Skip to main content

Posts

Er nakað mark millum skemt og happing á netinum?

Í kvøld var stak áhugaverd sending á DR2, Hængt ud på nettet , har Michael Jeppesen kannar atferð hjá ungum danskarum á netinum, tá tey skriva á Facebooksíðuni Offensimentum , har fleiri enn hundraðtúsund kunnu lesa og dáma. Helst er skrivingarlagið í byrjanini hugsað sum skemt, men eftir øllum at døma fer skemtið yvir gevind, verður happandi og niðrandi, grovari og grovari, sum so aftur skapar orðalagið og mongu viðmerkingarnar, har eingin vil standa aftanfyri ein annan í óflýggjaligheitum og óvandamáli. Tað er sum eitt skriðulop, ið fer at liva sítt egna teldulív á kamarinum hjá eltibløðruni, sum neyvan grunar nakað, tí hann ella hon ikki hevur lært atferð á netinum, har einki andlit sæst, uttan bara knappar og ein bláblinkstrandi skíggi. Henda sjokkerandi danska ungdómssending fekk meg at hugsa um ein stóran føroyskan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk Memes . Har halda tey skrivandi, sum eisini telja tilkomin fólk, at tað er stuttligt at seta navn á menn í Føroyum, sum í

Tunglyndi plágar helvtina av LGBTarum

Við hesari mynd og í tíðindaskrivi í dag boðar LGBT frá nýggjari heilsukanning, har 158 limir luttóku. Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga ringa sálarliga heilsu, og á fleiri økjum er støðan sera skakandi, sigur felagsskapurin. - Tørvurin á bráfeingis sálarligari viðgerð er stórur. Leitað verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar, sigur LGBT í tíðindaskrivinum, sum eisini staðfestir, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapar eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, ið hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við. LGBT boðar frá, at ætlanin er at seta eitt væl útbúgvið toymi við professionellum fólkum, sum kunnu leiða sjálvhjálparbólkar. Føroyska heilsukanningin vísur, at næstan helvtin (49%) av føroyskum LGBTarum í eitt longri tíðarskeið hava kent seg tunglyntan, meðan 11% siga seg ivast. Bara 40% siga seg ikki ha

Myndlist og matkynstur

Her havi eg avmyndað Sissal Kristiansen við vínskránni hjá KOKS. Skráin er í einum iPad húsa, sum Astri Luhin hevur málað og Busted Bricks á Sandi hevur smíðað. - Tað er altíð stuttligt, tá hesar uppgávurnar koma frá Koks og matstovunum Heima í Havn, sigur Sissal, ið hevur SHISA BRAND. - Kravið í hesum føri var, at úrslitið skuldi verða unikt, føroyskt, samsvarandi við samleikan hjá einstøku matstovuni, og skuldi stuðla upp undir, at gera upplivingina hjá matstovugestinum enn betri. - Uppgávan við iPad húsanum var at gera eina verju, sum er vøkur, lekkur at halda í, praktisk og eksklusiv. Spælt varð við nógvum ymsum loysnum áðrenn avgerð varð tikin um júst hesa. Húsarnir eru gjørdir á Sandi í góðum samstarvi við Busted Bricks. Eskjan í sær sjálvum er vøkur, framleidd úr poppel træi, men hon skuldi dekorerast. Í samráð við Poul Andrias og Karin á KOKS komu vit ásamt um, at listin hjá Astri Luihn kundi riggað ómetaliga væl. Astri fangaði hugskotið, og varð peppað beinanvegin. Po

Filmsfelagið

Í skránni fyri Filmsdagar í Felag standa hesi orð um Filmsfelagið: Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur film sum áhugamál og virksemi. Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962 undir navninum Filmslistafelagið . Hetta felag sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Í 1980’unum skipaði Filmsfelagið fyri fleiri norðurlendskum filmstevnum, serliga í Norðurlandahúsinum og á Læraraskúlanum, men eisini á listafólkastevnum, sum LISA skipaði fyri úti um landið. Í samráð við løgmann og indisku sendistovuna í Keypmannahavn, skipaði felagið eisini fyri indiskum filmsdøgum í Sjónleikarhúsinum. Í 1989 var Filmsfelagið vertur fyri almennari norðurlendskari filmstevnu, The VII Nordic Film Festival, við 130 útlendskum professionellum gestum. Tá vóru 1200 limir í Filmsfelagnum, og filmurin hjá Katrin Ottarsdóttir, “Atlantic Rhapsody”, varð frumsýndur á hesi stevnu, sum va

Dreymar við havið frumsýndur 6. september

Fyrsti filmur hjá Sakarisi Stórá í fullari spælifilsmlongd, Dreymar við havið , verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 6. september kl 20, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna. Tað boða filmsframleiðararnir frá í tíðindaskrivi í dag. Leikstjóri og høvuðsleikarar verða til staðar, og høvi verður at seta teimum spurningar eftir sýningina. Hósdagin 7. september halda sýningarnar fram í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin, siga filmsframleiðararnir í tíðindaskrivi. Hetta er ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika fortaldur á nærlagdum filmsmáli. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren , Summarnátt og Vetrarmorgun . Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, omanfyri, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í  Vetrarmorgun , er Ragna. Dreymar við havið er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í l

Útvarpið eigur at fara í tvey

Eftir at hava boðað frá Summarfestivali í meginpartin av farnu viku, meðan festivalurin varð hildin og framhaldandi, nú festivalurin er av, so sendir Útvarpið í triðja giri enn frá festivalinum. Tí hesir útvarpsmorguntankar. Mong ár eru liðin síðan Útvarpið misti rættin at senda einsamalt. Tá vónaðu og væntaðu lurtarar, at útvarpsmiðilin fór at verða fluttur langt fram í tøkni og innihaldi. Men gakk. Síðan heimliga miðlamonopolið varð tikið av, og tøknin hevur ment seg á øllum økjum, er føroyska innihaldið og ambitiónin at røkka øll og alt í einum, bara verið verri. Alt til øll alla tíðina. Tað riggara bara ikki. Nú er tíðin komin at Útvarpið fer í tvey. Eina rás, sum sendir fótbólt og annað spæl, ið bara hevur til endamáls at skjóta í sama mál, og fáa øll við máloyra at geyla tað einasta, tey duga – mál – og so eina aðra rás, sum við greiðum redaktionellum frámerkjum kann dyrka og menna hinar góðu sendingarnar í útvarpinum, sum duga at fara afturum eitt torskilt evni,

Akustikkur sum heilsubót

Av góðum borgaradrivnum orsøkum hevur larmur, óljóð, verið á skránni í miðlunum summar. Men tað eru ikki bara ljósmotorar og larmandi trolarar á náttartíð, sum elva til at fólk ikki fáa sovið. Tað er eisini á Landsjúkrahúsinum, har okkara borgarar í veikastu løtum finna innivist, ofta móti teirra vilja, at larmur hevur verið ein veruleiki. Í vikuni vitjaðu starvsfelagin Eyðna og eg á P40, sum er formella heitið á psykiatriksku deild, ið eisini verður nevnd deild 2. Nøvnini eru mong. Orsøkin til hesa vitjan var, at á okkara arbeiðsplássi hava vit gjørt ljóðmátingar í matstovuni, har øll eru samd um, at akustikkurin er heilt út av lagi. Tá øll hava okkurt uppá hjartað, er larmurin staðfestur til 99 desibel. Ókeypis appir á fartelefonini kunnu máta hesi virði allastaðni, har tú kemur og fert. Ole Wich, sum av og á ger grafiskt arbeiði fyri okkum, hoyrdi um ljóðmátingarnar, og vísti okkum út á Landsjúkrahúsið at uppliva góðan akustikk við munadyggari ljóðdoyving á P40. - S

Yngsta drotning í Cunard flotanum

Yngsta drotning í flotanum hjá Cunard Line er Queen Elizabeth.  Hon varð umbiðin á stóru italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Tríeste í 2007, og varð liðugt smíðað í 2010. Hon er í løtuni skrásett í Hamilton á Bermuda, er 294 metrar til longdar, telur 16 dekk og tekur 2.547 ferðafólk. Fleiri teirra sóust í skotunum í Havn í dag, millum annað úti á Reyni, har Reyngøta, Rektaragøta og Gongin krossast, sum myndin niðanfyri vísur. Her eru nøkur teirra á Skinnaraskeri, uttanfyri Rasmusarbrúgv, sum helst er elsti bryggjukantur í landinum. Øll eru tey púra bitin av litføgru húsunum og trongu skotunum í Havn. Yvirskipað er tað tó neyvan heppið, at fleiri stór ferðamannaskip hvørt eftir annað koma til ein so trongan stað við ørstuttum millumbili. Men ferðavinnan hevur allastaðni og til allar tíðir havt tað sum øll tey, ið selja atgongumerki: Fult er ikki eingang tá yvir flýtur. Tástani blívur tað spennandi. Tað er sum hjá katólska munkasølumanninum, Johann Teztel, fyri fimmhundr

Føroyakortið ongan politiskan áhuga

Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað. - Tað er ein skandala, sigur danska avísin. Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum. Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli. Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skú

Grøna veðraoyggin

Allastaðni har tú ferðast í Suðuroynni í hesum døgum eru grønska og veðrar at síggja. Lýkka er í luftini, og sólin grønskar dalar og líðir. Veðrarnar omanfyri sá eg við vegjaðaran í Hvalba niðan móti Norðbergseiði. Henda sjáldsama Texas Longhorn veðrin við uppbendum hornum, sá eg úr bilinum í Froðba. Í Hvalba hópa tey bobbens og bildekk saman á grøna bønum, har seyðurin gongur. Havi ikki sæð hetta aðrastaðni í landinum, og veit tí ikki, hvat endamálið ella nyttan er. Kanska er tað at venja veðurlombini at stúta, ella tað bara er eitt slag av stiki. Á Kunningarstovuni, Visit Suðuroy, sum er í hølunum hjá kommununi á Tvøroyri, hevur fryntligi avgreðslumaðurin nógv uppskot um túrar, sum hann teknar á frálíka kortið yvir økið. Ein er til kikaran fyri endanum á vegnum innast í Trongisvági, til vinstru har tunnilin fer til Hvalbiara. Ein kilometur ella so at ganga. Norðanfjørðs havi eg sæð, hvussu ymiskur seyður kann verða, serliga í Tjørnuvík, har hann er spakur og næstan ómæla