silvurbjarnir í Berlin. Í fjør vann italski flóttafólkafilmurin Havið brennur , sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio. Í staðin fyri einsháttaða mainstreamslagið av filmi úr Hollywood, er tað í Berlin at nýskapandi samproduktiónir úr ymsum mentanum verða lyftar fram, gjøgnumlýstar og fagnaðar, til dømis í filminum Felicité , sum londini Frakland, Senegal, Belgia, Týskland og Libanon standa saman um. Tiltakið í Berlin er so stórt, at 12 sjálvst

Skálafjørðurin vil hava Setrið

Nú siga tríggir politikarar av bygd, at almennir skattfíggjaðir stovnar skulu rekast út úr fjølbygdum øki, og sendast út um landið at virka, helst har, sum eingin trívist og færri búgva. Bygdamenning kallaði man einaferð henda nevrotiska skriviborðstanka, sum nú aftur er komin upp at blása á tingi. Tó, einasti ítøkiligi stovnur, sum politikarin nevndi í samrøðuni við Útvarpið í kvøld, er Fróðskaparsetrið. - Tað trýstur Havnina, sigur hann um Setrið. - Far út um Havnin við Setrinum, so fært tú parkeringspláss og fyrstaklassa skrivstovur her inni á Skálafjørðinum. Samstundis hoyra vit um el og telefonsamband, sum slitnar og strandferðslubátar, ið ikki kunnu sigla og leggja at, tí veðrið er so ringt, og ikki er hugsingur um at lækni, lærari ella prestur kunnu koma í oynna, tíansheldur at hava renovatión og handil við gerandisvørum. Skal føroyska vælferðarsamfelagið haldast í hevd, er tí einki annað at gera, enn at steingja smápláss og útoyggjar um veturin. Hetta til tess at v

Filmfestivalur í Norðurlandahúsinum

TÓFF, Tórshavnar filmsfestivalur,  byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.   - Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl 14:00. Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja. - Vit fara at vísa stuttfilmarnar Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan , og Vitello gravar eitt hol . Flestu filmarnir eru ætlaðir minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir. So hetta kann verða ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, og tiltakið er ókeypis, siga fyrireikararnir.

Nýggjur føroyskur filmfestivalur

Fyrsti Faroe Islands' Minority Film Festivalur verður í Perluni í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn 7. - 10. september í 2017. - Vit vilja skapa eitt betri samfelag og heiðra ymiskleikanum umvegis film og list. Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar í Føroyum og kring heimin, sigur Nadia Barbara Abrahamsen, sum er hálvur føroyingur og hálvur palestini. Nadia, sum eg hitti til ein kaffimunn í Baresso í SMS, hevur sjálv stovnað Faroe Islands' Minority Film Festival  og er stjóri. Í tíðindaskrivi í morgun siga fyrireikararnir, at hetta er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamáls at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. - Festivalurin fer at leggja dent á minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar við støði í fjølbroytni og evnum, ið viðkoma hesum bólkum. Tað kunnu vera evni sum xeno

Sámablóð

Sámiska tjóðardagin gjørdu Filmsfelagið og Havnar Bio avtalu við danska filmsútleigaran Bazarfilm at vísa virðislønta filmin Sameblod mikukvøldið 29. mars. Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, FIMFF, sum verður í Havn í september. Leygarkvøldið vann filmurin heimsins størstu filmsvirðisløn á árligu filmstevnuni í Göteborg, The Dragon Award, har ein millión svenskar krónur fylgja við. Omanfyri síggjast leikstjórin og systrarnar Sparrok í filminum  Sameblod . Hetta er fyrsti filmur hjá Amandu Kernell, sum er í spælifilmslongd. Filmurin varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia í fjør, har hann fekk tvær virðislønir, og hevur verið sýndur í Toronto, á Sundance Film Festival og í Tokyo. Amanda Kernell er fødd í Umeå í 1986. Mamman er svensk og pápin sámi. Síðan í 2006 hevur hon gjørt virðisløntar stuttfilmar fyri Direktörn & Fabrikörn, til dømis Semestersystern , ið varð kosin besti stuttfilmur fyri børn og ung í 2009, og Att del