Skip to main content

Posts

Sakte TV í Sámalandi

Sjálvt slow TV , hava norðmenn eitt orð fyri - sakte TV , hvat tá. Eftir at hava varpað ljós, mynd og ljóð á tok, bátar, fuglalív og sálmasang uttan slit frá kirkju til kirkju, so er NRK nú farið undir eina beinleiðis maraton sending í samfullar seks dagar og nætur, har reinsdjórahald hjá sámum er evnið. Einki annað enn reinsdjóradrift, beint av vidda . Her er útgerðin hjá NRK. Umframt at vera ein avbjóðing fyri norska hyggjaran, er hetta eisini ein viðurkenning av sámiska upprunafólkinum, sum á tjóðardegnum 6. februar í ár kundi hátíðarhalda at 100 ár vóru liðin síðan sámar fyrstu ferð høvdu landsfund í Noregi. Her er eitt sámiskt atlas, sum Sámatingið hevur fíggjað og gjørt saman við finska bókaforlagnum Otava og bretska atlasforlagnum Phillips. Niðast er uppslagið, sum vísur Sámaland.

Bláur seinrapartur

Og sama dag stóð sólin soleiðis yvir somu støðum, út á køksbøin og heilt út yvir Nólsoyarfjørð, sum sæst omanfyri. Niðanfyri sæst av terrassuni inn yvir felagsøkið, sum ætlandi verður sligið fyri fyrstu ferð í ár leygardagin. Sami dagur her og á blogginum í morgun.

Monokromur morgun

Hóast flaggdagur er í morgin, og maimánaður byrjar, tá vikan er úti, so er kavi og myrkt í morgun so langt eygað sær. Ferðslan er rakt um alt landið sigur Landsverk í Útvarpinum, sum meistarliga fortelur okkum, hvat fer fram í føroyska skúlanum, longu innan klokkan átta. Har er so nógv at siga frá úr skúlanum, at man kundi havt eina heila sending, sum burturav var um skúla og skúlaviðurskifti ein tíma ella so hvørja viku. Bara ein tanki henda gráa og lítið várliga mánadagsmorgun, nú sólin kom fram úr sortanum. Hinumegin síggi eg nú grønt, sum sprettir ovast á runnunum. Birgar, sum hevur skrivað upp hvussu veðrið hevur verið í Havn í fleiri ár, sigur, at tað irriterar hann, tá fólk, ár um ár, mjarra um kava í apríl. - Taka vit veðrið seinastu 10 árini, er tað bara í 2009 og í 2014 at ongin kavi hevur verið í apríl. Í 2010 og í 2012 kavaði tað enn í maimánað. So tit, sum elska at knarra um veðrið: Tað er onki nýtt fyribrigdi at kavi legst í apríl, sigur Birgar í dag, Kanska

Submergence frumsýndur 7. desember

Norðurlendska filmsfelagið, Scanbox, sigur frá, at tey hava tryggjað sær rættin at leiga nýggja filmin hjá Wim Wenders, Submergence , til biografar í Norðurlondum. Frumsýning á okkara leiðum, tað vil siga í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er sett til 7. desember. Lyklaorðini, sum eru knýtt at lýsingatilfarinum um filmin, eru drama, romantikkur, thriller. Ein partur av filminum varð tikin upp eftir ólavsøku í fjør í sjónum við Tindhólm, har Hans Tórgarð fær tann heiður, at verða fyrsti føroyingur, ið sleppur at tala í einum Wendersfilmi. Við Gásadal sæst eisini bretska superstjørnan Charlotte Rampling í haganum. Eftir upptøkurnar hitti eg Wim Wenders og tók eina røð av myndum, millum aðrar hesa. Givið er, at Wim Wenders, 71, er mest spennandi filmsleikstjóri, ið nakrantíð hevur verið og nakrantíð fer at koma til Føroya, og fer at hugsa eitt filmsføroyskt frásøgusnildi, tað er grøna litin í summargrasi, inn í ein altjóða film. - Bara soleiðis kompositoriskt í allari oyðima

Lívið er júst tað, sum tað er

Í kvøld opnaði Skjólið í nýumvaldu húsunum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn. Í kamari nummar eitt býr hin produktivi gøtumaðurin Tummas Jákup Thomsen (f.1962). Tummas Jákup er hin fyrsti at sýna fram í Skjólinum. Hann gekk í realskúla í Fuglafirði, er útbúgvin bygningssnikkari í 1984 og hevur smíðað alla møguliga staðni, sum hann skrivar á Facebookprofilinum.  Tummas Jákup er sjálvlærdur listamaður og stillaði fyrstu ferð út í 1976. Um tað tíðina mundu nógv leggja til merkis fyrsta fjallabilin , ein Toyota Corolla, sum hann málaði fjøll og landsløg á.  Í øllum húsunum í Kongagøtu eru nákvæmar tusj og blýantstekningar, í køkinum næstan sum dekkserviettar, men eisini verk úr øðrum tilfari, sum til dømis ein heilur veggur við fotomyndum, ið hava verið á Arken. Niðanfyri tosar hann við Petur Prent um ymsu fjallabilarnar, og hvar onkur teirra endaði. Í kjallarnum er rúmlig kaffistova við palli í horninum og køki aftanfyri. Úr køkinum ber til at fara útum, g

Einki norðurlendskt í Cannes

Burtursæð frá trimum stuttfilmum, er einki norðurlendskt á skránni í Cannes, tá árliga filmstevnan verður hildin í døgunum 17. - 28. mai. Hetta er hin 70. filmstevnan í røðini. Á reyðu plakatini sæst italska Claudia Cardinale á eini franskari tekju í 1959, tá hon var 20. Í dag er hon 79 og segði á enskum, tá hon sá plakatina: “I am honoured and proud to be flying the flag for the 70th Festival de Cannes, and delighted with this choice of photo. It’s the image I myself have of the Festival, of an event that illuminates everything around…Happy anniversary!" Kanska hevur hon ikki varnast, at plakatmeistarin hevur smalkað miðju og lør, ivaleyst í samsvar við, hvussu kvinnuligar fyrimyndir eru broyttar á filmi hesi árini. Italska Monica Bellucci er vertur, tá filmstevnan byrjar og endar í Cannes, og byrjanarfilmurin er franski Les Fantômes d'Ismaël (Arnaud Desplechin). Formaður í dómsnevndini í ár er hin kendasti spanski leikstjórin, Pedro Almodóvar. Verri er við

Sgt Pepper eitt alter ego hjá The Beatles

50 ár eru liðin síðan mest sermerkta Beatlesplátan, 'Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band', kom út. Tað verður hátíðarhildið uppá dagin við einum nýggjum heimildarfilmi hjá Alan G. Parker, sum mikið hóskandi hevur heitið IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY! Frá Miracle Films hevur Filmsfelagið keypt eina sýning, ið hevur danskar undirtekstir og varar 114 min. Sýningin verður í Havnar Bio mikukvøldið 7. juni kl 20 og er hin seinasta fyri summarsteðgin. Beatleskennarin Suni Merkistein innleiddi sýningina við Beatles-filminum EIGHT DAYS A WEEK í fjør heyst. Hesa ferð er tað Beatleskennarin Uni Arge, ið innleiðir sýningina við nýggjasta Beatlesfilmi. Heldur enn tónleikafilmur er hetta heimildarfilmur, har vit fara niður í maskinrúmið at fylgja við, tá kendasta LP plátan í rocksøguni verður til. Her eru samrøður og ein røð av forvitnisligum upptøkum við John Lennon, Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr. Sambært Rolling Stone Magazine er LP plátan ’Sgt. Pepper’s Lonely

Heim og Skúli kallar

So eru aftur boð eftir virknum hondum og góðum høvdum til nevndina í Heim og Skúla, tað dýrabærasta og mest samsýningarverda, vit eiga .  Tað segði Útvarpið í morgun í samrøðu við forkvinnuna. Eg eri púra samdur í hesi eftirlýsing og tí positivistiska grundsjónarmiði, hon byggir á. Tí kom mær aftur til hugs bókaheitið hjá gamla D.P. Danielsen við spyrjandi titlinum  Hvat fæst frá tí almenna.  Eg haldi, at tað er besti titil í føroyskari bókaútgávusøgu. Hvat fæst frá tí almenna. Niðanfyri havi eg sett inn ein blogg við sama heiti og somu mynd frá 2013 . Við at spyrja hvat fæst , meini eg sjálvandi við, hvat fæst fyri at brúka mína tíð til hetta nevndararbeiðið, sum lagt verður upp til. Hvør er tímalønin fyri tíðaríløguna, og hvussu er hon ásett í mun til aðrar almennar nevndir, og tað arbeiðið, sum har fer fram, innan somu tíðarkrøv? Siga vit, at børn, heim og skúli eru heimsins týdningarmestu uppgávur, hvussu verður so nevndarsamsýningin ásett, sæð í mun til aðrar hálv- og

Gjógv - eitt livandi postkort

Sunnukvøldið sendi Kringvarpið nýggja heimildarfilmin Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið , sum Uni Arge og Hans Petur Hansen hava gjørt. Filmurin varir útvið ein tíma, og í endanum sæst, at Gjáargarður eisini er ánari av filminum. Ferðavinnumálið Gjógv er tí eins greitt í fokus og lýsingin av eini av mongu føroysku bygdunum, sum hóast vegasamband í nógv ár, liggja í andalopi. Síðan aldarskiftið hevur heimildarfilmur tikið dik á seg, bæði herheima og úti í verð. Fólk og felagsskapir vilja rinda fyri framleiðsluna, og umstøður eru at vísa lidnan heimildarfilm bæði í biografi, sjónvarpi og á netinum. Í Gjáarkirkju verða vit mint á frágerðafilmin hjá Teiti Árnasyni, Burturhugur - Faroese observations , sum í dag sæst í fýra pettum á YouTube. Ein hugtakandi og stílskapandi filmur av bygdalívi í 2002, innan dronur tóku myndina. Spildurnýggi Gjáarfilmurin er ein meira siðbundin og stillfør lýsing av sama evni, doyggjandi bygdini, við einum róligum forteljara. Beint fram. Frásøgnin

Verðin á veggin

So er útselda heimskortið hjá Námi aftur á goymslu á Bókamiðsøluni. Tað er laminerað og krevur ein stóran vegg, tí tað er 102,5 cm x 138,6 cm til støddar. So stór er verðin, tá hon í hesari niðurfelling er 1:22000000. Umframt at kortið er dagført við íbúgvatølum undir fløggunum í neðra, er ein broyting gjørd eftir altjóða kravi frá forlagnum Collins. Tað er at broyta navnið Persaflógvi til Flógvin . Víst varð til, at á øllum málum verður í dag sagt Flógvin,  uttan at knýta Persia at heitinum. Helst er tað kríggið, ið hevur skapt hesa siðvenju. Á enskum verður til dømis sagt The Gulf War, á týskum Der Golfkrieg og á donskum Golfkrigen. Á Wikipedia er tað bara á íslendskum, at sagt verður Persaflóastríðið. Á sama staði verður sagt Flógvakríggið á føroyskum. Tí talar alt fyri, at Persaflógvin á føroyska heimskortinum hereftir bara kallast Flógvin .