Skip to main content

Posts

Tað besta úr Filmsføroyum á einum borði

Føroysk lýsingavinna er ótrúlig. Og tá hugsi eg ikki tann patetiska tanka, sum ofta er frammi, at eingin annar enn vit gera føroyskar lýsingar. Tað er ein bílig umbering at traðka á altjóða pallin við onkrum jánkasligum, sum tú veitst ikki tolir miskunarleysa pallljósið. Men so er ikki her. Hetta er stevfast sannførandi. Í mínum filmiska heila geri eg eina beina kopling frá Ernst í leiklutinum sum dekadentur operasangari í Føroyum í dag til italska satirufilmin La grande bouffet , sum Marco Ferreri (1928-1997) gjørdi í 1973. Tey í ikki minna dekadenta Filmsfelagnum savnaðust um filmin hjá Paula í Sjónleikarhúsinum eini tíggju ár seinni ella so. Gamaní er átuvombin hjá Ernst ikki so víðfarin sum hjá italsku ríkmonnunum, sum á søguliga filminum gjørdu av at eta seg av verðini, meðan vit hoyra hundar og horur geva barkaljóð frá sær uttan fyri fokus í søguni. So djúpfallin er milda nýsatiran úr Miklagarði ikki. Saman við Bónus og Mylnuni hevur Miklagarður fingið samst

Linda í grind

Ofta er tað mest óvæntaða tað allar besta. Tað hugsaði eg týskvøldið tá sjónvarpið hjá Danmarks Radio sendi Aftenshowet . Tey høvdu boðið føroysku sangarinnuni, Lindu Andrews, at siga frá sum føroyingur í Danmark, hvussu hon fataði altjóða øsingina um at drepa springarar. Av sonnum skilabesta kjak eg havi hoyrt og sæð í einum donskum miðili eftir so fáum minuttum. Bravo, má eg siga. - Ja eg segði, at eg tímdi ikki at sita og kjakast, og tey søgdu, at tey egentliga vóru samd í, at hattar var nakað tvætl, men at tað vildi verið gott, at fáa ein føroying inn, sum kundi fáa tað niður á jørðina. Heldigvís hjálptu hinir gestirnir mær væl, so eg noyddist ikki at siga so nógv, sigur Linda sjálv eftir sendingina, sum fleiri rósa á Facebookprofilinum hjá henni. Ein teirra er danski René Sørensen, sum er fakmaður og skrivar: - Som uddannet slagter, der har arbejdet på Færøerne, syntes jeg du gjorde det godt. Min sympati ligger hos færingerne. Det er ikke være end når vi slagter i Danmark,

Tveir filmar úr Cannes til Havnar

Filmsfelagið fer longu í heyst at vísa tveir av filmunum, sum vunnu fremstu virðislønirnar í Cannes í summar. Mikudagin 10. oktober verður svenski filmurin "Gräns" sýndur og mikudagin 24. oktober verður japanski filmurin "Shoplifters" sýndur. Japanski leikstjórin, Kore-Eda Hirokazu (f.1962), vann Gullpálman á filmstevnuni í Cannes í ár fyri filmin ”Shoplifters”. Í fjør sýndi Filmsfelagið hin stillføra ”Eftir illveðri”, ið sami leikstjóri gjørdi í fyrrárið. Í filminum eru Osamu og húski hansara fíggjarliga illa fyri. Tí stjala tey í handlum at fáa til dagin og vegin. Dagin eftir at Osamu og sonurin hava stolið, møta teir eini lítlari gentu. Kalt er, men kona Osamu drálar, tá talan verður um at hjálpa henni. Men tá konan hoyrir um vesaligu støðuna, játtar eisini hon at taka gentuna til teirra at vera. Nú hevur samansetta húskið tað gott, og øll eru glað, til ein óvæntað hending stingur seg upp og avdúkar loynidómar, sum ikki kunnu skúgvast til viks. Fleirfalt

Beistið av Jersey

Eftir at hava skipað fyri Filmsdøgum í Felag, har kvinnur á filmi vóru tema, fer Filmsfelagið nú at vísa spildurnýggja filmin Beast , sum fer fram á Ermarsundsoynni Jersey, har 100.000 fólk búgva. Beast er ein bretsk nøtrisøga um 27 ára gomlu Moll, sum enn býr hjá varnu foreldrunum á oynni Jersey. Hon møtir frælslynta Pascal og ein nýggjur heimur letur seg upp. Hon kennir seg livandi sum aldri áður. Tey flyta saman, men tá løgreglan pikkar á dyrnar kemur hon eftir, at kanska er hann hópdrápsmaður. Hvussu langt vil hon fara, treytaleyst at verja hann? Hvør er verri beist, hann ella hon? Beast er fyrsti biograffilmur í fullari longd hjá Michael Pearce. Hann er føddur á Jersey í 1981, hevur lisið film og leikstjórn í Bournemouth og fiction direction á National Film & Television School. Her sæst leikstjórin Michael Pearce saman við Jessie Buckley, sum er Moll. Filmstíðarritið CineVue skrivar, at fyrsti biograffilmurin hjá Michael Pearce “marks out its director as one

Mentan er sterkari enn kjarnorkubumbur

Eitt ár er til val verður aftur. Enn havi eg ikki sæð tann politikara, sum burturav stillar upp fyri mentan í orðsins sanna týdningi. Mentan sum í mentan og ongum øðrum. Eingir rossahandlar um tunnlar í føðingardagsgávu ella av øðrum nepotistiskum orsøkum. Nei, mentan fyri mentanarinnar egnu skuld. Einki annað. Yvirskriftin er úr frálíka danska tíðarrinum EKKO , so kom í dag. Svart uppá hvítt hevur blaðið hitt amerikanska filmsleikstjóran Spike Lee (f.1957), sum vann næstbestu virðisløn í Cannes í ár fyri BlacKkKlansman , sum er aktuellur bæði í Havnar Bio og Atlantis við frumsýning 20. september. Tað havi eg ikki sæð áður, at báðir biografarnir kappast um áskoðararnar við sterkasta vápni í øllum kjarnorkuarsenalinum: filmi. Tað er Spike Lee, sum er upphavið til yvirskriftina, ið er líka sterk á upprunaenskum, fyribilsdonskum og heimaføroyskum. Spike Lee gjørdist kendur í 1989 við Do The Right Thing , sum Filmsfelagið vísti í Sjónleikarhúsinum tað árið. Kanska ein mentaflok

Pressan í pressuni

Pressan var fyrstu ferð í luftini í morgun. Heitið brúkti Jan Müller longu í Sosialinum fyri mongum árum síðan, kanska var tað í sjeytiárunum. Prentaðu greinarnar vóru so nýskapandi góðar, at eg goymdi tær fotokopieraðar í plastlummum í nógv ár. Besta yvirskriftin var frá Finnboga, sum segði at Útvarpið var tann parturin av føroysku pressuni, sum nærum var nóg góður. Síðan eru fjøruti ár liðin, alt er blivið betri á tekniska økinum, alt ber til, ja tú kanst stovna tín egna støjsendara og skriva bløð uttan rættlestur og redaktionella viðgerð um tú vilt, men hvussu er við skrivingini og formathugsanini? Tað er væl har, henda sendingin skal gera mær mun, sum Pauli plagdi at siga á Læraraskúlanum. Gjørdi hon tær mun, sendingin? Meðan øll sum hava eina meining um miðlar, journalistikk og kringvarp, í dag svørja til podcast, so eri eg av tí gamla skúlanum, sum altíð hevur Útvarpið frá, tá sent verður. Spyr bara starvsfelagarnar. Men í arbeiðstíð er so nógv forstýrilsi, at ikki ber til

Eingin Fólkaoscar

The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum hvørt ár skipar fyri Oscartiltakinum, kunnugjørdi í gjár, at eingin Oscarvirðisløn fer kortini at verða latin fyri popular film sum annars var ætlanin. Ein orsøk er at uppskotið kom so seint, verður millum annað sagt. Men fyriskipararnir siga samstundis, at ætlanin er ikki slept. Dawn Hudson, sum er Oscarstjóri, sigur, at “There has been a wide range of reactions to the introduction of a new award, and we recognize the need for further discussion with our members. We have made changes to the Oscars over the years, including this year, and we will continue to evolve while also respecting the incredible legacy of the last 90 years." Tað var í august, at Oscarfyriskipararnir søgdu, at nú kom ein nýggj virðisløn, ið skuldi lofta fólksligu filmsmeiningini og verða kallað popular film . Givið er, at svinnandi hyggjaratøl hjá Oscarmaskinuni hava ein avgerðandi leiklut. Oscarsendingin í ár hevði lægstu síggjaratøl nakrantíð

Filmurin NINA frumsýndur

Mikukvøldið 5. september varð nýggi føroyski filmurin NINA frumsýndur á Filmsdøgum í Felag, sum Filmsfelagið skipar fyri. Fyri fullum húsum innleiddi leikstjórin, Maria Winther Olsen, frumsýningina við hesum orðum: Gott kvøld og hjartaliga vælkomin til fyrstu sýning av NINA her í Havnar Bio Eg eiti Maria Winther Olsen, og eg havi skrivað og leikstjórnað NINA, sum tit fara at síggja her á løriftinum um eina lítla løtu. Men áðrenn tit sleppa tað, so ynski eg fyrst og fremst at takka øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt hava verið partur av filmsferðini hjá Ninu. Hesin filmurin var ikki møguligur uttan alla hjálpina og stuðulunum, sum vit hava fingið, so av hjartanum takk! Síðani ynski eg at takka Filmsfelagið og Havnar Bio fyri at spyrja um at vísa Ninu í sambandi við, at tit hava valt at seta fokus á Kvinnur á filmi. Og takk fyri, at tit hava valt at leggja dent á júst kvinnur á filmi. Tí um tað er nakað, sum eg sakni í filmsheiminum, so er tað nettup filmar av kvinnum og

Er hetta seinasti mannfólkafilmur?

Filmsfelagið vísur í hesum døgum nýggjar biograffilmar, ið hava kvinnur sum tema. Við eini skermmynd, sum sæst niðanfyri, og er tikin av Facebookvanganum hjá Filmsfelagnum, sást skjótt, at júst kvinnur leitaðu allarmest eftir tiltakinum The Wife , sum er nýggi filmurin við Glen Close á Filmsdøgum í Felag. Tann filmurin verður sýnur fríggjakvøldið, tá Marna Jacobsen fer at innleiða. Ein maður sigur í dag í meyli, at tað er ikki so undarligt at fleiri kvinnur ganga í biograf. - Har eru bara konufólka- filmar, sigur hann og vil vera ónevndur. Men eins og í New York Times í dag, veit redaktiónin, tað er í hesum føri eg, hvør skrivarin er. - Seinast eg sá ein góðan mannfólka -film var American Sniper  (Clint Eastwood 2014) og tað eru fleiri ár síðani nú. So, vilja tey hava fleiri menn í biograf, so er bara at koma við okkara filmum aftur, sigur mannligi filmsviðmerkjarin. Tá eg haldi fyri, at hetta kann mann broyta yvir tíð, so er hann skjótur at svara rættuliga noktandi. -

Lissy eisini farin

Her er danska Lissy Bellaiche, sála, og franski maðurin hennara avmyndað á filmstevnu í Lubeck í 2013. Hóast eg havi møtt henni síðan, varnaðist eg ikki, at hon varð vorðin sjúk av demensi og doyði av krabba í mars í ár. Í kvøld fer dótturin, Michèle, at hava sending í TV2 um mammuna og heilasvinn. Sendingin kallast Når hjernen svigter . Lissy Bellaiche starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen, sum eisini er farin, var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatur á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Tá eg fyri fimm árum síðan tók myndina omanfyri starvaðist Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film. Árið eftir var hon í Cannes sum søluumboð fyri kovboyfilmin hjá Kristian Levring The Salvation . Ærað verið minnið um Lissy, sum Filmsføroyar nutu so gott av í áttatiárunum. Takk fyri!

Filmsdagar í Felag

Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í Felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema. Fyrsti er hin føroyski NINA, har leikstjórin leggur fyri við innleiðing um filmin. Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn. Tá filmurin The Wife varð kunngjørdur á Facebookvanganum hjá Filmsfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29% menn eftir tiltakinum. 5/9 kl 20 NINA (Føroyar 2018 80 min) NINA er nýggjur føroyskur spælifilmur, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali, haðani søgnin um Kópakonuna stavar. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur einse

Tað er alt stýrt úr helviti!

Um dagarnar hava kristin gjørt burtur av sær á feysbukkuni sum aldri áður. Orsøkin til kristna mannatrekkin á bukkuni er, at ein mamma hevur hoyrt, at barn hennara hevur verið til eitt LGBT tiltak í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin í farnu viku. Har skal ein lærari hava deilt møttu børnini upp. Akkurát sum í sunnudagsskúlanum og øðrum meinigheitsmatriklum. Nýskrivaða kristniøðin fer fram í fullum dagsljósi á Facebook, so øll kunnu fylgja við. Eisini tá Vinjard spyr óðu mammuna, Gudny, um tað var lærarin, sum deildi børnini upp. Tólv tímar eftir at hon sjálv hevur postað illsinisglepsið ætlar hon at fara at spyrja nærri: Var ikki til staðar og veit tí einki um, hvat er farið fram henda feigdarmorgun í Sortudýki. Men av tí at eg sjálvur fyri Filmsfelagið varð biðin at innleiða eina sýning fyri sama tiltak niðri í Perluni veit eg, at hetta var ikki LGBT, men FIIMFF, sum stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum skipaði fyri. Fyri vinatænastuna, at in