Skip to main content

Posts

Kraft durch Freude

Yvirskriftin og breddamyndin á hesum ferðabloggi, sum er av syðra sjóvarmála út móti Eystarasalti í farnu viku, stavar frá einum Hitler-átaki í tríatiárunum á størstu týsku oynni Rügen. At skapa kraft gjøgnum ta gleði, ið hekk uppi við nýggja fyribrigdinum at halda feriu, so arbeiðarin betur kann tæna idealstatinum. Eftir 770 km í bili frá rampuni á Norrönu og beint inn í Evropa, ert tú eftir einum arbeiðsdegi púra í øðrum heimi. Nú ert tú í einum bjørtum týskum feriuparadísi, ætlað fólkinum , men eisini mitt í einum ræðandi minni frá nasistiska Týsklandi, ið er um at fara í søguna, tí nú verða ólidnu nasibygningarnir, der Koloss von Rügen , hvíttaðir og seldir fólkinum sum luksusíbúðir. Her sæst, hvussu langt hvíttvaskingin við friðsælu Proravíkina er komin beint nú. Tað var árini 1936-39 at nasistarnir undir heitinum Kraft durch Freude bygdu rætttrúgvandi verkamannahúskjum eitt ariskt feriuparadís við Proravíkina. Nakað fyrr, beint eftir húsagangin, sum úr Wall Street