Við støði í eini Andøvsløtu á sendistøðini R7, sum eisini hevur havt Jóan Paula í Geil í gestarúminum í enn snedigaru sendingini Metis , eru privatpersónarnir Pauli Trond Petersen og Erling Eidesgaard blivnir so mikið stoyttir, at hin fyrri brúkar mikrofonina í løgtinginum, har hann er valdur at gera lógir, og hin seinni meldar á politistøðini, sum ein og hvør borgari eigur at gera. Markið er nátt og nú tala vit at, siga teir báðir sum virknir borgarar í einum fólkaræðisligum samfelag. Báðir hava framført greiðar orsøkir til júst at tala at. Eftir at frálíka útvarpssendingin Pressan , sum freelancarin Øssur ger, eisini tók evnið upp næstsíðsta fríggjadag, er landstýriskvinnan við ábyrgd fyri miðlum og miðlastuðli gestur í týdningarmestu kringvarpssendingini, Degi og Viku í kvøld. Hon er týðuliga indignerað um haturstaluna í umrøddu sendistøð. Eins og tjóðveldismaðurin á tingi vil hon hyggja nærri at sendistøðini, hennara loyvi at senda og grundarlagi fyri at fáa miðlastuðul yv