Skip to main content

Posts

Borgarstjóraketu til Anniku

Á hátíðarligari samkomu í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu, fekk borgarstjórin, Annika Olsen, í dag eina borgarstjóraketu úr silvuri. Ketan, sum hevur drúgva søgu, er gáva til Tórshavnar kommunu frá SMS í Havn. Jógvan Sverrason Biskopstø (f. 1970), sum hevur gjørt borgarstjóraketuna, er úr Havn, og er upprunaliga útbúgvin húsasmiður og bátasmiður. Síðan er hann útbúgvin framleiðsusniðgevi á Danmarks Designskole, hevur gingið á privata listaskúlanum hjá Hans Chr. Høier, og árini 2003-2005 nam hann sær listaliga útbúgving í Hangzhou í Kina á China National Academy of Art. Jógvan, sum altíð hevur fingist við handaligt arbeiði, fór í 2014 undir at gera eina silvurketu fyri SMS í Havn. Ketan, sum Tróndur Patursson upprunaliga fekk til uppgávu, er gjørd úr silvuri, kallað Ag 935, ið er standard silvur, ið er serliga gott at gera prýðislutir úr. Hugsanin hjá listamanninum er, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ber silvurketuna um akslarnar við hóskandi hátíðarlig høvi. Í lis

Nestor á Insanetorium

Hevur tú hug at hitta hin føroyska nestor í nútíðar matlist, Leif Sørensen, so er høvið í summargrønu Hoydølum beint nú. Gakk tær niðan við Hoydalsá eitt summarkvøld, og minst til at bíleggja pláss. Fram við ánni sært tú ross og veðrar á heimabiti, og tú kennir nýsligið gras stinga hásummarsliga upp í nasarnar. Heilt nágreiniliga er tað á gamla Sanatoriinum í núverandi matstovuni hjá studentaskúlanum, sum í heyst hevur fýrs ár á baki. Nú gongur studentaskúlin móti eini nýggjari framtíð, ið ikki er tað, hon hevur verið, úti í Marknagili undir heitinum Glasir. Transition er altjóða orðið, sum kemur mær til hugs, tá eg standi við dyrnar á pop-up staðnum, sum undir sniðfundiga heitinum Insanetorium bjóðar til nátturða klokkan sjey á kvøldi og døgurða á middegi.  Alt samalt á kostdeildini í Hoydølum, har eg búði undir stuttligum, men avgjørt ivasomum umstøðum mitt í hálvfjerðsunum. Tá var hægsta gastronomiska uppliving remuláta og stoktur leykur omaná speigupyls

Kruse ættin á Eiði

Sólin skein oman og niðan, tá fólk av Kruse ættini møttust í miðstovuni í skúlanum á Eiði, har borðreitt varð við kaffi og køku. Malan bjóðaði vælkomin og greiddi frá um skránna fyri dagin. Yngri beiggin, Ellindur, hevur leingi granskað ættina, serliga navnið Kibenich, ið stavast ymiskt, og hann hevur fingið sær sum millumnavn, Ellindur Kübĕnižh Egilstrøð. Ellindur hevur eisini skrivað teldutøku bókina Fra Eider til Eide , ið er um Onnu Margretha Kiebenick, sum var fødd við Eider í Friedrichstadt í Schleswig-Holstein, hin 28. mars í 1819 og doyði á Eiði hin 7. juli í 1892. Sigrun er eisini av Kruse ættini, abbadóttir málaran Niels, og hana avmyndaði eg framman fyri stóra fjallamálninginum, sum hongur í miðstovuni í skúlanum. Elstu fólk, vóru kvinnur. Tær vóru Bettemi, mamma Ellind, Maluna og Onnu Sufíu, sum skipaðu fyri, meðan hin elsta kvinnan av Kruse ættini, var Marjun Wolles úr Miklagarði. Hon er 86 ár. Maria av Velbastað var eisini millum elstu fólkin